mikudagur 9. februar 2005síða 26
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 27 - 9. februar 2005
– Tað hevur skund at
taka kappingina upp,
tí heimurin bíðar ikki
eftir okkum, segði
búskaparfrøðingurin,
Magni Laksáfoss, á
suðuroyarráðstevnun
i herfyri, tá ið hann
lýsti tær avbjóðingar
sum standa fyri
framman hjá før-
oyska samfelagnum
ALTJÓÐAGERÐ OG
AVBJÓÐINGAR
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Skulu vit standa okkum í
kappingini á altjóða markn-
aðinum, mugu vit tora at
satsa.
– Satsa vit ikki, tapa vit. Í
løtuni satsa vit ikki!
Tað segði Magni Laksá-
foss, búskaparfrøðingur, á
Suðuroyarráðstevnuni, sum
teir tríggir peningastovnar-
nir, Suðuroyar Sparikassi,
Føroya Banki og Føroya
Sparikassi, hildu herfyri.
Í fyrilestri sínum vísti
búskaparfrøðingurin á, at
tað er ikki bara í Suðuroy,
at truppulleikar eru. Men
hann vísti eisini á, at vit
hava staðiliga brúk fyri ein-
um nýggjum vinnupoli-
tikki.
Men hann nam eisini við
støðuna í Suðuroynni og
nevndi nakrar møguleikar
fyri at venda gongdini í
oynni.
Føroyar dragnaðar
afturút
Magni Laksáfoss kom fyrst
inn á alheimsgerðina.
– Alheimsgerðin førir við
sær, at vit fáa eitt ávíst ar-
beiðsbýti, sum ger, at vit
framleiða nakrar vørur og
innflyta aðrar. Hetta ar-
beiðsbýtið ger, at vit fáa
møguleika at fáa vørur til
landið, sum vit annars ikki
høvdu kunnað fingið, tí vit
ikki kunnu framleiða tær
sjálvur, eitt nú bilar og flog-
før. Tí er hetta eitt arbeiðs-
býti, sum vit hava brúk fyri.
Men hann vísti eisini á, at
alheimsgerðin førir við sær,
at gamlar vinnur flyta burt-
ur og at nýggjar vinnur
koma til.
– Okkara uppgáva verður
so at gera okkum greitt at
nýggjar vinnur koma til og
samstundis at gera okkum
greitt, hvørjar tær nýggju
vinnurnar skulu vera, sum
skulu koma ístaðin.
Higartil er Suðuroyggin
rakt harðast av alheims-
gerðini, men tekin eru um,
at eisini allar Føroyar fara
at fáa somu trupulleikar,
sum Suðuroy nú hevur.
– Tað eru serliga vinnur á
landið, sum eru ávirkaðar
av alheimsgerðini.
Hann greiddi eisini frá, at
kanningar vísa, at alheims-
gerðin førir við sær, at aðrir
búskapir enn teir vanligu,
fara at viga ógvuliga nógv í
alheimsbúskapinum. Hesir
búskapirnir eru teir í Russ-
landi, Kina, India og Bra-
silia og framyvir fara bú-
skapirninir í hesum londum
at fáa størri týdning enn tey
gomlu G-6 londini, sum eru
USA, Japan, Stóra Bret-
land, Týskland, Italia og
Frakland.
– Í komandi árum verður
roknað við, at Kina, USA
og India fara at vera teir
heilt stóru búskapirnir,
samstundis sum Evropa fer
at fáa nógv minni týdning.
– Sostatt eru vit mitt í
einum heimi, sum broytist
ómetaliga skjótt, segði bú-
skaparfrøðingurin.
Hann segði, at tað ein-
asta, vit kunnu gera, er at
taka kappingina upp og
finna útav, hvussu vit skulu
fyrihalda okkum.
– Og tað hevur skund, tí
heimurin bíðar ikki eftir
okkum.
Hinvegin vísti hann á, at
Føroyar
eru
dragnaðar
rættiliga langt aftur úr
hinum londunum í roynd-
unum at laga seg til al-
heimsgerðina.
– Tað verður neyðugt at
allir partar, virkini, politik-
ararnir og borgararnir sam-
starva fyri at lyfta føroyska
kappingarførið.
