Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-06, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 6. februar 2005síða 21

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 26 - 8. februar 2005 21 fólk at fara á val og gera hana til skammar og velja ein persón heldur enn ein flokk, sum tey plaga at gera, sigur hann. Hann vísir á, at fólk í stóran mun velja av vana. Tað vil siga ein flokk, og finna so ein persón í flokkinum at seta krossin við. Heldur skuldu tey funnið sær perónin fyrst og so flokkin aftaná. Tí so høvdu valevnini hjá Miðflokk- inum eisini havt ein møgu- leika, heldur hann. Annars heldur hann ikki, at veljarakanningin er so heilt galin, um sammett verður við seinasta fólka- tingsval. Tá gav ein velj- arakanning Miðflokkinum bara 0,9 prosent av atkvøð- unum. Men valúrslitið vísti 2,1 prosent. Nú sigur velj- arakanningin3,1 prosent. So um lutfallið millum kanning og valúrslit verður tað sama sum seinast, stendur kanska ikki so heilt illa til hjá Miðflokkinum, heldur formaðurin. Hann vísir á, at teir stóru flokkarnir, hvør í sínum lagi, alla tíðina kasta hvørjum øðrum fyri alt tað ringa, teir hava gjørt. – So tað er bara hjá velj- aranum at taka teir upp á orðið og velja okkurt ann- að, heldur Jenis av Rana. Hann heldur tað als ikki vera so órealistisk at vóna, at Miðflokkurin kann gera eitt so mikið gott val, at hann veruliga kann gera seg galdandi. – Seinast fingu vit 1.600 atkvøður. Og um nú allir hesir 1.600 veljararnir fingu bara ein veljara við sær í part at velja okkum, so vóru vit har uppi, at vit veruliga kundu hótt teir stóru flokkarnar, sigur ein vónríkur Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum. Hann heldur tað vera av týdningi at stilla upp, hóast ein kortini ikki verður roknaður millum teirra, sum hava nakran møgu- leika. – Vit eiga við eitthvørt høvi at vísa, at flokkurin er til, og samstundis royna at styrkja hann. mlar vanar av Fólk eiga at leggja gamlar vanar og gamlar flokkar av og velja ein persón, sum kann og vil nakað, heldur Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum – Tað er langt upp til teir stóru flokkarnar, men vit ætla at stríðast fyri einum góðum úrsliti, sigur Malan Johansen, valevni hjá Sjálv- stýrisflokkinum FÓLKATINGSVAL Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Veljarakanningin hjá Gallup gevur ikki teimum smáu flokkunum serligar møguleikar fyri av álvara at blanda seg upp í stríðið um fólkatingssessirnar. Sjálvstýrisflokkurin fær í kanningini fýra prosent av atkvøðunum, og tað er langt frá nóg mikið til nakran sess í danska parlamentinum. – Vit kunnu fegnast um, at vit í kanningini hava stóra framgongd saman- borið við fólkatingsvalið seinast, og vit vóna sjálv- andi, at framgongdin heldur fram líka til val- dagin, sigur Malan Jo- hansen, sum er eitt av valevnunum hjá Sjálv- stýrisflokkinum. Langur vegur Sjálvsstýrisflokkurin hevur í nógv ár havt tað trupult til fólkatings- valini, og tað hevur ikki verið óvanligt, at flokk- urin hevur fingið minni undirtøku til fólka- tingsval enn løgtingsval. Hóast formaðurin í flokkinum, Kári P. Høj- gaard, hevur tosað hart um, at Sjálvstýrisflokk- urin veruliga hevur ein kjans á valinum og er tað einasta veruliga al- ternativið til teir stóru flokkarnar, so er tað trupult at fáa veljararnar at taka undir við hesum sjónarmiði. – Tað er langt upp til teir stóru flokkarnar, men vit ætla at stríðast fyri einum góðum úrsliti. Um tú ikki hongur í, so hevur tú ongan kjans, sigur Malan Johansenø – Vit stríðast fyri kjansinum – Tað kann vera ein vandi í at liggja fremst í eini veljara- kanning so stutt áðrenn valið, og tí er tað umráðandi, at Javnaðarfólk ikki setast aftur týsdagin, sigur John Johanne- sen, valevni hjá Javnaðarflokkinum FÓLKATINGSVAL Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Javnaðarflokkurin stendur til at fáa ein gott fólkatings- val og at endurvinna fólka- tingssessin, sum Jóannes Eidesgaard misti fyri fýra árum síðani. Sambært velj- arakanningini hjá Gallup er Javnaðarflokkurin best um- tókti flokkur til valið týs- dagin. – Tað kann vera ein vandi í at liggja fremst í eini veljarakanning so stutt áðrenn valið, og tí er tað umráðandi, at Javnaðarfólk ikki setast aftur orsaka av tí góða úrslitinum, men at tey fara á val, sigur John Jo- hannesen, løgtingsmaður og valevni hjá Javnaðar- flokkinum. – Sjálvandi skulu vit fegnast um