sunnudagur 6. februar 2005síða 17
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 26 - 8. februar 2005
17
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Í gjár, mánadagin 7. febru-
ar, fylti Edith Reines
Kambsenni 75 ár. Dagin
helt hon á Viðareiði, har
einasti sonur hennara og
familjan hjá honum búgva.
Edith er úr Klaksvík og
elst av átta systkjum. For-
eldrini vóru Ella, sum var
ættað úr Elduvík, og Jógv-
an Højbro, sum var ættaður
úr Norðurstovu í Gerðum í
Klaksvík. Tey búsettust á
Heygum, og børnini hjá
teimum vóru Edith, Karla,
Hansy, Sanna, Hansina,
Jastrid, Alexandrina og
Bjarti. Alexandrina doyði
fyri nøkrum árum síðani.
Edith, Hansy, Hansina,
Jastrid og Bjarti búgva í
Klaksvík, Karla býr á
Norðskála, og Sanna býr í
Miðvági.
Edith hevur alla sína tíð
fingist við handil og tæn-
astuvirksemi. Sum blaðung
arbeiddi hon í handlinum
hjá Kal og á vaskarínum. Í
1948 fór pápin at handla.
Fyrstu fýra árini var tað í
kjallaranum í húsunum,
sum eru á norðara horn-in-
um á Oyravegnum og Krá-
argøtu. So flutti handilin
oman í bygningin, sum
Jógvan Højbro hevði bygt
upp í sunnara enda á set-
húsunum á Heygum. Hand-
ilin fekk navnið Heygabúð-
in, og hann er víðkaður
fleiri ferðir tey meiri enn
hálvt hundrað árini, sum
hann hevur verið til.
Døtrarnar hjá Ellu og
Jógvani Højbro vóru í
longri og styttri skiftum í
handlinum, og Edith, sum
hevur verið ógvuliga ar-
beiðssom, hevur alla tíðina
verið knýtt at Heygabúðini.
Tá ið pápin legði frá sær,
vóru tað hon og beiggin,
sum høvdu ábyrgdina av
gerandisdegnum,
meðan
mamman arbeiddi aftanfyri
kulissurnar við døgurða-
mati og øðrum. Nú hevur
Bjarti í mong ár verið
stjóri. Sonur Edith arbeiðir
í Heygabúðini, og Edith og
maðurin hava framvegis sín
leiklut. Tað eru tey, sum
syrgja fyri eitt nú rullupyls-
unum, kjøtpylsunum og
góða fiskafarsinum.
Edith giftist í 1956 við
Símun Paula Reines úr
Fugla-firði. Tey fingu í
1958 Poul, men longu í
1960
druknaði
Símun
Pauli, tá ið hann og Edith
og onnur í familjuni ein
vakran summardag vóru
útferð á Blankaskála.
Í 1980 giftist Edith upp-
aftur við Fredag Kambs-
enni, sum var einkjumaður,
og sum er ættaður úr Fugla-
firði. Tey bæði hava øll
árini búð á Heygum.
Hóast hon hevur verið
nógv í Heygabúðini, so
hava stundir eisini verið til
annað hjá Edith. Eitt nú var
hon í mong ár í nevndini og
kassameistari
í
eldra-
felagnum Hugni, og so
vitja hon og Fredag familj-
una kring landið og eisini
uttanlands.
– Plakatin í
stovuni hjá An-
ker Jørgensen,
f y r r ve r a n d i
forsætisráð-
harra, á Borg-
bjergsveg 1 í
Keypmanna-
havn
hevur
rætta heitið fyri
rættan Javnað-
arflokk.
Tað vóru teir
báðir
samdir
um - Jákup
Lindenskov og
Anker Jørgen-
sen
hetta
kvøldið fyri, at
dagsins fólka-
tingsval varð
útskrivað.
Teir
vóru
báðir í Fólka-
tinginum sam-
stundis, tá týð-
andi
mál
–
eisini Føroyum
viðvíkjandi – vóru framd.
Eisini í hesum valstríðnum
hevur Anker boðað for-
manni
sínum,
Mogens
Lykketoft frá, at hann er
tøkur at stríðast fyri enda-
málinum: »A BETTER
LIFE FOR ALL«.
Málningin hjá Eyvindi
Mohr, ið hómast aftan fyri
Jákup á myndini, er Anker
sera hugtikin av. Anker er
82 ára gamal. Nøkur ár eru
síðani, at hann misti sína
kæru Ingrid, men hann býr
framvegis í íbúð teirra í
Sydhavnen.
Anker Jørgensen varð
fyrstu ferð valdur í Fólka-
tingið í 1964. Í 1972 gjør-
dist hann forsætismálaráð-
harri, tá Jens Otto Kragh
legði frá sær dagin eftir
fólkaatkvøðuna um EF-
limaskapin. Hann var for-
sætismálaráðharri
frá
1972-73 og frá 1975-82.
Jákup Lindenskov varð
fyrstu ferð valdur í Løg-
tingið í 1958. Hann var
landsstýrismaður frá 1968-
79. Hann var fólkatings-
maður frá 1979-84, 1987-
88 og frá 1990-93. Hann
gavst í politikki tá hann
ikki stillaði uppaftur til løg-
tingsvalið í 1994.
Dagurin
8. februar. Korinta, deyð umleið ár 250. Kristin kona í Aleksandriu, sum ikki vildi
ofra til heidnar gudar og tí varð tikin av døgum.
Fríggjadagin 4. feb-
ruar 2005 varð ein
flokkur av peda-
gogum útskrivaður av
Føroya Læraraskúla
Fremra rað f.v.: Siborg Kathr-
ina Arge, Hoyvík, Finnbogi
Berg, Saltangará, Ása Sóleyg
Danielsen, Tórshavn, Helena
Danielsen,
Toftir,
Lillian
Poula
Djurhuus,
Hoyvík,
Guðrun Eysturlíð, Tórshavn,
Jacquelina Gardar, Klaksvík,
Alisa Hammer,
Strendur,
Poula Højgaard, Tórshavn, og
Ingun F. Wenningsted, Tórs-
havn.
Mittasta rað f.v.: Vivi Jacob-
sen, Toftir, Ásla J. H. Joensen,
Tórshavn, Jóhanna Joensen,
Tórshavn,
Marin Fríðvør
Johannesen, Sandur, Rannvá
Johansen, Strendur, Hugo Leo,
Leirvík, Vinni Lilaa, Klaksvík,
og Saula Manai, Tórshavn,
Aftasta rað f.v.: Jean J. P.
Miné, Hoyvík, Bjørg Krossteig
Olsen,
Hoyvík,
Rannvá
Eysturberg
Olsen,
Argir,
Jóhanna F. Petersen, Toftir,
Maiken E. Petersen Hoyvík,
Asta M. Poulsen, Klaksvík,
Lea Wolles, Søldarfjørður, og
Konny Nolsøe Zachariasen,
Kirkjubøur.
Mynd: Jens Kristian Vang
26 pedagogar útskrivaðir av Føroya Læraraskúla
A better life for all
Jákup Lindenskov og Anker Jørgensen, fyrrverandi forsætisráðharri, hittust
heima hjá Ankeri á Borgbjergsvej í Keypmannahavn dagin fyri, at dagsins
fólkatingsval varð útskrivað. Hóast tey 82 árini hevur Anker Jørgensen eisini
verið virkin í valstríðnum hesaferð
Edith Reines Kambsenni 75 ár