Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-06, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 6. februar 2005síða 18

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 26 - 8. februar 2005 Spenningurin um hvørjir flokkar fara at vinna valið tykist vera so stórur sum sjáldan áður. Harafturat er í øllum flokkunum stórur spenningur um fleiri aðrar spurningar, sum næstu dagarnar fara at verða snaraðir og vendir í politiska umhvørvinum TINGHELLAN FÓLKATINGSVALIÐ Jóannes Hansen Í dag er fólkatingsval. Hetta er 23. fólkatingsvalið, síð- ani Føroyar í 1948 fingu rætt til tveir fólkatingssess- ir. Føroyingar hava verið á vali hvørja ferð burtursæð frá seinna valinum í 1953 (grundlógarvalið). Ta ferð- ina vóru tað bara Sam- bandsflokkurin og Javnað- arflokkurin, sum bjóðaðu seg fram, og Johan Poulsen og Petur Mohr Dam vórðu tískil valdir uttan atkvøðu- greiðslu. Fólkaflokkurin tók ikki lut í fólkatingsvalunum í 1950 og teimum báðum í 1953. Síðani á valinum í 1957 hevur Fólkaflokkurin bjóðað seg fram hvørja ferð. Tjóðveldisflokkurin hevur bjóðað seg fram hvørja ferð síðani á valin- um í 1973. Frammanundan høvdu tveir tjóðveldismenn roynt seg á uttanflokka listum. Teir vóru Karsten Hoydal í 1960 og Zakarias Wang í 1971. Sjálvstýrisflokkurin bjóðaði seg ikki fram á teimum seks valunum, sum vóru frá seinna valinum í 1953 og til og við valinum í 1968, og hann stillaði held- ur ikki upp í 1975. Annars hevur hann bjóðað seg fram hvørja ferð. Miðflokkurin luttók fyrstu ferð á fólka- tingsvalinum í 2001. Um mált verður í talinum á valevnum, so hevur broyt- ingin verið stór seinnu árini. Í 1984 stillaðu fimm flokkar 48 valevni upp. Hesa ferð eru flokkarnir sjey, og samlaða talið á val- evnum er 107: Fólka-flokk- urin 22, Sambandsflokkur- in 23, Javnaðarflokkurin 22, Sjálvstýrisflokkurin 7, Tjóðveldisflokkurin 21, Miðflokkurin 10 og Uttan- flokkalistin bjóðar 2 val- evni fram. Býtið millum kvinnur og menn er ikki so lítið broytt seinastu 21 árini. Á valin- um 10. januar í 1984 vóru seks kvinnur ella 12,5 pro- sent av valevnunum kvinn- ur. Hesa ferð eru 33 av 107 valevnum ella 29,9 prosent av valevnunum kvinnur. Valluttøkan hevur ongan- tíð verið hægri, enn hon var í 2001, tá ið 80,0 prosent ella 28.498 av teimum 33.106, sum høvdu valrætt, vóru á vali. Lægsta vallut- tøkan á fólkatingsvalunum síðani 1948 var 14. oktober í 1950, tá ið bara 22,0 pro- sent vóru á vali. Ta ferðina vóru tað bara heimastýris- flokkarnir - Sambands- flokkurin, Javnaðarflokk- urin og Sjálvstýrisflokkurin - sum bjóðaðu seg fram. Lægsta valluttøkan, síðani allir teir stóru flokkarnir fóru at bjóða seg fram hvørja ferð, var 12. de- sember í 1990, tá ið ikki fleiri enn 54,4 prosent vóru á vali. Stórur spenningur Sambært veljarakanningini, sum sunnudagin varð kunn- gjørd í útvarpinum, rógva teir stóru flokkarnar mest sum borð um borð í kapp- ingini um teir báðar sessir- nar, sum Sambandsflokk- urin og Tjóðveldisflokkurin hava átt síðani á valinum 20. november í 2001. Tá vunnu hesir báðir flokk- arnir sessirnar frá Fólka- flokkinum og Javnaðar- flokkinum, sum høvdu verið á Christiansborg síð- ani í 1998. Valið fyri trim- um árum síðani var serstakt á tann hátt, at tað var fyrsta ferðin síðani 1948, at báðir flokkarnir, sum høvdu havt umboð á Fólkatingi, mistu sessirnar. Í Gallup kanningini hjá Útvarpinum, sum varð kunngjørd sunnudagin, varð eisini nevnt, hvørji valevni lógu best fyri at vinna sessirnar. Kanningin segðist vera grundað á 663 svar. Útvarpið nevndi einki um, hvussu stóra undirtøku