sunnudagur 6. februar 2005síða 35
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 26 - 8. februar 2005
35
- Eg havi áður staðið
uttanfyri og havi bert
lurtað eftir teimum
sum vóru valevni. Nú,
eg sjálv havi stillað
upp, havi eg fingið
eina føling av, hvat
tað vil siga at føra eitt
valstríð. Og eg eri tí
heldur ikki óinteress-
erað í at fara víðari.
Men tað má so tíðin
vísa, sigur Elin Heð-
insdóttir Joensen,
sum á fyrsta sinni er
valevni til eitt
politiskt val
FÓLKATINGSVAL ’05
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
– Eg havi altíð havt áhuga
fyri politikki. Og nú fólka-
tingsval varð útskrivað, helt
eg tað vera ein góðan
møguleika at byrja uppá.
– At tað so fyrst er nú,
kemur av at pápi mín ikki
er uppstillaður hesaferð.
Tað hevði ikki verið serliga
klókt, um bæði eg og pápi
mín stóðu á sama lista til
valið, sigur Elin Heðins-
dóttir Joensen, sum er val-
evni fyri javnaðarflokkin til
valið í dag.
Hon vónar, at flokkurin
fær annað umboðið á dana-
ting. Eydnast hetta, so
verður tað ein góður møgu-
leiki at verða eitt millumlið
í øllum samskiftinum mill-
um landsstýrið og donsku
stjórnina.
Elin er kend frá mongum
økjum bæði innan ítrótt og
nevndararbeiði. Hon er í
løtuni forkvinna í Fimleika-
sambandinum, og er sam-
stundis tann einasta kvinna
í tí 15 mans stóru stjórnini í
Ítróttarsambandi Føroya.
Onga yvirdosis
Elin er ikki óvon við at
lurta eftir og luttaka í polit-
iskum tosi heima við hús.
Pápin, Heðin Mortensen,
borgarstjóri í Havn, hevur
luttikið í politikki síðani í
desember 1972.
– Hóast pápi mín hevur
verið virkin í meiri enn 30
ár, so haldi eg tó ikki, at eg
havi fingið nakra yvirdosis
av politikki heima hjá
okkum.
– Men eg mátti tó mang-
an leggja oyra til viðmerk-
ingar frá øðrum um at pápi
mín var við, sigur Elin.
Hesar
viðmerkingar
komu bæði frá børnum,
men eisini frá vaksum
fólki. Onkutíð vóru hesar
viðmerkingar ikki so stutt-
ligar hjá einum barni at
hoyra, og enn minni hjá
einum tannáringi. Men
hetta hevur kortini ikki
tikið áræðið og mótið frá
Elini um at fara upp í
politikk.
– Eg haldi, at eg eri blivin
herdað við árunum, sigur
hon.
Enn eru tað fólk, sum
koma við viðmerkingum til
hennara um eitt og annað
mál, sum pápin er við í, og
sum kanska ikki fekk tað
rætta úrslitið. Nú leggur
hon kortini minni í tað: -
Eg biði tey bara ringja til
rætta viðkomandi. Eg fái so
sjálv einki gjørt við tað!
At ávirka viðurskiftini
Elin hevur fyri stuttum
hildið sín 39 ára føðingar-
dag, men fyrst nú er hon av
álvara farin upp í politikk.
Frá barnaheiminum er
hon von við politiskt tos,
men so líðandi er vaksin
ein áhugi í henni sjálvari,
um møguleik at vera við til
at
ávirka
ta
politisku
gongdina.
– Tað hevur altíð hugtikið
meg, at ein gjøgnum polit-
ikkin kann vera við til at
ávirka viðurskifti í samfel-
agnum – ja, at tú gjøgnum
títt arbeiði kanst seta títt
preg uppá ymisk ting.
– Her sær ein viðurskifti,
ið hava mín serliga áhuga.
Og her sær ein tað sum
virkar, og tað sum ikki
virkar. Gjøgnum tað polit-
iska arbeiðið kann ein fara
inn og gera forbetringar har
tað er neyðugt – tí í síðsta
enda er alt meiri og minni
knýtt at játtanini, ið fæst,
sigur Elin.
