mikudagur 9. februar 2005síða 20
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 27 - 9. februar 2005
Bæði Lama Sea og
GoGo Blues borð-
reiddu við einari liv-
andi spæligleði, sum
bóru bólkarnar víðari
í hálvfinaluna
UMMÆLIÐ
orð: Tór Verland Johansen
myndir: Jens Kristian Vang
Lagt varð upp til eitt spenn-
andi fyrsta umfar av Prix
’05 í Fuglafirði leygar-
kvøldið. Fínpussaðu Deja-
Vu og garvaðu GoGo Blues
vóru hálvavegna skyrdir
sum favorittar innan umfar-
ið, men eisini outsidarirnir
Lama Sea og SIC lógu og
lúrdu. Eftir nakrar væl-
eydnaðar framførslur, var
stórur ivi um, hvør skuldi
fylgja GoGo Blues til hálv-
finaluna, tí nú var Paradox
brádliga eisini vorin ein lítil
møguleiki. Tá avtornaði
høvdu lívligu Lama Sea
smoygt seg framvið bæði
DejaVu, SIC og Paradox.
Góðir men stillir
DejaVu, ið gjørdis nr. 2 í
finaluni í 2003, løgdu fyri
hettar kvøldið. Teirra fram-
førsla var ikki so nógv ørð-
vísi enn fyri tveimum árum
síðani. Einkul løg við rættu-
liga
stemningsfyltum
soundið, kryddað við off-
beat rýtmum. Tað hoyrdist
væl, at teir hava spælt nógv
saman í seinastuni. Teir vóru
sera væl samanspældir og
góvu sum heild áhoyrar-
unum eina góða framførslu.
Fyrsta lagið "If someone
calls you" var fjøllbroytt og
kensluborið, og kanska tað
besta lagið hjá DejaVu hetta
kvøldið. Intro’in til næsta
lagið við trummum og klav-
er var góð, men í niðurlagn-
um, har Líggjas Olsen við
langum tónum sang, burdi
Flóvin E. Viderø stuðlað við
einari lekrari aðrustemmu.
Spell ikki at útnytta tað
góða
sang-potentialið
í
bólkinum til fulnar, eins og
gjørt varð í tí triðja lagnum,
tí tað riggar væl, tá ið teir
báðir syngja í senn.
Sum heild vóru løgini hjá
DejaVu góð, men tó eitt
sindur óinteressant. Møgu-
liga var tað sjálv framførsl-
an hjá DejaVu, ið var orsøk-
in til hetta. Sum áhoyrari
fekk ein ta kenslu, at bólkur-
in spældi fyri sær sjálvum,
heldur enn at framføra fyri
fólkunum í salinum. Eitt nú
høvdu teir stilla soleiðis
upp, at Líggjas vendi ryggin
til restina av bólkinum, tá ið
hann spældi klaver og sang.
Tað sá undarligt og innan-
hokið út. Eisini sýntist tað
løgið og óneyðugt, at Flóvin
sat á einum stóli og spældi
guitar. Gamaní, tað er óivað
eitt tilvitað val at sita stillur
og síggja innhugsin út, men
tað læsir bólkin fastan og
skapar eina keðiliga frá-
støðu til áhoyrarnar. Haldi
ikki, at tónleikastílurin krev-
ur hesa frástøðu, hóast hann
er kensluborin og laidback.
Tvørturímóti. Endamálið
má verða at upptraðka og
skapa áhuga fyri tí, man
hevur at framføra. Tað er
nevnliga munur á at sita í
studio og spæla, og so at
framføra fyri áhoyrarum.
Tað merkir ikki at man partú
skal upp at hoppa og leika í,
men at man ikki bara tekur
seg sjálvan í álvara, men
eisini tey, man spælir fyri.
Livandi spæligleði
Longu áðrenn teir byrjaðu at
spæla, sást týðiliga, at hesir
ungu garpar vóru livandi og
fullir av spæligleði. Lama
Sea vóru komnir fyri at
undirhalda og áhoyrararnir
fingu undirhald fyri allar
pengarnar. Teir spældu ikki
fyri sær sjálvum, men fyri
fólkunum úti í salinum. Tað
er eingin ivi um, at bólkurin
yvirraskaði nógvar áhoyrar-
ar positivt við sínum lætta
funk- og sving-rokki.
