Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-09, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. februar 2005síða 19

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 27 - 9. februar 2005 19 Loynilig døming og 0 grundgeving PRIX FØROYAR Tór Verland Johansen Tons av greiðum verða koyrd til staðið. Nógvir pengar verða nýttir til rekl- amu, lýsingar, heimasíðu og annað. Bussar koyra og billettir verða seldar. Yvir 100 fólk arbeiða hart og leingi fyri at tiltakið skal eydnast so væl sum til ber. Bólkarnir venja og fyri- reika seg í fleiri mánar til framførsluna. Alt sera pro- fessionelt. Eftir eitt rimmar kvøld stendur ein spurn- ingur ósvaraður: Hví verð- ur eingin grundgeving giv- in fyri dømingini? Ikki eitt orð. Ikki eitt komma. Bert tveir konvoluttar við einum navni í hvørjum. Og síðani eitt einkisigandi tómrúm. Tað kann talast fyri og ímóti at tað skulu vera loyniligir dómarar osfr., men tað sýnir vantandi virðing fyri tónleikararnar, at dómararnir ikki skulu grundgeva fyri teirra døm- ing. Hví kunnu teir ikki seta saman nøkur fá orð og vísa á, hvat var gott við teimum sum sluppu víðari og konstruktivt vísa á, hvat var gott og hvat vantaði í hjá teimum, sum ikki sluppu víðari? Av tí at tað óiva eru kom- petentir dómarar, ið eru settir at døma, ja so burdi tað verið laga manni at fest nøkur fá orð niður á papír. Tað ber við øðrum orðum ikki til at døma nakran ella nakað, um man ikki kann grundgeva fyri sínari døm- ing. Tískil er tað undrunar- vert og margháttligt at fyri- reikarirnir ikki krevja, at tey, sum døma, saman skulu orða nakrar heilt fáar linjur niður á blað og síðani geva tað til teir ávísu bólkarnar. Tað hevði víst professionalismu og virð- ing fyri teimum, sum til- takið snýr seg um. Eftir eitt rimmar kvøld stendur ein spurningur ósvaraður: Hví verður eingin grundgeving givin fyri dømingini? Mynd: Jens Kristian Vang Gleðin hjá teimum seks limunum vildi ongan enda taka, tá ið tað gjørdist greitt at teir vóru komnir víðari: – Vit eru allir nøkulunda í sjokk! Vit eru barasta so glaðir, tí hetta høvdu vit als ikki roknað við. Soleiðis málbar Janus Rasmussen seg eftir, at avgerðin hjá dómarunum var tikin. Hann legði tó aft- urat, at tað var eitt ótrúliga órættvíst undanumfar: – Í hesum umfarinum vóru allir bólkarnir góðir, men vit høvdu samstundis hvør sína sjangru. Tá er tað ómøguligt at samanbera og kann ikki annað enn gerast órættvíst. Sjálvur var hann serstakliga imponeraður av Paradox: – Tað sigur nógv um dygdina, at 15-16 ára gaml- ir dreingir kunnu fáa allan salin at rokka so væl sum teir gjørdu. Ótrúligt! -tvj Lama Sea: Nøkulunda í sjokk!