sunnudagur 6. februar 2005síða 16
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 26 - 8. februar 2005
Hesaferð hava vit søguna
um handilin »Sam Olsen´s
Eftf.« í Havn, ið varð
stovnaður í 1897 úti á
Reyni og flutti seinni í N.
Finsensgøtu. Handilin var
fyrsti isenkramhandil í
Havn og hevði fyrstu sigar-
ettautomatina í Føroyum
Í 1897 byrjaði Sam Olsen
(Samuel Jacob Olsen) isen-
kramhandil í »Portugálin-
um« úti á Reyni.
Í 1917 flutti handilin í
nýbygdu húsini í Niels
Finsensgøtu við handli og
íbúð.
Frá 1897 til 1921, tá Sam
Olsen doyr, eitur handilin
»Sam Olsen«. Eftir tað
yvirtekur kona hansara,
Anna Frederikka Olsen
(Anna Sam), handilin, og
fær hann tá navnið »Sam
Olsen´s enke«.
Í 1938 verður navnið á
handlinum enn einaferð
broytt til »Sam Olsen´s
eftf. v. Onnu F. Lambaa«.
Í 1950 tók sonurin, Jóhs.
Sophus Olsen (Hanneba
hjá Sam), yvir. Handilin
»Sam Olsen´s eftf.« helt
uppat í 1979.
Miðskeiðis í 90-unum
brendu húsini í N. Finsens-
gøtu í grund. Í dag er m.a.
Radiohandilin v. E. & P.
Persson í nýggjum húsum á
sama stað.
Í hesum sambandi kunnu
vit nevna, at handilin var
fyrsti isenkramhandil í
Havn, og í 1920-unum fær
handilin fyrstu sigarett-
automatina í Føroyum.
Automatin er til enn í dag.
Ovara myndin, ið er tikin
í 20-unum, vísir handilin
eftir at hann í 1917 flutti í
Niels Finsensgøtu. Ein
maður stendur við sigarett-
automatina á horninum.
Uttast til høgru síggjast
húsini, har Petur Alberg
stovnaði handilin »Barna-
Búna-Búðin« í 1922. Eisini
hevði
Andrew
Nielsen
barberstovu har í mong ár.
Niðara
myndin
vísir
handilin úti í Portugálinum.
Innsettu myndirnar eru
av eigarunum av handlin-
um, f.v.: Sam Olsen (Samu-
el Jacob Olsen) (1861-
1921) ættaður úr Søldar-
firði, Anna
Frederikka
Olsen (Anna Sam) (1882-
1962) og Jóhs. Sophus
Olsen (Hanneba hjá Sam)
(1900-1989)
Tey, sum hava okkurt at
viðmerkja í samband hesar
myndirnar, eru vælkomin
at seta seg í samband við
Birgar Johannessen, ið
savnar tilfar til Havnar
leksikon, á telefon 314647
/ 273168.
Havnar leksikon:
Fyrsti isenkramhandil
og fyrsta
sigarettautomatin
Tíðindaskriv
Í døgunum frá 8. til 20.
februar 2005 skipar Tórs-
havnar Kvøld og Ungdóms-
skúli fyri trimum fram-
sýningum undir heitinim
»Spírandi list« í Smiðjuni í
Lítluvík.
Tey fyrstu sum sýna fram
eru: Juel Høgnesen, Leir-
vík, Ada í Líð, Tórshavn,
Martina Eriksen, Tórshavn,
Arnbjørn
Christiansen,
Kollafjørður, Per Poulsen,
Tórshavn,
Marita
Christophersen, Tórshavn,
Poul Justinussen, Tórshavn
og Arne og Cheila Juul
Arnskov, Tórshavn. Lærari
er Randi M. Gunnarsdóttir.
Framsýningin er opin frá
12-18.
Spírandi list í Smiðjuni
Næstu ferð hava vit myndir frá Telling´s vaskarí úti á
Reyni frá 1923-42.