Við lagnum "Spending all
my love" var stílurin lagdur.
Við einum skemtiligum og
fjákutum Janusi Rasmussen
sum forsangara, mintu teir
ikki sørt um danska bólkin
"Tin Tin og Hårtørrerne".
Kanska ikki í tónleiki, men í
øllum førum í stíli. Jón
Klæmint Hofgaard á guitar
og Sakaris Emil Joensen á
bass fylgdu stílinum hjá
Janusi, og saman fingu teir
tríggir frontfigurarnir rættu-
liga fólki við. Úti í høgra
borði stóð trumfurin hjá
bólkinum, Tróndur Hera-
son, og kryddaði við sínari
trompet.
Tað krevur nógv yvirskot
reint tónlistaliga at kunna
upptraðka so orkumikið og
útfarandi sum Lama Sea
gjørdi. Av og á hoyrdist týði-
liga, at nógva orkan, ið brúkt
var at halda skemtiliga stílin,
ávirkaði tað tónlistarliga
samanspælið
og
sang-
stemmurnar. At spæla skitið
merkir ikki, at man ikki skal
spæla tight. Stílurin, løgini
og útsetingarnar eru longu
har, og um Lama Sea skal
yvirraska alt og øll og náa
finaluna, skulu teir leggja
seg eftir eisini at fáa sjálvan
tónleikin at svinga 100%
alln vegin meðan teir upp-
traðka.
Teknikkurin sveik
Triði bólkurin — ella duo’in
— Dimmi, kom ikki væl frá
byrjanini. Hvørki so ella so.
Fyrst virkaði teknikkurin
ikki, og tað var sjálvandi
sera óheppið og synd. Men
tað var eisini torført at
síggja og hoyra, hvat kon-
septið í veruleikanum var.
Veit ikki, hvørji krøv
verða sett fyri at kunna
luttaka sum bólkur ella duo í
Prix Føroyar, men tað tykist
sera løgið, at fyrireikararnir
hava loyvt Dimmi at luttaka
við pre-innspældum tónleiki
á palli. Gamaní segði Gulli
Johansen av og á okkurt í
mikrofonina, og av og á
dansaði hann á pallinum,
men meginpartin av tíðini
hugdi hann í ein telduskerm,
meðan Malan Tyril sang inn
yvir tann innspælda elektr-
oniska tónleikin.
Av teim upprunaligu 32
tilmeldaðu
bólkunum,
vórðu heili átta sáldaðir frá.
Synd, um onkur av teim
átta var ein bólkur, sum
spældi livandi tónleik.
Í heimsklassa
Um tú skalt marknaðarføra
blues tónleik so droppa
Gary Moore, Robben Ford,
B.B. King og John Lee
Hooker. Ring til GoGo
Blues, og bið teir koma.
GoGo
Blues
komu,
spældu og sigraðu. Uppá
allar mátar vóru GoGo Blu-
es í einum klassa fyri seg í
Fuglafirði. Við teirra roynd-
um og dygdum vóru teir
møguliga favorittar hetta
kvøldið, men at teir skuldu
vera so cool og borðreiða
við einari so einastandandi
framførslu, var eitt sera
positivt yvirraskilsi.
Møguliga vóru tað nógvir
áhoyrarar, sum ikki høvdu
hoyrt ordiligan blues-rokk
áður, men longu tá fyrsta
lagið byrjaði, gjørdust fólk
varug við, at bólkurin hevði
nakað serstakt at bjóða. Tað
var einki minni enn blues-
rokk í heimsklassa! Bólkur-
in spældi sum ein saman-
sjóða eind og við sínari feitu
bluesrødd
og
eminenta
guitarspæli, gav Uni Debes
alt, hann átti.
Hóast tað fyrst og fremst
svingaði totalt, vóru eisini
detaljurnar í hásæti. Stund-
um flættaðu solo’irnar hjá
Una seg inn millum djúpu,
men kontantu bass tónarnar
hjá Arnold Ludvig og
Spæligleð
Lama Sea vóru komnir fyri at
undirhalda og áhoyrararnir fingu
undirhald fyri allar pengarnar
Tað tunga og tað harða
veruliga skuldi buldra úr
hátalarunum, tá SIC sum
seinasti bólkurin kom á
pallin