Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-06, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 6. februar 2005síða 14

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 26 - 8. februar 2005 Bill Justinussen løgtingsmaður Tá víðagitna popp- stjørnan Michael Jack- son fyri árum síðani hevði framførslur í Kekkia, var ein av kendu tónleikaviðmerkjarunu m spurdur, hvat hann metti um tónlistarligu avrikini hjá Jackson. Viðmerkjarin var eirindaleysur. Hann helt onki um lættisoppatón- leikin og kom til ta niðurstøðu, at "aldri hevur nakar gjørt so nógv burtur úr so lítl- um." Somu hugsan freistast ein til at hava um tað, sum verður borðreitt fyri føroysku veljarafjøldini nú til Fólkatingsvalið. Flestu flokkar, helst allir, royna at pakka boðskapin í so vakurt gávupappír, sum hugsast kann. Hvussu við inni- haldinum? Sjálvandi ræður um at selja ein boðskap so væl sum tilber. Onki forgjørt er í tí. Men tó eigur velj- arin at hugsa meiri um innihaldið í pakkanum, tí tað verður innihaldið, sum kemur at gera mun- in, tá valdagurin er farin afturum. Miðflokkurin hevur ikki umstøður at pakka boðskapin inn í vakrar valplakatir, trak- tatir og bløð í hvørt heim í Føroyum osfr. Men tó hava vit ein týðandi boðskap, sum á allan hátt hevði staðið sína roynd á Fókatingi. Boðskapur Miðfloksins Boðskapur okkara snýr seg ikki í fyrstu atløgu um ríkisrættarligu støð- una ella um høgra/ vinstra-politikk. Okkara boðskapur snýr seg um grundarlag okkara sum fólk, familjur og ein- staklingar. Og um grundarlag norðurlend- inga. Krossmerkið í fløggunum bera boð um eina sterka fólkasál, har virðing fyri Skaparan- um, fyri lívinum og fyri hvørjumøðrum hevur hægstu raðfesting. Lond, har kristna lívsáskoð- anin hevur verið hjartað í samfelagnum á flestu mótum; í heilsuverk- inum, skúlaverkinum, m e n t a n a r l í v i n u m , vinnulívinum, ja sjálvt fólkaræðið byggir á hesa grund. Og úrslitið er hareftir. Í dag eru norð- urlond ævintýrheimur fyri flestu øðrum fólka- sløgum. Samfelagsskip- anin í hesum londum er fremsta fyrimynd fyri flestu tjóðir, og í vælferð kunnu onnur lond illa samanberast við norður- lond. Vandaleið Men seinastu hálvu øld- ina eru nøkur farin at sigla vandaleið. Meir og meir. Og hesum er tað, Miðflokkurin reisir seg ímóti. Ella rættari sagt: vit reisa okkum fyri teimum lívsvirðum, sum løgdu lunnar undir okkara vælferð. Tí fara vit sum samfeløg at byggja hús okkara á sand, er vandi á ferð. Flóðaldan av sjálvsøkni, har tann einstaki bara skal gera, sum honum lystir uttan ábyrgd og virðing fyri lívinum, vil sum frálíður forkoma okkum sum tjóð. Hesa leið er Danmark saman við mongum øðrum londum farið inn á. Og Miðflokkurin vil ikki frásiga sær ta ávirkan, sum ein føroysk rødd á danatingi kann hava á hesa gongd. Vit vilja heilt greitt greiða døn- um frá tí góða boðskap- inum, sum einaferð var teirra ástøði, og sum tíbetur framvegis er grundarlag føroyinga. Hví ikki? Aldri hevur nakar gjørt so nógv burtur úr so lítlum VIÐMERKINGAR Jan Højgård Valevni miðflokkins til fólkatingsvalið 2005 Í fjør komu tíndi fram í Danmark, at skattalættin hjá føroyskum fiskimonn- um var fíggjaður við blokk- inum úr danska ríkiskass- anum. Hetta hendur meðan før- oyskir fiskimenn arbeiða fyri 25-30 kr. um tíman, meðan fiskimenn eru við skerdan