Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-10, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. februar 2005síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 28 - 10. februar 2005 Minkað kortnýtsla Nýtslan av dankortin- um er fallin við 18 % síðani ómaksgjald varð lagt á nýtsluna. Tað vísa nýggj tøl frá Dankort A/S, sum hevur samanlíknað tøl frá januar 2004 og januar 2005. Jacob Rasborg frá DAnkort AS skilir tølini, sum ein greið reaktión uppá gjaldið, sum nú er álagt nýtsluna av dan- kortið. Tað hevur verið ókeypis í 20 ár, og nú kostar tað brádliga pening. Vit síggja, at fólk nú taka størri upp- hæddir út hvørja ferð, soleiðis at tey altíð hava smápengar uppiá sær, til smærri keyp, sum tey annars hava nýtt dankortið til. Síðani 1. januar hava bankarnir forvunnið 15.419.791 kr av dan- kort nýtsluni. Vevmátari til heimasíður Gallup Føroyar bjóðar seg nú fram at seta ein vevmátara á allar før- oyskar heimasíður, so sami mátistokkur verður brúktur á øllum síðinum. Frá Gallup frætta vit, at hetta fyrst og fremst gevur við- skiftafólkinum neyv og haldgóð tøl um síð- una. Men Gallup fer samstundis at kunn- gera ein lista yvir heimasíðurnar, sum vísur hvussu nógv hvør verður nýtt og hvussu nýtslan broytist frá viku til viku. Nýggi vevmátarin verður kunngjørdur á einum seminarið á hotel Føroyum hósdagin 10 feb, frá 1-3. Eyðun á Torginum Mentamáladeildin hjá Tórshavnar kommunu hevur boðið lista- manninum Eyðun av Reyni, at hava lista- framsýning á Torgin- um í Snarskivuni. Eyðun av Reyni er ógvuliga virkin lista- málari, og hevur hann havt fleiri framsýning- ar seinastu árini. Á framsýningini í Snar- skivuni eru um 10 oljumálningar og nak- ar vatnlitamyndir, sum Eyðun av Reyni hevur málað seinastu tíðin. Allar myndirnar eru til sølu. Framsýningin letur upp nú hósdagin og heldur fram til síðst í mars. Skalt tú njóta ein góðan døgurðabita afturvið góðum útsýni, so er Sjó- kafé’in í Runavík eitt gott boð í hesum sambandi. Tað eru tríggjar kvinnur, sum reka hesa matstov- una, ið bjóðar bæði fisk og kjøt til døgurða MATSTOVUR Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Tú hoyrir tær javnar lýsa við dagsins rætti á Rás 2. Hvønn gerandisdag hava fólk í Runavík møguleika at fáa sær ein góðan døg- urðabita á Sjókafé’ini á havnalagnum í Runavík. Her starvast tríggjar kvinnur við royndum á ymsum økjum: Sunneva Petersen sum er cafeteria- assistentur, Maritha Dan- ielsen sum veit nógv um, hvat ein kann fáa og gera burtur úr fiski, og síðani Karhild Johansen sum hevur royndir frá køks- arbeiði á Sjómansheimin- um í Runavík. Hóast tær kalla matstov- una fyri Sjókafé’in, so eru tað ikki bert rættir úr havsins ríkidømi, ið fáast til matna her. Her verða bæði kjøt og fiskur settur á mat- skránna. Líkt er til, at fólk hava tikið væl undir við mat- stovuni. Henda dagin vit vitjaðu á staðnum, var væl av fólki til ein kaffimunn um morgunin, og haraftrat vóru 45 til døgurða. Tær tríggjar kendust ikki frammanundan at tær møttust sum starvsfelagar á Sjómansheiminum í Runa- vík. Tær koma frá heilt ymiskum støðum – ein úr Æðuvík, ein úr Runavík og hin triðja av Strondum. Tær hava ymiskar ætlanir við matstovuni í framtíðini. Enn er tað bert ein kantina, men hugurin er at hækka støðið eitt sindur í fram- tíðini. Arbeiddu saman Nýggja matstovan lat upp á fyrsta sinni í september mánaði í fjør. Men tær tríggjar – Sunn- eva úr Runavík, Maritha av Strondum og Karhild úr Æðuvík - eru kortini ikki nýggjar ella óroyndar, tá talan er um at reka eina slíka matstovu. Tær koma allar av Sjómansheiminum í Runavík, har teir