mikudagur 9. februar 2005síða 24
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 27 - 9. februar 2005
Fiskirannsóknarstova
n hevur nú sett tøl á,
hvussu stór hjáveiðan
av øðrum fiskasløg-
um er uppi í veiðini
hjá skipi, sum roynir
við flótitroli. Veiðan
hjá Nærabergi ein túr,
sum skipið gjørdi í
november og desemb-
er, er kannað. Kann-
ingarnar vísa, at fitt
av upsa er uppi í
svartkjaftaveiðini við
flótitroli, meðan
minni íblanding er av
toski og øðrum fiska-
sløgum
HJÁVEIÐA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í fjør høvdu vit fleiri grein-
ar í blaðnum um, hvørt hjá-
veiðan hjá svartkjaftatrol-
arunum kann vera ein
trupulleiki fyri onnur fiska-
sløg ella ikki. Vit høvdu
samrøður við leiðaran á
Fiskiveiðieftirlitinum, Elm-
ar
Højgaard,
Hjalta
í
Jákupsstovu,
leiðara
á
Fiskirannsóknarstovuni, og
vit høvdu eisini samrøður
við
landsstýrismannin,
Bjørn Kalsø, um hesi við-
urskifti.
Spurningurin tók seg upp
eftir, at eitt nú íslendingar
høvdu gjørt kanningar av
hesum viðurskiftum og
staðfest, at ein ávís hjá-
veiða er uppi í veiðini hjá
svartkjaftaskipunum.
Teori um gongd
Menn, sum eru virknir í
ísfiskavinnuni í Føroyum,
hava stundum spurt, hvar
tann stóri fiskurin er, eitt nú
tann stóri upsin, nú Vár-
harra hevur vælsignað okk-
um seinastu árini við met-
góðari
upsaveiði,
sam-
stundis sum upsin hevur
verið rættiliga smáfallandi.
Spurt hevur verið, um
tann stóri fiskurin kanska
gongur uppi í svartkjaftin-
um, nú gróðurkanningar
seinastu árini hava víst, at
gróðurin í havinum hevur
verið so lítil, tó at hann í
fjør heyst aftur vísti seg at
vera á veg uppeftir.
Í samrøðum, vit høvdu
við Elmar Højgaard, helt
hann, at kanningarnar, sum
higartil vóru gjørdar, vóru
ikki nóg gott grundarlag til
at meta um hesa hjáveiði.
Hann vísti á, at lítil fiski-
skapur hevði verið eftir
svartkjafti í føroyskum
sjógvi, síðan kanningarnar
byrjaðu og legði dent á, at
Fiskiveiðieftirlitið fór at
taka kanningarnar uppaftur,
tá ið meira svartkjaftur
aftur fekst á okkara leiðum.
Sum skilst, hevur spurn-
ingurin um hjáveiði uppi í
svartkjaftafiskiskapinum
afturvendandi verið havdur
á munni á løgtingi, og
landsstýrismaðurin hevur í
orðaskifti fleiri ferðir verið
spurdur, hvussu stór henda
hjáveiða í veruleikanum er.
Nýggjar kanningar
Fiskirannsóknarstovan
hevur nú í tíðarskeiðnum,
10. november til 7. desemb-
er kannað hjáveiðina við
flótitroli hjá svartkjafta-
trolaranum, Nærabergi.
Niðurstøðan er, at um-
framt hjáveiði av prikka-
fiski og øðrum smáum
uppisjóvarfiskum, var upsi
eisini uppi í veiðini hjá
svartkjaftatrolaranum.
Tað kann ljóða lítisvert,
tá ið hjáveiðan av øðrum
fiskasløgum er so lítil, sum
tølini vísa, men havast skal
í huga, at nøgdirnar, sum
svartaskipini fiska, eru so
stórar, at tey fáu prosentini
skjótt kunnu gerast til stór
tøl, tá ið saman um kemur.
Fiskirannsóknarstovan
sigur, at hjáveiðan av upsa
hjá Nærabergi hendan túrin
var 3,2% í miðal.
- Men spjaðingin var stór.
Eingin upsi var í onkrum
hálum, og eitt hálið var
hjáveiðan heili 20%.
Samlaða hjáveiðan av
upsa hendan túrin var
129.000 pund.
- Upsin var yvirhøvur
stórur - í miðal 77 senti-
metrar til longdar og vigaði
í miðal 4,7 kilo.
Magakanningar vístu, at
upsin, sum gekk uppi í
svartkjaftinum, serliga hev-
ur etið svartkjaft, prikka-
fisk og æti.
Lítil toskur
Fiskirannsóknarstovan
sigur, at hjáveiðan av toski
uppi í svartkjaftaveiðini hjá
Nærabergi hendan túrin var
0,02%, sum svarar til 772
pund.
- Nøgdin av toski er
minni enn í íslendsku kann-
ingunum,
sum
gjørdar
vórðu í 2003.
Toskurin var í miðal 74
sentimetrar til longdar og
vigaði í miðal 9 pund.
- Kanningarnar vístu, at
toskurin hevur etið nógvan
svartkjaft, og onkur fiskur
hevði eisini etið prikkafisk
og lítla lakstobis.
Onnur hjáveiða
Á túrinum hjá Nærabergi
kannaði Fiskirannsóknar-
stovan eisini nøgdirnar av
hjáveiði av øðrum fiska-
sløgum, og her var hjá-
veiðan av prikkafiski 0,3 %
ella 11.600 pund, hjáveiðan
av lítla laksatobis 0,2 %
ella 8.000 pund og hjáveið-
an av agnhøgguslokki 0,3
% ella 11.800 pund. Hjá-
veiðan av øðrum fiskasløg-
um var í smáum nøgdum;
onnur fiskasløg vóru bert
uppi í veiðini av og á.
Mæla til rist
Eftir túrin hjá svartkjafta-
trolaranum,
Nærabergi,
mælir Fiskirannsóknarstov-
an til at skunda undir
royndirnar at fáa rist til
flótitrol at rigga sum skjót-
ast, soleiðis at ristin kann
skilja tann stóra fiskin frá tí
smáa, ið fiskað verður eftir.
Fiskirannsóknarstovan
heldur, at hjáveiðukanning-
ar eisini mugu gerast fyri
onnur tíðarskeið av árinum
fyri at fáa eina betri mynd
av hjáveiðuni hjá svart-
kjaftaflotanum.
Fiskirannsóknarstovan hevur
nú kannað hjáveiðina av
øðrum fiskasløgum, sum er
uppi í svartkjaftaveiðini, tá
ið roynt verður við flótitroli.
Kanningarnar fóru fram
umborð á Nærabergi í
november og desember í fjør
Fiskirannsóknarstovan mælir nú til at skunda undir royndirnar við rist til flótitrol, soleiðis at
ristin kann skilja tann stóra fiskin frá tí smáa, ið fiskað verður eftir
Hjáveiðan við flótitroli ger tað
neyðugt at fáa ristina at rigga