sunnudagur 6. februar 2005síða 34
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 26 - 8. februar 2005
– Vit føroyingar eiga
at kunna standa á
egnum beinum, sigur
Kristbjørg Toftegaard
av Skála, sum á fyrsta
sinni bjóðar seg fram
sum valevni
FÓLKATINGSVAL ’05
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
– Eg havi altíð havt áhuga
fyri politikki. Og nú tað
varð heitt á meg um at stilla
upp til fólkatingið, játtaði
eg.
– Eg vænti tó ikki at eg
verði vald, tí eg eri enn eitt
óskrivað blað í politikki.
Men eg ynski kortini at
stuðla flokkinum við at
geva honum nakrar atkvøð-
ur aftrat, sigur Kristbjørg
Toftegaard.
Hon er eitt av teimum 22
valevnunum á tjóðveld-is-
listanum til valið í dag. Eitt
val, har hon avgjørt vónar,
at flokkurin fær annað
umboðið.
Kristbjørg er eisini von
við politiskt tos heima við
hús, men kemur ikki bein-
leiðis úr einum typiskum
tjóðveldisheimi. Familjan
hjá mammuni hevur valt
javnaðarflokkin,
meðan
pápin hennara ikki tosaði
hart um, hvønn flokk hann
valdi.
Dirvi vantar
Hetta
við
tí
politiska
arbeiðinum hjá Kristbjørg
kom heldur brádliga á. Tá
fólkatingsvalið varð út-
skrivað heittu fólk úr flokk-
inum á hana um at stilla
upp, og hon játtaði.
– Eg havi altíð verið tjóð-
veldisfólk, men havi kortini
ongatíð verið so virkin, at
eg var limur í flokkinum.
Men tá eg so kom uppá
listan, avgjørdi eg eisini at
gerast limur.
Hennara grundsjónarmið
fyri føroyska samfelagið er
tað sama sum hon kennir
aftur frá flokkinum, nevni-
liga at vit skulu standa á
egnum beinum.
Nær hetta verður, – tað er
so ein annar spurningur.
– Hetta hendir líka so
skjótt, vit hava dirvi til tess,
sigur Kristbjørg.
Finna stevið
Kristbjørg
hevur
ikki
profilerað seg so nógv í
hesum valstríðnum, men
hevur fylgt við tí, sum
onnur hava framborið og
skrivað.
– Alt er so nýtt fyri mær
enn, so eg má líkasum
finna stevið í øllum hesum,
sigur hon.
Hon hevur ikki skrivað
nakra valgrein, men hevði
orðið, tá flokkurin skipaði
fyri serstakari tjóðveldis-
café í føðibýi hennara,
Fuglafirði í farnu viku.
– Eg havi tí ikki stórar
forvæntningar um at eg
verði vald niður á danating.
Men motivasjónin hjá mær
er at stuðla flokkinum, so at
hann
kann
fáa
annað
umboðið.
– Eg verði neyvan tann
stóri stemmuslúkarin, legg-
ur hon skemtandi aftrat.
Eldraøkið
Hóast hetta er fyrsta ferðin,
at Kristbjørg er stillað upp,
so er hon ikki óinteresserað
í tí politiska arbeiðinum her
á landi.
Hetta
fólkatingsvalið
kann gerast skumpið hjá
henni at fara víðari í tí
heimliga politikkinum, har
nógv mál eru at taka av.
Sum varaleiðari í Heima-
røktini veit hon, hvat rørir
seg innan viðurskiftini hjá
teimum eldur í okkara
samfelagi.
– Hetta er eitt mál, sum
ikki virkar nóg væl í dag.
Her restar nógv í, sigur
Kristbjørg.
- Eg havi altíð valt tjóðveldið
Politiski valfundurin
á Kambsdali fyrra-
partin í gjár vísti, at
umboðini úr teimum
smáu flokkunum
vunnu á teimum
stóru. Ein kanning á
sjálvum fundinum
vísti kortini, at
Sambandsflokkurin
og Fólkaflokkurin fáa
umboð vald á
Fólkating
FÓLKATINGSVAL ’05
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Tann seinasti stóri valfund-
urin til hetta fólkatingsvalið
varð í gjár hildin fyri teim-
um hundraðtals næmingun-
um, ið ganga á skúlunum á
Kambsdali.
Á fundinum fingu næm-
ingarnir høvið at siga sína
hugsan um, hvønn flokk
tey høvdu valt um val var í
dag. Og her vísti kanningin,
at næmingarnir yvirhøvur
atkvøddu borgarligt, tí skal
ein ganga eftir hesi kann-
ingini so verða tað umboð
úr Sambandsflokkinum og
Fólkaflokkinum sum verða
vald í dag.
Kanningin vísti samstun-
dis, at orðaskiftið millum
formenninar í flokkunum
flutti rættiliga nógvar at-
kvøður – soleiðis at Anfinn
Kalsberg, Jóannes Eides-
gaard og Høgni Hoydal
mistu ein hóp at atkvøðum
til Bill Justinussen, Kára P.
Højgaard og til Johan
Dalsgård.
Hinvegin so slapp Kaj
Teir smáu vunnu á teim stó
Næmingarnir greiða atkvøðu á Kambsdali – ein atkvøðugreiðsla sum vísti, at eitt politiskt orðaskifti kann broyta støðutakanina hjá ungum veljarum’
Mynd: Jens Kr. Vang
– Eg verði neyvan tann stóri stemmuslúkarin, sigur Kristbjørg
Toftegaard, valevni fyri tjóðveldisflokkin
Mynd: Jens Kr. Vang
Fakta:
Navn: Kristbjørg Toftegaard (36 ár)
Gift við Kristmund Johannesen
Børn: 2 (10 og 6 ár)
Bústaður: Skáli
Starv: Sjúkrarøktarfrøðingur í 1996.
Starvsroyndir: Sjúkrarøktarfrøðingur í Ålborg og á
Røktarheiminum í Runavík; Mai 2003 varaleiðari
í Heimarøktini fyri Vága og Norðstreymoyar økið.
Fakta