hava arbeitt saman. Tá Sjómansheimið lat aftur í fjør, hildu tær tað vera spell um eingin mat- stova av slíkum slagi var í Runavík. Maritha sigur soleiðis frá um "søguna" hjá matstov- uni. - Vit vistu um hetta staðið her við havnalagið. Og tá vit so ikki fingu møguleik- an at halda fram á Sjó- mansheiminum, spurdu vit um hetta staðið. - Tað bleiv játtað næstan beinanvegin. Og so var bert eftir hjá okkum at fara í sving, sigur hon. Eftir eina tíð við neyðug- um fyrireikingum lat Sjó- kafé’in upp fyri sløkum fimm mánaðum síðani, fáar 100 metrar frá fyrrverandi arbeiðsplássinum. Nær við sjógvin Tær vóru á mangar mátar hepnar við valinum av høli, tí tað frammanundan var kantina hjá starvsfólkunum í FJM. Fyrr helt ein heilsøla til í hesum bygninginum, men síðani hava teir hjá FJM innrættað hetta sum eina kantinu. Ein partur av køk- inum kom frá eini aðrari matstovu í økinum, nevni- liga "Ólastovu", sum lat aftur fyri nakað av tíð síð- ani. Tí var alt í veruleikanum klárt hjá teimum trimum virkisfúsu kvinnunum at fara undir at reka matstov- una. Tær skuldu í roynd og veru bara fiksa tað eitt sindur upp, áðrenn tær kundu bjóða teimum fyrstu matgestunum vælkomnum. At matstovan so fekk navnið "Sjókafé’in" var kanska meiri av tilvild. Onkur skjeyt upp at kalla Sjómansheimið upp, men tað vildu tær kortini ikki. - Hetta liggur jú nær við sjógvin, og hevur eitt sera gott útsýni yvir havnalagið her í Runavík og tað virk- semið sum ferðast framvið her. - Nógv nøvn blivu nevnd, men so samdust vit um at kalla tað Sjókafé’in, tí tað hóskaði seg so væl til endamálið. Eg haldi, at tað sigur eisini hvat tað er sum vit gera, sigur Maritha. Og Sunneva og Karhild nikka samtykkjandi. 150 til borðs Síðani tær byrjaðu í sep- tember í fjør hevur gingið væl við søluni. Tað eru sjálvandi altíð ójavnir dag- ar, - onkran dag er ikki so nógv at gera, meðan aðrar dagar hava tær havt úr at gera. - Men vit skulu ikki klaga, siga tær tríggjar við ein munn. Tær koyra fast við dag- sins rætti frá mánadegi til fríggjadag. Annars taka tær móti bíleggingum, men hava ikki matstovuna opna um kvøldið ella um viku- skiftið. Ein partur av virksemin- um er við at koyra mat út av húsinum. Her er bæði talan um heitan rætt, grýturætt og smyrjibreyð. Inni í sjálvari kafé’ini kunnu tær bjóða fólki at hava brúdleyp, føðingar- dagar, konfirmatiónir, ervi, fundir og tílíkt. Væl av plássi er, og tí rúmast eini 150 fólk inni í kafé’ini. - Vit fáa 200 fólk inn, men tá kann tað gerast eitt sindur trongligt. Men eru tey 150, so kunnu tey sita rúmligt herinni, sigur Maritha. Oman fyri 100 døgurðar Sjókafé’in er bert opin gerandisdagar, og letur upp hvønn morgun, tá klokkan er farin nakað av níggju. Tá koma vanliga arbeiðsfólk- ini til ein kaffimunn. Døg- urði er millum kl. 11:30 og 14, meðan ein annars hevur opið til nakað út á seinna- partin. Henda dagin vit vitjaðu á matstovuni høvdu tey selt 45 døgurðar, og var hetta eitt miðaltal. Uppundir jól í fjør var rættiliga nógv at gera, - omanfyri 100 døg- urðar onkran dagin. Tað er fyri tað mesta arbeiðsfólk, sum eta her, men vanliga verður eisini matur latin út av húsinum til bankar, handlar og tílíkt. Í gjár lýstu tær í Rás 2 at dagsins rættur var høsna- grýta. Og fert tú á Sjókafé’ina í dag er annaðhvørt lamba- steik ella rullusteik á skránni. Vælgagnist! Tú fært eisini kjøt á Sjókafé’ini – Vit halda, at navnið "Sjókafafé’in" er eitt gott navn, siga tær tríggjar kvinnurnar aftanfyri hesa matstovuna – f.v. Maritha Danielsen av Strondum, Karhild Johansen úr Æðuvík og Sunneva Petersen úr Runavík Mynd: Jens Kr. Vang