mikudagur 9. februar 2005síða 21
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 27 - 9. februar 2005
21
millum skeivu sløgini hjá
Rógva á Rógvu. Variatiónir-
nar vóru nógvar og góvu
greið prógv um, at blues
ikki nýtist at vera einstáttað.
Við teirra drúgvu roynd-
um kundi ein verið bangin
fyri, at teir fóru at taka sær
av løttum, men so var ikki.
Gleðin við at spæla kom
týðiliga til sjóndar, og tað
var eisini eyðsýnt, at tað
ávirkaði teir positivt, at fólk
tóku so væl ímóti orkufulla
og vælsmurda blues tón-
leikinum. Við lagnum "I’m
Gone" settu teir veruliga
prikkin yvir i’ið og gjørdu
ein rimmar enda á eini
fantastiskari framførslu.
Ungir og harðir
Næstseinast á pallin vóru
Paradox. Einans 15 og 16
ára gamlir trinu teir á pallin
sum um tað var gerandis-
kostur. Ok, eitt sindur av
"helgens hetta er feitt" sást
á andlitsbránum, tá fólk
heppaðu á teir niðri í salin-
um, meðan teir gjørdu seg
klárar á pallinum. Eisini
sást týðiligt, hvussu ágrýtn-
ir og hugaðir teir vóru at
sleppa í gongd.
Hóast ungir á aldri, so
høvdu teir roynt at staði á
palli fyrr — m.a. í Margar-
infabrikkini í Havn og á
ólavsøkukonsertini (sum
vinnari av pop-top konsert-
ini). Og hetta sást. Har var
eingin slingur í valsinum:
Við stoltari rødd byrjaðu
teir hart og kontant við
lagnum "Lost my Pride".
Heavy-rokkurin floymdi út
úr hátalarunum og legði
lunnar undir snjøllu, men
góðu røddina hjá Heina
Gilstóne Corfitz Andersen.
Sangirnir vóru rættuliga
góðir og nógv góð hugskot
vórðu roynd. Millum annað
varð kryddað við einum
sera feitum guitarriffi í
lagnum "New Day", ið
eisini var tað mest melidiøsa
lagið. Eisini høvdu teir góð
breaks inn í millum, og sum
heild var tað ein góð og
orkufull framførsla, sum
Paradox gav áhoyrarunum.
Onkrastaðni
kundi
tað
kanska svingað betri, men
teir megnaðu veruliga at fáa
lív í áhoyrarnar í salinum,
og tað var eitt stórt pluss.
Tað er eingin ivi um, at
limirnir í Paradox hava
potentialið. Um tað verður
sum bólkurin Paradox, ella
teir finna aðrar leiðir, fer
tíðin at vísa.
Eldri og enn harðari
Sum seinasti bólkur komu
SIC inn á pallin við døkk-
um eygum og ringum í
vørrini. Tað var eingin
loyna, at nú skuldi tað
tunga og tað harða veruliga
buldra úr hátalarunum. Og
tað gjørdi tað, so tað stóð
eftir. Tónleikaliga fram-
førslan hjá SIC var sera góð
og neyv, og teir megnaðu
veruliga at fáa lív í megin-
partin av áskoðarafjøldini.
Serliga lagið "Rough" var
gott, tí tað var rættuliga
varierandi. Í hesum lagnum
varð rúmd funnin í tjúkka
ljóðmúrinum fyri einari
pinkulítlari solo og nokk so
nógvum sangi.
Hini løgini náddu ikki
heilt somu hædd. Ikki tí,
grundleggjandi vóru tey
allright, men tað kundi
verið arbeitt meira við
variatión og detaljum, hóast
trash-metal fyrst og fremst
skal flyta, um ikki fjøll, so
tunga luft.
Nógv fólk hava ta fatan, at
tá ið tað snýr seg um trash-
metal, ja so skal sangarin
bara standa og skrála so hart
og vilt sum til ber. Men tað
er ikki heilt rætt. Ella jú,
hann skal kunna skrála bæði
høgt, lágt og hart, men tað
setir samstundis sera stór
krøv til ein trash-metal
sangara og røddina hjá
honum. Tað torføra er ikki at
rópa og skrála, men sam-
stundis hava stýr á hesum.
Eisini skal eitt skrál halda
tónan. Viðhvørt skal sangar-
in so eisini veruliga skrála
garvilt, fyri síðani brádliga
at fara beinleiðis til sang.
Alt hetta megnaði Mikkjal
Gaard Hansen til eitt reint
13 tal, og hann var eisini ein
góður frontfigurur í aðrar
mátar við sínum livandi
rørslum.
Møguliga kundi SIC tó
verið enn meira villir á
pallinum, enn teir vóru, og
gjørt enn meira burturúr
upp á onkran máta, men
sum heild var tað ein tung,
rá og sterk framførsla.
Væleydnað tiltak
Tikið samanum var dygdin
á teim ymisku framførslun-
um sera góð í hesum fyrsta
undanumfarinum.
Eisini
ljóðgóðskan og ljóðbland-
ingin var góð, umframt
skiftandi og spennandi ljósi,
sum setti dám á pallin.
Áhoyrararnir fingu tað,
teir vóru komnir eftir,
nevnliga góðan og fjøll-
broyttan tónleik og fólk
vóru í góðum lag. Tað er
sagt fyrr, men tolir væl at
verða endurtikið: Mentan-
arhúsið í Fuglafirði hevur
júst røttu stødd og inn-
rættan til eitt tílíkt tiltak.
Spennandi verður tískil at
hoyra og síggja, hvussu
hini trý undanumførini fara
at hepnast.
ðin vann
Uppá allar mátar vóru GoGo Blues í einum
klassa fyri seg í Fuglafirði
Heavy-rokkurin floymdi út úr hátalarunum, tá ungu menninir í Paradox trinu á pallin
Framførslan hjá DejaVu var ikki nakað serliga broytt í mun til
tað fyri tveimum árum síðani