sunnudagur 6. februar 2005síða 24
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 26 - 8. februar 2005
VANGAMYND
Marjun Dalsgaard
Hann er ikki fólksins mað-
ur. Hann er ikki alfaðir-
ligur. Soleiðis ljóðaði tað,
tá Fogh í 2001 av fyrsta
sinni skuldi leiða Vinstra
inn í valstríðið í 2001.
Fleiri vóru spádómarnir, tá
Fogh gjørdist forsætis-
málaráðharri, og summir
ljóðaðu, at hellisbúgvin
hevði ikki skapið á einum
statsleiðara. Hansara kant-
uta og sera privata fram-
koma fór at standa í vegin,
var grundgevingin.
Men hesir spádómar hava
ikki hildið. Í dag er Fogh
maðurin, sum danir vilja
hava. Hann hevur bæði
gloppað dyrnar til heim sítt
og tikið blaðfólk við út at
renna — roynt at vísa
menniskjað aftanfyri Fogh.
Ikki tí — enn er hann ikki
fólksins maður, og hann er
ikki landsfaðir. Kortini
hevur hann leingi staði til at
vinna stórsigur í einum
valið, sum frá fyrsta degi
hevur verið eitt val millum
Fogh og Lykketoft. Eitt val,
sum snýr seg um perónar
heldur enn politiskt inni-
hald. Hann hevur havt
óteljandi óhepnar støður
við sínum ráðharrum, men
hevur altíð megnað at
hildið fast í teimum málum,
sum hava eydnast.
Fogh
vinnur
millum
annað av tí, at danir síggja
hann, sum ein nútímans
leiðara, sum hevur visiónir
og kann føra tær út í verki.
Hann hevur sagt seg sjálvan
vilja standa á odda fyri at
gera
Danmark
førandi
innan vísind og tøkni í al-
tjóðagerðingini. Tað gong-
ur gott í Danmark, sigur
hann og sendir eitt signal
um, at hann trýr uppá, at
Danmark er best, og at
hann veit, hvussu hann skal
leiða Danmark inn í fram-
tíðina — á odda. Tá hans-
ara politisku mótstøðufólk
peika á viðurskifti, ið ikki
samsvara við tað hann
sigur, verða tey kallað tey
súr grenj.
Hellisbúgvi ella
heimsmaður
Hesin nútímans leiðarin
varð í fleiri ár altíð av-
myndaður av skemtiteknar-
anum hjá Politiken, Roald
Als, við lendaklæði úr
skinni og einum gassa í
hondini.
Fogh
gjørdist
kendur sum hellisbúgvin,
eftir at hann hevði skrivað
bókina "Fra socialstad til
minimalstad" í 1993, sum
tók frástøðu frá tí væl-
ferðarsamfelagi, sum flestu
danir ynskja at halda fast í,
eins og hann skýrdi miðju-
søkjandi politikk fyri at
vera eina hóttan ímóti
fólkaræðinum.
"Fra hulemand til jule-
mand" er yndisvendingin
hjá bæði politiskum mót-
standarum hjá Fogh og
eygleiðarum og sipar til ta
politisku kúvending, sum
Fogh hevur gjørt seinastu
árini.
Fogh var í sínu ungu
døgum og upp gjøgnum
80’ini sum ráðharri fyri
konservativu
Schluter-
stjórnina ein tann mest
liberali
innan
Vinstra-
flokkin, men við einum
hamskifti, sum fyri summi
tykist so ógvusligt, at tað er
fasinerandi, hevur hann
megnað at stýra gamla
liberala bóndaflokkinum
inn á miðjuna við fastari
hond — uttan at tað hevur
skakað hansara trúðvirði.
Hetta gjørdi hann við at
leggja seg so tætt upp at
Javnaðarflokkinum
við
sínum vallyftum, at hansara
egnu ráðharrar í dag ikki
megnað at siga, um tað eru
teirra egnu valyftir ella
vallyftir hjá Sosialdemo-
kratunum, sum verða lisin
upp fyri teimum.
Hann er tiltikin eldhug-
aður hugsjónarliga, men
uttan mun til sín innara
heims- ella hellismann
hevur tann meira tilkomni
Anders Fogh Rasmussen
sannað, at valdið liggur á
miðjuni, og uttan vald kanst
tú einki gera.
