Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-06, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 6. februar 2005síða 36

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 26 - 8. februar 2005 Løgtingsformaður- in ætlar sær ikki bæði at vera løg- tingsformaður og sita í fólkatingin- um. Verður Ed- mund Joensen valdur í fólkating- ið, má hann taka støðu til, um hann skal leggja frá sær sum løgtingsfor- maður ella lata varamannin røkja fólkatingssessin FÓLKATINGSVAL Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Løgtingsformaðurin Ed- mund Joensen er ein av teimum, sum bjóðar seg fram á fólkatingsvalin- um týsdagin, og sam- bært Gallup verður valið í flokkinum fyrst og fremst ímillum hann og formannin Kaj Leo Jo- hannesen. Skuldi tað hent, at Edmund Joensen varð valdur í fólkatingið, ætl- ar hann sær at velja ímillum fólkatingið og løtingið. – Tað ber ikki til at vera fólkatingsmaður og løtingsformaður í senn, og tí skal eg velja mill- um størvini, um tað kemur so langt, sigur Edmund Joensen. – Eg ælti mær tó ikki at taka nakra støðu til hetta áðrenn valið, tí fyri tað fyrsta standa vit ikki til at fáa eitt fólkatings- umboð í løtuni, og fyri tað næsta er tað vanligt, at formaðurin í flokkin- um endar ovast til valið, sigur hann. Eingin formlig forðing Síðani nýggja stýris- skipanarlógin kom í gildi, hevur eingin løg- tingsformaður verður valdur í fólkatingið, og tí er einki fordømi um hetta. – Tað er einki formligt í vegin fyri, at løgtings- formaðurin kann sita í fólkatinginum eisini. Hóast løgtingsformað- urin hevur hægstu tign í politisku skipanini, so er hann í grundini bara ein vanligur løgtingsmaður við nøkrum serligum uppgávum. Tí er tað upp til løgtingsformannin sjálvan at gera av, um hann vil røkja bæði størvini, sigur Anfinn V. Hansen, sum var við til at gera álitið um stýris- skipanarlógina. Edmund Joensen er tó avgjørdur um, at tað ber ikki til at vera løgtings- formaður og fólkatings- maður í senn. – Skuldi tað hent, at eg varð valdur, so fer flokkurin at umrøða støðuna, so at bæði størvini verða røkt bæði væl og virðiliga. Ein vanligur løgtingsmaður kann røkja bæði størv- ini, men tað kann ein løgtingsformaður ikki, sigur Edmund Joensen. Einki fordømi Edmund Joensen hevur áður sitið í fólkatingin- um. Hann varð valdur á valinum 21. september í 1994 ella seks dagar eftir, at hann hevði tikið við sum løgmaður. Edmund Joensen var við, tá ið fólkatingið varð sett, men hann røkti ongantíð fólkatingssess- in. Jóhannes Martin Olsen sat í fólkatings- sessinum, meðan Ed- mund Joensen var løg- maður. Nýtt fólkating varð valt 11. mars í 1998, og tá fall Edmund. 15. mai í 1998 legði hann frá sær sum løgmaður. Eingin av løgtingsfor- monnunum síðani 1994 hava verið valdir í fólka- tingið. Hvørki Marita Petersen, Jógvan Ing- vard Olsen ella Finnbogi Ísakson komu tí í støð- una, at tey skuldu velja millum løgtingið og fólkatingið. Ta støðuna kann Ed- mund Joensen koma í, men hann vil ikki taka støðu til valið millum løgtingið og fólkatingið undan sjálvum valinum týsdagin. – Tað er eingin orsøk at taka sorgina ella gleð- ina uppá forhond, sigur hann. – Tað ber ikki til at vera fólkatingsmaður og løtingsformaður í senn, og tí skal eg velja millum størvini, um tað kemur so langt, sigur Edmund Joensen, løgtingsformaður Løgtingsformað- urin má velja – Veljarakanningin varð gjørd áðrenn nakað sum helst, og tí fara vit at fáa meira enn eitt prosent av atkvøðunum, sigur Johan í Kollafirði FÓLKATINGSVAL Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Johan í Kollafirði stóð seg so væl á veljarafundinum á Kambsdali mánamorgunin, at hann fór úr einum pro- senti og upp í átta prosent av atkvøðunum hjá næm- ingunum, sum atkvøddu í sambandi við fundin. – Eg fekk átta ferðir so nógvar atkvøður bara við at fýra nakrar flatar vittig- heitir av. Fyristilla tær, hvat kundi hent, um eg slapp at snakka eina løtu, sigur Johan í Kollafirði. – Hetta landið er ikki so demokratiskt, sum vit halda, at tað er. Allir flokk- arnir hava fingið sína egnu sending í Útvarpinum, men tað havi eg ikki. Teir hava eisini nógvar pengar at arbeiða fyri. Væntar meira Sambært veljarakanningini hjá Gallup fær Hin Stuttligi Uttanflokkurin bara eitt prosent av atkvøðunum, men Johan í Kollafirði roknar við meira. – Veljarakanningin varð gjørd áðrenn nakað sum helst, og tí fara vit at fáa meira enn eitt prosent av at- kvøðunum, sigur hann. Deja Vu snávaði, tá GoGo Blues og Lama Sea gjørdust vinnar- arnir av fyrsta inn- leiðandi umfarinum í Prix Føroyum TÓNLEIKUR Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Prix Føroyar byrjaði leyg- arkvøldið, tá tað fyrsta av fýra innleiðandi umførum var í Fuglafirði. Seks bólkar vóru við í kappingini, og úrslitið gjørdist eitt sindur óvænt- að. Tey flestu høvdu roknað við, at Deja Vu, sum í 2003 endaði næstfremst í Prix Føroyum, kom víðari, men soleiðis varð ikki. GoGo Blues fekk annað plássið, og so kom tað eitt sindur óvæntað á, at ungi havnabólkurin Lama Sea hevði eina sera góða fram- førslu og fór avstað við hinum plássinum. Umframt Deja Vu komu heldur ikki Dimmi, SIC ella Paradox víðari í kapp- ingini hesaferð. Næsta umfar í Prix Før- oyum verður leygarkvøld- ið. Sosialurin hevur í blað- num í morgin eina stóra frásøgn frá fyrsta undan- umfarinum í Prix Føroyum. Lama Sea tók øll á bóli GoGo Blues og Lama Sea komu víðari frá tí fyrsta innleiðandi umfarinum í Prix Føroyum Mynd: Jens Kr. Vang Einki stuttligt hjá teimum Stuttligu – Eg fekk átta ferðir so nógvar atkvøður bara við at fýra nakrar flatar vittigheitir av. Fyristilla tær, hvat kundi hent, um eg slapp at snakka eina løtu, sigur Johan í Kollafirði