lut so at siga alla- staðni í tí føroyska sam- felagnum. Rættindini hjá fiskimonninum verða brot- in av ALS og Tryggingar- felagið Føroyar. Sum um ikki ágangurin var nok í Føroyum, fóru óndar kreftir í gongd við at lúgva uppá tann føroyska fiskimannin. Tann føroyski fiskimaðurin var lagdur undir lygn oman á lygn. Allastaðni har tað var gjørligt, var meinbogi lagd- ur fyri tann føroyska fiski- mannin. Tað vóru lagdar vrangar útrokningar og lønútgjaldingar á heima- síður. Tað var propagandera fyri donskum fólkatings- limum í besta nazi stíli. Danska sjónvarpsrásin TV- 2, var fóðra við somu lygn- um. Henda brutala og ónda lygn førdi til stóra vreiði, bæði her heima og í Dan- mark. Henda lygn var til skaða fyri umdømi hjá føroyingum í Danmark. Tí betur fyri heiðurligar føroy- ingar, bleiv henda lygn avdúka. Tað vísti seg, at tað var ein víðgongdur bólkur í føroyum, ið stóð aftan fyri alopið á sínar heiðurligu landsmenn. At hugsa sær, at fara út við eini so grovari lygn móti sínum egnu landsmonnum, tað er skak- andi og særandi, ja bara so ófatuligt. Hvat gjørdu tey føroysku umboðini á fólkatingi? Eg spyri meg sjálvn, mundu annað av teimum taka undur við lygnuni? Var tað møguliga við í ætlani hjá hesum ekstremistiska bólki, at í uppgerðini við danir, skuldi tað besta, ið føroyingar áttu skuldi ofrast, tann føroyski fiski- maðurin. Tey umboð vit høvdu á danatingið, gjørdu ikki sína skyldu í hesum ádámliga máli. Vel tí ein sterkan mið- flokk á danating. Mið- flokkurin fer at varpa ljós á sannleikan og kunna danir um føroysk viðurskifti. Fólkatingsvalið 2005 VAL05 VAL05 Mannbjørn Jacobsen Fólkatingsvalið nú um fáar dagar, er eitt av vanligu taktisku donsku valunum, fyri at styrkja støðuna hjá sitandi stjórn, við møgu- leikanum, at sleppa frá at koma í veikari støðu, tá val undir øllum umstøðum skal verða, 4 ára skeiðið runnið. Fogh, ella rættari tulking- ar av hugsan hansara, hevur longi høtt við vali, men nú helt hann, at rætta tíðin var, nú veljarakanningar hjá andstøðuni eru so vána- ligar. At hava val í úrtíð, tá stjórnin er væl fyri, and- støðan illa fyri, í veljara- kanningum, er møguligt í fleiri londum, ikki øllum, ikki í USA td. Hóast valið av øllum verður mett eitt lagnuval, er áhugin ikki tann stóri, raksturin minni enn van- ligur. Kanska halda flestu, at ongin spenningur er, alt er avgjørt frammanundan. Veljarakanningar higartil geva ikki meir og minni skipaðu andstøðuni nakran møguleika. Onki tykist benda á, at nakað stórvegis broytist har. Nýggjasta preiið er, at Radikalu verða óvanliga stórur sum flokkur, kanska fer tað at misseydnast í seinasta enda. Onkur tosar um eitt skifti yvir í eitt nýtt spenni, ístaðin fyri vinstra, høgra, so tað eru Radikalu, Dansk Folkeparti, har høv- uðsanstøðurnar eru gamla Danmark, Altjóða sam- felagið (Globaliseringin), innflytaraspurningurin og vitanar samfelagið, ella rættari skapanarsamfelag- ið, har gomlu vóru stættir og stættarhugmyndafrøðir. Neyvan eru teir mentir tað. Ein klár gongd er ávís polarisering nær miðjuni um Venstre øðrumegin og sosialdemokratíið, Radi- kalu, SF hinvegin, við smáu miðflokkunum úti. Hetta fer neyvan at broyta stjórnarmøguleikan, um nýggjur møguleiki við gamla VKR bjóðar seg um Venstre hesaferð, til tað er ov stórur munur á Venstre og Radikalu í