Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-06, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 6. februar 2005síða 37

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 26 - 8. februar 2005 37 Leiguhermenn í Irak Teir seinastu mánaðarnar hava fleiri privatar fyritøkur søkt eftir monnum, sum eru sinnaðir at fara til Irak at hjálpa iraksku løgregluni at verja amerikanskar herstøðir og venjingarstøðir hjá iraksku løgregluni, skrivar Aftenposten. Blaðið veit millum annað at siga, at fyritøkurnar hava fingið leiguhermenn úr Brasil, Kili, Kolombia, El Salvador og Nikaragua. Menninir skulu ikki vera eldri enn 37 ár, og teir skulu hava góða heilsu. Lønin sigst vera ímillum 35.000 og 45.000 krónur um mánaðin, og tað eru nógvir pengar í teimum mið- og suðuramerik- onsku londunum, har ein vanlig mánaðarløn sjáldan fer upp um 2.000 krónur, skrivar blaðið. Tað ery yvirhøvur fyrrverandi hermenn og løgreglu- menn, sum taka av tilboðum um at virka sum leigu- hermenn í Irak, og í amerikanska verjumálaráðnum Pentagon halda tey, at í dag eru umleið 18.000 útlendskir leiguhermenn í Irak. Teir flestu eru úr mið- og suðuramerikonskum londum, og tað eru yvirhøvur fyritøkur í USA, sum hava fingið teir til Irak. Hægri skatt Hevur svenski fíggjarmálaráðharrin, Per Nuder, rætt, eiga sviar at brynja seg til at rinda hægri skatt um eini fimm ella tíggju ár. – Nógvir av mínum evropeisku starvsbrøðrum aftra seg við at siga tað, sjálvt um teir vita, at tað verður neyðugt. Um alt Evropa krevja fólk, at vit skulu játta meiri pengar til tað almenna, og tí sleppa vit ikki undan at hækka skattin í komandi árum, sigur Per Nuder við Financial Times. Hann er heldur ikki einsamallur, tí í síðstu viku segði Gøran Persson, forsætisráðharri, at tað almenna noyðist at taka størri lut í framburðinum í komandi árum, og at tað tí verður neyðugt at útvega tí almenna meiri pengar. Í svenska vinnulívinum eru tey alt annað enn fegin um orðini hjá teimum báðum ráðharunum. Har verður víst á, at Svøríki hevur hægstaskattatrýstið í øllum ES. Í 2003 svaraðu skattur og avgjøld til 51,4 prosent av bruttotjóðarframleiðsluni, meðan meðaltalið í hinum ES-londunum var 41,5 prosent, skrivar TT. Søguligur sigur Forsætisráðharrin í Teilandi, Thaksin Shinawatra, vann stórsigur á tjóðartingsvalinum sunnudagin. Flokkurin hjá forsætisráðharranum, Thai Rak Thai, fekk so nógvar atkvøður, at fyri fyrstu ferð kann ein einsamallur flokkur skipa stjórn í Teilandi. Flokkurin vann í 329 av teimum 400 valdømunum og fekk 399 av teimum 500 tinglimunum. Tann størsti andstøðuflokk- urin, Demokratarnir, fekk 80 umboð á ting. Seinasta valskrið skipaði Shinawatra stjórn saman við flokk- inum Chart Thai, men hesin flokkurin fekk bara 20 tinglimir á valinum sunnudagin. Úrslitið ger, at andstøðan kann ikki leggja uppskot fyri tjóðartingið um misálitisváttan á stjórnina. Verða tiknir skjótt Í Svøríki sigur løgreglan seg hava illgruna um, hvør tað var, sum burturflutti vinnulívsmannin Fabian Bengts- son. Hann bleiv burturfluttar tann 17. januar, men í síðstu viku kom hann afturíaftur. Sambært blaðnum Expressen hevur Fabian Bengts- son greitt løgregluni frá, at burturflytararnir høvdu hann sitandi í einum kassa, sum var so lítil, at hann hevði ilt við at fáa nóg mikið av luft. Hann var fleiri