sunnudagur 6. februar 2005síða 42
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
42
Nr. 26 - 8. februar 2005
Dráttur bjóðar av í oddinum
Fleyr tók silvurplássið
Kvinnurnar hjá
Drátti syrgdu við
sigri á Mjølnir
sunnudagin fyri, at
spenningur aftur er
komin í kappingina í
meistaradeildini hjá
kvinnum
FLOGBÓLTUR
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Sunnudagin var ein sera
spennandi dystur í meist-
aradeildini hjá kvinnum
leiktur í KÍ-høllini í Klaks-
vík. Føroyameistararnir úr
Mjølnir høvdu vitjan av
Drátti, sum farna vikuskifti
basti hinum oddaliðnum
TB í Trongisvági.
Sera javnur dystur
Lat tað verða sagt beinan
vegin, at dysturin í Klaks-
vík gjørdist sera javnur og
spennandi. Gamaní var
fyrsta settið ikki so spenn-
andi, tí kvinnurnar hjá
Drátti vóru púra klárar, tá
ið dysturin fór í gongd, og
tað vóru tær hjá Mjølnir
ikki. Leikararnir á heima-
liðnum komu ongantíð av
álvara í gongd í fyrsta sett-
inum, sum tær úr Vágum
vunnu 25-15.
Í næsta settinum var
meiri spenningur. Tað gekk
javnt á, og settið stóð leingi
til at fara báðar vegir. Tá ið
avtornaði var tað tó heima-
liðið Mjølnir, sum vann
settið 25-23.
Nú helt onkur kanska, at
sigurin í 2. setti var eitt tek-
in um, at Mjølnir var komið
fyri seg, og at tær úr Drátti
fóru niður við flagginum,
men so var ikki. Gestirnir
úr Drátti stríddust manni-
liga fyri hvørjum bólti, og í
løtum vístu tær sera gott
spæl.
Góði
stríðsviljin
hjá
Drátti gav eisini úrslit í
triðja setti, sum gjørdist ein
sannur gysari. Eftir at liðini
høvdu fylgst at kalla alt
settið, megnaði Dráttur at
vinna settið 26-24, og so
vóru tær bert eitt sett frá
sigrinum.
Eins og tey bæði undan-
farnu settini gjørdist fjórða
settið eisini serstakliga
spennandi.
Leikararnir
góvu alt, ið tær høvdu í sær,
og settið hevði hug til at
fara báðar vegir. Men móti
endanum
av
settinum
eydnaðist tað tó Drátti at
gera ein vørr í røttu løtu, og
tær vunnu tí settið 25-23,
og harvið vunnu tær eisini
dystin 3-1 í settum.
SÍ fekk fyrstu stigini
Botnliðið SÍ úr Sørvági
tryggjaði sær sunnudagin
síni fyrstu stig, tá ið tær
vunnu ein greiðan sigur á
KÍF í Sørvági. Tað hevur
kanska ligið í luftini í eina
tíð, at unga manningin úr
Sørvági skjótt fór at fáa síni
fyrstu stig, tí tær hava
veruliga bitið frá sær móti
oddaliðunum
seinastu
umførini.
Móti KÍF sunnudagin var
tó eingin ivi. SÍ vann tey
bæði fyrstu settini rímuliga
lætt, serliga tað seinna,
men í triðja settinum tóku
tær sær eitt sindur av løtt-
um, og kollfjarðakvinnur-
nar vunnu tí settið lætt.
Men SÍ ætlaði sær bæði
stigini, og tær tóku sær tí
um reiggj og vunnu fjórða
settið greitt. Settúrslitinii
vóru 25-19, 25-9, 14-25 og
25-19.
Ein
annar
dystur
í
meistaradeildini hjá kvinn-
um var í vikuskiftinum, og
hann var millum TB og ÍF í
Trongisvági. TB vann dyst-
in 3-1, men tað var ein
harður dystur, og settini
vóru drúgv. TB vann fyrsta
settið 25-22, men í næsta
settinum vístu fuglfjarða-
kvinnur sínar dygdir og
vunnu 25-22. Hóast ÍF beit
væl frá sær bæði í triðja og
fjórða setti, so var tað TB,
sum var omaná, og heima-
liðið vann dystin 3-1.
