sunnudagur 6. februar 2005síða 41
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 26 - 8. februar 2005
41
ast
Neistin stríddist, og leingi vóru tær væl við.
Men at enda máttu Ása og tær geva seg
undir Katarinu og hinum stjørnunum
Mynd: Álvur Haraldsen
Hóast talan var um triðju
ferð á rað, at Una Olsen
sum liðskipari skuldi taka
móti steypi, tóktist hetta
ikki vera nakað, sum er
um at blíva ov gerandisligt
fyri hana.
– Nei. Hetta er akkurát
líka stuttligt hvørja ferð.
Kanska er tað enntá bara
stuttligari og stuttligari,
helt hon fyri, tá vit eftir
dystin fingu orðið á hana.
Fyrstu longu løtuna var
annars ikki so nógv, sum
bendi á, at talan skuldi
gerast um nakað steyp til
Unu og Stjørnuna. Neistin
beit í øllum førum meira
frá sær, enn tey flestu
høvdu roknað við, og
spurd
beinleiðis,
so
viðgekk Una eisini, at tær
kanska høvdu undirmett
mótstøðuna.
– Tað er sjálvandi tað,
sum tú ongantíð skalt
gera, og tað var so heldur
ikki
nakað,
sum
vit
ætlaðu. Men tað hevur
nokk verið soleiðis onkra
staðni í bakhøvdinum. Vit
fingu so als ikki okkara
spæl at koyra, og serliga í
verjuni gekk tað illa.
– Tíbetur megnaðu vit tó
at reisa okkum. Hálvleikin
brúktu vit til at fáa nøkur
ting upp á pláss, og tíbetur
gekk tað so eisini hóast
alt,
staðfesti
fegni
liðskiparin at enda.
-jm
Stuttligari og
stuttligari
Stuttligari og stuttligari. Una Olsen hevur nú tikið móti
tveimum Coca-Cola og einum FM-steypi, men framvegis er
tað líka stuttligt, heldur hon
Mynd: Álvur Haraldsen
Hóast tey flestu mundu
vera
samd
um,
at
Neistakvinnurnar
so
avgjørt høvdu verið við til
at skapt eina góða finalu,
so hingu tær skilliga við
høvdinum, tá dysturin var
liðugur.
Ikki minst var vónbrotið
stórt um, at tær í seinna
hálvleiki í so lítlan mun
megnaðu
at
trýsta
Stjørnuna.
– Vit fóru í øllum førum
eftir møguleikanum. Vit
góvu okkum alt tað, sum
vit vóru mentar, og tað
kostaði sjálvandi eisini
kreftir. Kanska ov nógvar,
segði Ása á Neystabø eftir
dystin.
– Kanska var munurin
eisini, at Stjørnan hevur
ein breiðari hóp enn vit.
Tað
inniber,
at
vit
lutfalsliga
nýta
fleiri
kreftir, og tað haldi eg
eisini móti endanum.
Men tit góvu í øllum
førum favorittunum ein
skarpan gang. Kunnu tit
hóast alt ikki vera væl
nøgdar um tað.
- Tað veit eg ikki. Í
løtuni eru vit í øllum
førum sera vónbrotnar. Tá
tú spælir eina finalu, so
spælir tú fyri at vinna, og
tað megnaðu vit so ikki,
staðfesti hon at enda.
-jm
Vónbrot
Hóast avrikið væl og virðiliga varð góðkent av áskoðarunum,
so vóru tað nakrar vónbrotnar Neista-kvinnur, sum eftir
dystin máttu hyggja at steypahandanini
Mynd: Álvur Haraldsen
Ístaðin sýndu meistararnir
nú, at veruligi styrkismun-
urin millum liðini bæði var
í minsta lagi ein klassa.
Serstakliga fekst verjan
hjá Stjørnuni nú at rigga.
Neistin slapp snøgt sagt ikki
framat skotmøguleikum, og
tí gjørdist talan í nógvum
førum um 50/50 royndir. Og
tá Fríða Petersen nú eisini
hevði funnið rætta formin
fram, beyð ikki bøtur. Hel-
ena royndi alt tað, sum hon
var ment, at halda liðnum í
dystinum, men hóast fleiri
framúr bjargingar, so var
hetta ov lítið.
At Neistin bara fekk tvey
mál fyrstu 20 minuttirarnar
eftir steðgin, sigur helst
sína søgu um munin, sum
nú var íkomin. Stútt og
støðugt øktu klaksvíks-
kvinnurnar nú um munin,
og tá alt kom til alt, var
eingin ivi. Favorittarnir
vunnu væntða sigurin, men
tær vórðu fyri ein stóran
part mintar á, at einki
kemur av sær sjálvum.
Heldur ikki ein steypasigur.
Hóast hetta, so er nokk
eingin ivi um,at tær úr
Neistanum vóru við til
skapa eina góða finalu. Tær
royndu eftir møguleikanum,
tá hann var har, og hóast
støðan gjørdist alt meira
vónleys, sum dysturin leið,
so góvu tær ongantíð skarv-
in yvir. Seinasta útvísingin –
og harvið reyða kortið - hjá
Marjun Tróndarson, var
helst meira úttrykk fyri
einum avriki, har allar góvu
seg 100%. At tað so ikki var
nóg mikið, kunnu tær bláu
ikki lastast fyri.
Fakta um dystin
Stjørnan-Neistin
22-17
(10-11)
Málskjúttar
Stjørnan: Katarina Stepan-
ov 9(2), Alina Olaru 5, Una
Olsen 2, Joan M. Djordjevic
2(1), Anna Kristina Samson
2, Annika Ljósstein 1(1),
Bára S. Klakstein 1
Neistin: Simona Petersen
5(1), Marjun Tróndarson
4(3), Ása á Neystabø 2, Lív
Sørensen 2, Annika Thom-
sen 2, Kára á Dunga 1,
Mildrið Jacobsen 1
Brotskøst:
Stjørnan 6,
Neistin 5
Útvísingar:
Stjørnan 8,
Neistin 7
Diskvalifikatión: Neistin
1 (3X2 minuttir)
Dómarar: Hannis Wardum
& Uni Wardum. Løgdu frá
fyrsta bríksli eina greiða og
kontanta linju, og at kalla
alla tíðina eydnaðist eisini
at halda fast um hesa.