góða úrslitið, men vandin er, at fólk halda flokkin verða tryggan, at tey ikki fara á val. Vit mugu fáa øll okkara fólk á val fyri at tryggja flokkinum eitt gott úrslit. Tríggir fara at kappast Javnaðarflokkurin hevur síðsta árið átt løgmann, og tað hevur eftir øllum at døma styrkt flokkin – eisini í valinum til Fólkatingið. – Tað er hugaligt, at vit standa okkum so væl í veljarakanningini. Fólk taka eftir øllum at døma við okkara linju og ásanna, at Javnaðarflokkurn er lykilin til eina tjóðskaparliga semju, sigur John Johanne- sen. Hann roknar við, at tað verða tríggir av teimum stóru flokkunum, sum fara at kappast um tey tvey plássini í Fólkatinginum. – Eg rokni ikki við, at Sambandsflokkurin fer at blanda seg upp í stríðið, men tað tykist verða rætti- liga javnt millum hinar tríggjar stóru flokkarnar, sigur John Johannesen. – Vandi í at vera fremst – Tað er hugaligt, at vit standa okkum so væl í veljarakanningini. Fólk taka eftir øllum at døma við okkara linju og ásanna, at Javnaðarflokkurn er lykilin til eina tjóðskaparliga semju, sigur John Johannesen Mynd: Jens Kr. Vang – Tað er gott, at veljarakanningin ikki er ov góð fyri okkum, so at soldátarnir ikki sovna beint áðrenn valið, sigur Torbjørn Jacobsen, ein av spíss- kandidatunum hjá Tjóðveldisflokkinum FÓLKATINGSVAL Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Tjóðveldisflokkurin stend- ur sambært veljara-kann- ingini hjá Gallup Føroyar til at endurvinna fólka- tingsumboðið, men tað er sera lítil munur á Tjóð- veldisflokkinum og Fólka- flokkinum. – Tað er merkisvert, at Fólkaflokkurin stendur seg so væl í veljarakanningini, men eg rokni við, at vit fara at hava munin á teimum á valinum, sigur Torbjørn Ja- cobsen. – Tá ið Fólkaflokkurin samstarvar við Sambands- flokkin, plagar hann at eta burtur av Sambandsflokk- inum, meðan Tjóðveldis- flokkurin plagar at fáa av tí betra endanum í Fólka- flokkinum, teimum mest fullveldissinnaðu. Munurin verður størri Persónsstríðið, sum hevur verið millum Høgna Hoy- dal og Torbjørn Jacobsen, tykist ikki nerva møgulei- karnar hjá Tjóðveldis- flokkinum fyri at fáa fólka- tingsumboð í fýra ár aftur- at. – Úrslitið í veljarakann- ingini kemur ikki so óvænt- að á meg. Tað er nakað síð- ani, at eg segði, at Javnað- arflokkurin fer at fáa ein ágóða av løgmanseffektini, meðan vit sum stóru and- støðuflokkurin eisini fara at standa okkum væl, sigur Torbjørn Jacobsen. – Tað er sera tætt í velj- arakanningini, men eg vænti, at Tjóðveldisflokk- urin fer at fáa annað um- boðið, og at munurin verð- ur størri enn í veljarakann- ingini. – Vit fara at klára tað – Tað er sera tætt í veljarakanningini, men eg vænti, at Tjóðveldisflokkurn fer at fáa annað umboðið, og at munurin verður størri enn í veljarakanningini, sigur Torbjørn Jacobsen Mynd: Jens Kr. Vang – Fólkaflokkurin plagar ikki at standa seg so væl í eini veljarakanning, so hetta gevur gott mót, sigur Jørgen Niclasen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin FÓLKATINGSVAL Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Hóast Fólkaflokkurin í kanningini hjá Gallup er akkurát ov stuttur til ein fólkatingssess, so hevur kanningin skapt optimismu í flokkinum. – Vit plaga ongantíð at klára okkum væl í veljara- kanningum, og tí eru vit eitt sindur ovfarin av, at úrslitið í hesari kanningini var so gott. Hetta gevur gott mót til valið, sigur Jørgen Niclasen, sum er eitt av val- evnunum hjá Fólkaflokkin- um. – Hetta skuldi verið eitt signal til fólkafloksveljarar og aðrar veljar, sum sym- patisera við okkum, um at fara á val týsdagin. Ikki so uppbýtt longur Jørgen Niclasen heldur, at borgarligir veljarar í Før- oyum skulu hugsa seg um, tá ið teir fara á val. – Í løtuni standa tveir sosialistiskir flokkir til at fáa umboð í fólkatingið, og tí mugu borgarligir veljarar í Føroyum hugsa seg, tá teir fara á val. Fólkaflokkurin kann vera røddin hjá teim- um borgarligur og sjálv- stýrissinnaðu føroyingun- um, sigur Jørgen Niclasen. – Føroyskur politikkur er ikki so uppbýttir í tveir blokkar, sum hann var fyri tveimum árum síðani, og tað er helst ein vansi fyri Sambandsflokkin og kanska ein fyrimunur fyri Fólkaflokkin. – Vit hava gott mót – Føroyskur politikkur er ikki so uppbýttir í tveir blokkar, sum hann var fyri tveimum árum síðani, og tað er helst ein vansi fyri Sambands- flokkin og kanska ein fyrimunur fyri Fólkaflokkin, heldur Jørgen Niclasen