Hon hevur ikki minst
sæð hetta, tey átta árini hon
var í Barnaverndini í Havn,
harav hon tey seinastu fýra
árini var forkvinna.
Hetta er kortini ikki
fyrstu ferð, at hon stillar
upp, tí hon hevur áður verið
uppstillað til Skúlaráðið í
Havn, áðrenn tann skipanin
varð broytt.
Úr flokkinum
Eftir býráðsvalið í heyst
gjørdist pápi hennara sum
kunnugt
borgarstjóri
í
Havn. Hetta hendi ikki
uttan umtalu, tí hann í
veruleikanum skifti flokk í
hesi tíðini – hann fór úr
Sambandsflokkinum
og
yvir í Javnaðarflokkin.
Og Elin, hon fylgdi í fað-
irsins fótasporum!
– Hetta hendi tó ikki yvir
náttina, men var ein liður í
eini prosess eftir seinasta
býráðsval, har Sambands-
flokkurin koksaði totalt,
sigur hon.
Hon heldur, at eftir bý-
ráðsvalið hugsaði ein í
Sambandsflokkinum alt ov
lítið frameftir, og valdi
heldur at hanga seg í viður-
skifti, sum ikki vóru so
viðkomandi.
– Teir fingu møguleika at
koma við í samgonguna í
býráðnum, hóast teir høvdu
stóra afturgongd, og vóru
haraftrat bert fáar atkvøður
frá at missa ein býráðslim
afturat.
– Men hvat hendi? Teir
tóku ikki av tilboðnum um
samgongu – og settu seg
soleiðis uttanfyri ávirkan á
býráðsarbeiðið.
Hetta
kundi eg illa góðtaka, og
gjørdi eisini vrøvl hjá fleiri
um hetta, uttan tó at nakað
úrslit spurdist burturúr tí.
Tað virkaði meiri sum um
ein lukkaði av fyri tí, eg
kom við, sigur Elin.
Úrslitið av øllum varð so
tað, at Heðin Mortensen
varð valdur borgarstjóri fyri
Javnaðarflokkin.
Útifryst
Hetta við stríðnum í Havn
kom
eisini
at
ávirka
álitisstarvið, sum Elin sjálv
hevði havt í Barnaverndini
tey seinastu átta árini, sum
umboð fyri Sambands-
flokkin.
Hon hevði brúkt nógva
orku og kreftir í hesum
arbeiðinum, men nú var
arbeiðið
hennara
altso
liðugt í flokkinum.
– Tey ikki so mikið sum
kontaktaðu meg, tá nevnd-
irnar skuldu veljast. Eg
varð simpelthen útifryst!,
sigur hon.
Elin sjálv hevur verið í
Sambandsflokkinum, men
hon hevur kortini ikki dult
fyri, at hon var fyri at
føroyingar kundu yvirtaka
fleiri málsøki.
Tíðin hevur eisini víst, at
broytingar máttu koma í
sambandið millum Føroyar
og Danmark, og eftir
hugsan Elinar, kunnu vit
gott fara enn longur á hesi
leiðini.
– Eg dugi ikki at síggja
nakra orsøk at hanga við,
bara fyri at hanga við. Hava
vit ráð at yvirtaka, so haldi
eg at vit skulu gera tað,
sigur hon.
Eftir hennara sannføring
hevur
Javnaðarflokkurin
eina góða stevnuskrá, og
sjálv kann hon taka undir
við øllum tí, sum stendur
har.
Egin rútma
Sum nevnt er hon vaksin
upp við politikki, og nú hon
er uppstillað, hevur hon
fingið mong hent ráðini frá
t.d. pápa sínum.
Hann hevur fortalt henni,
hvat ein skal hugsa um,
hvussu ein skal føra fram
síni sjónarmið - og ikki
minst, hvussu ein skal føra
seg sjálva(n) fram.
– Hetta eru alt góð ráð,
sum eg havi brúkt og kann
fáa brúk fyri í framtíðini
eisini.
– Men eg haldi tó, at tað
er viktugt fyri meg at finna
mína
egnu
rútmu
í
politikki, sigur Elin.
Hon hevur eisini fingið
góða hjálp frá systir síni,
sum er mediagrafikari, og
hevur
m.a.
sniðgivið
heimasíðu hennara.