Tað er gjørt fyrr allir
partar ganga saman í
royndunum at byggja eitt
land upp, segði hann. Hann
nevndi
Nýsæland
sum
dømi, har tað høvdu verið
trípartasamráðingar hvørt
ár frá seinna heimsbardaga
til seinast í sekstiárunum og
tað var við til at skapa eitt
vælferðarsamfelag.
Magni Laksáfoss sigur,
fyri at kunna flyta vørur
inn, mugu føroyingar hava
ein stóran útflutning. So-
statt
er
útflutningurin
grundarlagið undir okkara
vælferð.
– Men eru vit ikki kapp-
ingarfør, fáa vit heldur ikki
útflutt.
Vanliga verður sagt, at
útflutningsvinnurnar mugu
hava hægri produktivitets-
vøkstur enn aðrar vinnur.
Ofta verður sagt, at hann
skal vera heili 4% og 6%.
Tí er tað ikki burturvið tá ið
onkur hevur rópt seg uppá,
at vit hava brúk fyri kvikum
hondum, tí tað verða sett
heilt onnur krøv til útflutn-
ingsvinnurnar, enn til "inn-
anlandsvinnurnar",
tí
í
teimum vinnunum verður
sagt, at kravið til produk-
tivitetsvøksturin er 1% -
2%.
Magni Laksáfoss sigur,
at fyri at standa seg í kapp-
ingini í dag, krevst dygd,
sniðgeving og "branding",
tænasta, tillaging til við-
skiftafólkini, trygg levering
og at vørurnar støðugt
verða mentar og lagaðar til
marknaðin.
Hann heldur eisini, at tað
er ein týðandi partur í kapp-
ingini at lønarvøksturin
verður avmarkaður.
– Men tað vit fáa ikki
stóra vælferð við at kappast
í lønum. Vit eru rík framm-
anundan og fara vit at
kappast í lønum, gerast vit
fátækari. Tað er á øðrum
økjum, vit skulu kappast.
Eitt nú mugu vit gera íløgur
í góð framleiðslutól og í
vitan. Hinvegin merkir tað
høga lønarlagið í Føroyum
og í londunum rundanum
okkum, at framleiðslan má
hava eitt høgt førleika- og
vitanarstøði.
Hann segði, at lønarlagið
má ikki vera ov høgt, tí so
verður framleiðslan ov dýr.
Hinvegin má tað heldur
ikki vera ov lágt, tí so fæst
ikki fatur á skikkaðari ar-
beiðsmegi.
Harafturat má gongdin í
almennu
útreiðslunum
verða jøvn og tað má vera
javnvág ímillum alment og
privat.
Mugu velja fyri
at vinna
Magni Laksáfoss sigur, at
vinnupolitikur er ikki bara
vinnupolitikkurin
hjá
vinnumálaráðnum. Tað er
eisini
fíggjarpolitikur,
fiskivinnupolitikkur
og
somuleiðis hava almanna-
og heilsumál stóran týdn-
ing.
Hann vísti á, at skulu vit
taka kappingina upp, mugu
vit vera fremst á onkrum
øki.
– Tað er einasti mátin.
Men tað merkir so eisini, at
vit mugu velja eina vinnu
grein, sum vit vilja leggja
doyðin á at verða fremst í.
Tað kann verða fiskafram-
leiðsla av onkrum slag,
biokemi, telesamskifti, fyri
at nevna trý dømi.
– Bara við at velja, kunnu
vit vinna.
Við hesum sipar hann til,
at vit mugu velja eina
vinnugrein, sum vit vilja
granska í.
– Men tað krevur dirvi at
velja.
Hann sigur, at gongdin
nú, har nøkur oyru verða
brúkt til gransking her og
har, førir als onga leið. Tað
nyttar ikki at spjaða gransk-
ingina yvir fleiri øki. Hon
skal savnast um eitt øki og
so má hon styrkjast.
Mugu tora at satsa
Hann segði, at vit mugu
eisini velja vinnupolitiska
strategi. Vit kunnu velja, at
geva vinnum, sum ikki
klára seg, stuðul fyri at
varðveita
arbeiðspláss.
Hetta hava vit roynt í
Føroyum og gera tað enn í
ein ávísan mun.
