Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-09, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. februar 2005síða 31

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 27 - 9. februar 2005 31 Nýtt gólv til steypafinalurnar Tá ið steypafinalur- nar í flogbólti verða leiktar komandi leyg- ardag, verður leikt á nýggjum gólvi, sum Flogbóltssambandið hevur keypt FLOGBÓLTUR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Seinnu árini hevur Flog- bóltssamband Føroya á hvørjum ári leigað sær serligt flogbóltsgólv úr Danmark til árligu steypa- finalurnar. Nú FBF so keypt gólvið fyri nærum 300.000 krónur. Altjóða viðurkent Nýggja gólvið, sum Flog- bóltssambandið hevur keypt úr Fraklandi, verður eisini nevnt Taraflex-gólv, og hetta er gólv, sum verður nýtt í øllum stórum altjóða kappingum. Gólvið er av merkinum Gerfloor, og tað er altjóða viðurkent. Tá ið finalurnar verða leiktar leygardagin, verður sjálvur vøllurin appelsin- littur, og alt øki kring vøllin verður grønt. Á henda hátt slepst undan øllum teimum mongu strikum og øðrum, sum er í vanliga hallargólv- inum. Formaðurin í Flogbólts- sambandi Føroya, Magnus Tausen, sigur, at FBF hevur í eina tíð arbeitt við ætlanini um at keypa sítt egna gólv, og nú er tað so veruleiki. – Gólvið hevur roynst sera væl seinastu árini, og høllin hevur tikið seg sera væl út - tað hevur verið sum at koma inn í eina nýggja høll. Ljósið í høllini hevur verið nógv betri enn van- ligt, og gólvið hevur tikið seg sera væl út í høllini, sigur Magnus Tausen, for- maður í Flogbóltssambandi Føroya. Formaðurin leggur aft- urat, at eisini lýsingarnar kring vøllin koma nógv betur til sín rætt við nýggja gólvinum. Umframt at nýta nýggja gólvið til árligu steypafin- alurnar, so er ætlanin eisini, at gólvið skal nýtast í ein- um tiltaki fyri yngru deild- unum, og harumframt verð- ur eisini arbeitt við at fáa altjóða dystir og kappingar til landið. Eftir væleydnaðu inn- andura rógvikapping- ina í Havn herfyri, hava runavíkingar avgjørt at skipa fyri eini líknandi kapping í apríl mánað RÓGVING Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Innandura rógving hevur veruliga vunnið seg fram millum føroysk róðrarfólk seinasu tíðina, og ikki minst undirtøkan til kapp- ingina hjá Havnar Róðrar- felag herfyri, har ikki færri enn 83 luttakarar vóru, er eitt gott dømi um vaksandi áhugan. Nú fara so runavíkingar at skipa fyri eini líknandi kapping, sum vónandi fær eins góða luttøku. Fyrireikingarnar til kapp- ingina eru farnar í gongd, og væntandi verður kapp- ingin leygardagin tann 2. apríl. Tað vil siga, at hetta er um tað mundi, tá ið bát- arnir verða flotaðir, og kappróðrarárið av álvara byrjar. Sum skilst er ætlanin, at innandura rógvikappingin í Runavík verður eitt sindur øðrvísi skipað enn tann í Havn, men enn er ikki greitt, hvør munurin á kappingunum verður. Eftir øllum at døma verður kappast í Ítróttar- høllini í Runavík. Todi og Andrew beinleiðis í sjónvarpi Tá ið Todi Jónsson og Andrew av Fløt- um bresta saman í fjórðingsfinaluni í donsku steypakapp- ingini, ber til hjá føroyingum, sum hava donsku sjón- varpsrásina TV 3+ at síggja dystin beinleiðis SJÓNVARPSDYSTUR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Sunnudagin 6. mars verð- ur fjórðingsfinalan í donsku steypakappingini, tí sonevndu DONG-CUP, millum FC Keypmanna- havn og Fremad Amager leikt í Parkini í Keyp- mannahavn. Gongur tað føroyingum eftir vild, so verður ein føroyskur spælari á hvørjum av liðunum báðum. Todi Jónsson verður óivað í hópinum hjá FCK, um hann ikki hevur nakr- an skaða at dragast við, og tað sama kann sigast um Andrew av Fløtum í Fremad Amager. Tá ið lutakast var um, hvussu spælast skuldi í fjórðingsfinalunum, fall tað soleiðis út, at Fremad Amager fekk heimavøll móti FCK. Men kringum- støðurnar í Sundby Idrætspark, har Fremad Amager hevur heimavøll, eru ikki av teimum bestu, og tí avtalaðu Fremad Amager og FCK í felag, at dysturin skuldi leikast í Parkini, sum er heima- vøllurin hjá FC Keyp- mannahavn. Dysturin millum Frem- ad Amager og FCK verð- ur sum áðurnevnt sunnu- dagin 6. mars, og hann byrjar klokkan hálvgum fimm føroyska tíð, so tá ræður um hjá teimum, ið hava TV 3+, at seta seg framman fyri skíggjan. Kendur dómari vitjar Síðst í hesum mán- aðinum fer kendi hollendski dómarin, Mario van der Ende, at hava skeið fyri føroysku fótbólts- dómarunum DÓMARASKEIÐ Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Vikuskiftið 25. - 27. februar verður sonevnt úrmælingadómaraskeið í Havn. Skeiðið er fyri allar dómarar og linjudómarar í Føroyum, og tað verður kendi hollendski dómarin Mario van der Ende, sum fer at hava størstan partin av skeiðinum. Mario van der Ende er ein tann kendasti dómarin í evropeiskum toppfót- bólti seinnu árini, og hann hevur dømt bæði í EM- og HM-endaspølum, um- framt at hann hevur dømt finalur í europeiskum kappingum. Skeiðið er ein liður í fyririeikingunum til kom- andi kappingarár hjá teimum føroysku dómar- unum, sum eisini fara at hava sín aðalfund í sam- bandi við skeiðið. Innandura rógvikapping í Runavík Runavíkingar fara nú at skipa fyri innandura rógvikapping, eftir at undirtøkan var so góð, tá ið kappast var í Havn herfyri Í fjør vóru tað kvinnurnar hjá TB, sum vunnu steypafinaluna móti Drátti. Aftur í ár er TB í finaluni, men hesaferð er mótstøðuliðið Mjølnir, sum fer at royna at koppa TB á nýggja gólvinum hjá flogbóltssambandinum. mynd: Álvur Haraldsen