- Politikkur er at ávirka
Navn: Elin Heðinsdóttir Joensen (39 ár)
Gift við Regin Egilsson Joensen
Børn: 3 (18, 12 og 7 ár)
Álitisstørv:
Havnar Fimleikafelag 1995-2000;
Føroya Fimleikasamband 2000-, formaður;
Stjórnarlimur í Ítróttasamband Føroya 2000 -;
Nevndarlimur í Havnar Sjúkrakassa;
Umboðsráðslimur í Tryggingarfelagnum Føroyum;
Tórshavnar Barnavernd 1997-2005, formaður frá
2000-2005.
Fakta
óru
Leo Johannesen rættiliga
væl frá sínum innleggum, tí
Sambandsflokkurin fekk
eina framgongd uppá 2,9 %
- og kann, um hetta verður
úrslitið í kvøld, varðveita
sítt fólkatingsumboð!
Lívligt orðaskifti
Á fundinum luttóku for-
menn úr øllum flokkum,
har teir løgdu fram síni
sjónarmið
fyri
einum
stórum parti av skúlaung-
dómi okkara.
Høvið var eisini hjá
næmingunum at seta fram
spurningar til tey politisku
umboðini. Og her varð
dúgliga spurt, um bæði
yvirtøkur, ES, skattalætta
og um umboðini vildu fara
beinleiðis upp í danskan
politikk.
Men fundurin hevði eis-
ini eitt annað endamál: At
vita, hvønn flokk næming-
arnar fóru at velja, og um
ein politiskur fundur av
slíkum
slagi
broytti
støðuna hjá hesum ungu
veljarunum.
Tað sum tí eisini var ser-
stakt við hesum valfundi
var atkvøðugreiðslan. Hós-
dagin í farnu viku høvdu
allir næmingarnir fingið
hvør sín atkvøðuseðil, sum
varð latin inn og síðani
goymdur.
Tá fundurin í gjár hevði
vart í góðan 1 1/2 tíma varð
ein nýggj atkvøðugreiðsla
gjørd, fyri at lýsa um nakar
munur var á støðutakanini
hjá næmingunum nú og í
farnu viku. Og munur var
veruliga á!
Broytt støða
Eftir kanningini í farnu
viku at døma, so átti
Fólkaflokkurin fyrstvalda
umboðið og Sambands-
flokkurin seinna umboðið.
Men á fundinum í gjár var
støðan
kortini
broytt
soleiðis,
at
Sambands-
flokkurin fekk fyrra um-
boðið og Fólkaflokkurin
tað seinna.
Sum yvirlitið eisini vísir,
so var veruliga talan um
eina flyting av atkvøðum:
Teir smærru flokkarnir
tóku atkvøður frá teimum
stóru, og Hin Stuttligi
Uttanflokkalistin
gjørdi
eisini eitt rimmar hál á
valfundinum.
Hetta má sigast at vera
eitt heldur øðrvísi úrslit
enn tað hjá Gallup, har
Tjóðveldirsflokkurin
og
Javnaðarflokkurin tóktust
fáa umboðini.
Einki er tó avgjørt, tí
fyrst í dag skulu veljararnir
kring alt landið siga sína
hugsan um hetta málið.
Veljarakanning á
Kambsdali
Undan fundinum og á sjálvum fundinum varð spurt,
hvønn flokk næmingarnir høvdu valt. Úrslitið var
hetta:
Hósdagin
Á veljarafundinum
Munur
í farnu viku
í gjáramorgunin
A 24,3
17,3
(- 7)
B 20,0
22,9
(+ 2,9)
C 14,4
13,3
(- 1,1)
D 1,3
8,0
(+ 6,7)
E 18,0
16,1
(-1,9)
F 7,2
10,8
(+3,6)
U 3,9
8,8
(4,9)
Veit ikki 9,8
2,8
( - 7)
Ógyldug 1,0
0,0
(- 1)
– Tað hevur altíð hugtikið meg, at ein gjøgnum politikkin kann
ávirka viðurskifti í samfelagnum – ja, at tú kanst seta títt preg
uppá ymisk ting gjøgnum politiskt arbeiði, sigur Elin
Heðinsdóttir Joensen
Mynd: Jens Kr. Vang