Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-09, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. februar 2005síða 27

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 27 - 9. februar 2005 27 Tá metir hann, at fólka- talið fer at veksa upp í 50.000 fólk og so fer tað at fella nakað aftur. Samstundis fer arbeiðs- megin at minka 2000 fólk. Hinvegin fer talið á pen- sjonistum ikki at órógvast av hesum, tí teir flyta ikki eftir arbeiði. Harafturat fer talið á pensjonistum sum eru yvir 80 ár og sostatt verða ógvuliga røktarkrevj- andi, at hækka úr sløkum 2000 pensjonistum í dag, upp í 3500 um eini 30-40 ár, tí fólk liva longri og heilsuverkið batnar alsamt. –Tí fara vit at fáa brúk fyri rættiliga nógv fleiri røktarheimum. Sostatt er eisini ógvuliga lítið sannlíkt, at almenna umsitingin fer at minka. Magni Laksáfoss sigur, at sama gongdin hevur gjørt seg galdandi í Het- landi og í Írlandi. Í Hetlandi minkaði fólka- talið niður í helvt upp á 100 ár, men síðan kom vend í fólkatalið eftir at oljuvinn- an tók seg upp har, tí hon kastaði fitt av størvum av sær. Hinvegin fór fólkatalið í Ìrlandi eisini niður í helvt frá 1850 til 1950, men síð- ani hava teir megnað at vent gongdini. Tað gjørdu teir við at broyta vinnulóggávuna fyri at lokka útlendskar íleggj- arar til Ìrlands og tað hava írar miðvíst lagt seg eftir. Somuleiðis lækkaðu teir skattabyrðuna hjá vinnulív- inum. Harafturat hækkaðu teir útbúgvingarstøðið so at tað nú er hægri enn í Danmark. Mugu síggja heildina Hann segði, at í Írlandi eru íløgurnar nú 130% (eitt- hundraðogtríati) av BTÚ. Í Danmark eru tær 30%. Í Írlandi er partafelags- skatturin 12,5%, í Føroyum er hann eini 20%, í Dan- mark er hann 30% og í USA er hann 40% og í Jap- an nøkur og 40% Í Kina er partafelags- skatturin yvir 30%, men eisini har eru ómetaliga stórar útlendskar íløgur. Sostatt er tað ov einstátt- að at bara at tosa um skatt. Tað nyttar heldur onki bara at tosa um vinnupolitikk einsamallan. Tvørturímóti ræður tað um at síggja heildina, sigur Magni Laksáfoss. Hann sigur, at niðurstøð- an av øllum hesum er, at vit noyðast at føra ein politikk, sum er nógv meiri mið- vísur, enn hann hevur verið higartil. – Somuleiðis mugu vit velja eina politiska strategi, sum er nógv meiri offensiv, enn nú, akkurát, sum tey hava gjørt í Írlandi. Kom ongantíð heilt fyri seg Tá ið hann so lýsir støðuna í Suðuroy, vísti hann á, at hon er ongantíð komin heilt fyri seg aftur eftir kreppuna í nítiárunum. – Nú er aftur kreppa í Suðuroy við stórum ar- beiðsloysi og fráflyting. Gongdin í fólkatalinum vísir, at hesi seinastu 50 ár- ini er fólkatalið í Føroym sum heild, vaksið góð 60%, men í Suðuroy er tað mink- að eini 20%. Samstundis vísir kyns- býtið, at í teimum yngru aldursbólkunum, eru mun- andi færri fólk í Suðuroy upp á seg enn í Føroyum annars. Hinvegin eru nógv fleiri eldri fólk frá 40 ár og uppeftir í Suðuroy enn í Føroyum annars. Hinvegin vísa talvur yvir kynsbýtið, at táið vit koma upp í 20 ára aldur, er rætti- liga stórt undirskot av konufólki í Suðuroy. – Hetta er ein rættiliga álvarslig støða. Men hend- an støðan, sum Suðuroy er í nú, er sama støða, sum allar Føroyar verða í um nøkur ár. Tí krevst at vit vinnu- politiskt leggja á annan bógv beint nú, sigur Magni Laksáfoss. Hann sigur, at sum støðan er nú, hevur Suður- oy bráðneyðugan tørv á hjálp. Serliga stórur er tørv- urin á størvum til konufólk, bæði tí at tað eru ov fá arbeiðspláss til konufólk og tí at tað eru ov fá konufólk í oynni. – Tiltøk mugu setast í verk beinanvegin fyri at venda gongdini. Men umframt bráðfeing- ishjálp, hevur Suðuroyggin eisini brúk fyri eini lang- tíðarloysn og tað er serliga í sambandi við eina langtíð- arloysn, at ein broyttur og meiri miðvísur vinnupoli- tikkur kemur inn í mynd- ina. Tey 10 punktini røkka ikki nóg langt Hinvegin heldur hann eis- ini, at tey 10 punktini í suð- uroyarætlanini hjá lands- stýrinum eru góð í mangar mátar. – Tey fara t.d. at skapa størv í byggivinnuni. Men í byggivinnuni í Suðuroy er støðan tann, at har er ikki so stórt arbeiðsloysi, tí tey, sum arbeiða í henni, ar- beiða aðrastaðni. Tí er spurningurin um hetta er tann rætta vinnan at stuðla. Hinvegin heldur hann, at tað eru ov fá konufólka- størv í ætlanini og tað er júst tað, sum størsta trotið er á. Harafturat hjálpir ætlanin eisini vinnuni í teimum trupulleikum hon hevur beint nú við flutningi o.