sunnudagur 6. februar 2005síða 25
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 26 - 8. februar 2005
25
VANGAMYND
Marjun Dalsgaard
Mogens Lykketoft er ikki
nakar landsfaðir, og tað er
møguliga tí, at Fogh hevur
staðið seg so væl inntil
víðari. Summi vilja vera
við, at tað ikki er av tí, at
veljarin vil hava Fogh, men
tí at hann ikki vil hava
Lykketoft, at veljarakann-
ingarnar síggja út sum tær
gera.
Men
formaðurin
hjá
Javnaðarflokkinum gevst
ikki so. Hóast eitt nærum
ómenniskjasligt trýst hevur
verið á honum, síðan fólka-
tingsvalið varð útskrivað 18
januar er hann farin í holt
við dagsins stríð hvønn
dag, sum var tað tann fyrsti
dagurin eftir, at valið var
skrivað út. Seinastu dagar-
nar er hetta eisini byrjað at
løna seg, og tað gongur fyri
fyrstu ferð framá fyri flokk-
in hjá honum.
Donsku
fjølmiðlarnir
hava havt stóran áhuga í at
skriva — hvønn dag,
hvussu illa tað gongur hjá
nýggja formanninum hjá
Javnaðarflokkinum. Ikki tí
at fólk ikki dáma hansara
politikk, men tí tey ikki
dáma Lykketoft. Tað er ilt
at koma til nakra aðra nið-
urstøðu, nú munurin á
politikkinum hjá Fogh og
Lykketoft er so lítil, at
Lykketoft ikki megnar at
vísa á hann — og veljarin
vil eftir øllum at døma
heldur hava eftirlíkningina
— ella vil hann bara heldur
hava Fogh.
Fólkatingsvalið er eitt
forsetaval, og tað snýr seg
um álit. Danir hava ikki álit
á Lykketoft. Ein øðrvísi
veljarakanning í BT vísti,
at danir ikki høvdu viljað
keypt ein brúktan bil frá
Lykketoft, og enn minni lati
hann ansað teirra børnum.
Fyri nógvar danir er Lykke-
toft synonymur við skatta-
pakkar, sum koma úr tí bláu
luft og raka hart, og Fogh
hevur brúkt hetta heilt nógv
í valstríðnum. Lykketoft er
eitt flogvit, tá tað snýr seg
um politikk, men hann
hevur eisini altíð verið "den
onde håndlanger" sum stóð
fyri teimum tiltøkum, sum
skuldu gerast, men ikki
vóru serliga vælumtókt.
Ein skal bara fara nøkur
ár aftur í føroysku avísur-
nar, so eita yvirskiftirnar:
"Lykketoft legði press á
Maritu
Petersen"
og
"Lykketoft er tann stóri
syndarin".
Jú
tað
var
Lykketoft, sum bað fíggjar-
eftirlitið skunda sær spaku-
liga, og so framvegis — eitt
mál, sum Nyrup ikki vildi
nerta við.
Trotskij út
Til hendan leiklut hevur
"Trotskijskeggið" hóskað
væl — men møguliga tað
ikki hóskar so væl til ein
statsleiðara — ein lands-
faðir — í øllum førum er
tað vekk nú, og tað hava
fjølmiðlarnir eisini verið
sera áhugaðir í. Hví hevur
hann klipt sær? Hví hevur
hann rakað sær? Hví hevur
hann ikki brillur longur?
Nú er Lykketoft farin í aftur
brillurnar — bara fyri at fáa
frið, og tað er líka gott, tí
hann sleppur ikki av við sín
leiklut sum tann óálítandi
fyri tað, um hann rakar
skeggið av og fær sær kont-
aktlinsur.
Lykketoft dugir ikki væl
at samskifta og at fáa sín
boðskap út. Vit vita øll, at
hann var heilin aftanfyri
loysnirnar í 90’unum og
fekk tamarhald á búskapin-
um og arbeiðsloysinum í
Danmark
undir
sosial-
demokratisku
stjórnini.
