Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-06, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 6. februar 2005síða 40

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

40 Nr. 26 - 8. februar 2005 Neistin spældi sín møguleika, men í seinasta var tað ikki nóg mikið. Stjørnan hevði klassan, sum skuldi til, tá mest stóð á, og so gjørdist talan um væntaða favoritt- sigurin COCA-COLA KAPPINGIN Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Hóast tað frá øllum síðum ljóðaði, at Stjørnan var stórfavorittur til kvinnufin- aluna leygardagin, so fingu mongu áskoðararnir í long- um løtum ein dyst, sum var nakað væl meira spenn- andi, enn roknað varð við. Tí Neistin var als ikki komin í Høllina bara fyri at leggja seg skerflatar fyri spádda yvirvaldinum. Held- ur ikki hóast byrjanin upp á dystin var alt annað enn góð fyri teirra viðkomandi. Fyrstu løtuna sá nevnliga út til, at Neistin hevði ilt við at gloyma, at talan var um eina finalu. Hetta skilt soleiðis, at spælararnir tóktust vera fastlæstar av týdninginum av spælinum. Hjá Stjørnuni tóktist hetta als ikki í sama mun gera um seg. Tær royndu at fáa ferðina á dystinu upp, og hóast tær ikki spældu upp til sítt allarbesta, so var tað bara Helena Dam Poul- sen í Neista-málinum, sum forðaði fyri, at munurin gjørdist ov stórur longu fyrstu løtuna. Treiskar Neistakvinnur Og spakuliga tóktust liðfel- agarnir hjá Helneu so eisini at koma inn í dystin. Fyri tað nógva snaraði álops- spælið kring skotstyrkina hjá Simonu Petersen, men hon varð aloftast væl ansað, soleiðis at hon ikki ótarnað kundi senda skotini í kass- an. Hinvegin riggaði verjan hjá Stjørnuni ikki so væl, tá aðrar enn Simona royndu seg. Fyri tað nógva stóðu spælararnir á hælunum, og tí fingu neistakvinnur fleiri ferðir møguleikan at koma ígjøgnum verjuna. Tað kastaði eisini hópin av brotskøstum av sær, og fyri atð mesta vorðu hesi eisini send trygt í meskarnar. Men áloppsspælið hjá Neistanum innihelt tó ein stóran veikleika. Hóast ótrygga verjuspælið hjá Stjørnuni kostaði fleiri útvísingar, so megnaðu tær bláu als ikki at gera sær dælt av hesum. Við seks móti fimm megnaðu tær í alt ov lítlan mun at spæla verjuna tunna, og sálarliga tóktist hetta at møða spælararnar. Ikki minst eftir at Stjørnan økti til 8-6 við bara fýra útispælarum á vøllinum. Men hóast tungu gongd- ina, so noktaði Neistin at geva seg. Stutt undan steðg- inum tóktist annars ganga tann vegin, at Stjørnan veruliga skuldi fara avstað. Spælið gleið nakað betri fram eftir vøllinum, men brádliga svaraði Neistin aftur. Seinastu minuttirnar undan steðginum broyttist støðan frá 10-8 til 10-11, og so var Neistin á odda, tá farið varð til hálvleiks. Verjan avgjørdi Hálvleiksstøðan kundi kanska verið orsøk til, at fjáltur fór at koma á Stjørn- una, men so varð tó ikki. Stjørnan-Neistin 22-17 (10-11): Favorittarnir máttu stríð Nervarnir vóru øgiligir Fyri fyrstu ferð, síðani hon kom upp í fremstu kvinnudeildina, kundi Fríða Petersen leygardag- in fáa kensluna av, hvussu tað var at standa við ein- um steypi, og eftirfylgj- andi kundi hon bara stað- festa, at tað var ein deilig kensla. Men hon viðgekk eisini, at tað var eitt sindur trupl- ari at spæla slíkan dyst, enn hon kanska hevði roknað við. – Eg hevði veruligar nervar allan fyrra hálv- leik. Tað plagar annars at vera nakað, sum hvørvur, tá dysturin er farin ígongd, men hesaferð tók tað mær langa tíð at koma ordiliga við í dystinum. Og í mun til vanligu støðuna, so var dagurin kanska eisini eyka trupul hjá Fríðu. Agne Masenaite var nevnliga smáskadd, og tó at hon var við á beinkinum, so stóð tað greitt, at Fríða helst mátti standa allan dystin. Nakað sum Fríða eisini helt gjørdi uppgávuna tyngri. – Tað sigur seg sjálvt. Ofta kann tað jú hjálpa nakað, um tú fært eina løtu á beinkinum, fyri síð- ani at koma aftur í dystin. Tað hevði eg ikki hesa- ferð, og tað gjørdi kanska uppgávuna enn truplari. Men eftir steðgin stóð tú teg munandi betri. Hvat var tað, sum tá hendi? – Tað er sjálvandi fyrst og fremst, at vit fáa verjuna at koyra betri. At eg so fái onkrar bjargingar, økir sjálvandi um sjálvsálitið, og so vóru nervarnir burt- uri, staðfesti havnargentan hjá Stjørnuni, áðrenn hon flennandi segði, at nú gekk leiðin altso til Klaks- víkar, har hon saman við liðfeløgunum skuldi feira steypasigurin. -jm Nervarnir vóru øgiligir hjá Fríðu Petersen, men hon vann at enda á hesum, og kundi tí feagnast um steypið, tá dysturin var av Mynd: Álvur Haraldsen