sunnudagur 6. februar 2005síða 20
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 26 - 8. februar 2005
Formaður Miðflok-
sins heldur ikki, at
fólk skulu taka
seinastu veljara-
kanningina so bók-
staviliga. Heldur
skulu tey leggja
gamlar vanar av og
velja øðrvísi enn
vanligt
FÓLKATINGSVAL
Edvard Joensen
Jenis av Rana, formaður
i Miðflokkinum, heldur
ikki, at veljarakanningin
skal takast so bókstavi-
liga. Í øllum førum eiga
Sambandsflokkurin
stendur til at missa
sítt fólkatingsumboð,
meðan hinir tríggir
stóru flokkarnir eru í
beinhørðum og
tøttum stríði um teir
tveir sessirnar. Tað
vísir veljarakanning
hjá Gallup
POLITIKKUR
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Tað er einki avgjørt í í
valinum til fólkatingið, og
seinastu dagarnir áðrenn
valið verða avgerandi fyri,
hvørjir tveir flokkar fáa
umboð í danska tingið.
Tað vísir ein veljarakann-
ing, sum Gallup Føroyar,
hevur gjørt fyri Útvarpið.
Javnaðarflokkurin, Tjóð-
veldisflokkurin og Fólka-
flokkurin liggja stavn um
stavn í kapprógvingini um
fólkatingssessirnar, og tað
verður endaspurturin, sum
verður avgerandi fyri valið.
Sambandsflokkurin, sum
seinastu árini hevur havt
annað umboðið, stendur til
at missa tað, men flokkurin
er ikki langt aftan fyri hinar
tríggjar stóru flokkarnar.
Teir smáu og stuttligu
ongan kjans
Teir smáu flokkarnar hava
ongan kjans at vinna sær
umboð í Fólkatinginum,
vísir veljarakanningin hjá
Gallup.
Hóast flokkarnir hava
tosað um bæði undur og
realistiskar møguleikar fyri
at náa fólkatinginum, so
vísir veljarakanningin, at
Sjálvstýrisflokkurin
og
Miðflokkurin
ikki
fáa
meira enn millum trý og
fýra prosent av atkvøðun-
um.
Teir stuttligu í Uttan-
flokkinum liggja enn longri
aftan fyri við bara einum
prosenti av atkvøðunum.
So tað kann væl vera, at
Johan í Kollafirði fær fólk
at flenna í valstríðnum,
men hann fær tey ikki at
velja sín flokk í sama mun.
Einki er avgjørt
Úrslitið av veljarakannigini
er so tætt, at høvuðsboð-
skapurin má vera, at teir
fýra stóru flokkarnir eru í
sera tøttum stríði um fólka-
tingssessirnar.
Tað er altíð ávís hag-
frøðislig óvissa við einari
kanning, og tá ið tað er so
lítil munur millum tríggjar
flokkar, kann bara tann
hagfrøðisliga
óvissan
venda eitt sindur upp og
niður upp á úrslitið.
Skrivstovan hjá Javn-
aðarflokkinum sendi mán-
amorgunin út skriv, har hon
vísti á, veljarakanningina
kann geva veljarunum eina
skeiva fatan av, at valstríðið
var vunnið, og at bara
óvissan um kanningina
kundi broyta úrslitið.
– Tað er altíð ein óvissa
við eini slíkari veljarakann-
ing, og kannginin vísir
bara, hvat veljararnir hildu
júst tann dagin, teir vóru
spurdir. Síðani hevur ein
stórur veljarafundur verið,
og valstríðið er annars í
hæddini, og tað kann broyta
úrslitið, sigur Ellindur Eg-
ilstrøð, stjóri á Gallup Før-
oyar.
– Kanningin vísir, at tað
er sera tætt millum teir
stóru flokkarnar, og at einki
er avgjørt frammanundan.
Tað kann tilvild og smá-
lutir, sum koma at avgera
valið, sigur hann.