Undir valstríðnum minnir
hann veljaran á hetta við
jøvnum
millumbilum.
Hann er sjálvsagt eisini
komin við einari nýggjari
minst líka góðari ætlan:
Made in Denmark, sum
hann eisini tekur fram,
hvørja ferð hann hevur
møguleikan. Men danir
tíma ikki at hoyra um
roknistykkir og skipanir —
teir vilja hoyra um visiónir
— tað fáa teir frá Fogh,
meðan Lykketoft tosar um
tøl og prosentir. Hann
minnir um eina farna tíð,
eina stíva samfelagsskipan,
og hann minnir um Ritt,
Auken og Poul Nyrup —
eldra ættarliði.
Myndin av Lykketoft,
sum ein, tú ikki kanst líta á,
hongur eisini saman við
fleiri øðrum viðurskiftum.
Ofta verður hann tikin fram
sum ein av høvuðsmonnun-
um aftanfyri kvettið móti
Svend
Auken
fyrst
í
90’unum, sum førdi til, at
Poul Nyrup Rasmussen
gjørdist formaður í Javn-
aðarflokkinum. Haraftrat
eru tað fleiri av hansara
mótstøðumonnum, ið vilja
vera við, at Lykketoft eisini
hevði ein týðandi leiklut tá
Nyrup fór frá í 2002 -
Lykketoft endaði sostatt við
at seta seg sjálvan á trún-
una.
Serliga hansara politisku
mótstøðumenn kjósa hann
at vera ein útspekuleraðan
taktikara, meðan onnur
síggja hann sum mannin, ið
stríðist fyri tí, sum hann
heldur er rætt. At Lykketoft
hevur átikið sær at vera
formaður hetta ringa tíðar-
skeiði, tí at hann var tann
einasti, ið kundi savna
flokkin eftir at Nyrup fór.
Haraftrat kann tað gerast
ein dyggur smeitur fyri
eftirmælið hjá Lykketoft, at
hann stóð á odda fyri hes-
um valstríði, um javnaðar-
flokkurin tapur so stórt,
sum spátt er um — so skal
Javnaðarflokkurin møgu-
liga finna ein nýggjan for-
mann.
Royndur politikari
Fogh og Lykketoft eru báðir
royndir menn innan poli-
tikk. Teir hava sitið saman á
tingi í 26 ár og kenna hvønn
annan út og inn. Spyr tú teir
royndastu journalistarnar á
Christiansborg, hava Fogh
og Lykketoft seinastu árini
verið heilarnir aftanfyri
allar stórar ætlanir — aloft-
ast í tøttum samstarvi við
hvønn annan.
Eingin er í iva um, at teir
báðir
eru
dugnaligastu
politikarirnir
Danmark
eigur í dag. Munurin er, at
hetta hevur givið eina mynd
av Lykketoft, sum leiðaran
av einum dukkuleiki, har
hann stýrdi fyrst Auken og
síðan Nyrup fyri síðan at
koppa teir — ein fyri ein og
seta seg sjálvan á trúnuna.
Fogh hevur hinvegin altíð
hildi
seg
skikkiliga
í
bakgrundini, tá hann fyrst
hevði skumpað Brixtofte til
viks og var vorðin nummar
tvey. Hann fekk valdið latið
frá Uffe Elleman Jensen á
ein meira reiðiligan og
sømuligan hátt, tá hansara
tíð var komin.
Mogens Lykketoft hevur
verið í poltiskum starvið
síðan 1968, har hann av
fyrsta sinni byrjaði í "Ar-
bejderbevægelsens
Er-
hvervsråd". Hann er ætt-
leiddur, men pápin doyði,
tá hann var 13 ár, og hann
fekk tíðliga ábyrgd. Í 1979
doyði kona hansara Aase
Toft, og hann stóð eftir við
tveimum døtrum. Síðani
hevur hann verið giftur við
Helle Mollerup og Jytte
Hilden, og er nú saman við
journalistinum
Mette
Holm.
Taparin
Fornleivd ella
frelsari
Mynd: DR