ferðir bangin fyri at doyggja, men ein av burtur- flytarunum royndi at sissa hann, og tað var hesum manninum fyri at takka, at eg yvirhøvur kom aftur á lívi, skal Fabian Bengtsson hava sagt. Ein talsmaður hjá løgregluni í Gøteborg segði í gjár, at burturflytararnir vóru helst tríggir í tali, og at løgreglan hevur góð spor at ganga eftir. Tí væntaði talsmaðurin, at menninir verða tiknir skjótt. UTTAN ÚR HEIMI Tony Blair hevur bið- ið fyrrverandi ráð- geva sín Alastair Campbell hjálpa sær at vinna parlaments- valið, sum ætlandi verður 5. mei BRETLAND Árni Joensen fartekst@mail.dk Alastair Campbell var ein av teimum fremstu ráðgev- unum hjá Tony Blair, for- sætisráðharra, til hann fór úr starvinum í august í 2003, eftir at BBC hevði avdúkað, at Campbell hevði broytt innihaldið í einari frágreiðing um hópoyðingarvápnini hjá Irak. Men sambært The Inde- pendent hevur Blair nú aftur sent boð eftir ráðgev- anum. Hann skal hjálpa Labour at endurvinna stjórnarvaldið, tá val ætlandi verður í Bretlandi tann 5. mei, skrivar blaðið. Hesaferð verður Campbell kortini ikki fremsti ráð- gevin hjá Blair, tí tað starv- ið hevur Alan Milburn. Í seinastuni hevur tann konservativi andstøðu- flokkurin funnist hvassliga at fleiri valplakatum hjá Labour, tí tær ganga kon- servativa floksformannin- um, Michael Howard, sera nær. Sambært Sunday Tim- es vilja teir konservativu vera við, at hugskotið til plakatirnar er komið frá Alastair Campbell. Fólkatingsvalið í Danmark í dag verð- ur eftir øllum at døma javnari, enn veljarakanningarnar hava bent á FÓLKATINGSVAL Árni Joensen fartekst@mail.dk Tá Anders Fogh Rasmus- sen í síðsta mánað gjørdi av at skriva út nýval til Fólkatingið, bendu allar veljarakanningar á, at hann hevði tikið avgerðina í teirri røttu løtuni, tí kann- ingarnar góvu stjórnar- samgonguni tryggan meiriluta. Men í seinastuni er munurin tódnaður. Eitt er, at Vinstriflokkurin hjá for- sætisráðharranum hevur mist atkvøður, og at Sosial- demokratarnir hava fingið atkvøður. Eitt annað er, at stuðulsflokkurin hjá stjórn- ini, Danski Fólkaflokkurin, hevur mist ein part av sínari undirtøku, samstundis sum Radikali Vinstriflokkurin, sum er fastur stuðul hjá Sosialdemokratunum, hev- ur fingið nógvar atkvøður afturat og sær út til at fáa eit sera gott val í dag. At spenningur kom í val- stríðið nú upp undir endan sást týðiliga sunnukvøldið, tá tað seinasta formans- orðaskiftið var í sjón- varpinum. Har royndi And- ers Fogh Rasmussen at siga sínum veljarum, hvusu um- ráðandi tað er, at teir fara á val, samstundis sum hann vísti á, at ein atkvøða til Radkala Vinstraflokkin er ein atkvøða til Sosialdemo- kratarnar. Eisini í gjár ávaraði Vinstriflokkurin fólk ímóti at velja Radikala Vinstraflokkin. Í gjár vísti ein veljara- kanning, at stjórnarsam- gongan fór at fáa 93 ting- limir og andstøðan 82, men Lars Bille, valgranskari á lærda háskúlanum í Keyp- mannahavn, segði í gjár, at valið í dag er ikki avgjørt. Hann vísti á, at 18 prosent av veljarunum høvdu ikki tikið støðu í gjár, og at á valinum í 1998 broyttu næstan ein hálv millión veljarar støðu teir báðar seinastu dagarnar undan valinum. Tí er einki avgjørt enn, segði hann. Blair sent boð eftir umstríddum ráðgeva Javnari enn væntað Heldur Anders Fogh Rasmussen fram? Ella verður tað Mogens Lykketoft?