Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-06, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 6. februar 2005síða 11

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 26 - 8. februar 2005 11 tórbjørn jacobsen Sjálvstýrisstríðið er um aldur við gamla slupp. Danska ræðið á Føroy- um er nú líka treyst sum ringasti pumpuroykur. Og síðani betongsen- tralurin ABC settist við radiatorarnar, hevur tað staðið við og versnað. Hetta hjáputrið, kolo- nialistiska leivdin, tveir av 179 tingmonnum, skal nú veljast. Allir ætla at sita sum mýrivengur, at spæla á eina evarska lítla munnhørpu, á aft- asta beinki í donskum flokki, uttan Tjóðveldis- flokkurin, ið fer á dana- ting við greiðari stevnu. Ætlar at sita á fyrstu par- kett, í egnum tingbólki, og stríðast fyri føroysk- um tjóðarrættindum. Halda fram á slóðini hjá Erlendi Paturssyni og Norðuratlantsbólkinum. Framundir løgtingsval tosa øll um val til evsta vald landsins, men við ára millumbili fáa vit áminningina um, at tað finst ein polisk makt, sum er omanfyri. Fólka- tingið. Evsta valdið í øðrum landi. Tjóðveldisflokkurin hevur hetta seinasta val- skeiðið staðið sum ein ljósboya, sum ein ýting- arboya, á Norðhavinum. Glampað í morgunguv- uni og varpað greið signalir út í ytstu krókar. Starvið heldur fram eftir valið týsdagin. Ýtið er skeytið til matrikkulin. Vit fara at seta fram uppgreiðandi fyrispurningar. At leggja fram uppskot, ið gagna. At ávirka danskar politikkarar, í royndini at fáa teir at skilja, at frumburðar rætturin liggur her heima — og ikki í Keypmannahavn. At upplýsa danska fólk- ið um einastu gongdu leiðina á politiska akrin- um. At hjálpa fólki. Og ístaðin fyri at standa á seiðabergi í onkrum hissini donskum flokki fara vit at dríva politisk- an útróður. Stríðið verð- ur avgjørt í egningar- skúrunum og tykkara sáru lógvar seta einastu føroysku røddina — á danska framherjan aftur. Bjølgurin í donsku fóðurpatrónini pumpar enn. 630 milliónir standa ímillum danskt heimastýri og føroyskt fullveldi. Har stendur stríðið. Vit ætla okkum at standa rimmarfastir á imperialistisku líktorn- unum — fram í treyta- leyst tjóðarfrælsi. Og onki er at óttast. Tí sum tín dagur — skal tín styrki vera. Vit síggjast á Danatingi. SUM TÍN DAGUR SKAL TÍN STYRKI VERA ! Jákup Lindenskov Tá Óli Breckmann uppaftur til fólkatingsvalið hesaferð ikki er sannur í málinum um krígspensjónina, havi eg hesar viðmerkingar: Óli Breckmann slepti hesum máli púrasta, tá hann hevði fingið bræv frá Esther Winter Andersen, táverandi sosialministara (V). Tað var aftan á, at vit høvdu havt fund við sosialministaran 10. apríl í 1991. Tað frættist einki aftur frá hesum fundi. Men so sigur hon frá í brævi til Ó. B., dagfest 23. juli 1991 m. a. : »De færøske fiskere kan ikke generelt henføres under loven. Det ville være i strid med loven. Hvis det skal ændres, er det nød- vendigt med lovændring. Jeg synes ikke, at der er fremkommet noget nyt, der giver grundlag for en sådan ændring, og jeg ville også finde det meget uheldigt med en lovændring, der på dette sene tidspunkt hen- førte en ny persongruppe under loven. Det håber jeg, du har forståelse for.« Eg frætti einki um boð- ini, Óli hevði fingið, men tá eg so fekk frænir av, at einki meira fór at verða gjørt við málið, hvørki av stjórnini ella Óla Breck- mann, setti eg meg bein- leiðis í samband við sam- starvsmenn mínar í Javn- aðarflokkinum á tingi - og tá kom ferð á málið. Fekk undirtøku frá Javn- aðarflokkinum - málið um krígspensjónina fyri før- oyskar fiskimenn varð sett á listan hjá Socialdemo- kratunum sum treyt fyri at ganga inn fyri fíggjarlóg Fólkatingsins 1992. Í skjalinum um »Aftale om finansloven for 1992 mellem Socialdemokratiet, Det Konservative Folke- parti, Venstre, Centrum Demokraterne, Det Radi- kale Venstre og Kristeligt Folkeparti, er der indgået aftale om finansloven for 1992« stendur m. a. í 9. punkti: »Tilskudsordningen ved- rørende erstatning til be- sættelsestidens ofre ud- strækkes til også at gælde færøske søfolk.