sunnudagur 6. februar 2005síða 19
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 26 - 8. februar 2005
19
og Helena Dam á Neystabø
kappast um annað plássið,
sum
ber
fólkatingsum-
boðan við sær, um tað í dag
gongst Javnaðarflokkinum,
sum Gallup kanningin vísti.
Í 2001 fekk núverandi løg-
maður og táverandi fólka-
tingsmaðurin hjá Javnaðar-
flokkinum 60 prosent av
samlaða
atkvøðutalinum
hjá flokkinum. Um løg-
maður fer at fáa sama part-
in hesa ferð, so er grundar-
lagið undir rokningini, sum
gevur øllum hinum 25
valevnunum og listanum 40
prosent av atkvøðunum 65-
70 svar í kanningini. Tað er
rættuliga lítið grundarlag,
men
útmeldingin
kann
ivaleyst bera við sær, at síð-
ani sunnudagin eru javnað-
aratkvøður fluttar frá øðr-
um og til Helenu Dam á
Neystabø og John Johanne-
sen.
Anfinn bjóðar Óla av
Sambært kanningini hjá
Gallup bendir alt á, at talan
verður um tætt stríð um
fremsta plássið hjá Fólka-
flokkinum.
Fyrrverandi
løgmaður, Anfinn Kalls-
berg, er á odda, men Gallup
sigur, at munurin er rættu-
liga lítil aftur til Óla Breck-
mann, sum var fólkatings-
maður frá 10. januar í 1984
og fram til 20. november í
2001.
Á fólkaflokslistanum eru
22 valevni, men tað kemur
ikki óvart á, at tað bara snýr
seg um Anfinn og Óla. Á
valinum í 2001 fekk Óli
Breckmann 2.329 persón-
ligar atkvøður, og 1.537 at-
kvøddu fyri Anfinni Kalls-
berg.
Hesir
báðir,
Anfinn
Kallsberg og Óli Breck-
mann, hava seinastu mongu
árini verið fólkaflokspro-
filarnir, og á fólkatingsval-
inum í 2001 fingu teir
tilsaman 71 prosent av
samlaða
atkvøðutalinum
hjá flokkinum.
Spurningurin hevur fleiri
ferðir
verið
umrøddur,
hvørjir verða teir næstu,
sum fara at mynda Fólka-
flokkin.
Fólkatingsvalið
hevur einki við tann spurn-
ingin at gera, men sjálvandi
fer tað at verða fylgt væl
við, hvussu formaðurin í
tingbólkinum seinasta árið,
Jørgen Niclasen, og lands-
stýrismenninir í yngra ætt-
arliðnum, Bjarni Djurholm
og Jógvan á Lakjuni, fara at
standa seg í innanhýsis
kapping. Teir vóru allir á
listanum í 2001. Bjarni
Djurholm fekk 188, Jógvan
á Lakjuni 199 og Jørgen
Niclasen 92 persónligar
atkvøður.
Elddópurin hjá Kaj Leo
Á løgtingsvalinum 20. jan-
uar í 2004 tapti Sambands-
flokkurin. Lisbeth L. Peter-
sen, sum er einasta før-
oyska kvinna, ið er vald á
fólkating, tók seg aftur sum
formann, og hon er ikki á
listanum í dag. Harvið
ganga, sum tað plagar at
verða tikið til, 2.288 per-
sónligar atkvøður hjá fyrr-
verandi formanninum og
fólkatingsmanninum
hjá
Sambandsflokkinum leys-
ar.
Fólkatingsvalið er tað
fyrsta, síðani Kaj Leo Jo-
hannesen gjørdist floks-
formaður. Formanssessurin
hevur borið við sær, at Kaj
Leo hevur verið fremsti
sambandsmaðurin í val-
stríðnum. Hann hevur verið
tann, sum hevur fingið
mest tíð í útvarpinum og
sjónvarpinum, og hann
hevur átt myndina á nógv-
um av lýsingunum, sum
flokkurin hevur havt undan
valinum.
Í dag verður nýggi sam-
bandsformaðurin lagdur á
vektina hjá veljarunum.
