sunnudagur 6. februar 2005síða 44
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
44
Nr. 26 - 8. februar 2005
Hóast klaksvíkingar
hava verið rættiliga
einaráðandi í ár, hava
havnarmenn kortini
møguleikan at vinna
føroyameistaraskapi.
Liðini bæði hittast í
sonnum finaluenda-
braki leygardagin
TALV
Carl Eli Nolsøe Samuelsen
Hjá
havnarmonnum
er
støðan greið fyri at gerast
føroyameistarar: minimum
ein 3-1 sigur á klaksvíking-
um. Hyggja vit at gongdini
í seinastuni, er hetta eisini
væl møguligt hjá havnar-
monnum.
Teir
hava
seinastu dystirnir fingið
væl burturúr og teir vunnu
eisini á klaksvíkingum í
fyrru helvt. Klaksvíkingar
eru hinvegin oddaliðið,
sum hevur verið á odda
síðani fyrsta bríksl. Serliga
toppskorarin
Finnbjørn
Vang og Rani Nolsøe hava
verið álitið á ávíkavist 3-4.
borði, umframt at Heini
Olsen hevur verið teimum
ein góð hjálp í seinnu helvt.
Í øllum førum verður lagt
upp til ein gýsara í seinasta
umfarinum, tá Klaksvík og
Havnin bresta saman.
9. umfar
Klaksvíkingar vunnu tepurt
á kollfirðingum í viku-
skiftinum. Helst vildi odda-
liðið meira, tí hóast gott
fólk, hevur gingist illa hjá
kollfirðingum í ár. Upp-
gerðin millum Heina Olsen
og Hans Kristian Simonsen
á endaði við javnleiki.
Í Vestmanna vann havn-
arliðið sannførandi. Úr-
slitið varð 3,5 - 0,5. Einans
John Rødgaard hálaði stig
inn til vestmenningar, tá
hann og Martin Poulsen
leiktu javnt. Eitt sera gott
úrslit hjá havnarmonnum.
Fyri vestmenningar merkir
tað, at teir ikki meir kunnu
náa triðja plássinum.
Triðja plássið fer nevn-
liga til Martin Brekká &
Co. Hvalvíkingar vunnu 4-
0 á toftamonnum.
Seinasta og 10. umfar
verður leygardagin 12.
februar í Argja skúla kl
13.00.
2. deild
Stórur spenningur er eisini
í
næstfremstu
deildini.
Klaksvíkingar hava leiðsl-
una, hálvtannað stig, men
sandavágsmenn og havn-
armenn hava møguleikan at
yvirhála oddaliðið í sein-
asta umfarinum.
Klaksvíkingar hava tó
sannlíkindini við sær. Teir
hitta nevnliga botnliðið úr
Kollafirði í seinasta umfar-
inum. Tí kunnu vit vænta at
síggja tvey klaksvíkslið í 1.
deild komandi kappingarár.
Í 3. deild stendur kappingin
millum Gøtu, Vestmanna
og Havnina, har gøtumenn
hava munin.
Hørð kapping í
unglingadeildini
Sandavágsdreingir heinta
spakuliga inn á oddaliðið
úr Klaksvík í unglinga-
deildini. Einans hálvt stig
er á muni. Eisini í ung-
lingadeildini verður ein
sannur endabrestur í FM-
kappingini, tá júst Klaksvík
og Sandavágur hittast í
seinasta umfarinum.
Eingi av hinum liðunum
megna
at
fylgja
við.
Havnarliðið vinnur helst
bronsu.
Aftur á beint
Føroysku útisetarnir vundu
burturúr botnliðnum K41
úr Valby. Úrslitið var 5,5 -
2,5 til okkum. Eftir slakar
tríggjar tímar var støðan
longu 3-0. Og í tíðarneyð-
ini varð líkt til, at sigrarnir
framhaldandi fóru at skola
inn. Men tíverri tapti
Flóvin Tór Næs uppá tíð,
beint sum hann var í ferð
við at flyta leik nr. 40 í
einari betri støðu. Flóvin
helt seg hava eini 5-10
sekund eftir til seinasta leik
og varð tí skiljandi skelk-
aður tá dómarin steðgaði
talvinum.
Danin á okkara liði,
Nikolaj Borge, vann eitt
gott talv móti Henrik El-
Kher. John Arni Nilssen
stríddist leingi og væl og
vann hann eisini drúgvasta
talvið sunnudagin. Mót-
støðumaðurin
hjá
mær
leikti nakrir óneyvir leikir
tíðliga í miðspælinum.
Talvið er við í blaðnum í
dag.