høvuðsvalevnini høvdu fingið, og tað er væl skilj- andi. Tá ið 107 valevni eru at velja ímillum, eigur grundarlagið fyri at bólka í meiri enn bara flokkarnar at vera rættuliga ivasamt. Men tað einki at ivast í, at boðskapurin sunnudagin um, hvussu støðan segðist at vera á ymsu listunum, hevur havt stórt árin á, hvussu endaliga støðutak- anin hjá nógvum veljarum hevur verið. Tað er upplagt, at fokus nú er sett á tey valevnini, sum vórðu nevnd sunnudagin. Fyritreytirnar hjá teimum, sum ikki vórðu nevnd, og sum harvið sig- nal vóru givin um ikki fóru at hava nakran serligan møguleika, eru verri nú, enn tær vóru undan sunnu- degnum. Og møguleikarnir hjá teimum, sum vórðu nevnd, eru betri at røkka góðum persónligum vali, enn tær vóru undan sunnu- degnum. Fólkatingsvalið er spenn- andi, og serliga millum politikararnar verður tað nærlisið og greinað nógv meiri enn fyri bara at fáa svar uppá, hvørjir flokkar og persónar skulu niður á danating. Í sær sjálvum er spenningurin um sjálvt valið so stórur, sum hann sjáldan hevur verið áður. Høgni og Tórbjørn Í Tjóðveldisflokkinum er neyvan nakar ivi, at Høgni Hoydal fer at fáa flestar persónligar atkvøður. Á valinum 20. november í 2001 fekk hann 2.641 at- kvøður. Høgni var lands- stýrismaður, og eykamað- urin, Tórbjørn Jacobsen, var í Fólkatinginum fyri Høgna, inntil fullveldis- samgongan var skrædnað. Tórbjørn fekk 870 at- kvøður í 2001. Munurin var so mikið stórur millum teir báðar fremstu, at tað er illa hugsandi, at Tórbjørn fer at hava nakran møguleika at gera nakað við Høgna. Men turbolensurin í Tjóðveldisflokkinum síð- ani í oktober og fram til uppstillingina til fólka- tingsvalið fer sjálvandi at hava við sær, at tað fer at verða hildið serliga vakið eygað við, hvussu tað fer at hilnast í Tjóðveldisflokkin- um. Serliga hjá Tórbirni og Høgna. Tað verður skjótt til, at tað fer at verða rokn- að sum álitisváttan ella misálitisváttan, um tað fer at hilnast betri ella verri hjá teimum báðum, enn tað gjørdi fyri góðum trimum árum síðani. Sambært Útvarpinum er Sjúrður Skaale við í kapp- ingini um plássið undir for- manninum. Tað er áhuga- vert, tí talan er um skrivar- an hjá fyrst Tórbirni Jacob- sen og síðani Høgna Hoy- dal. Sjúrður hevur verið í persónligum og ágangandi valstríði, har hann hevur latið tað skyggja ígjøgnum, at tað er best, um umboð verður valt á danating, sum hevur fólkatingsstarvið sum fulltíðar starv. Tað kann ikki takast sum annað enn áheitan á veljararnar um heldur at velja Sjúrð enn teir báðar, sum hann hevur arbeitt fyri. Teir hava báðir løgtingssess at røkja. Sjúrður var á tjóðveldis- listanum fyri stívliga trim- um árum síðani. Tá var per- sónliga atkvøðutalið hjá honum 272. Jóannes og hini Á javnaðarlistanum tykist eingin ivi at vera um,at Jóannes Eidesgaard fer at fáa flestar atkvøður. Á val- inum 20. november í 2001 valdu 3.689 Jóannes, sum harvið fekk fleiri atkvøður enn nakar annar. Hóast hann fekk fleiri atkvøður í 2001, enn hann fekk, tá ið hann varð valdur í 1998, og hóast Javnaðarflokkurin fór frá 22,7 í 1998 og til 23,4 prosent av atkvøðunum í 2001, so varð Jóannes ikki afturvaldur, tí flokkurin misti mannin. Hóast Jóannes uttan iva eisini hesa ferð verður ovastur hjá Javnaðarflokk- inum, so er persónliga at- kvøðutalið hjá honum ikki lítið áhugavert. Nú hevur hann verið løgmaður í eitt ár, og valið í morgin er fyrsta og ivaleyst einasta høvið hjá veljarunum kring alt landið í hesum valskeið- num at geva løgmanni skoðsmál. Útvarpið segði sunnu- dagin, at John Johannesen Tað eru nógv løg í