« Eftir hetta varð ríkis- stjórnin noydd at seta fram lógaruppskot í Fólkating- inum um málið. Eingin krígspensjón hevði verið fyri føroyskar fiskimenn, um málið ikki varð hálað ígjøgnum av Javnaðarflokkinum á Fólkatingi. Tá føroyski javnaðarmaðurin á Fólka- tingi tók málið uppaftur, aftan á at borgarliga stjórnin hevði lagt málið til viks. At málið varð samtykt av samdum Fólkatingi var av tí, at flokkarnir høvdu gjørt semju um málið. Eg skilji ikki framferð Óla Breckmans - at fara so lætt umsannleikan. Helena Dam á Neystabø Javnaðarflokkurin Tá ið tú týsdagin fert at velja tína rødd út í heim, so hevur tað týdning, at tú hugsar um, at røddin eisini skal hoyrast í Fólkatingin- um. Eingin kann røkja tveir tingmannasessir í senn í hvør sínum landi til lítar. Bæði sambandskvinnan og tjóðveldismaðurin á Fólka- tingi hava hesi seinastu fýra árini verið bæði løgtings- menn og fólkatingsmenn. Tann føroyski fólkatings- limurin fær góða løn og góðar umstøður - tað forpliktar! Hvat høvdu før- oyingar sagt, um vit rind- aðu fulla løn og eftirløn til tveir danir í Løgtinginum, og at teir ongantíð vóru at hitta. Tí hevur tað týdning, at tú velur ein flokk, sum vil taka fólkatingsarbeiðið í álvara. Tað vil Javnaðar- flokkurin! at tú velur eitt fólk, ið vil arbeiða í Fólka- tinginum burturav, og sum dagliga og áhaldandi vil arbeiða fyri at styrkja støðu Føroya á altjóða leikpallin- um. Vegna Javnaðarflokkin bjóði eg meg fram til at taka hesa uppgávu uppá meg. - At røkja fólkatings- sessin sum eitt fulltíðar- starv. Jonhild Andreasen Nielsen Valevni Javnaðarfloksins Hann lá og hevði ligið við óveðri, vindi og stormi, nú so at siga allan samlan seinnapartin av heystinum og út á hálvan veturin. Ættarskifti var í heilum; hann mól og mól, var eitt sindur vestligur í dag, so aftur lækkaður niður aftur við ódnarstormi í morgin. Ein lítil linni var onkutíð uppímillum, men tung og trong luft og brimgangur í vestursjónum, sum hoyrdist eins og ein kvald, ónd dunan úr jørðini og ljóðaði fram fyri alt og elti teg, hvar tú var, inni sum úti, heima við hús sum burtur í bø ella haga. Soleiðis skrivar Martin Joensen í søguni Ein Bygd- armynd. Men hvat hevur hetta við fólkatingsval at gera?, spyr gløggi lesarin. Jú, lýsingin er sum tikin úr gernadisdegnum hendan veturin, vit kenna okkum aftur, og tað er umráðandi í øllum viðurskiftum. Hinvegin kann lýsingin eisini førast yvir á politikk- in. Tey skiftandi rákini og tær skiftandi umboðanirnar á fólkatingi; so ymisksar sum veður og vindur; stundum brimgangur og dun og síðani ein linni. At vit kenna okkum aft- ur, eisini í umboðanini á fólkatingi, er umráðandi, tí arbeiðið má vera rótfest í veruleikanum hjá okkum føroyingum. At ættir og rák skifta, eins og eyðkennini við teimum umboðum, ið umboða Føroyar á fólka- tingi, tað er eisini eitt slag av náttúrulóg. Men eftir ódn er brúk fyri einum linna. Javnaðarflokkurin stend- ur fyri semjusøkjandi sam- starvi, ikki konfrontatión- um. Ein flokkur, sum er til at tosa við og sum vil tosa við øll. Ásannandi, at Føroyar ikki eru - og ikki hava verið - avbyrgdar, er neyðugt at trína á altjóða pallin og at fáa í lag samstarv og av- talur. Javnaðarflokkurin ar- beiðir fyri at fáa í lag al- tjóða samstarv og betri ES avtalu. Fullgyldan lima- skap í Norðurlandaráðnum. Størri ábyrgd framhaldandi og víkað samstarv við onn- ur lond. Størri ábyrgd á al- tjóða pallinum. Javnara- flokkurin er best egnaður at røkja føroysk áhugamál. Javnaðarflokkurin; vit mynda framtíðina. Úti og heima. Bjørg Joensen Javnaðarflokkurin • Vit skulu víðka okkara sjálvsavgerðarrætt • Vit skulu víðka okkara u t t a n r í k i s p o l i t i s k u heimildir • Vit skulu bera boðskapin fram, so danir skilja før- oyingar og okkara av- gerðir • Vit skulu kunna um fólkatingsarbeiðið í Føroyum • Vit skulu samstarva við allar flokkar á fólkatingi • Okkara umboðan á fólka- tingi er ikki eitt tilboð men ein skylda. VIÐMERKINGAR Fulltíðarstarv VAL05 Eftir ódn er brúk fyri linna VAL05 VAL05 Fólkatingsvalið VAL05 Óli Breckmann fer lætt um sannleikan