Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-06, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 6. februar 2005síða 38

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 Nr. 26 - 8. februar 2005 Agnar Joensen: – Alt ov nógv hvílur á Inga Strikuspælarin Agn- ar Joensen hjá VÍF helt eftir dystin fyri, at tað er ov galið, at eitt lið skal standa og falla við einum manni STEYPAPRÁT Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Agnar Joensen stóð eitt sindur burtur frá fjøldini og eygleiddi teir fengu strandingar, tá ið vit fingu orðið á hann eftir steypa- ósigurin leygardagin. Spurdur, hvussu tað ber til, at álopsspælið hjá VÍF fullkomiliga fellur saman, tá ið Ingi Olsen fer av vøllinum, sigur hann: – Eg veit ikki. Ingi er so nógv tann besti spælarin í Føroyum, men tað er nógv for galið, at tað skal hvíla so nógv á einum spælara, tí hann blívur ikki við at spæla, so onkur má koma í hansara stað. Áki G. tók yvir, men hann noyddist eisini út við skaða eina løtu, so hetta var bara ikki okkara dagur, sigur Agnar. Spurdur, hvørja ávirkan steypaósigurin fer at hava á landskappingina, sigur Agnar. – Eg vóni og vænti ikki, at tað fer at hava nakra ávirkan á okkum, men tað vil tíðin vísa. Vit ætla okkum so meistaraheitið, og vit skulu nokk koma sterkt aftur, sigur Agnar Joensen. Venjarin hjá VÍF, Dia Midjord, var sera vónbrotin um steypaósigurin, og hann vil ikki brúka missin av Inga Olsen sum orsøk til ósigurin STEYPAPRÁT Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Tað eydnaðist ikki Dia Midjord og hansara monnum í VÍF at vinna steypafinaluna leygardag- in, og tað harmaði venj- aran almikið. Vit spurdu Dia, hví VÍF ongantíð av álvara fekk spælið hjá sær at koyra. – Eg veit ikki heilt. Vit missa Inga, men vit eiga at kunna spæla okkara spæl uttan hann. Vit standa ikki nóg væl í verj- uni, og teir koma til alt ov nógv bílig mál, sum teir ikki skulu fáa, sigur Dia Midjord. Ofta verður sagt, at málverjarnir hava stóran týdning í einum dysti, og hetta helt Dia eisini var galdandi í finaluni leygar- dagin. – Marian stendur ein fantastiskan dyst í málin- um hjá teimum, og hann hevur fleiri bjargingar, tá ið vit annars eru um at fáa fatur á teimum aftur. Sam- stundis haldi eg ikki, at okkara málverjar standa meiri enn ein miðal dyst, og tað kann verða munurin millum tvey lið, sigur Dia Midjord. Dia Midjord: - Vit komu ikki í gongd Enn einaferð prógv- aðu strandingar, at teir eru steypaliðið burturav í føroyskum manshondbólti, tá ið teir leygardagin vunnu uppibornan sigur á VÍF, sum ikki megnaði at fáa glið á spælið hjá sær uttan Inga Olsen STEYPAFINALA Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Leygarkvøldið helt onkur skemtandi fyri, at spurn- ingurin var, um StÍF stóð fyri Stranda Ítróttarfelag ella Steypaliðið Í Føroyum, og tað kann tað verða nak- að um. Strandingar vístu nevnliga í finaludystinum móti VÍF, at tá ið talan er um sonevndar alt ella einki dystir, eru teir altíð drúgvir. Stýrmaðurin reyk Undan steypafinaluni høvdu liðskipararnir hjá hinum fýra liðunum í bestu mansdeildini í hondbólti allir peikað á Inga Olsen, tá ið teir vóru spurdir, hvør var lyklaleikarin hjá VÍF. At liðskipararnir høvdu grein í sínum máli, er lítið