Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-06, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 6. februar 2005síða 15

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Javnaðarflokkurin Útvarp Føroya almanna- kunngjørdi sunndagin eina Gallup-kanning, sum vísti, at Javnaðar- flokkurin er fremst til Fólkatingsvalið. Men munurin var einans 0.6%-stig. Úrslitið av kanningini vísir, at Javnaðarflokk- urin hevur størri undir- tøku millum tey fólk, sum Gallup hevur ringt til. Tíbetur eru hag- frøðilig háttaløg, sum kunnu siga nakað um sannlíkindini fyri, at kanningin vísir eitt rætt úrslit. Tí er tað ein aðal- regla, tá veljarakann- ingar verða kunngjørdar, at hagfrøðiliga óvissan verður nevnd í sama viðfangi. Tað var ikki gjørt í gjár, og harvið kunnu fólk fáa ta fatan, at Javnaðarflokkurin er frammanfyri hinar flokkarnar í veljaraskar- anum, hóast tað er greitt, at 0.6% er væl innanfyri hagfrøðiligu óvissuna. Ábendingar sum vit hava vísa, at Javnaðar- flokkurin ikki stendur so sterkur, sum kanningin hjá Gallup vísir. Og tá munurin er so lítil, sum Gallup-kanningin hjá útvarpinum vísir, kunnu smáting sum veðrið gera mun. Vit halda ikki, at við- gerðin av Gallup-kann- ingini í útvarpinum og á portalinum higartil hev- ur verið nøktandi, og vit stúra fyri, at hetta kann skaða Javnaðarflokkin á valdegnum. Tí vóna vit, at eingin tekur úrslitið sum givið. Eingin skal halda at slagið er vunnið. Vónandi verður hetta tikið við í viðgerð av Gallup-kanningini í fjølmiðlunum. Og vón- andi hava fólk hetta í huga valdagin. Viðmerkingar til Gallup-kanning VIÐMERKINGAR Kunnu tey, ið eru fyri samstarvi innan ríkisfe- lagsskapin, liva við Javn- aðarflokkinum Johan Dahl Sambandsflokkurin Javnaðarflokkurin hevur vítt til veggja ríkisrættar- ligu støðuni. Soleiðis segði formaður Javnaðarfloksins, Jóannes Eidesgaard, í Norðurlandahúsinum sunnukvøldið. Við øðrum orðum: Ein atkvøða fyri Javnað- arumboðum er líka væl ein atkvøða fyri loysing sum fyri ríkisfelagsskapi. Hasard Kunnu tey, ið eru fyri sam- starvi innan ríkisfelags- skapin liva við hesum? Er atkvøðan ikki spilt við at atkvøða fyri flokkinum, sum onga fasta støðu hevur til hendan felagsskap? Ein atkvøða fyri Sam- bandsflokkinum ella einum av umboðum hansara er ein trygg atkvøða fyri sam- starvi innan fyri ríkis- felagsskapin. Alt annað er at spæla hasard við atkvøðu síni. Valið er einfalt. Vel Sam- bandsflokkin - tín trygd fyri áhaldandi vælferð og menning. Hvar fer ein atkvøða fyri Javnaðarflokkinum VAL05 John William Joensen formaður í Norðoya Sambandsfelag Norðoya Sambandsfelag mótmælir ætlaða príspoli- tikkinum í Norðoyatunnl- inum Í samband við at stjórin í Norðoytunnlinum í fjøl- miðlunum boðar frá at tað verður dýrari at koyra ígjøgnum Norðoyatunnilin enn tað í løtuni kostar at koyra ígjøgnum Vága- tunnilin, skulu vit gera vart við at hetta kunnu vit als ikki góðtaka. Grundgevingarnar hjá leiðsluni um at Norðoya- tunnilin er longir og nýggjari og at tað tí skal vera dýrari kunnu als ikki góðtakast. Ferðslan í norðoytunnlin- um verður helst minst tað dupulta av ferðsluni í vága- tunnlinum og hinvegin kann roknast við at mun- andi meiri av tungar ferðslu sum hevur tilknýti til vinnu á landi og sjónum