mikudagur 9. februar 2005síða 28
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 27 - 9. februar 2005
BÚSKAPUR
Rolf Guttesen
rg@geogr.ku.dk
Dollarin styrknar fram-
vegis í mun til Euro. Á
nýggjárinum var europe-
iska valutan í hæddini og tá
fekst 1,36 USdollari fyri
fyri euruna. Seinasta mána-
dag helt euru-fallið fram og
lutfallið var tá gott 1,28 $
fyri eina . Hetta er lægsti
kursur á euro í einar tríggj-
ar mánaðar.
Nógvar gitingar eru í
teim stóru europeisku bløð-
unum um ørsøkina til hetta
fall. Eygleiðarar eru samdir
um, at tað mest er stutttíðar
spekulatión, og fallið ikki
kann grundast í teim bú-
skaparligu tølunum, sum
mynda støðuna í USA og
Europa.
.(NZZonline-
070205) Her hugsa teir um
handilsjavnar, statshúsar-
haldið, arbeiðsloysispro-
cent, búskaparligan vøkstur
og rentuna. Út fra hesum
kundi man vænta, at dollar
fall enn meir, tí bæði hallið
á
statshúsarhaldinum
í
USA og á handilsjavnanum
har er óvanliga stórt. Men í
Europa eru eisini trupul-
leikar, høgt arbeiðsloysi og
lágur búskaparvøkstur.
Europa fyrimun av
lækkandi Euro
Gongdin
í
lutfallinum
millum dollar og euro,
hevur tann fyrimun fyri
Europa og harvið eisini
donsku krónuna, sum er
føst bundin at euro, at tað
verður lættari at flyta út
vørur. Hetta hevur merktst
um Europa, har parta-
brævahandilin er lívligari.
Amerikanska
hagstovan
kunngjørdi fríggjamorgun-
in tølini, sum vístu ný-
komin arbeiðspláss í jan-
uar. Menn høvdu væntað
eitt tal, sum lá umleið
200.000, men tað vísti seg
bert at blíva 146.000. Hetta
fekk eina negativa ávirkan
á dollaran, men sama dag
komu meldingar frá ameri-
kanskum bankamanni, sum
beinanvegin vendi gongd-
ini.
Alan Greenspan á
fundi í London
Hetta hendi á fundi í sein-
astu viku í London, har
vinnulívsfólk og politikarar
hittust. Amerikanski tjóð-
bankastjórin Alan Green-
span boðaði frá, at markn-
aðarkreftir saman við "a
tighter US fiscal policy"
(ein strammari fíggjar-
politikk)
skuldu
klára
problemini. Bush ætlar ikki
at broyta politikkin stór-
vegis á teim økjum, sum
annars hava ført til hall og
fallandi dollar.
Kinesisk revaluering
Annars var eitt annað stór-
mál á skránni í London.
Tað var kinesiska valuta-
eindin Yuan, sum nógvir
amerikanarar halda vera ov
lágt setta. Ein lágur kines-
iskur yuan ger, at teir hava
lætt við at selja vørur til
USA, og teir royna tí at
pressa kinesarar til at
revaluera ella uppskriva
virðið á yuan, so hallið á
handlinum kann minka.
Yuan er bundin at dollar, á
sama hátt sum danska
krónan er bundin at euro.
(Tað japansk yen ikki, sum
Kaupthing sigur í seinasta
"Útliti").Tí hevur USA ikki
havt nakran fyrimun hand-
ilsliga viðvíkjandi Kina, nú
dollarin var fallandi í virði.
Tí yuan fall akkurát líka
nógv. Kinesarar royna sum
best at avnokta, at teir
hugsa um aðra skipan, enn
tann sum er galdandi. "Ikki
fyribils", og nær verður tað
so?
Eurokursurin
er nú fallin
til eitt lægri støði