Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-10, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. februar 2005síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 28 - 10. februar 2005 Vaktarhald og rakstur av parkeringsøkinum við flogvøllin vórðu herfyri boðin út. Vága Vaktarhald vann lisitatiónina og rekur nú parkeringsplássið fyri Landsverk PARKERING Edvard Joensen Vágar: Parkeringsviðurskiftini við flogvøllin eru nú komin í fasta legu. Vága Vaktarhald fer í framtíðini at ansa eftir, at alt er, sum tað skal vera, á parkeringsplásusnum. Herfyri beyð Landsverk eftirlitið við parkerings- økinum við flogvøllin út, og áhugin var stórur, sigur Oyvindur Brimnes, stjóri á Landverki. Hann sigur, at tað vóru 25, sum bóðu um tilfar, og at níggju teirra eisini løgdu boð inn. Har vóru bæði fólk og feløg, sum høvdu roynd- ir við slíkum, og eisini onkur, sum ongar royndir hevði. Eisini var onkur útlendingur imillum, sigur hann. Ymsar fortreytir skuldu lúkast, áðrenn tikið varð av nøkrum tilboði. Valt vaðr at taka av tilboðunum hjá Vága Vakt- arhaldi, sum hevur umsitið parkeringina fyri Lands- verk í einum royndartíðar- skeiði, síða parkerings- plássið varð víðkað. Oyvindur Brimnes sigur, at tað hevur roynst væl hesa tíðina, fólk hevur verði javnt á staðnum og hildið skil á parkeringini. Langtíðaøkið eystan fyri vegin oman til terminalin er mestsum alt innihegnað, og ætlanir eru um at hegna økið hinumegin av eisini. Sum er, standa bara nakrir betongblokkar sum avmerking. Men í løtuni eru pengar ikki tøkir til hegn, sigur Oyvindur Brimnes. Hann letur at, at síðan vakt kom á økið, er væl betri skil komið á stutttíðar- parkeringina eisini. Nú er tíðaravmarkað parkering á plássinum beint framman fyri terminalinum, og tað ger, at tað altíð ber til at fáa parkeingspláss har. Vága Vaktarhald hevur ætlanir um at gera eina heimasíðu, har víst verður til prísir fyri parkeringina, eins og upplýsingar um onnur viðurskfti, sum hava við parkeringsøkið at gera, eisini verða lýst. Seinni verður møguliga eitt vev- kamera sett upp, so altíð ber til at síggja, hvussu til stendur við parkerings- plássum á økinum. Árið hevur higartil roynst illa hjá Kollafjord Pelagic. Fyrsta mei verða fýra fólk søgd úr starvi FISKIVINNA Edvard Joensen Makreltíðin sveik, og før- oysku skipini sleppa ikki at landa lodnu til matna í Før- oyum. Tí er ov lítið at gera hjá Kollafjord Pelagic. So lítið, at fólk verða søgd úr starvi. Kollafjord Pelagic sigur fýra fastløntum fólkum úr starvi til fyrsta mei. – Vit hava stutt sagt ikki arbeiði til teirra, og hesa tíðina frá apríl til august, er vanliga heldur ikki tað stóra at gera á virkinum, sigur Sofus Poulsen, stjóri á Kollafjord Pelagic Summarið er ring tíð til pelagiskan fisk, sigur hann. Fiskurin er stutt sagt ikki egnaður til mannaføði, og tí er virksemið eisini hareftir. – Tí er sum so einki ser- merkt við, at vit siga fólki úr starvi hesa tíðina. Vit hava boðað teimum frá, at tað kann væl verða starv til tey aftur, tá farið verður í gongd aftur í august. Men vit kunnu kortini ikki uttan víðari rokna við, at tey bara ganga og bíða eftir okkum, sigur Sofus Poulsen. Hann sigur, at talan er um fólk bæði frá framleiðsluni og um maskinfólk, sum nú verða søgd úr starvi. Einki veður Januar máni royndist sera illa til veður, og tað, ið farið er av februar, hevur heldur einki givið til virkið, sigur Sofus Poulsen. Tey væntaðu at fá makrel til virkið í vetur, men tað varð púra av ongum. Krún- borg var ein túr á Hetlands- leiðini, men fekk einki gjørt fyri veður, og nú eru øll tey føroysku skipini far- in at royna eftir svartkjafti. So har fór tann makrelurin, sigur Sofus Poulsen. Heldur ikki av lodnuni verður nakað serligt at vænta í teirra part, sigur hann. Fiskiveiðiavtalan við Ís- land ger, at føroysk skip als ikki hava loyvi at landa lodnu til matna uttan fyri Ísland, greiðir Sofus Pouls- en frá. Tað kemst av, sigur hann, at íslendigar vilja verja sín lodnumarknað í Japan og vilja tí ikki risikera, at aðrir kunnu finna upp á at frysta lodnu til mannaføði. Lodn- an verður veidd í íslendsk- um sjógvi, so teir seta treyt- irnar, sigur hann. Tó sleppa føroysku skipini at landa lodnu til ídnað. So har kann Havsbrúk fá onkra last kortini. Um makrelin sigur Sofus Poulsen annars, at hann hevur verið smáfallandi í seinastuni. Millum 300 og 400 gram, og tað er ov smátt til, at tað kann fáast nakað av týdningi burtur úr honum. Føoyingum dámar best at handla á tí dýra marknaðin- um, sum hann tekur til. Í Fjareystri og Russlandi, har teir keypa makrel, sum helst skal viga eini 500 gram. Tann smái makrelurin fer til onnur lond sum eitt nú Rumenia, har vit hava nógv verri handilsavtalur, enn eitt nú ES hevur, greiðir Sofus Poulsen frá. Vit skulu gjalda eini 20 prosent meira í tolli í Rumenia, enn ES londini gera. Og so ber ikki til hjá okkum at kappast, staðfestir hann. Parkeringin avgreidd Vága Vaktarhald vann lisitatiónina hjá Landverki og fer framhaldandi at standa fyri vakarhaldinum á parkeringsplássinum við flogvøllin Deydligt í Kollafirði Makrelurin sveik í ár, og lodnu sleppa føroysku skipini ikki at landa í Kollafirði. Fýra fólk eru søgd úr starvi frá fyrsta mei