sunnudagur 6. februar 2005síða 12
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 26 - 8. februar 2005
Maria Jacobsen
valevni Tjóðveldisfloksins
Sum eitt av valevnum Tjóð-
veldisfloksins til fólka-
tingsvalið skal eg í stuttum
greiða frá, hví eg sum
tjóðveldisfólk ætli mær á
fólkating og hvørji mál, eg
ætli mær at loysa til frama
fyri allar føroyingar og Før-
oya land:
Føroyskt fullveldi
Hóast avgerðin um full-
veldi eigur og skal takast í
løgtinginum og við fólkaat-
kvøðu, har allir føroyingar
sleppa at siga sína hugsan,
haldi eg tað vera rætt og
sjálvsagt, at vit eisini á
fólkatingi gera vart við
krav okkara um fullveldi.
Føroyar og E.S.
Ikki er alt ilt við E.S. —
verri enn so. Mangt gott
kann sigast um E.S., men
so leingi E.S. hevur felags
fiskivinnupolitikk stýrdan
úr Brússel, eri eg ímóti før-
oyskum limaskapi í E.S., tí
hesin felags fiskivinnu-
politikkur fer at forkoma
okkum sum fiskivinnutjóð.
Eg eri somuleiðis ímóti
føroyskum
"limaskapi"
umvegis Danmark. Við
"limaskap" umvegis Dan-
mark hugsi eg um ta ódám-
ligu, sníkjandi gongd hesi
seinastu árini, har vit
føroyingar uttan limaskap í
E.S. alt meira verða við-
farnir sum E.S.-borgarar.
Vit
føroyingar
verða
noyddir at fylgja við í og
støðugt laga okkara við-
urskifti til umheimin —
fyrst og fremst hini Norður-
londini (heruppií ikki minst
Danmark), men eisini E.S.,
U.S.A. og restina av heim-
inum.
Fólkatingslógir galdandi
í Føroyum.
Tað truplasta við heima-
stýrislógini er eftir minum
tykki, at vit hava hálvt
sjálvstýri, soleiðis at vit
føroyingar bæði eru undir-
givnir føroyskum løgtings-
lógum og donskum fólka-
tingslógum. Hetta ger, at
vit mangan "detta niður
ímillum tveir stólar" við
teimum ólukkuligu av-leið-
ingum, sum hetta mangan
førir til.
Mín áhugi liggur serliga
á tí sosialpolitiska økinum,
og kann eg sum dømi um
slíkar ólukkuligar avleið-
ingar nevna:
• ruðuleikan við útlend-
ingamálinum, sum alt
meira líkist tí í Danmark
vælkenda "tamil-málin-
um", sum fekk álvar-
samar avleiðingar fyri
løgmálaráðharran
og
fleiri av embætismonn-
um hansara.
• ruðuleikan á familjurætt-
arøkinum, har vit bæði
kunnu nevna ta í Dan-
mark galdandi fólka-
tingslógina um skrásett
parlag og ta í Danmark
galdandi fólkatingslógina
um felags foreldramynd-
ugleika, sum danir hava
gjørt av skulu praktiser-
ast sum galdandi í Føroy-
um,
• ruðuleikan á barnavernd-
arøkinum, har ein smá-
drongur og systrar hans-
ara fyri hálvum ári síðani
duttu niður ímillum ta í
Føroyum galdandi fólka-
tingslógina frá 1960 og ta
í Danmark galdandi "ser-
vicelógina" frá 1998. Tað
tykir mær, at hvørki før-
oysku myndugleikarnir
ella donsku myndugleik-
arnir hildu seg hava
ábyrgdina fyri hesum
børnunum,
• ruðuleikan á pensións-
økinum, har bæði fólka-
pensiónsupphæddirnar
og fyritíðarpensiónsupp-
hæddirnar í Føroyum eru
úr 18 % heilt upp í 42 %
lægri enn í Danmark —
hetta hóast danir í av-
taluni frá 20.03.1987 um
blokkstuðulsskipanina
kravdu, at pensiónsupp-
hæddirnar (eftir skatt) í
Føroyum skuldu sam-
svara við pensiónsupp-
hæddirnar í Danmark,
• ruðuleikan við endur-
gjaldsábyrgdarlógini og
vanlukktryggingarlógini,
sum vit enn ikki hava
fingið her í Føroyum.
Lógaruppskot um hesar
lógir hava verið í løg-
tinginum fleiri ferðir,
men eru ferð eftir ferð
dottin burtur, tá ið løg-
tingið fer í summarfrí.
Ùrslitið er, at ein føroy-
ingur fær eina nógv lægri
endurgjaldsupphædd enn
ein dani fær fyri sama
skaða.
Vit føroyingar eiga nú at
taka avleiðingarnar av hes-
um ruðuleikum, sum stand-
ast av heimastýrisskipanini
og taka fult sjálvræði við
einans føroyskum løgtings-
lógum galdandi á øllum
økjum fyri okkum føroy-
ingar.
Heitið á yvirskriftini til
hesa grein er heitið á frá-
líku heimasíðu Vága Tjóð-
veldisfelags á alnótini, har
henda grein kann lesast.
Kristina Háfoss
Fólkatingsvalevni
Tjóðveldisfloksins
Ferð eftir ferð fáa vit
áminning um, hvussu fáar
kvinnur eru við, har polit-
iskar avgerðir verða tiknar -
har avgerðir um framtíðina
hjá okkum øllum verða
tiknar. Men hóast hesar
áminningar
so
broytist
hetta ikki. Kvinnur umboða
í dag bert 9% á Løgtingi og
0% í Landsstýrinum - hóast
vit umboða nærum 50 % av
føroyingum. Nú hevur tú
møguleika fyri at skapa
broyting og gera mun - við
at velja eina tjóðveldis-
kvinnu á Fólkating !
