Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-06, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 6. februar 2005síða 39

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 26 - 8. februar 2005 39 Alexandur Johansen: – Árið er bjargað Ein av royndastu leikarunum hjá StÍF, Alexandur Johan- sen, helt eftir dystin fyri, at nú var árið hjá StÍF bjargað STEYPAPRÁT Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Alexandur Johansen hev- ur roynt tað so ofta áður, at tað nærum er vorðin ein vani hjá honum at spæla steypafinalu, og næstan líka so ofta hevur hann vunnið. – Hetta er akkurát vit. Tá ið tað eru slíkir dystir, har tað er alt ella einki, so spæla og stríðast vit sum einglar, sigur hann. Steypasigurin hevur stóran týdning fyri StÍF, sigur Alexandur. - Nú er árið hjá okkum bjargað, hóast fleiri umfør eru eftir í landskappingini. Vit hava ikki so nógv at spæla fyri har, men kunnu fara eftir bronsuni. Tað skal heldur ikki verða nakar ivi um, at vit ikki fara at leggja okkum afturá, nú vit eru steypavinnarar, sigur Al- exandur Johansen, sum eins og liðfelagin, Pauli Hansen, í næstum fer undir at fyrireikingarnar til landskappingina í fótbólti, har teir báðir eru stuðuls- leikarar á besta liðnum hjá Skála. Spælskiparin hjá strandingum, Pauli Hansen, hevði ein heilt góðan dag leyg- ardagin, og hann fegnaðist um steypa- sigurin STEYPAPRÁT Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Umframt at verða ein av bestu fótbóltsspælarunum í landinum, so er Pauli Hansen eisini vorðin ein týðandi leikari á besta liðnum hjá StÍF. Bæði í álopinum, har hann er spælskipari, og ikki minst í verjuni, har Pauli hevur leiklutin sum tann, ið verjir frammalaga mitt á og skal órógva spælskip- aran hjá mótstøðuliðnum. Tá ið vit fingu orðið á Paula, beint áðrenn teir fóru upp á pallin eftir gull- krónum og steypi, var hann, sum verða man, sera fegin. – Hetta er veldugt. Eg veit ikki, hvussu tað ber til, men vit eru altso best, tá ið talan er um slíkar dystir, har tað er antin ell- er. Tá fáa vit ein serligan gejst og stríðast sum úlv- ar, sigur Pauli. – Eg skuldi verja frammi á Inga, men tí- verri fyri teir noyðist hann út, og tað ger uppgávuna hjá okkum munandi lætt- ari, heldur Pauli Hansen og leggur afturat, at tað eisini var umráðandi, at skjúttarnir hjá StÍF komu í gongd, tí teir hava sera stóran týdning fyri liðið. Pauli Hansen: – Vit eru best í slíkum dystum frá verjuni framman fyri sær. StÍF kom ferð aftaná ferð til løtt mál, har teir vóru púrasta leysir við málverjanum. Krevjandi spælistílur Nógv ferð var á dystinum, og ofta gekk tað rættuliga skjótt úr enda í annan. Ser- liga hjá StÍF kravdi hetta nógvar kreftir, tí stranding- ar skiftu ógvuliga lítið út, og tað var fyri tað mesta teir seks, Alexandur, Svein- ur, Pauli, Leivur, Borgar og Bent, sum vóru á vøllinum fyri StÍF, bæði í álopi og verju. Spælistílurin hjá strandingum við offensivu verjuni og nógvu ferðini á álopsspælinum krevur nógva orku, men hetta tókt- ist tó ikki ávirka avrikið hjá strandingum. Tað hjálpir kanska eisini, at hjá StÍF hvílir tað ikki so nógv á herðunum á einum leikara, soleiðis sum tað kanska ger á øðrum liðum. Strandingar hava fleiri mans, ið taka ábyrgd, og tað er altíð ein stórur styrkur. Hjá vestmenningum tóktist tað hinvegin ganga ógvu- liga striltið við at finna rútmuna í álopsspælinum, og roynt var við fleiri ym- iskum leikarum, so