at ivast í, og finaludysturin leygar- dagin man verða eitt gott prógv um hetta. Tað var nevnliga so, at vestmenningar vóru so mikið óhepnir, at ein skaði í økslini, sum Ingi hevði fingið í dystinum móti Kyndli fyri góðari viku síðani, stakk seg upp aftur, og stýrmaðurin hjá VÌF noyddist tí út, longu tá ið sjey minuttir vóru leiktir av dystinum. Hóast dúgliga var roynt at fáa Inga kláran aftur, so var einki at gera, tí Ingi hevði onga føling í høgra armi. Missurin av Inga var ein dyggur smeitur fyri vest- menningar, sum ongantíð fingu álopsspælið hjá sær at koyra móti offensivu verjuni hjá strandingum. StÍF vardi sera offensivt við einum Paula Hansen liggj- andi frammi á spælskipar- anum og Bent Djurhuus var langt frammi á Sámal Joen- sen hjá VÍF á vinstra bakki. Júst móti slíkum offensiv- um verjum er Ingi gull verdur, tí at hann hevur so gott hegni til at finna smá hol í verjuni hjá mótstøðu- liðnum og spæla viðleik- arar leysar. Áki G. Olsen er mest náttúrligi avloysarin hjá Inga á stýrmansplássinum, men fyri at gera ilt verri, so fekk hann eisini ein snudd í finaludystinum, og hann var leingi uttan fyri vøllin. Einfalt álopsspæl Í hinum endanum av vøllin- um var meiri bit í álops- spælinum hjá strandingum. Við rættuliga einføldum álopsspæli lirkaðu strand- ingar tunnu verjuna hjá vestmenningum upp. Pauli Hansen, sum var spælskip- ari, sendi til annan av bakk- unum, og fór síðani inn mitt í verjuna hjá VÍF, har hann saman við strikuspæl- aranum Bent Djurhuus screenaði miðverjuna hjá VÍF, so at eitt glopp bleiv til tann av bakkunum, ið fór upp til skot. Tá ið so havt verður í huga, at bakkarnir hjá StÍF eita ávíkavist Sveinur og Leivur Justin- ussen, so vita tey flestu, at fáa teir pláss og tíð at skjóta, so situr bólturin í allarflestu førum í netinum. Sum áðurnevnt var verjan hjá VÌF rættuliga tunn leyg- ardagin, og tá ið so er, kann tað verða trupult at verða málverji. Hetta sást eisini aftur í finaluni, har teir báðir VÍF-málverjarnir, Dejan Lacok og Eli Müller, ongantíð komu í gongd í dystinum. Tað verður mangan tikið til, hvussu stóran týdning málverjin hevur, men fyri at málverj- in skal koma í gongd, er neyðugt, at hann fær stuðul StÍF er steypal Teir sjey minuttirnir, ið Ingi Olsen fekk á vøllinum í steypafin- aluni leygardagin, vóru kanska teir sein- astu hjá honum á besta liðnum hjá VÍF. Undir øllum umstøð- um er ikki væntandi, at Ingi verður aftur á vøllinum í á HONDBÓLTSSKAÐI Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Ingi Olsen er uttan iva besti hondbóltsspælarin, ið før- oyingar hava fostrað sein- astu mongu árini. Spæl- skiparin hjá VÌF í ein mansaldur tykist framvegis ikki at hava nakrar trupul- leikar at verða í serflokki í bestu mansdeildini, men ein álvarsligur skaði í øksl- ini hevur nú kanska við sær, at Ingi noyðist at siga hondbóltinum farvæl. – Kanska ikki mín avgerð Ingi fekk ein skaða í øksl- ina í landskappingardysti móti Kyndli fyri góðari viku síðani, og hóast hann tóktist klárur til finaluna, so gjørdist skaðin verri í finaludystinum. Tá ið vit tosaðu við Inga mánamorgunin, greiddi hann frá, at tað stóð einki til við skaðanum. – Eg fái ikki lyft armin, og eg eri bangin fyri, at tað Ingi kanska spælt sín síðsta dyst