Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-06, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 6. februar 2005síða 13

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 26 - 8. februar 2005 13 Kári P. Højgaard floksformaður Sjálvstýrisflokkurin Nú skulu føroyingar so aftur á val, og lítið man vera at ivast í, at fólka- tingsvalið eisini verður eitt barometur fyri, hvussu politikkur Sjálv- stýrisfloksins hevur nátt út til veljaran. Vit vita, at nógvir sjálvstýrisveljarar eru ógvuliga ivasamir, um teir skulu luttaka á ein- um valið til tveir sessir, sum flokkurin í stevnu- skrá síni arbeiðir fyri at fáa avtiknar. Tað er somuleiðis ein krevjandi uppgáva at sannføra veljaran um, at atkvøðan fyri Sjálvstýrisflokkin- um kemur til sín rætt, og veljarin harvið fær ávirkan. Leiðsla floksins tók tað avgerð, at flokkurin skuldi stilla upp. Tí fari eg inniliga at heita á øll sjálvstýrisfólk og tey sum taka undir við stevnumiðum floksins, um at fara talsterk á val og stuðla flokkinum. Vit hava brúk fyri at fáa eitt gott val at staðfesta, at aldudalurin flokkurin eitt tíðarskeið hevur ver- ið í, er farin. Trúgv kann flyta fjøll og okkara uppgáva er at greiða veljarunum frá, at Sjálvstýrisflokkurin er besta alternativið og ein virðuligur samstarvsfe- lagi til annan sessin. Fáa vit bróðurpartin av at- kvøðunum, ið eru ónøgd við umboðanina hjá teimum fýra flokkunum farna tíðina, part av teimum ivasomu at- kvøðunum, umframt góða tilgongd frá teim- um ungu, sum fyri fyrstu fer skulu taka støðu, er stríðið vunnið. Síðst men ikki minst fara okk- ara góðu og trúgvu stuðlar, sum altíð, at gera sítt ítarsta. Við frímóði bjóða sjey valevnir seg fram á listanum hjá Sjálvstýr- isflokkinum, at umboða tjóð okkara á Fólka- tingið, har bert Herman- sen hevur roynt hetta áður. Áheitan VIÐMERKINGAR Annika Olsen Valevni Fólkafloksins til fólkatingsvalið Áftaná ein langan og kald- an vetur er várið endiliga í eygsjón. Hetta várið er tó í vanda fyri at køvast av danskari innliman í eina ES grund- lóg, sum vil bombardera føroyska sjálvstýristil- gongd 100 ár aftur í tíðina. Um Danmark við eini fólkaatkvøðu letur seg innlima í ES grundlógina, merkir hetta, at donsk og harvið føroysk uttanríkis- mál, verjumál, gjaldoyra- mál og rættarmál verða av- gjørd í ES og ikki á Christ- iansborg. Týðandi avgerðir, ið hava við Føroyar at gera kunnu sostatt enda á skeivum hondum, og kann hetta fáa álvarsligar avleiðingar fyri føroyskan sjálvavgerðar- rætt og endaligan føroyskan suverænitet. Føroyar skulu ikki inn i ES gjøgum bakdyrnar, har- afturímóti skulu vit hevja Føroyar til eina sjálvstøð- uga tjóð við egnari grund- lóg og við góðum sam- starvsavtalum við útheim- in. Sjálvt um hetta svart- skygni hvílir yvir okkum, so letur Fólkaflokkurin ikki dyrnar aftur fyri várinum. À Fólkatingi vil Fólka- flokkurin arbeiða fyri, at so hvørt danir flyta ábyrgd til ES, so skal ábyrgdin av hesum málsøkjum auto- matiskt flytast heim til Føroyar. Fólkaflokkurin, ið stend- ur fyri diplomatiið, fyri samstarvi, fyri sjálvbjargni Føroya fólks, er einasti garantur fyri, at eitt nú før- oysk uttanríkismál verða flutt heim til Tinganes og ikki til Brussel Tað hevur tí stóran týdn- ing at fara á val hin 8 febr- uar og seta kross við Fólka- flokkin. Helena Dam á Neystabø Javnaðarflokkurin Ríkisfelagsskapurin er ein góður felagsskapur, tá ið tær tríggjar tjóðirnar í rík- inum samstarva á jøvnum føti