Ian Leyni fekk gjøgnum-
trumfað sína yndisbyrjan
við svarta fólkinum ígjøgn-
um, nevnliga tí fronsku. Ian
telvaði sum ein annar
meistari og vann hegnisliga
uppgerðina á 8. borði. Eyð-
un Nolsøe, Heini Danielsen
og Pól Martin Hansen
leiktu javnt. Eyðun hevði
helst vinnandi fyrimun,
meðan Danielsen útnyttaði
eitt groft mistak hjá dan-
anum í einari annars full-
komiligari taptari støðu.
Pól Martin telvaði trygt við
hvíta fólkinum.
Úrslitið sunnudagin við-
førir, at lið okkara aftur eru
í toppinum í stríðnum um
2. plássið. Einans hálvt stig
er upp til SK 1968, sum vit
hitta í næstaseinasta umfar-
inum 5. mars. Vit deila
triðja plássið við tveimum
øðrum liðum. Teir úr Hels-
inge vunnu aftur stórsigur
og eru teir nú heili tíggju
stig fremstir.
Úrslit og støður
1. deild
9. umfar
Klaksvík - Kollafjørður
2,5 - 1.5
Vestmanna - Havnin
0,5 - 3,5
Toftir - Hvalvík 0 - 4
1. Klaksvík
27,0
2. Havnin
25,5
3. Hvalvík
20,0
4. Vestmanna
15,0
5. Kollafjørður
14,0
6. Toftir
5,5
Støðan
Unglingar
Støðan
1. Klaksvík
21,5
2. Sandavágur
21,0
3. Havnin
14,0
4. Gøta
11,5
5. Miðvágur a
10,0
6. Vestmanna
7,5
7. Rókur
4,0
8. Miðvágur b
2,5
Støðan
Helsinge
31,0
SK 1968
21,0
TF Føroyar
20,5
Skolerne
20,5
Brønshøj
20,5
Helsingør
19,5
Nordre
15,0
K 41
11,0
Havnarmenn hava kjansin
Carl Eli N. Samuelsen
(2238 elo) - IM Martin P.
Olesen (2328 elo)
Skakliga
(5.
umfar),
06.02.2005
1.e4 e5 2.Rif3 Ric6 3.Bb5
(Spanska byrjanin) 3...a6
4.Ba4 d6 5.0-0 Bd7 6.Re1
Rige7
(Ein
ikki
so
mangan leiktur variantur,
men kann saktans telvast)
7.c3 Rig6 8.d4 Be7
9.Ribd2 0-0 10.Rif1 Rih4
(Heldur ivasamt. Møgu-
liga b5 var betur) 11.d5
(Eg vil sleppa av við d7-
bispin, fyri at fáa betur
kontroll við f5-puntin)
11...Rixf3+ 12.Fxf3 Rib8
(12...Rid4 13.Fd1 Bxa4
14.Fxa4 Rib5 og Riddarin
stendur skeivt á b5)
13.Bxd7 Rixd7 14.Fh3!
(Fyri
at
forða
Bg5,
umframt fyri seinni at fáa
pláss fyri rókinum í
álopinum)
14...Rib6
(Riddarin er líkasum ikki
við í talvinum meir)
15.Rig3 Bg5 16.Rif5 g6
17.Bxg5 Fxg5 18.Re3
Rae8?
(Betur
var:
18...Kh8 Ein variantur er:
19.Rg3 Fd2 20.Fh4 Rid7
21.Rf1 Ff4 22.Fe7 Rad8
23.Rf3 Fxe4 24.Rih6 og
hvítur
hevur
greiðan
fyrimun) 19.Rd1! (Hin
rókurin kemur við í
spælið. Um Rg3 varð
leikt við tað sama, kundi
svartur leika Fd2 og
framvegis sprella eitt
sindur) 19...Ff4 20.Rf3
Fxe4 Støðumynd
Støðumynd eftir 20...Fxe4
21.Fh6!
Fxf5
(Lítið
hjálpir at leika: 21...gxf5
22.Fg5+ Kh8 23.Ff6+
Kg8
24.Rg3+
Fg4
25.Rxg4+ fxg4 26.Rd3)
22.Rxf5 gxf5 23.Rd3 1-0
Talvið hesa
vikuna
Skakligan
5. umfar:
K41 (dk rating)
Talvfelagið Føroyar (dk rating)
IM Henrik El-Kher
2430
0-1
2404
IM Nikolaj Borge
Jacob Øst Hansen
2443
0-1
2403
John Arni Nilssen
Esben Lund
2296
1-0
2303
Flóvin Tór Næs
Kristen Schmidt
2352
.5-.5
2230
Eyðun Nolsøe
IM Martin P. Olesen
2285
0-1
2195
Carl Eli N. Samuelsen
Roland R. Greger
2311
.5-.5
2149
Heini Danielsen
Jens Hartung-Nielsen
2184
.5-.5
1848
Pól Martin Hansen
Louise W. Fredericia
2072
0-1
1838
Ian Leyni
2_ - 5_
Lesið
-so eru tit við!