sum Daniel Rapa og Karl Johan Djurhuus á spælskipara- plássinum, men uttan at hetta tó gav úrslit. Marian bjargaði í avgerandi løtum Hóast StÍF hevði munin á VÍF so at siga allan dystin, so var tað tó ikki so, at VÍF misti sambandið við strandingar. Vestmenningar royndu at hanga í, og tvær ferðir í seinna hálvleiki komu teir upp á javnt. Teir høvdu eisini møguleikan til at leggja seg á odda, men málverjin hjá StÍF, Marian Cirloganescu, hevði nakrar frálíkar bjargingar júst, tá ið VÍF var um at venda dystinum. Hinvegin má eisini stað- festast, at tað er ikki ráð til hjá VÍF at brenna upplagd- ar málmøguleikar, tá ið teir standa til at venda dystinum. Bjargingarnar hjá Marian tóktust taka mótið frá vestmenningum, sum fullu í fátt seinastu minuttirnar av dystinum, og sum enn einaferð noyddust at stað- festa, at strandingar fram- vegis eru steypamarran hjá teimum, nú StÍF sætta árið á rað sløktu steypadreym- arnar hjá vestmenningum. Hvussu við landskappingini Sum nevnt aðrastaðnis her á síðunum, so eru vest- menningar illa sperdir av skaðum hjá lyklaleikarum í løtuni, og tað kann koma at kosta dýrt, nú landskapp- ingin fer at halla. VÍF hevur ikki so øgiligt fólk at taka av, og spurningurin er eis- ini, um steypaósigurin er at ávirka sjálvsálitið í hópin- um. Undir øllum umstøðum kann staðfestast, at strand- ingar leygardagin enn eina- ferð prógvaðu, at tá ið steypakappingin er á skránni, so hava teir okkurt heilt serligt í sær, og tí kunnu teir annað árið á rað rópa seg steypavinnarar í manshondbólti. liðið burturav StÍF-VÍF 28-23(15-12) StÍF: Sveinur Justinussen 7(3), Leivur Justinussen 7, Alexandur Johansen 5, Pauli Hansen 4, Bent Djurhuus 3, Tummas Johansen 1(1), Borgar Danielsen 1 VÍF: Harald Bjørgvin 6, Agnar Joensen 5, Sámal Joensen 5(1), Áki G. Olsen 3, Johnny Joensen 2, Daniel Rapa 1, Jákup Súni Andreasen 1 Brotskøst: StÍF 6(4), VÍF 4(1) Útvísingar: StÍF 2, VÍF 4 Dómarar: Andreas F. Hansen og Eyðun Samuelsen - Teir løgdu eina greiða linju frá fyrsta bríksli, og tóktust allan dystin sera avgjørdir í sínum dómum. Avrikið var gott, hóast onkur hevnisøka seint í dystinum átti at verið revsað við reyðum korti. Áskoðarar: 1200 FAKTA UM FINALUNA eru nakrir vøddar, ið hava fingið stóran skaða. Tá ið eg fór út í dystinum leygar- dagin, hevði onga føling í arminum, og eg má við- ganga, at eg vænti, at tað endar við skurðviðgerð, sigur Ingi Olsen. Spurdur, um hettta merk- ir, at hann hevur spælt sín seinasta dyst fyri VÍF, sigur Ingi Olsen. - Tað er ilt at siga. Eg spæli neyvan aftur í ár, og tað kann eisini væl verða, at tað als ikki verður mín avgerð, um eg skal halda fram við at spæla hondbólt, sigur hann. Fleiri lyklaleikarar skaddir Missurin av Inga er sjálv- sagt stórur hjá oddaliðnum VÍF, og tá ið bróðurin Áki samstundis eisini er skadd- ur í ein mánað ella so, merkir hetta, at vestmenn- ingar eru nógv skerdir næstu vikurnar. Harafturat hevur náttúrligi avloysarin hjá Inga á spælskipara- plássinum, Áki G. Olsen, eisini fingið ein skaða í økslina, men hvussu álvars- ligur hann er, veit Ingi ikki at siga enn. Um so er, at Áki G.eisini noyðast at sita uttan fyri í eina tíð, so kann ikki sigast annað, enn at tað er eitt amputerað VÍF-lið, sum fer undir endaspurtin í landskappingini, har teir skulu royna at verja oddasessin hjá sær. Fjóðru ferð í fimm ár kundi Jón Rasmussen hjá StÍF taka ímóti stóra steypinum Mynd: Álvur Haraldsen