Saman fara TÚ og E at
virka fyri:
• At
uttanríkispolitisku
heimildir Føroya ikki
verða fluttar til ES, men
heldur heim til Føroya.
• At føroyingar fáa fullan
limaskap í Norðurlanda-
ráðnum og øðrum altjóða
felagsskapum.
• At gera óhefta búskap-
arfrágreiðing, ið lýsir
búskaparligu
støðuna
Føroya og Danmarkar
ímillum.
• Viðurkenning og virðing
av rættindum okkara sum
tjóð.
• Framhaldandi at skipa
fyri kunnandi ráðstevn-
um og fundum, til frama
fyri betri upplýsing um
føroysk viðurskifti í Dan-
mark.
• Virka fyri at menna
samstarv við aðrar tjóðir
- og senda fleiri føroysk-
ar sendimenn og -kvinn-
ur út í heim.
• Virðiligum og javnbjóðis
samstarvi.
• Sum heild at slóða fyri
føroyskum sjálvbjargni.
Lat tína atkvøðu fáa veru-
liga ávirkan.
Vel so tað munar.
Vel tjóðveldiskvinnu á
Fólkating !
Les meira á heimasíðu
míni: www.hafoss.com
Hergeir Nielsen
Tvær fíggjarlógir eru
lagdar við einum halli
upp á 1/2 mia.kr., og
hildið verður áfram við
somu kós við stórum
skattalættum til teirra, ið
hava ráð at rinda skatt.
Føroya Javnaðarflokk-
ur fór til val uppá, at
fólkið skuldi koma fyrst,
men hann var skjótur at
lóggeva fyri, at fólkið
skuldi koma síðst.
Fólk flest fagnaðu lít-
ið ítøkiligu Suðuroyar-
ætlanini 2005, men nú
hopa
samgongumenn
undan henni á løgting-
sins røðarapalli.
Munurin á okkara
Suðuroyarætlan og hes-
ari hjá landsstýrinum
eru tær hundraðtals mió.
kr., ið fylgdu við og so
hesari fjølmiðlaætlanini,
har eingir pengar fylgja
við.
Upp í saman hava vit
greitt frá, hvussu nógvar
og hvussu stórar íløgur-
nar vóru, so tað gera vit
ikki í hesum umfari.
Harafturat hava vit
roynt fleiri ítøkilig upp-
skot í farna ári.
Eitt uppskotið var at
flyta SL og almenn ar-
beiðspláss til Suðuroyar.
Tað uppskotið skutu teir
niður í pomp og prakt.
Annað uppskotið var
at brúka nakrar milli-
ónir, ið vóru játtaðar
Suðuroynni, til arbeiðs-
skapandi
framtøk
í
oynni. Tað uppskotið
skutu teir eisini niður, og
fluttu pengarnar norður-
eftir.
Landsverk segði tá
upp 10-12 monnum. 6-8
av teimum vóru úr Suð-
uroy.
Triðja ítøkiliga upp-
skotið var ein "Menn-
ingarætlan fyri Suður-
oynna"
á
privatum
grundarlagi. Og tað upp-
skotið skutu teir so eis-
ini niður.
Vit fingu ikki so frægt
sum fundarboð frá ser-
ligu Suðuroyarnevndini,
sum var mannað av
suðuroyartingmonnum,
og sat og høsnaðist í eitt
heilt ár uttan nakað
ítøkiligt úrslit.
Ótaldar
munnligar
áheitanir á løgmann,
landsstýrismann og ting-
menn
fóru
aftan
á
skrivligu
umsóknini,
men so eiðasørt tað
munaði
nakað
sum
helst.
Íkastið frá landsstýr-
inum skuldi bara vera
eitt fiskiloyvi til uppi-
sjóvarfisk. Hesum var
ikki pláss fyri søgdu teir,
samstundis sum veiði-
orkan støðugt varð víðk-
að.
Eitthvørt annað lands-
stýrið hevði ligið sker-
flatt fyri einumhvørjum
ítøkiligum
møguleika
fyri at menna Suður-
oynna, men soleiðis var
ikki í okkara føri.
Vit løgdu ein skúla á
Tvøroyri og ein í Vági.
Frásæð Jóannesi Eides-
gaard undir viðgerðini á
tingi hoyrdist ikki pipp
nakrastaðni ímóti hesi
ætlan.
Kortini hevur for-
maður javnaðarfloksins
nú støðga framtøkum
okkara á skúlaøkinum, tí
hann sigur seg vilja nak-
að meir. Hesum hevur
hann onga politiska und-
irtøku fyri.
Samgongumenn hoyr-
ast nú á løgtingsins røð-
arapalli siga seg ikki
standa aftan fyri fjøl-
miðlaætlan hansara.
So vita vit tað, og so
vita vit eisini hvussu
ítøkilig
pappírsætlan
hansara
viðvíkjandi
ellis- og røktarheimin-
um er.
Niðurstøðan verður tí
ikki onnur enn hon, at
Føroya Javnaðarflokkur
við sínum kvørkratakið
um framburðin í oynni
hevur ein stálsettan vilja
til, at í Suðuroynni skal
also einki henda.
Og so slettis ikki í
syðru helvt, har alt Før-
oya Løgting í fullari
semju var farið undir
eina 50 mió.kr. stóra
verkætlan, sum A-B-C
flokkarnir hava skotið
niðuraftur.
Suðuroyarætlanin
1998-2004
VIÐMERKINGAR
VAL05
www.loysing-fra.dk
VAL05
Lat tína atkvøðu fáa veruliga ávirkan
VAL05
Lesið Sosialin - so eru tit við