og við virðing hvør fyri øðrum. Hesin felagsskapur má ongantíð gerast eitt haft, sum bindur partarnar fastar í einari stirvnari hugsan, hvussu tjóðir kunnu sam- starva, tí so er eingin menn- ing. So langt aftur, sum søga okkara gongur, hava Føroy- ar havt eina serstøðu - tjóð- skaparliga, søguliga, ment- anarliga og landafrøðiliga - í ríkinum. Tað er umráð- andi, at føroyingar altíð halda fast við sína serstøðu, ikki bara tá ið tað snýr seg um samstarvið við hinar báðar tjóðirnar í ríkinum, men eisini um samstarvið við okkara næstu granna- tjóðir, ES og annars heimin allan. Fólkatingsumboðini skulu vera við í arbeiðinum at tryggja okkum okkara rættindi sum tjóð. Hetta er ein stór avbjóðing, sum krevur, at fólkatingsum- boðini vegna Føroya fólk stútt og støðugt eru á varð- haldi og duga at troyta teir møguleikar, sum har eru, til gagns fyri okkara land og tjóð. Hetta hevur Javnaðar- flokkurin dugað. Gott javnaðarval. Bill Justinussen Miðflokkurin Eg spurdi ein mann, hvønn hann fór at velja til Fólka- tingið. Hann svaraði: Mið- flokkin. Eg spurdi hví: Hann svaraði: Tí Miðflokk- urin umboðar tað, sum eg standi fyri. Stutt og einfalt. Hesin maður er ein trygd fyri fólkaræðið. Hann var greiður yvir, at til eitt val er ikki talan um eina hesta- kappríðing, har tú tippar og satsar upp á ein vinnara. Hann veit, at til eitt val velur veljarin tann flokk, sum umboðar hansara sjón- armið best. Nú eru tað tó fleiri valevnir, sum halda taluna vera um eina hesta- kappríðing, har tey sjálvi hava satsað nógvan pening upp á seg sjálvi. Og tí er tað so umráðandi fyri tey, at tú velur tey, so tey gerast nummar eitt ella tvey og skora kassan, tí annars missa tey nógvan pening. Men hetta er ikki fólka- ræði. Hetta er eitt alment uppboð av teimum, sum vilja selja seg allarbíligast. Og tað vil Miðflokkurin ikki vera partur av. Vit eru ikki til sølu, tí sannføringar kunnu ikki seljast. Miðflokkurin hevur ein boðskap, sum telur, og vit hava eina ætlan, sum velj- arin veit um. Vit ætla okk- um politiska ávirkan, so samfeløg okkara, bæði før- oyska og danska, í størri mun byggja síni viðurskifti á kristnu lívsáskoðanina. Har virðingin fyri Skapar- anum, lívinum og næstan- um er hægri enn virðingin fyri egnum sjálvsøkni. Tí- verri er tað vorðið ein heilt vanlig fatan manna millum, at øll hava rætt til at gera, sum teimum lystir, og at ongin skal órógva tey í hesum. Men hetta er ábyrgdarleys hugsan. Ong- in av okkum livir einsa- mallur á eini oydnari oyggj. Vit liva øll í einum sam- felag og hava hvør í sínum lagi ábyrgd fyri hvørjum- øðrum. Miðfloksins sjónarmið eru borðbar ikki bara í Før- oyum men eisini uttan- lands. Á fólkatingi vil tað vera ein heilt náttúrligur partur at taka lut í dagliga politiska virkseminum, so okkara sjónarmið kunnu vera við til at ávirka rætta vegin. Hanna Jensen Fólkaflokkurin Vitjið heimasíðuna www.folkaflokkurin.fo og veljið: Hanna Jen- sen undir Slóðir til valevnini. Hava tit spurningar til mín sum valevni, kunnu tit senda teldupost til: hanna10@ post.olivant.fo Gott fólkafloksval! Serstøðan VAL05 ES grundlógin og Føroyar VAL05 Hvørjum heldur tú við? VAL05 VAL05 Góðu veljarar! VAL05 Jón Guttesen Valevni Tjóðveldis- floksins til Fólkatingið Vit hava skapt virðing fyri søk føroya við virkisfýsni og hegni, við áhaldni og støðufesti. Vit vilja halda fram tína vegna. Vel tú so tað munar. Gott val. Vel tú so tað munar VAL05 Lesið - so eru tit við