Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-09, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. februar 2005síða 32

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 27 - 9. februar 2005 Áheitan Nú listarmaðurin og búnaðarfrøðingurin Eyvind Dalsgaard av Mølini í Skálavík hevði fylt 100 ár tann 1/3-2005 er ætlanin at skipa fyri framsýning á hundraðáradegnum við listaverk- um eftir pápa okkara Eyvind. Sóknast tí eftir fólki, ið eiga listarverk eftir hann ella vita at siga frá um Eyvind og list hansara. Áhugaði kunnu ringja 31 30 48, 28 30 48, senda teldupost: sunnevada@hotmail.com, ella bræv til Støðlagøtu 2, 160 Argir. Sunneva Dalsgaard Pedagogur til Dagstovnin í Fuglafirði Til stovuna í Króki verður søkt eftir 1 pedagogi 40 t. viku, at byrja 15. mars 2005. Starvið er á stovu við 12 børnum í aldrinum 0-3 ár. Dagstovnurin er ætlaður 60 børnum,og er stovn- urin skipaður í tvey hús við eini barnagarðstovu og eini vøggustovu í hvørjum húsi. Lønin verður sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Juliannu Næs leiðara tlf.225222 / 444940. Um eingin pedagogur søkir starvið, kunnu hjálparfólk verða sett fyribils. Umsóknir saman við avritum av prógvum og við- mælum skulu verða býráðskrivstovuni í hendi í seinasta lagi 21. februar 2005 kl. 10.00. Býráðið skilir sær rætt til at velja millum inn- komnu umsóknirnar ella onga at taka. Fuglafjørður 03.februar 2005 Fuglafjarðar býráð Almanna- og heilsumálaráðið Skrivari til Almanna- og heilsumálaráðið Eitt hálvtíðarstarv sum skrivari hjá deildarleiðara í Almanna- og heilsumálaráðnum er leyst til setan skjótast tilber. Arbeiðið fevnir um skrivarauppgávur fyri KT- leiðaran, men harumframt eisini fyri onnur starvsfólk í ráðnum. Arbeiðið umfatar í høvuðsheitum : • Vanligt skrivstovuarbeiði/Málsfyrireiking. • Rættlestur av m.ø. lógaruppskotum • At skipa fyri fundum • Vera skrivari hjá nevndum/arbeiðsbólkum Vit hugsa okkum at tú hevur: • Skrivstovuútbúgving og hollar royndir • Kunnleika til almenna fyrisiting • Kunnleika til mál • Hollan kunnleika til skrivligt føroyskt • Kunnleika til EDV á høgum brúkarastøði • Góð samstarvs- og samskipanarevni • Evni at arbeiða sjálvstøðugt Vit bjóða: Eitt fjølbroytt og spennandi starv, sum tú sjálv/ur verður við til at skapa, til tíðir strævið, men samstundis sera áhugavert og mennandi við góðum skeið- og eftirútbúgvingarmøguleikum. Lønar - og setanartreytir: Starvið verður sett sambært sáttmála ímillum Fíggj- armálastýrið og Starvsmannafelagið. Hvussu arbeiðstíðirnar vera,verður avtalað nærri,tá setanin verður avtalað. Setanarøkið fevnir um Almanna- og heilsumálaráð- ið og stovnar undir tí. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Hansu Sørensen, deildarleiðara, ella Aibritt á Plógv, aðalstjóra, tlf. 30 40 50. Umsókn: Umsókn við avriti av prógvum og møguligum viðmælum skal sendast til: Almanna- og heilsumálaráðið Eirargarður 2 100 Tórshavn Umsóknarfreist: 24. februar 2005 kl. 12.00 Lesið -so eru tit við!