øðrum enn útlendinga málum, skúla- málum td. At Radikalu verða eins stórir og sosialdemokratar- nir, so teir høtta leiðandi plássið har, er ikki møgu- leiki í álvara, so nógv náa sosialdemokratarnir ikki at dumma seg. Mest hugsandi er at stjórnin framheldur, hendir okkurt heilt óvæntað ikki, styrkt, andstøðan framheld- ur sum andstøða, sosial- demokratarnir eitt sindur slignir fyri nevið, Radikalu við einari styrki, teir ikki reiðiliga kunnu brúka til nakað, SF møguliga styrkt eisini, eindarlistin um tað sama. Vónleysir leiðslutrupul- leikar eru í flestu flokkum, uttan eindarlistin, har ongin leidsla er, minst kanska í Radikalu, har rímulig boð bjóða seg. Ráðharramøguleiki hjá SF, sum nú var í ljósmála, verður av ongum (hesa- ferð). Ongin greiður út- skiftingar leiðari er at hóma, antin eru teir ov gamlir, ella annaðleiðis fólkaslag, enn vant har. Sosialdemokratarnir hava onki veruligt annað boð enn Lykketoft, Auken kemur neyvan aftur í for- manssessin. Møguleikin við New Labour byrjaður av Nyrup, er brádliga vend- ur frá, heilt óvæntað, fólk á goymslu, heilt frá ungdóms uppreistrinum aftur úti á vøllinum. Helst var tað hesin løgni talvleikur, sum fekk Fogh at skriva val út so brádliga. Á nógvan hátt ber valið merki av, at politikkurin hjá sosialdemokratunum er uppbrúktur. Eitt lið av vinstravongsfólki heilt frá 69, er komið á ovasta tind í flokkurin. Á hesi leið er allur vinstravongspolitikk- ur lagdur eftir, so tá tað ikki rakk, allur vanligur sosial- demokratiskur politikkur, so sum ein sannførandi kritiskur stuðul til USA, fakfelagstilknýti, egin innflytarapolitikkur, skatta og búskaparpolitikkur er veikur at hóma hjá velj- arum. Alt fyri at náa tað. Nú sær út til, at ikki ber meir. Nakað í politiska bygn- aðinum ger tað truplari at vera sosialdemokratur í dag, enn áðrenn Glistrup syndflóðina, Dansk Folke- parti ger tað verri, klovna- ríið er av, yvirboðspolitikk- urin er ikki so nógv meir, men flokkar í høgra bjóða seg fram við sosialdemo- kratiskum málum á skránni, sum teir gera nógv burturúr, eldrabólkurin er stórur í dag. Nógv er eyð- mýkjandi fyri sosialdemo- kratar at hoyra. Teir kallað tað hýklarí og demagogi. Tað virkar eins væl. Hetta høgraskrædl má vera komið í, tí teir hava mist hald á egnum veljarum í stóran stíl. Hugmynda- frøðiligir áhugar, uttan áhuga, mugu havt køvt nak- að av vanliga skilinum. Høgrasíðan flennir eftir, at "Lykketoft er godt pakket ind" við myndamáli frá fótbóltsdystum. Opningin av meginpartinum av politiska vøllinum heilt til til vinstru fyri soasialdemokratarnar og lutvís SF, fyri lætti- soppafólk, sum fær til gávis eitt spælipláss, er úrslit av dogmatiskari, sekterismu í vinstraflokkum, uttan áhuga, men bara fyri at verja áhugamál hjá smá- bólkum, er eyðkent fyri Danmark frammum øll lond. Tungt er at koma úr hes- um aftur, tí hvørt eftir sín- um er, og knýpandi nóg stórur álvara er í øðrum pørtum av flokkunum. Høvuðstrupuleikin er, at tað letur til, at leikluturin á fremstu rók tykist fremm- andur, og hevur ikki upp- runaliga verið ætlaður, men politisering longri úti á síðulinjuni. Syrgiliga er, flennir høgra síðan eftir, at nógvir sosialdemokratar eru til, teir sóknast aðrastaðir. Onkur segði at leiðslan var á vinstravonginum men hevði ongan flokk. Fólkatingsval 05: Aftur eitt val