ø. – Kortini hjálpir ætlanin ikki so nógv beinanvegin, tí her eru ov fá konufólka- størv og í byggivinnuni er í stóran mun talan um at flyta inntøkur, sum suður- oyingar vinna aðrastaðni, heim aftur til Suðuroyar og tað skapar ikki so nógvar nýggjar inntøkur. – Skal Suðuroyarætlanin hjálpa beinanvegin, verður neyðugt at skapa nýggj størv beinanvegin. Skal talan hinvegin verða um langtíðarloysnir, røkka hasi 10 punktini ikki nóg langt. – Men tey 10 punktini eru góð, hvør sær, men tey loysa ikki trupulleikarnar. Magni Laksáfoss sigur, at skal talan verður um eina langtíðarloysn fyri Suður- oy, verður neyðugt at kanna tørvin og møguleikarnar hjá vinnuni í Suðuroy og í tí sambandi er eisini neyðugt at kanna, hvussu onnur hava borið seg at, eitt nú í Irlandi og Norðurnoregi. Samstundis eiga vit at fáa eina lýsing av, hvørjar vinnur eru á veg inn og hvørjar vinnur standa fyri falli. Mugu finna "up-marknaðirnar" – Í Írlandi er 60% av út- flutninginum í vinnum til tað, sum á fakmálið verður nevnt "up-market". Tað merkir at írar fáa minst 15% meiri fyri sína vørur, enn onnur fáa fyri somu vøru. Hann sigur, at eitt dømi um føroyskar vørur á hes- um marknaðunum kann vera føroyskur saltfiskur av toski, sum hevur so gott orð á sær, at vit fáa væl betri prís enn okkara kappingar- neytar. – Skulu vit leggja leggja okkum eftir at fáa eitt hægri livistøði í Føroyum, mugu vit leggja okkum eftir at finna "up-marknað- irnar". Hinvegin er "down-mark- naðurin" tann marknaður, har vit fáa minst 15% minni fyri okkara vørur enn okk- ara kappingarneytar fáa fyri somu vørur. Neyðugt við almenn- um størvum í Suðuroy Somuleiðis er neyðugt at skapa almenn størv í Suð- uroynni og í tí sambandi endurtekur hann, at hann heldur at tað hevði verið eitt gott hugskot at bygt eitt ellisheim í Suðuroy. – Men eitt ellisheim til 35 búfólk er ov lítið, tí fyri at fáa raksturin og effek- tivan sum gjørligt, skal talan vera um pláss til minst tvær ferðir so nógv fólk. Hann heldur eisini, at tað er eisini neyðugt at lýsa, hvørjum útbúgvingum, tørvur verður á fyri at kunna taka ímóti teimum nýggju vinnunum. Og verður tað neyðugt, mugu eisini stuðulsskipanir setast í verk fyri at lætta um hjá vinnuni, tað kann vera flutningsstuðul, íløgustuðul ella okkurt annað. – Ein heildarætlan má verða málrættað eftir tí tørvi og teimum møguleik- um, sum Suðuroy hevur. Og tað er neyðugt at leggja eina heildarætlan, tí at arbeiða í brotum er ikki nóg mikið. – Verður heildin løgd rætt saman, kastar hon meiri av sær enn teir einstøku part- arnir, lagdir saman sigur Magni Laksáfoss. ra at satsa Vísital: 1991=100: Hendan talvan vísur gongdina í lønarlagnum í Føroyum og grannalondum okkara frá 1991 til 2003. Í talvuni er lagt upp fyri gjaldoyranum. Varð ikki lagt upp fyri gjald- oyranum, var munurin enn størri. Talvan vísur, at í hinum londunum hevur lønarvøksturin verið umleið 50% frá 1991 til 2003. Í Føroyum hevur hann verið helvtina, ella umleið 26%. Sostatt eru lønirnar í okkara grannalondum hækkaðar tvær ferðir so nógv, sum í Føroyum. Tí er tað ov bíligt bara at geva lønunum skyldina fyri trupulleikarnar. Vinnan í Føroyum hevur trupulleikar, men tað hava vinnurnar í hinum londunum eisini, sigur Magni Laksáfoss Vísital: 1995=100: Hendan talvan talvan vísir, at síðani 1995 til 2004, er BTÚ hjá Føroyum at kallað tvífaldað. Hinvegin eru útreiðslurnar hjá ríkinum vaksnar minni og ríkið hevur sostatt minkað sítt virksemi í Føroyum. Hinvegin vísir talvan eisini, at landið hevur meiri enn tvífaldað sínar útreiðslur frá 1995 til 2004 og kommunurnar hava trífaldað sínar. Skal eitt land styrkja sítt vinnulív, er tað ikki rætti mátin at økja tær almennu útreiðslurnar so nógv, sum vit hava gjørt. sigur Magni Laksáfoss