– Viðhvørt er tað væl
grundað, tí er ov nógv ferð
á alheimsgerðini, flytir ov
nógv fólk burtur og tí verð-
ur tað ov trupult at rætta
skútuna aftur. Tí er við-
hvørt skilagott at bera so í
bandi, at ávísar vinnugrein-
ar ikki hvørva ov tíðliga og
at broytingarnar ikki henda
ov skjótt.
Men hetta er ikki ein
vinnupolitikkur, sum hald
er í sum frálíður.
Ein onnur strategi er, at
tað sum ikki kann standa,
tað má falla. Tað almenna
skal koma við vitan og
gransking. Spurningurin er
eisini um hetta er haldgott í
longdini.
Hetta er nógv frammi í
løtuni, men tað verður ikki
gjøgnumført, tí tað al-
menna kemur ikki við nakr-
ari vitan.
Trupulleikin er at í al-
heimsgerðini mugu vit gera
okkum greitt, at vinnur
hvørva og flyta í onnur
lond.
Spurningurin
er,
hvussu vit fáa aðrar vinnur
til landið og tað má poli-
tikkurin eisini miðja ímóti.
Ein triðja strategi er at
stuðla vinnum, sum vit
vænta, fara at standa seg í
framtíðini. Sostatt velja vit
eina vinnugrein og stuðla
henni við gransking, vitan,
flutningsmøguleikum
o.s.fr.
– Ein vansi við hesari
strategi er, at vit kunnu
koma at velja skeivt.
Magni Laksáfoss vísir á,
at vit hava fordømi um eina
slíka strategi í Føroyum, tá
ið vit stuðlaðu svartkjafta-
vinnuni nógv í áttatiár-un-
um.
Uppaftur ein onnur stra-
tegi kann vera at stuðla
vinnum, sum standa seg
væl.
– Men vit kunnu eisini
royna at skapa ein vinnara.
– Eg haldi, at í Føroyum
eiga vit at leggja okkum
eftir hesi eini strategi, har
vit skulu tora at satsa uppá
ávísar vinnugreinir. Satsa
vit ikki, tapa vit. Í løtuni
satsa vit ikki.
Ikki ráð at "missa" so
nógv fólk av landinum
Hann reisti síðani spurn-
ingin, hvat fer at henda,
tora vit ikki at velja.
– Arbeiðsmegin er okk-
ara týdningarmiklasta til-
feingi. Hon skal vera nóg
stór og nóg fjølbroytt.
Hesi seinastu 75 árini eru
eini eini 120 fólk flutt av
landinum um árið í miðal
og tað er ikki so lítið. Men
burðaravlopið hevur verið
enn størri, tí nógv børn eru
fødd.
Men nú er burðaravlopið
minkað og tí hava vit ikki
ráð til at "missa" so nógv
fólk av landinum.
Magni Laksáfoss vísti
síðani á, at hesi seinastu 40
árini er fólkasamansetingin
vorðin skeivari og skeivari,
so at tey eldru ættarliðini
verður fjølmentari og fjøl-
mentari uttan at tey yngru
ættarliðini fylgja við í tali.
Framskrivingar vísa, at
tey næstu árini fer fólka-
talið í Føroyum at verða um
53.000 fólk og har fer tað
leggja seg.
Fólk
í
arbeiðsførum
aldri, sum er 25-65 ár, ligg-
ur um 24.000 fólk í løtuni
og tað fer at veksa uppí
27.000 fólk tey næstu 30-
40 árini.
Samstundis hava vit góð-
ar 6000 pensjonistar í Før-
oyum, men í komandi árum
fara vit at fáa einar 4000-
5000 pensjónistar afturat.
Men Magni Laksáfoss
ger vart við, at hetta er ein
framskriving av fólkatalin-
um við ongari fráflyting.
Hinvegin vísur hann á, at
umframt vanligu fráflyt-
ingina upp á 120 fólk um
árið, sum hevur verið siðani
í tríatiárunum, heldur hann,
at tað er ógvuliga sannlíkt,
at eini 1500 fólk afturat
fara at flyta úr Føroyum tey
næstu fimm árini.
Vit mugu to
– Vit fáa ikki stóra vælferð við at kappast í lønum. Vit eru rík
frammanundan og fara vit at kappast í lønum, gerast vit
fátækari. Tað er á øðrum økjum, vit skulu kappast,s igur
Magni Laksáfoss, búskaparfrøðingur