sunnudagur 6. februar 2005síða 10
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 26 - 8. februar 2005
Valið í dag er eitt hitt mest týðandi fólkatingsval í
mong ár. Løgting og landsstýri standa frammanfyri
sera stórum og tungum avgerðum. Føroyar standa á
mangan hátt á einum vegamóti. Ein tann størsta
avbjóðingin í dag er altjóðagerðin. Okkara ungdóm-
ur hevur alheimin sum arbeiðsmarknað og møgu-
leikarnir eru at kalla markleysir, um forteytirnar eru
í lagi. Týdningarmesta fortreytin er útbúgving og
førleikar. Týdningarmesta tilfeingi í framtíðini
verður vitan og førleikar — evni at laga seg eftir
skiftandi umstøðum í einum heimi í áhaldandi og
skjótari broyting. Heimurin stendur okkara vinnu-
lívið opin um vinnulívið klárar at takla altjóða-
gerðina. Tað er tí altumráðandi fyri menning og
framburð í Føroyum, at vit troyta møguleikarnar, ið
altjóðagerðin bjóðar og at vit megna hetta.
Tað tykist sum vøtnini av álvara skiljast við valinum
í dag. Øðrumegin sendur samgongan avklárað og
samd um, at nú skulu viðurskiftini við ríkið greiðast
við yvirtøkulóg og uttanríkspolitisku heimildunum.
Hetta er tann sjálvstýriskós, sum er sett og vikið
verður eftir øllum at døma ikki frá hesi kós. Sam-
stundis sum hesin politikkur verður rikin á sjálv-
stýrisøkinum, verður hildið fram við tí vinnu,-
búskapar og sosialpolitikki, sum samgongan hevur
sett út í kortið við amgonguskjalinum. Hinvumegin
stendur andstøðan, sum vil hava fullveldismálið frá
hondini, áðrenn farið verður undir at reka tað, vit
kunnu kalla dagsaktuella politikkin. Tað er henda
stívrenda støða, sum hevur gjørt, at Tjóðveldis-
flokkuirn er endaður uttan fyri ávirkan. Veljarin
kann ídag meta um, hvør kós gagnar landi og fólki
mest. Tað skuldi ikki undra okkum um landsstýris-
samgongan fekk undirtøku fyri sínum politikki við
støði í tí breiðu tjóðskaparligu semjuni. Lands-
stýrissamgongan hevur skapað stabilitet og arbeiðs-
frið, og fyri fyrstu ferð í fleiri ár gongur tað politiska
arbeiðið fyri seg uttan brot, klandur og stríð. Hetta
hevur stóran týdning fyri búskap og vinnulív.
Samgongan hevur sett sær nøkur mál fyri tey kom-
andi árini. Við hesum er ætlanin, at Føroyar skulu
gerast eitt av heimsins fremstu londum á øllum
ølkjum tey næstu árini. Tað er sera umráðandi, at
samgongan fær arbeiðsfrið til at leggja allar ætlanir
fyri hesum málum til rættis og at seta hesar ætlanir í
verk. Fyri fyrstu ferð í mong ár snýr politikkur seg
um annað enn um fullveldi. Tað er sera umráðandi,
at henda gongd sleppur at halda fram. Føroyingar
eiga tí at stuðla øllum, ið kann styrkja hesa
tilgongdina. Eitt gott val fyri samgonguflokkarnar
fer at gagna tí góðu tilgongdini, og veljararnir hava
tí allar góðar grundir til at geva løgmanni og flokki
hansara álitisváttan í dag.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Valið
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo
Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
Eyðgunn Samuelsen
Javnaðarflokkurin
Vinnuliga,
politiskt
og
samfelagsliga er neyðugt at
hugsa nýtt. Framtíðarstøða
Føroya snýr seg um, í
hvønn mun vit megna at
laga okkum til nýggjar og
ørðvísi avbjóðingar. Hetta
vil eitt javnaðarumboð á
fólkatingi arbeiða fyri held-
ur enn at reypa av hvussu
nógv mál ein vil reisa.
Danmark og hini norðan-
lond eru fyrimyndir fyri
restina av Europa, tá ið tað
kemur til at duga at laga
seg til tær ørðvísi avbjóð-
ingarnar, ið globaliseringin
hevur við sær.