Dráttur kann taka
meistaraheitið
Við sigrinum á Mjølnir
hevur Dráttur av álvara lagt
seg út í oddastríðið. Kom-
andi leygardag eru steypa-
finalur á skránni, og tá ið
landskappingin aftur fer í
gongd um smáar tvær vik-
ur, verður oddadystur mill-
um TB og Mjølnir. Vinnur
TB tann dystin, kann Drátt-
ur avgerða meistaraheitið
til egnan fyrimuns, um tær
vinna á bæði TB og Mjølnir
í teimum innanhýsis dyst-
unum, sum eru eftir millum
liðini.
Mjølnir-Dráttur 1-3 (15-
25, 25-23, 24-26, 23-25)
SÍ-KÍF 3-1 (25-19, 25-9,
14-25, 25-19)
TB-ÍF 3-1 (25-22, 22-25,
25-20, 25-23)
Menninir hjá Fleyr
vunnu seg sunnu-
dagin upp á silvur-
plássið í meistara-
deildini hjá monnum
í flogbólti
FLOGBÓLTUR
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Roynda manningin hjá
Fleyr vann eitt sindur
óvæntað á føroyameistar-
unum úr Mjølnir í Klaksvík
sunnudagin. Kanska vóru
tankarnir hjá teimum úr
Mjølnir longu farnir at
snúgva seg um steypafinal-
una leygardagin, har teir
skulu dystast við oddaliðið
SÍ. Undir øllum umstøðum
tóktist Mjølnir als ikki at
verða klárir, tá ið dysturin
sunnudagin fór í gongd.
Drúgvur javnbrótari
Tað tók Mjølnir tvey sett,
áðrenn teir av álvara vakn-
aðu úr dvala. Tá hevði
Fleyr longu lagt seg á odda
2-0 í settum, og tí var mót-
brekkan tung hjá klaks-
víkingum. Mjølnir tók sær
tó um reiggj, og við at
vinna tey bæði næstu sett-
ini syrgdu teir fyri, at
spenningur aftur kom í
dystin.
Nú stóð á jøvnum 2-2 í
settum, og tí var neyðugt
við javnbrótara. Her gjørd-
ist talan um ein sera spenn-
andi og drúgvan javnbrót-
ara, og neyðugt var at spæla
heilt upp til 21, áðrenn ein
vinnari var funnin. Tá
hevði Fleyr munin, og tí
tóku teir stigini við sær
suður aftur til Havnar, með-
an teir í Mjølnir noydust at
staðfesta, at teir við ósigr-
inum bæði høvdu mist silv-
urplássið og helst eisini
møguleikan fyri at endur-
vinna meistaraheitið.
Oddaliðið SÍ hevði vitjan
av botnliðnum Fram, og
sørvingar vunnu ein greið-
an sigur. Fram fekk tó
vunnið sær eitt sett, men SÍ
vann síni trý sett ruddiliga,
og vandi var ongantíð á
ferð fyri sigrinum hjá sør-
vingum, sum nú bíða í
spenningi eftir steypafinal-
uni komandi leygardag.
Í fjør noyddist SÍ at lúta
fyri ÍF í finaluni, og lítið
man verða at ivast í, at sør-
vingar
ikki
ætla
sær
tómhentir vestur aftur, tá ið
teir leygardagin hava verið
i Havn og spælt ársins
steypafinalu móti Mjølnir.
Hinvegin er tað ógvuliga
sannlíkt, at teir í Mjølnir nú
síggja í eyguni, at skulu teir
vinna nakað í hesum kapp-
ingarárinum, so skal tað
verða steypakappingina, tí
leiðslan hjá SÍ í landskapp-
ingini er so mikið stór. Tí
kann roknast við, at klaks-
víkingar fara at leggja heilt
nógv
fyri
í
finaluni
leygardagin.
Mjølnir-Fleyr 2-3 (22-25,
23-25, 25-17, 25-21, 19-
21)
SÍ-Fram 3-1 (25-11, 21-
25, 25-11, 25-17)