Endaspurturin verður avgerandi
Nú mugu gamlar
sambandsdygdir verj-
ast. Vit hava havt
nokk av turbulensi í
føroyskum politikki
seinastu árini. Nú má
friður aftur fáast
millum partarnar í
ríkisfelagsskapinum,
sigur Edmund Joen-
sen, sambandsmaður
FÓLKATINGSVAL
Edvard Joensen
Tað ræður um hjá øllum
sambandsveljarum at taka
veljarakanningina í álvara
og taka aftur tað, sum mist
er, sigur Edmund Joensen,
fyrrverandi formaður Sam-
bandsfloksins, í viðmerk-
ing til veljarakanningina,
sum sigur Sambandsflokk-
in fara at missa fólkatings-
mannin.
– Nú er hatta bara ein
kanning og skal takast sum
ein sovorðin, sigur Edmund
Joensen. Men hon er so ein
ábending um, hvat kann
fara at henda. Og í mugu
vit fora fyri.
Hann er ikki nøgdur við
útlitini, nú Sambandflokk-
urin stendur fyri einum
markantum falli í atkvøðu-
talinum til Fólkatingsvalið.
Sambandsflokkurin
er
sambært Edmundi Joensen
einasta alternativið til tann
turbulens, sum hevur verið
at sæð í politiska umhvørv-
inum hesi árini, fullveldis-
samgongan hevur staðið
fyri politikkinum.
Nú er ein sterk og ar-
beiðsfør samgonga fingin
at virka, og tí er alneyðugt,
at vit ikki lata danir fáa
fatan av, at tey, sum mynd-
aðu fullveldistíðina, aftur
koma til valdið í Føroyum,
sigur Edmund Joensen.
Hann sær fyri sær, at fólk
sum Høgni Hoydal, Anfinn
Kalsberg og Helena Dam á
Neystabø, sum øll standa
væl í sínum flokki eftir
veljarakanningini at døma,
koma á Fólkating. Seinast
nevnda sum eykavald fyri
Jóannes Eidesgard, sum
ikki tekur sæti, tí hann er
løgmaður, sigur Edmund
Joensen. –Tað er lætt at
ímynda sær, at danskir
politikarar aftur fara at
síggja tað stríð, sum var
millum Føroyar og Dan-
mark, tá hesi myndaðu
føroyskan politikk, kykna
uppaftur, um so verður at
tey sleppa á Fólkating, sig-
ur hann.
– Her er bara eitt alterna-
tiv, sum kann tryggja frið
og semju í ríkisfelags-
skapinum. Og tað er Sam-
bandsflokkurin, er Edmund
Joensen fullvísur í.
Veljarakanningin
Í døgunum frá 1. til 5. februar spurdi Gallup
Føroyar 633 respondentar í eini veljarakanning
til Fólkatingsvalið 8. februar fyri Útvarp Føroya.
Vanliga verður sagt, at óvissan við eini veljara-
kanning kann verða upp í 2-3 prosent, men úr-
slitið av kanningini var hetta:
Javnaðarflokkurin
24,2%
Tjóðveldisflokkurin
23,6%
Fólkaflokkurin
23,4%
Sambandsflokkurin
20,8%
Sjálvstýrisflokkurin
4,0%
Miðflokkurin
3,1%
Hin Stuttligi Uttanflokkurin
1,0%
Tað er so tætt millum teir
stóru flokkarnar, at eingin
kann kenna seg tryggan
áðrenn valið týsdagin
Mynd: Jens Kr. Vang
Nú ræður um frið og støðufesti
Sambandsflokkurin er
einasta alternativið til tann
turbulens, sum hevur verið í
føroyskum politikki. Nú má
friður og støðufesti aftur
fáast í viðurskiftini millum
partarnar í ríkisfelgs-
skapinum, sigur Edmund
Joensen, fyrrverandi
formaður Sambandsfloksins
Leggið gam