Tey eru fyrimyndir tí tey
hava eina væl útbúna ar-
beiðsmegi, góðar møgu-
leikar fyri útbúgving og eft-
irútbúgving, ein vælvirk-
andi arbeiðsmarknað og
ikki minst eina vinnu ið
megnar at umstilla seg til
broyttar fortreytir.
Eisini vit í Føroyum
mugu leggja dent á hvørjar
fyrimunir og møguleikar
vit hava. Eitt nú hava vit
serstakan møguleika at
kappast tá tað ræður um
dygd og feskleika á okkara
fiskavørum.
Vit skulu nú og í fram-
tíðini velja nýggjar leiðir
heldur enn vanahugsan !
Okkara besta tilfongi er eitt
vitandi og virkisfúst fólk.
Tí skulu vit halda fram at
menna útbúgvingar møgu-
leikarnar. Vit skulu skapa
nýggjar vinnur. Og vit
skulu royna nýggjar leiðir
so vit fáa meira burturúr tí
stóra vitannartilfongi vit
longu eiga.
At hugsa nýggjar tankar
krevur eisini at tú letur
dyrnar upp út í heim og her
er fólkatingsumboðanin eitt
gott amboð. Vit mugu velja
um Føroyar skulu lata
dyrnar aftur og passa okk-
um sjálvi, ella um vit skulu
lata upp fyri teimum møgu-
leikum sum eitt víðka sam-
starv við útlendingar og
umheimin gevur.
Fyri Javnaðarflokkin er
valið greitt, vit vilja tryggja
nýggju Føroyar við ný-
hugsan og nýskapan og tí
vilja vit samstarva við um-
heimin og á tann hátt støð-
ugt menna Føroyar. Fyrsta
stigi er at fáa umboð á
Fólkating aftur.
Góði veljari, vil tú vera
við til at tryggja Føroyar á
Fólkatingi tann 8 februar,
so setur tú kross við eitt av
valevnunum hjá Javnaðar-
flokkinum.
Gott val !
Andrias Petersen
Valevni á Javnaðarlistanum
12. mars 1998 høvdu Jó-
annes Ejdesgaard og Marita
Petersen, sála, fund við
danska
javnaðarflokkin,
sum tá sat við stjórnarvald-
inum. Úrslitið av hesum
fundi var, at minni enn
tríggjar mánaðir seinni
fekk fuldveldislandstýrið
eina avbera góða loysn í
bankamálinum.
Í 1991 sótu donsku javn-
aðarmenninir í andstøðu,
men kravið frá teimum,
harímillum føroyska javn-
aðarmanninum Jákup Lind-
enskov til donsku fíggjar-
lógina var, at føroyskir
fiskimenn fingu krígspen-
sjón eftir somu treytum
sum danskir. Hetta eydnað-
ist eisini.
Tvey mál, sum gjøgnum
samráðing og semju vunnu
føroyingum rættindi. Tvey
mál, sum vóru Føroyum og
føroyingum til almikið
gagn.
Samgongan hevur trý
týdningarmikil mál fyri
framman, har fólkatings-
sessurin kann viðvirka til at
finna eina loysn. Endur-
nýggjan av ríkisfelagsskap-
inum,
heimildarlóg
til
uttanríkispolitik, og fullan
limaskap í Norðurlandaráð-
num. Hesi mál ætlar Javn-
aðarflokkurin sær at loysa
við skilagóðum, konstruk-
tivum samráðingum, sum
vit ikki ivast í koma at
eydnast.
Javnaðarumboðið
á
Fólkatingi fer at umboða
okkum føroyingar á ein
hátt, sum skapar virðing
millum danskar politikarar,
og virðing fyri Føroyum og
føroyskum áhugamálum.
So hava vit trúvirði, tá á
stendur.
Hetta er tað vit nevna
samstarv, sum gevur úrslit.
Javnaðarflokkurin
ar-
beiðir við skili.
Vel tí Javnaðarflokkin á
Fólkating.
Javnaðarflokkurin tryggjar nýggju Føroyar
við nýhugsan og nýskapan !
VAL05
Samstarv og úrslit
VAL05