verður í Norðoyatunlinum og tí verða inntøkurnar frá norð- oyatunnlinum helst størri enn tær í vágatunnlinum. Norðoya Sambandsfelag hevur áður boða frá at felagið metur tað vera óheppið at nevndirnar fyri PF. Vága tunnilin og PF Norðoya tunnilin ikki eru mannaðar við nevndar- limum úr vágunum og Norðoyggjum, og er eingin ivi um at hetta eisini verður avspeglað í fráboðaða príspolitikkinum. Áheitan á Lands- stýrismannin Vit fara tí enn einaferð at heita á landsstýrismannin í vinnumálum um at gera lokalu umboðanina í nevndunum fyri undir- sjóartunnlarnar sterkari, tí arbeiði í hesum báðum nevndunum hevur avger- andi týdning fyri menning- ina av ávíkavist Norðoyggj- um og Vágoynni. Opið bræv til landstýrismannin í vinnumálum og leiðsluna fyri báðar undirsjóartunnlarnar Nr. 26 - 8. februar 2005 15 Kristian Magnussen Valevni Javnaðarfloksins Nøkur fólk eru rættuliga fýrakantað í teirra fatan av politikki og politiskum møguleikum. Hesi fólkini royndu í 6 ár frá 1998 til 2004, at sannføra okkum øll og heimin annars um at ríkisfelagsskapurin forðaði fyri at vit kundu mennast sum tjóð. Teirra loysingar- ætlan hevði ikki fólksins álit, tí hon bygdi á øsing, uppfunnar trupulleikar og eina ódámliga demoniser- ing av dønum og tí sum danskt.er. Tey hava latið seg í aðrar skortar nú tey bjóða seg fram sum valevnir til fólkatingsvalið, men annars eru tey neyvan broytt. Vit eru ment ótrúliga nógv sum tjóð undir heima- stýrislógini og í ríkisfelags- skapinum. Nú Javnaðar- flokkurin stendur á odda fyri eina breiðari politiskari semju, um at endurskoða og endurnýggja ríkisrætt- arligu viðurskiftini millum Føroyar og Danmark, er umráðandi at Javnaðar- flokkurin eisini á Fólka- tingi gongur á odda og tryggjar, at henda tilgongd endar við einum úrsliti, sum er til gagns fyri van- liga føroyingin og er við til menna okkum sum tjóð. Javnaðarfloksins poli- tikkur snýr seg um at skapa grundarlag fyri best møgu- ligum livikorum og menn- ingarmøguleikum hjá før- oyingum. Ein hornasteinur í okkara politikki er tíðar- hóskandi samstarv í ríkis- felagsskapinum. Javnaðarflokkurin er ikki til sølu til hægstbjóðandi, tí ein slíkur politiskur hug- burður er hugsjónarleysur og ikki sørt kraddarakendur og óvirðiligur fyri okkum sum tjóð. Tá talan er um fruktagott samstarv í ríkisfelagsskap- inum, er Javnaðarflokkurin alternativið til stívrendan sambands- og loysingar- politikk. Hvørki øsing ella døsing VAL05 VAL05 Kristian Magnussen valevni Javnaðar- floksins Nú gera vit sjálvi av, hvussu skjótt vit skulu ganga fram á sjálv- stýrisleið. Vilja vit fremja nógvar yvirtøkur, so gera vit tað. Verða ongar yvirtøkur framdar, so er tað tað vit ynskja. Sjálvstýrismálið avgreitt Heidi Petersen løgtingskvinna Tjóðveldisflokkurin Farið á val og vísi at vit hava virðing og vilja, føroyingum at frama. X við E. Lat ikki sjálvstýris- røddina tagna VAL05 Kristian Magnussen valevni Javnaðarfloksins Vinnuliga, politiskt og samfelagsliga er neyðugt at hugsa nýtt. Framtíðarstøða Føroya snýr seg um, í hvønn mun vit megna at laga okkum til nýggjar og øðrvísi avbjóðingar. Og hetta er galdandi á øllum økjum. Javnaðarflokkurin vil altíð ganga á odda fyri vinnuligari, politiskari og samfelagsligari nýhugsan. Vit hugsa nýtt