mikudagur 9. februar 2005síða 29
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 27 • mikudagur • 9. februar 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Upp- og niðurflytingardystir
strikast
Longri millum leikbannini
Á aðalfundinum hjá
FSF komandi leygar-
dag fer kappingar-
nevndin hjá fótbólts-
sambandidnum at
leggja fram uppskot
um, at upp- og niður-
flyting fer bert fram
millum fremsta og
aftasta liðið í deild-
unum
UPP- OG
NIÐURFLYTING
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Stendur tað til kappingar-
nevndina hjá FSF, so verður
tað bert tað fremsta liðið í
2. deild, sum fer at hava
møguleika fyri at flyta upp
í 1. deild árið eftir. Upp-
skotið hjá kappingarnevnd-
ini hevur nevnliga við sær,
at næstfremstu liðini ikki
hava møguleika fyri at
vinna sær uppflyting, men
næstaftastu liðini sostatt
sleppa at halda fram í
deildini.
Ov stórur munur
Formaðurin í kappingar-
nevndini, Bjarki Mohr,
sigur, at skipanin, har spælt
hevur verið millum næst-
fremstu og næstaftastu
liðini um upp- og niðurflyt-
ing, hevur nú verið roynd í
fimm ár, og hesi ár hava
víst, at tað er rættuliga stór-
ur munur á liðunum í
allarflestu førum.
– Vit hava fleiri ferðir í
hesum dystunum sæð, at
tað er enda við skrædi, tí at
munurin sum oftast hevur
verið so mikið stórur, ser-
liga millum fremstu og
næstfremstu deildina. Tað
hevur eisini mangan víst
seg at verða ógvuliga tor-
ført at fáa dystirnar av-
greiddar, og tað haldi vit
verða
harmiligt,
sigur
Bjarki Mohr.
Formaðurin í kappingar-
nevndini leggur tó dent á,
at tað fyrst og fremst er
stóri munurin á liðunum,
ið er høvuðsorsøkin til, at
kappingarnevndin leggur
lógaruppskotið um at strika
upp- og niðurflytingardyst-
irnar fyri aðalfundin hjá
FSF leygardagin.
– Í allarflestu førum er
tað liðið úr ovaru deildini,
ið hevur vunnið dystirnar
um upp- og niðurflyting, og
eg haldi, at tað eru bert tvey
dømir um tað øvugta, sigur
Bjarki Mohr.
Komandi leygardag
hevur Fótbóltssam-
band Føroya aðal-
fund, og tá fer Kapp-
ingarnevndin hjá FSF
at leggja fleiri áhuga-
verd uppskot fyri
fundin. Eitt nú er
ætlanin, at tað skal
gerast longri millum
leikbannini í 1. deild
FÓTBÓLTSLÓGIR
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Eitt tað mest áhugaverda
uppskotið, ið kappingar-
nevndin fer at leggja fyri
aðalfundin, er tað um
leikbann í 1. deild. Seinnu
árini hevur tað verið so, at
ein leikari fær leikbann, tá
ið hann hevur fingið trý gul
kort, men í uppskotinum hjá
kappingarnevndini verður
lagt upp til, at hetta verður
broytt til fimm gul kort,
áðrenn
spælari
verður
leikbannaður.
Vilja verja smáu
feløgini
Samstundis sum ætlanin er,
at tað skulu fleiri gul kort
til, áðrenn spælari fær leik-
bann, er eisini í uppskoti at
strika gomlu lógirnar, har
ein spælari fekk leikbann
fyri hvørt einasta gult kort,
tá ið hann hevði fingið eitt
ávíst tal av ávaringum.
– Kappingin í ár verður
jú væl drúgvari enn undan-
farin ár, og allarhelst harð-
ari eisini, og tí hava vit valt
at mæla til hesar broyting-
ar, so at leikarar ikki sita
uttan fyri við leikbanni
heilum, sigur Bjarki Mohr,
formaður í kappingarevnd-
ini hjá FSF.
