Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-06, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 6. februar 2005síða 43

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 26 - 8. februar 2005 43 Tveir fyri fótbóltáhug- aðar føroyingar navn- framir danir, Brian Laudrup og Lars Høgh, fara í apríl mánað at skipa fyri fótbóltslegu í Føroy- um fyri ungum før- oyskum drongjum. Teir báðir fara sjálvir at standa fyri venjing- unum FÓTBÓLTSSKÚLI Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Leygarmorgunin kallaðu teir báðir fyrrverandi donsku landsliðsleikararnir, Brian Laudrup og Lars Høgh, føroysku fjølmiðlun- um til tíðindafundar á Hotel Føroyum. Á fundinum var boða frá, at teir báðir navn- framu danarnir fara at hava eina fótbóltslegu í Havn í apríl mánað fyri ungum før- oyskum fótbóltsspælarum. Í samstarvi við FSF Fótbóltslegan hjá teimum nevnist Laudrup-Høgn Pro Camp, og er bert eitt ára gomul. Skipað var á fyrsta sinni fyri leguni seinasta summar, og tiltakið eydn- aðist so mikið væl, at av- gjørt var at halda fram við at skipa fyri slíkum legum, greiddu teir báðir frá á tíðindafundinum. Roynt verður, at leikarar- nir, sum taka lut á leguni, eru á einum rímuliga høg- um støði, og tí hava teir báðir Laudrup og Høgh eitt neyvt samstarv við DBU. Danska fótbóltssambandið og tær økisdeildirnar undir DBU útflýggjaðu teimum listar yvir leikarar, ið høvdu verið og vóru á ymiskum úrvalsliðum, og hesir listar vóru nýttir, tá ið teir báðir skuldu velja teir 30 luttak- ararnar úr millum allir teir mongu, ið høvdu søkt um luttøku á leguni. Á fyrstu leguni av sínum slag var eisini ein føroying- ur við, nevnliga ungi havn- ardrongurin Levi Hansen úr B36. Spurdir um, hvussu Levi stóð seg í mun til donsku javnaldrarnar, siga teir báðir við ein munn, at hann stóð seg avbera væl, og hetta gav teimum eisini ein ábending um støði á teimum ungu føroysku fót- bóltsspælarunum. Legan í Føroyum verður, sum áðurnevnt, í apríl mánað, og hon fer væntandi at vara í einar tríggjar til fýra dagar. Pláss verður fyri 22 leikarum, harav teir fýra skulu verða málverjar, sum á leguni kunnu fáa intens- iva málmansvenjing frá gamla danska landsliðs- málverjanum Lars Høgh. Allir dreingir í aldrinum 15-17 ár, sum er aldurs- bólkurin á leguni, kunnu søkja um pláss, og teir báð- ir Laudrup og Høgh vóna, at undirtøkan verður góð, so at nógvir leikarar eru at velja ímillum. Fótbóltslegan hjá teimum báðum verður gjørd í samstarvi við FSF, og vænt- andi fer fótbóltssambandið at geva eina hjálpandi hond, tá ið teir leikarar, ið skulu taka lut á leguni skulu velj- ast út. Annað enn fótbóltur Sjálvsagt verður fótbóltur høvuðsevnið á leguni, men tíð verður eisini til okkurt annað. Eitt nú fara bæði Bri- an Laudrup og Lars Høgh at greiða frá síni tíð sum yrkisleikarar. Somuleiðis verða fyrilestrar um ymisk evni, so sum matvanar, lívið sum yrkisleikari, hvussu førir man seg fram í miðlunum og ymiskt annað. Tað sosiala hevur eisini nógv at siga í lívinum hjá einum fótbóltsspælara, og tað fer eisini at verða gjørt fitt burtur úr tí á fótbólts- leguni, har dreingirnir allir koma at búgva saman, meðan legan er. – Tað hevur ómetaliga nógv at siga, at ein ungur drongur lærir at liva sum yrksileikari, og ikki bara verður sleptur upp á fjall, sigur Brian Laudrup. Bert venjing við bólti Sjálvar venjingarnar á fót- bóltsleguni verða allar við bólti. Brian Laudrup sigur, at tað snýr seg fyrst og fremst um, at dreingirnir skulu hava tað stuttligt. - Tað eru nógvir dreingir í júst hesum aldursbólkinum, ið ganga og hugsa um at gevast, tí at tað fótbólturin krevur so nógva orku og tíð, og at tað mangan er so einstáttað. Venjingarnar á leguni hjá okkum eru allar við bólti, og vit royna bert at venja ymiskt, sum dreingirnir halda verða stuttligt. Á henda hátt vóna vit, at vit kunnu verða við til at endurskapa gleðina við spælinum hjá onkrum dreingjum, sum møguliga eru í fyrr nevndu støðu, sigur hann. Lars Høgh leggur afturat, at tað er eisini tankin aftan fyri leguna, at dreingir kunnu sleppa at spæla frítt. – Tá ið teir venja heima í feløgunum, er tað í nógvum førum so, at teir eru bangn- ir fyri at gera okkurt skeivt, so at teir ikki eru við á liðn- um í vikuskiftinum. Á fót- bóltsleguni hjá okkum kunnu teir spæla frítt, uttan at noyðast at hugsa um takt- iskt upplegg og líknandi, sigur Lars Høgh. Føroyska landsliðið gav íblástur Lars Høgh, ið er tann spæl- arin, ið hevur leikt flest dystir í fremstu donsku deildini nakrantíð, sigur, at hugskotið til at hava leguna í Føroyum kom av, at hann hevði samstarva nakað við føroyska a-landsliðið. - Í tí sambandi fekk eg eitt sind- ur av vitan um føroyskan fótbólt, og eg sá, hvussu professionelt nógv av feløg- unum her uppi verða rikin. Eg greiddi tí Brian frá hes- um, og vit gjørdust samdir um, at tað hevði verið eitt gott hugskot at havt eina legu her uppi, og tað er nú veruleiki, sigur hann. Í hesum sambandi skoytir Brian Laudrup uppí, at teir hava eisini frætt um, at tað eru fleiri ungir føroyskir spælarar, ið eru farnir til enskan fótbólt í seinastuni, og hetta er eitt greitt tekin um, at menningin í føroysk- um fótbólti er tann rætta, sigur hann. Sjálvt hugskotið til Laud- rup og Høgh Pro Camp kom frá einari ferð hjá Lars Høgh í USA, har hann hevði verið á einum mál- verjaskúla, ið bygdi á tí hugsjón, sum fótbóltslegur- nar hjá teimum báðum nú byggja á, nevnliga at tað skal verða stuttligt, og at tað skal verða eitt ávíst støði á spælarunum. Laudrup og Høgh skipa fyri fótbóltslegu í Føroyum Teir báðir Lars Høgh og Brian Laudrup fara í apríl at skipa fyri einari fótbóltslegu í Havn fyri dreingjum í aldrinum 15-17 ár. Mynd: Álvur Haraldsen