Enn eru nógvar gitingar
um, hvat hansara dagsskrá
er — tó mest frá and-
støðuni. Trupulleikin hjá
Lykketoft er møguliga, at
danir tykjast vera líkaglaðir
við, um Fogh í veruleikan-
um ikki er nakar sosial-
demokratur,
men,
sum
andstøðan vil vera við, at
hansara dagsskrá er at
máða grundarlagið undan
vælferðarsamfelagnum við
privatisering og skattalætta.
Fólkatingsvalið er eitt
forsetaval og tað, sum er
avgerandi, er um persón-
urin, sum verður valdur
kann inna tað út í verki,
sum hann lovar — og
eisini, at Fogh lovar fleiri
pengar í lumman hjá tí ein-
staka. Lykketoft hinvegin er
kendur fyri sínar skatta-
pakkar, og flokksfelagin
Nyrup fyri til valið í 1998
at skriva undir, at hann ikki
fór nerta við eftirlønina fyri
síðan at gera tað kortini —
ein sera lítil rætting í
skipanini, men lyftisbrotið
var myndin, sum stóð eftir í
hugaheiminum hjá veljar-
anum.
Mr. X
Ofta verður bóndasonurin,
Fogh, sum fekk vinstrahug-
burðin inn við móður-
mjólkini og lærdi arbeiðs-
hegni úti á jútsku markini,
lýstur sum ein gátuførur
maður. Til dømis hevur
hann verið nevndur Mr. X
— men forsætismálaráð-
harrin hevur eisini verið
nevndur Mr. Perfect, jóla-
maður, holumaður og eftir
víðkanina av ES — heims-
maður.
Illsintur,
harðráðin,
kensluleysur og miskunar-
leysur verður hann skýrdur
av teimum, sum hava ar-
beitt undir- og saman við
honum, eins og tey, ið sóu
sendingina
"Fogh
bag
facaden"
væl
kunnu
ímynda sær, at forsætis-
málaráðharrin er náðileys-
ur, tá ið onnur ikki strekkja
til.
Flest øll eru samd um, at
hann er fantastiska dugna-
ligur, arbeiðssamur, takit-
iskt klókur, fokuseraður og
hevur lítið tol við fólki,
sum ikki liva upp til hans-
ara krøv. Hann hevur sagt,
at øll menniskju hava
skyldu at geva nakað til
samfelagið, og setur hann
hørð krøv til sín sjálvs, eru
tey ikki minni hørð til tey,
sum eru rundan um hann.
Fogh drekkur ikki —
hevur einaferð verið fullur í
skúlatíðini, men dámdi ikki
kensluna av, at missa tam-
arhaldið á sær sjálvum, og
gjørdi tað tískil aldrin aftur.
Hartil hevði hann annað at
gera, tá flokksfelagirnir
stuttleikaðu sær. Hann læs
og setti seg inn í tey viður-
skifti, sum hann ikki helt
seg læra nóg nógv um í
skúlanum — til dømis EF.
Lærarir frá Katedralskúl-
anum í Viborg, har Anders
Fogh Rasmussen gjørdist
studentur siga gleðiliga frá,
hvørt flogvit, vit her hava
fatur á, og longu í skúla-
tíðini gjørdi hann vart við
seg á politiska økinum.
Fyrst stríddist hann saman
við teimum vinstrahallu
næmingunum á skúlanum
fyri fólkaræði, tí her var
stórsta valdið millum næm-
ingarnar. Tá tað stríðið var
vunnið, stovnaði hann sín
egna liberala flokk á hesum
skúla, sum aldrin hevði
havt ein liberalan flokk
fyrr. Fogh stillaði fyri
fyrstu ferð upp til fólka-
tingsval sum 19 ára gamal,
og kom inn, tá hann var 25
ár. Hann er 52 ár er giftur
við Anne-Mette Rasmus-
sen, sum hann hevur trý
børn við.
Vinnarin
Hellisbúgvi ella
heimsmaður
Higartil hevur staðfestingin verið, at Fogh hevur staðið seg betri enn Lykketoft í valstríðnum.
Eitt valstríð, sum hesaferð bara tykist snúgva seg um teir báðar floksformenninar