Sambært Gallup so stendur
kappingin í Sambands-
flokkinum
um
fremsta
plássið og harvið møgu-
ligan fólkatingssess millum
Kaj Leo Johannesen og
Edmund Joensen. Fyrrver-
andi løgmaðurin og fyrr-
verandi fólkatingsmaðurin
og núverandi løgtingsfor-
maðurin fekk í 2001 955
persónligar atkvøður og
varð harvið eykamaður hjá
Lisbeth L. Petersen. Kaj
Leo Johannesen bjóðaði
seg fram í 2001, og tá stuðl-
aðu 316 honum. Umframt
Lisbeth og Edmund fekk
eisini Alfred Olsen (486)
fleiri persónligar atkvøður
enn nýggi sambandsfor-
maðurin.
Tað er neyvan ivi um, at
persónliga atkvøðutalið hjá
Kaj Leo Johannesen fer at
fjølgast og kanska fleirfald-
ast. Men um tað ikki fer at
røkka til trygt fyrsta pláss á
listanum, so fer formaðurin
ikki at verða mettur at vera
serliga tungur í sessinum.
Veljarakanning
Í síðstu viku hevði ABC
samgongan eitt ára føð-
ingardag. Serliga smáu
flokkarnir plaga í sambandi
við fólkatingsval at minna
á, at tað er ikki rætt at sam-
meta
fólkatingval
við,
hvussu úrslitið og harvið
tingmannabýtið hevði havt
verið, um talan hevði verið
um løgtingsval. Kortini er
tað ein veruleiki, at burtur-
sæð frá sjálvum løgtings-
valinum, so finst tað eingin
betri veljarakanning og
vekt at viga samgonguna
og allar flokkarnar á, enn
fólkatingsvalið er tað.
Eina ferð áður er tað
komið fyri, at tríggir stórir
flokkar hava verið saman í
samgongu. ACE skipaðu
samgongu eftir valið í
1974, og teir skipaðu aftur
samgongu eftir valið í
1978. Tann samgongan
skrædnaði í 1980.
Sjeyti árini vóru eitt nú
eyðkend av, at tað vóru
fólkatingsval annað hvørt
ár. Fólkatingsval var 9.
januar í 1975 ella tveir
dagar frammanundan, at
fyrra ACE landsstýrið varð
skipað. Á tí valinum vunnu
Javnðarflokkurin
(Johan
Nielsen) og Tjóðveldis-
flokkurin (Erlendur Paturs-
son) fólkatingssessirnar.
Næsta valið var 1. mars í
1977. Tá hevði Sambands-
flokkurin verið einasti stóri
andstøðuflokkurin í góð
tvey ár. Pauli Ellefsen var
ágangandi andstøðuleiðari,
og tað sást eitt nú aftur í
úrslitunum á fólkatings-
valunum í 1977 og aftur 23.
oktober í 1979. Á báðum
valunum vunnu Sambands-
flokkurin og Pauli Ellefsen
fyrra føroyska umboðið á
Christiansborg,
meðan
flokkurin hjá løgmanni
vann hitt umboðið. Fyrru
ferðina var tað Johan Nie-
lsen, og seinnu ferðina var
tað Jacob Lindenskov.
Um úrslitið í dag verður,
sum Gallup kanningin vísti,
so fara flokkurin hjá løg-
manni og stóri andstøðu-
flokkurin at vinna fólka-
tingssessirnar. Men nú fæst
at síggja. Kanningin varð
gjørd í síðstu viku - frá týs-
kvøldinum og til leygar-
kvøldið. Tað var ikki fyrr-
enn í síðstu viku, at eitt
sindur av ferð kom á val-
stríðið, og tað hevði verið
heilt at undirmett alt tosið
og alla skrivingina og ring-
ingina og smsingina hjá
flokkunum og serliga ein-
støku valevnunum, um
royndirnar at ávirka ikki
høvdu borið onkrar flyting-
ar við sær. Sambært Gallup
kanningini nýtast flyting-
arnar ikki at verða so stórar,
áðrenn tað fer at síggjast
aftur í úrslitinum.
Men uttan mun til hvussu
úrslitið fer at laga seg, so
fer tað at verða vigað og
kannað innanhýsis í flokk-
unum og millum politik-
ararnar, og nógvir sigrar og
nógv tap, sum tað ikki fer
at verða fokuserað upp á í
kvøld, fara næstu dagarnar
at daga fram í politiska um-
hvørvinum.
fólkatingsvalinum
Tað tykist vónleyst at spáa, hvussu
endaliga úrslitið av fólkatings-
valinum verður. Sunnukvøldið gjørdu
flokkarnir seinastu royndirnar at
flyta – kanska avgerandi atkvøðurnar
Mynd: Jens Kristian Vang