Bjarki Mohr sigur, at hetta
verður serliga gjørt fyri at
verja smærru feløgini. – Vit
eru vitandi um, at tey
smærru feløgini hava nógv
minni leikarahóp enn tey
stóru feløgini, og tí fara tey
óivað at merkja tað harðari,
at kappingárið verður longt
munandi, sigur formaðurin í
kappingarnevndini.
Í uppskotinum til aðal-
fundin stendur eisini , at
dómarin
skal
skrivliga
boða Kappingarnevndini
frá teimum ávaringum (gult
kort), ið givnar verða. Hetta
kundi bent á, at kapping-
arnevndin umhugsar at fara
undir eina skipan, har tey
gulu kortini verða vigað, og
stig latin alt eftir hvat kort-
ini verða givin fyri. Henda
skipan verður eitt nú nýtt í
Danmark, har leikarar fáa
leikbann, tá ið teir røkka
einum ávísum stigatali.
Bjarki Mohr váttar eisini,
at henda skipan hevur verið
umrødd í kappingarnevnd-
ini, men í fyrstu atløgu
verður skipanin ikki tikin í
nýtslu her heima, tí hetta
krevur eina stóra umsiting,
sum vit ikki hava í løtuni,
sigur formaðurin í kapping-
arnevndini.
Greiðari linjur
Eitt annar lógaruppskot hjá
kappingarnevndini er, at
leikarar, sum spæla bæði í
vaksnamannadeildunum og
í ungdómsdeild, ikki skulu
rakast av leikbanni tvørtur
um deildirnar. Tað vil siga,
at ein unglingaspælari, sum
t.d. fær reytt kort í 1. deild,
skal sita leikbannið av sær í
1. deild, tí tað var har, at
hann fekk kortið.
Áður hevur tað verið so,
at spælarin hevur sitið leik-
bannið av sær í næsta um-
farinum, men hesar reglur
hava verið rættuliga fløkjas-
ligar og hava mangan elvt til
nógv stríð úti í feløgunum.
– Vit koma við hesum
uppskotinum fyrst og fremst
fyri at menna unglingarnar.
Men tað er sjálvsagt eisini
fyri at hjálpa feløgunum, ið
mangan hava havt ilt við at
fylgja við í, nær og hvar ein
ungdómsleikari er leikbann-
aður, sigur Bjarki Mohr.
Fair
Play
fyri
øll
Kappingarnevndin
hjá FSF heitir á að-
alfundin hjá fót-
bóltssambandin-
um um at góð-
kenna eitt lógar-
uppskot, ið gevur
kappingarnevndini
heimild til at gera
nakað við venjarar
og leiðarar, ið bera
seg ósømiliga at
undir dystum
AÐALFUNDUR
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Bjarki Mohr sigur, at
tað er ein afturvendandi
trupulleiki,
at
bæði
venjarar og leiðarar
annars sýna seg ósømi-
ligan atburð undir dysti,
og at hetta er galdandi
bæði í ungdómsdeildum
og í vaksnamannadeild-
unum.
Formaðurin í kapp-
ingarnevndini sigur, at
kappingarnevndin
í
heilum fær fráboðan frá
dómarum um ósømi-
ligan atburð hjá venjar-
um og leiðarum, men at
kappingarnevndin ikki
hevur nakra heimild til
at geva viðkomandi per-
sónum nakra revsing.
– Tað kann ikki verða
rætt, at tað bara eru
spælararnir, ið skulu
sýna Fair Play, tí hetta
má eisini verða gald-
andi
fyri
venjarar,
leiðarar, og onnur fólk
kring lið og feløg. Tí er
tað umráðandi, at vit fáa
heimild frá aðalfund-
inum til at gera nakað
við slíkan ósømiligan
atburð, sigur Bjarki
Mohr.
Nú skulu fleiri kort á lofti,
áðrenn leikarar í bestu
deildini fáa leikbann
Savnsmynd