hósdagur 10. februar 2005síða 5
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 28 - 10. februar 2005
5
Veðrurin kom við teimum sum yvirlivdu
Mikunáttina komu
Tjaldrið og Brimil á
Havnina við teimum
fýra líkunum, sum
funnin vórðu á leið-
ini, har farmaskipið,
Jøkulfelli, sakk mána-
kvøldið einar 55
fjórðingar í ein land-
nyrðing úr Fugloynni
SKIPSVANLUKKA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Djóni Weihe á sjóbjarging-
arstøðini MRCC-Tórshavn
sigur, at líkini vóru ikki rik-
in langt av leið, men funnin
nærhendis, har vanlukkan
hendi. Tey vórðu funnin eitt
og eitt í senn.
Tjaldrið fann tvey av
líkunum, Brimil fann tað
eina, og ein russari fann
eisini eitt lík.
Tá ið skipini komu á
Havnina mikunáttina, hevði
Tjaldrið trý lík umborð, og
Brimil hevði eitt. Tjaldrið
tók líkið upp, sum russarin
fann.
Sjógvur og kuldi
Djóni sigur, at soleiðis,
sum hann hevur skilt støð-
una, vóru sjómenninir í
yvirlivilsisdrakt, men hann
heldur ikki, at teir allir
høvdu havt stundir at syrgt
fyri, at sjógvur ikki lak inn
í búnan.
– Tíðin hevur eftir øllum
at døma verið ógvuliga
knøpp, tá ið vanlukkan
hendi, soleiðis at menn ikki
hava havt stundir at hálað
snarlásini heilt upp fyri at
halda sjógvi og kulda úti.
Manningin umborð á
Jøkulfelli taldi 11. Tá ið
tyrlur og skip komu á stað-
ið eftir stutta neyðarkallið,
vórðu fimm mans funnir á
lívi. Leitað varð eftir hinum
seks monnunum, men tað
eydnaðist ikki at finna
nakran teirra á lívi.
Seinni vórðu so tey fýra
líkini, sum Tjaldrið og
Brimil førdu til lands, funn-
in. Tveir av sjómonnunum
eru framvegis ikki afturí-
aftur komnir.
Jøkulfelli var á veg úr
Liepaja í Letlandi til Ís-
lands við 2.000 tonsum av
stáli, tá ið vanlukkan hendi.
Manningin er úr Rus-
landi og Letlandi.
Skipið er heimahoyrandi í
Estlandi, er skrásett á Isle of
Man og hevur seinasta árið
verið í sigling fyri Samskip.
Næmingar umborð
Bæði umborð á Tjaldrinum,
sum førdi trý av líkunum til
lands og umborð á Brimli,
sum førdi tað eina líkið til
lands, eru umframt mann-
ingina, eisini næmingar úr
fólkaskúlanum
í
starvsvenjing.
Jákup Müller, skipari á
Brimli, segði í stuttari við-
merking í gjáramorgunin,
at teir hava tveir næmingar
umborð, og at Tjaldrið
somuleiðis hevur tveir.
– Vit sita á fundi í løtuni
og tosa um, hvussu vit
skulu handfara hetta málið.
Spurdur, um hugsandi er,
at sálarhjálp verður veitt
næmingunum manningini
annars undir slíkum um-
støðum, sigur hann, at tað
dugir hann í løtuni ikki at
siga.
– Tað er eisini hetta, vit
tosa um nú, segði hann.
Jákup sigur, at næming-
arnir, sum eru við Brimli,
vóru í koyggjuni, tá ið teir
tóku líkið upp.
– Eg haldi, at teir hava
dugað ógvuliga væl at tikið
hetta, sigur hann.
Tíverri fingu vit ikki
høvið at tosa meira við Ják-
up Müller um støðuna í
hesum umfari.
Stutt fyri døgurða
mikudagin kom skip-
ið hjá donsku sjóverj-
uni,Veðrurin, við
teimum fimm sjó-
monnunum, sum
yvirlivdu vanlukkuna,
tá ið Jøkulfell sakk í
ein landnyrðing úr
Fugloynni
SKIPSVANLUKKA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Jón Klein Olsen, varapoliti-
inspektørur, sigur, at menn-
inir, sum eru fýra estlend-
ingar og ein russari, skulu
búgva á Hotel Hafnia, til
teir í dag ella í morgin fara
heimaftur.
Hann sigur, at bæði reið-
arí og ambasada tóku sær
av monnunum, nú teir
komu í land eftir vanlukk-
una, og hart raktu sjómenn-
inir fáa eisini neyðuga
kreppuhjálp.
Tá ið Sosialurin tosaði við
Jón Klein, hevði Veðrurin
júst lagt til bryggju, og pol-
itiinspektørurin segði seg
ikki ivast í, at neyðuga
hondin verður tikin um hes-
ar menninar, sum komu
undan vanlukkuni við lív-
inum.
Tað var tyrlan hjá donsku
sjóverjuni, sum tók hesar
menninar upp og flutti teir
umborð á Veðrin, sum so í
gjár kom á Havnina við
teimum.
Estlendingar og russar
Av teimum fýra estlending-
unum, sum yvirlivdu, var
ein 30 ára gamal (2. stýri-
maður), ein 50 ára gamal
(2. meistari) og síðan tveir,
sum vóru ávikavist 24 og
28 ára gamlir. Teir vóru
dekkarar. Russarin, sum
yvirlivdi, var 38 ára gamal;
hann var eisini dekkari.
Av teimum, sum eru
funnir deyðir, er skiparin á
Jøkulfelli, sum var est-
lendingur og 52 ára gamal,
ein annar estlendingur, sum
er 38 ára gamal og 1. stýri-
maður og ein triðji, sum
eisini er estlendingur, 51
ára gamal og kokkur um-
borð. Russarin, sum er
funnin deyður, er 23 ára
gamal og var maskinmaður
umborð.
Teir báðir, sum ikki eru
afturíaftur komnir, eru ein
russari, sum er 53 ára gam-
al og var 1. meistari um-
borð og ein estlendingur,
sum er 37 ára gamal og
sigldi sum dekkari.
Tjaldrið og Brimil á Havnini við líkunum
Skipsvanlukkum sleppa vit
tíverri ongantíð undan, so
leingi siglt verður um høv.
Soleiðis kann tað ganga, tá ið
ringast vil til á havinum
Mynd: Jens Kr. Vang
Sjómenninir gista á Hotel
Hafnia, áðrenn teir fara
heimaftur í dag ella í morgin
Mynd: Jens Kr. Vang
– Hond verður tikin um
menninar, sum komu undan
skipsvanlukkuni við lívinum,
sigur Jón Klein Olsen, vara-
politiinspektørur
Mynd: Jens Kr. Vang