Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-09, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. februar 2005síða 25

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 27 - 9. februar 2005 25 FISKIVINNA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað var nógvur aktivitetur á bryggjuni í Saltangará, tá ið Sosialurin var fram- við tíðliga fríggjamorgun- in. Partrolararnir, Safir og Smaragd, lógu við fullari last, umleið 220.000 pund- um tilsamans og Oknin, sum er á garnaveiði, land- aði eini 12.000 pund av svartkalva. Umframt landingarnar hendan morgunin, vóru fólk hjá Beta eisini í holt við at koyra kør umborð aftur á partrolararnar, Bak og Stelk, sum á seinasta túri landaðu í Hanstholm. Teir høvdu eini 330.000 pund, meginparturin upsi. Á Beta siga tey, at trol- ararnir seldu fyri 870.000 krónur netto, sum er ein hampiligur túrur, hóast longu leiðina til marknað- in Klokkan 02 týsnáttina legði semingsstovn- urin eitt nýtt sem- ingsuppskot fyri Før- oya Reiðarafelag og Føroya Skipara-og Navigatørfelag FISKIFLOTIN Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Útlitini til semju í sáttmála- trætuni millum Føroya Reiðarafelag og Føroya Skipara- og Navigatørfelag vóru vánalig mánadagin, sum freistin at gera nýggjan sáttmála gekk út á midnátt. Men, sum dagurin leið, skiltist, at samband var millum partarnar, og tá ið leið út á kvøldið, vóru útlit til, at semingsstovnuri fór at leggja eitt nýtt uppskot fyri partarnar. Langt á mál Samráðingarnar slitnaðu annars seinasta mikudag, tá ið bæði Føroya Reiðara- felag og Føroya Skipara- og Navigatørfelag vrakaðu eitt semingsuppskot frá Terja Sigurðssyni og Jóannesi Djurhuus. Langt hevur verið millum partarnar, men spurning- urin er, um verkfallið, sum hóttir fiskiflotan, fer at bloyta støðuna millum part- arnar. Í samrøðu við Sosialin í gjár, segði formaðurin í Føroya Reiðarafelag, Jákup Sólstein, at felagið ikki er nøgt við, at nýggi sáttmálin verður útreiðsluneutralur, tí hann heldur, at yvirmenn- inir umborð á føroyskum fiskiskipum hava ráð at bera eitt sindur meira, nú gongdin hjá fiskiflotanum sum heild er vánalig. Avgerast í morgin Nú nýggja semingsupp- skotið varð lagt fyri partar- nar um 02-tíðina týsnáttina, ynskti Føroya Reiðarafelag at fáa høvi at leggja upp- skotið fyri limirnar, og samstundis fekk Føroya Skipara-og Navigatørfelag somu tíð at viðgera nýggja semingsuppskotið. Sostatt skulu feløgini bæði hava svarað semings- stovninum í seinasta lagi í morgin, um tey góðtaka ella vraka uppskotið. Ógjørligt er at meta um, hvat úrslit fer at spyrjast burtur úr viðgerðini. Kanska fara feløgini at samtykkja uppskotið - og kanska fara tey at vraka tað. Rakar meint Skal nýggja semingsupp- skotið loysa trætuna, er neyðugt, at bæði feløgini taka avgerð um at sam- tykkja uppskotið sum fyri- liggur. Eitt møguligt verkfall í fiskiflotanum fer at taka øll fiskiskip, sum hava stýri- menn og skiparar, ið sigla eftir sáttmála millum Før- oya Skipara- og Navigatør- felag og Føroya Reiðarafe- lag. Í hesum umfari verða strandfaraskipini og farma- skipini ikki rakt av einum møguligum verkfalli. Nógvur aktivitetur á bryggjuni í Saltangará Fríggjamorgun í Saltangará. Trý skip landa, og menn hjá Beta eru í holt við at gera Bak og Stelk, sum hesaferð hava landað í Hanstholm, út til nýggjan túr Mynd: Vilmund Jacobsen Fiskiflotin: Skulu taka støðu til semings- uppskot í morgin Enn er einki avgjørt um, hvørt fiskiflotin verður raktur av verkfalli ella ikki. Tað fer dagurin í morgin at siga okkum Nógv stendur upp á spæl, og báðir partar mugu slaka, um nýggja semingsuppskotið, sum semingsmenninir nú hava lagt fyri partarnar, skal vinna frama. Eitt møguligt verkfall í fiskiflotanum fer at raka øll fiskiskip, sum hava skiparar og stýrimenn, sum sigla eftir sáttmála millum Føroya Skipara-og Navigatørfelag og Føroya Reiðarafelag