mikudagur 9. februar 2005síða 23
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 27 • mikudagur • 9. februar 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Hesi seinastu árini
hevur saltfiskavirkið
JMA í Vági selt til
eina spanska handils-
ketu. Teir keypa so at
siga alla framleiðsl-
una av saltaðum
fiskavørum frá virk-
inum
FISKIVINNA
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Tað var gamalt at orðið
"bacalao" merkir saltfiskur
á sponskum máli. Og fer tú
til Spanien er lítil ivi um, at
tær eydnast at fáa fatur á
hesi vøruni á fleiri støðum.
Tú setur teg væl til rættis
á matstovuni, og setur tenn-
irnar í henda vælsmakkandi
saltfiskin. Men tú hugsar
neyvan um, hvagani hann
er, ella hvørjar hendur hava
drigið henda fiskin úr sjó-
num og síðani hava arbeitt
hann til saltfisk.
Ert tú heppin og fert inn á
eina ávísa matstovu í Mad-
rid kanst tú fáa føroyskt
framleiddan
saltfisk
á
borðiskin. Tey seinastu
mongu árini hevur nevni-
liga handilsketan "La Casa
del Bacalao" keypt fisk frá
JMA saltfiskavirkinum í
Vági.
- At vit fingu samband
við henda spanska keypar-
an – tað var mestsum av til-
vild, sigur John Absalon-
sen, stjóri í JMA. JMA er
ein stytting av navninum á
stjóranum, sum í veruleik-
anum eitur Jógvan Martin
Absalonsen,
men
sum
verður kallaður John.
Líkt er til, at spanski
keyparin er sera væl nøgdur
við føroysku vøruna, sum
eisini fær sera góð um-
mælir frá teimum vitjandi.
Støðug framleiðsla
Tað eru ikki bara sól-
skinssøgur, ein í dag hoyrir
úr Vági. Hóast stjórin á
JMA er lítillátin, so er her
kortini
talan
um
eitt
viskisfúsið virki sum fór í
gongd, tá illa stóð til í Vági
fyri skjótt 10 árum síðani.
John Absalonsen varð
eisini raktur av arbeiðsloys-
inum, sum tá rakti Suður-
oynna. Men hann vildi ikki
sita hendur í favn. Hann
vildi vera við til at skapa
nakað.
Hann keypti ein bygning
á havnalagnum, og byrjað
fyrst at salta seyðaskinn.
Hetta eydnaðist tó ikki væl,
tí júst hetta árið var eitt
teirra, har einki fekst fyri
seyðaskinnini.
Hann avgjørdi ístaðin at
satsa uppá framleiðslu av
saltfiski. Væl lá fyri at fáa
rávøruna til virkið, tí upp-
boðssøla var tá komin til
Vágs, og hagani kundi hann
lættliga fáa hendur á rá-
vøruni.
Byrjað var í smáum,
bæði hvat nøgdum og ar-
beiðsfólki viðvíkti, men í
dag eru hesi bæði tølini
rættiliga støðug: Talið av
arbeiðsfólkum liggur van-
liga út ímóti átta, og tað
hesi fólkini framleiða er í
miðal eini 500 tons um
árið.
- Okkurt árið hava nøgd-
irnar verið minni, meðan
tey okkurt árið vóru oman-
fyri, sigur John Absalonsen
við Sosialin.
Í tí smáa
Hóast skiftandi tíðir og
skiftandi fiskiskap, er ar-
beiði so at siga hvønn dag á
virkinum. Teir keypa fisk
soleiðis, at tað altíð er nóg
mikið til arbeiðsfólkið at
arbeiða undan.
Arbeitt verður í tí smáa,
soleiðis at teir altíð klára at
gjalda hvørjum sítt.
- Tað er mangan strævið,
men enn hevur tað so
gingið. Vit vóna sjálvandi,
at vit kunnu halda fram
eisini í framtíðini, sigur
John.
Teir selja sum nevnt alla
framleiðslu sína til áður-
nevndu
handilsketu
í
Spanien. Hvussu tað sam-
starvið kom í lag, er eisini
vert at fáa við í hesi sam-
røðuni.
– Sá lekkurt út
John Absalonsen sigur frá,
at sambandið teirra millum
hendi mestsum av tilvild, tá
ein
umboðsmaður
frá
sponsku ketuni var á vitjan
í Vági, nakað eftir at JMA
var farið til verka.
Sjálvur var John ikki til
staðar, tá vitjað varð á
havnalagnum í Vági. Men
seinni eydnaðist tað so at
fáa fatur á hesum spanska
umboðsmanninum.
JMA sendi síðani eina
roynd av framleiðsluni til
keyparan. Og hann var væl
nøgdur og ringdi aftur eftir
meiri.
- Hann spurdi, hvussu
nógv vit kundu framleiða
fyri teir. Og soleiðis kom
sambandið í lag, sigur
hann.
John var sjálvur í Madrid
fyri nøkrum árum síðani,
og nýtti tá høvið at vitja
eina av hesum matstovun-
um í spanska høvuðsstað-
num.
Har var alt sett fram og
klárt at servera fyri fólki –
kanska oman fyri 100 ym-
iskar uppskriftir til fiska-
vørurnar.
- Tað sá ordiliga lekkurt
út, sigur John Absalonsen.
– Eg tímdi ikki at sita hendur í favn
John Absalonsen á vitjan á sponsku matstovuni, sum keypir
sínar vørur frá virki hansara í Vági
- Tað var mestsum av tilvild
at vit fingu samband við
tann spanska keyparan, sigur
John Absalonsen, stjóri á
JMA í Vági
Mynd: Bárður Lydersen