Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-09, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. februar 2005síða 22

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 27 - 9. februar 2005 Tað hildu tey Bjarni & Hanus Bjarni Justinussen & Hanus Eliasen vóru báðir sera vælnøgdir við dygd- ina í fyrsta undanumfar- inum. Hanus var tó eitt sindur skuffaður av at DejaVu ikki komu víðari, tí honum dámdi væl teirra tónleik: – Eg haldi, at teirra framførsla var sera pro- fessionell. Teir vóru eitt sindur ørðvísi enn hinir, men teir vóru í harðari kapping í kvøld, og tá er kanska torført at endur- taka eina succes. Bjarni var serstakliga imponeraður av GoGo Blues: – GoGo Blues vóru fantastiskir! Ótrúliga væl samanspældir og dugdu sera væl at skapa stemn- ing við teirra feita stíli. Elisabeth & Erla Elisabeth Hansen & Erla á Torkilsheyggi høvdu ikki hoyrt Lama Sea fyrr, men vóru á einum máli um, at teir høvdu uppi- borið at komið víðari: – Teir spældu annar- leiðis tónleik, vóru í góð- um lag, lívligir og spældu væl. Og so hoyrdi man hvat teir sungu. Eisini vóru teir fittir í hasum klæðunum. Rannvá & Margreta Innan avgerðin varð tikin um hvør skuldi víðari, hildu Rannvá Simonsen & Margreta á Rógvu J., at antin Lama Sea, Paradox ella SIC skuldu koma víðari: – Um ikki ein av hesum bólkum kemur víðari, so er tað órættvíst. Allir tríggir bólkarnir fingu av álvara lív í áskoðararnar! Nýggi stjórin í Norð- urlandahúsinum var til Prix Føroyar leyg- arkvøldið, og hann fegnast um, at tiltøk- ini hjá Norðurlanda- húsinum eru fjøl- broytt STJÓRIN Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Tá ið fyrsta umfarið í Prix Føroyum varð hildið í Mentanarhúsinum í Fugla- firði leygarkvøldið, var nýggi stjórin í Norður- landahúsinum, Niels Halm, ein av teimum, sum var og lurtaði. – Tað var sera áhugavert at vera til Prix Føroyar, bólkarnir vóru góðir og ymiskir, sigur Niels Halm. Norðurlandahúsið í Før- oyum skipar saman við Útvarpinum og FUT fyri Prix Føroyum, og leiklutur- in hjá júst Norðurlanda- húsinum er sentralur. – Ein týdningarmikil partur hjá Norðurlandahús- inum er, at vit koma út um landið við okkara tiltøkum. Vit skulu samstarva við mentanarligar stovnar og onnur úti um landið, og tað ger Prix Føroyar, sigur hann. Niels Halm er ikki ókendur í tónleikavinnuni, tí hann hevur verið um- boðsmaður fyri nógvar danskarar tónleikarar – eitt nú Sebastian og Bifrost. Hann hevur eisini umboðað útlendskar tónleikarar í Danmark. Nógv fólk í húsið Nýggi stjórin var um vikuskiftið til onnur tiltøk, sum Norðurlandahúsið skipar fyri, og hann kundi staðfesta, at munur er á tiltøkum. Fríggjadagin var HC Andersen á skránni, leygar- kvøldið Prix Føroyar og sunnudagin ein politiskur valfundur. Og Niels Halm heldur eisini, at tað er týdningarmikið at hava nógv góð tiltøk í Norður- landahúsinum í Havn. – Tað er umráðandi, at Norðurlandahúsið verður brúkt, og at vit høvdu nógv fólk til HC Andersen, og at nógvir politikarar vóru í húsinum sunnudagin, er sera gott fyri okkum, sigur Niels Halm. Stjórin til Prixið – Ein týdningarmikil partur hjá Norðurlandahúsinum er, at vit koma út um landið við okkara tiltøkum. Vit skulu samstarva við mentanarligar stovnar og onnur úti um landið, og tað ger Prix Føroyar, sigur Niels Halm, stjóri í Norðurlandahúsinum Fyrstu vinnararnir Umframt at sjálvir bólkarnir, sum taka lut í Prix- Føroyar kappingini kunnu vinna sínar heiðurslønir, so sleppa áskoðararnir eisini upp í part í ársins útgávu av tónleikakappingini. Í samstarvi við Føroya Tele og Atlantic Airways hevur Sosialurin nevnliga eina SMS-kapping til hvørt um- farið, og fyrstu vinnararnir í hesi kapping vórðu funnin um vikuskiftið. Vinnararnir vóru hesi: 1 Sunnuvá Bæk, Tórshavn (Vikuskiftisatgongumerki til G-Festivalin) 2 Páll Rói Poulsen, Syðrugøta (2 vikuskiftisatgongumerki til Summar-Festivalin) 3 Karin Jóannesardóttir, Tórshavn (Pop-List 1, 2 og 3 frá 3-aranum) 4 Eiler Thomassen, Sandavágur (Ríðitúr fyri 4 fólk frá Berg Hesum) 5 Tummas Jákup Henriksen, Sandavágur (2 atgongumerki til Prix-finaluna) 6 Richard A. Olsen, Hósvík (2 atgongumerki til Listastevnuna) 7 Vest-Mót v/Jónleyg Bláhamar, Vestmanna (Fartelefon frá Føroya Tele) -jm