Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-10, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. februar 2005síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 28 - 10. februar 2005 7 Tjóðveldisflokkurin og Fólkaflokkurin vunnu kapprenning- ina millum teir fýra stóru flokkarnar við størri muni, enn roknað varð við frammanundan. Javnaðarflokkurn misti luftina í enda- spurtinum, meðan Sambandsflokkurin ongantíð kom rætti- liga upp í ferð FÓLKATINGSVAL Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Fyri seks árum síðani sóust Høgni Hoydal og Anfinn Kallsberg ofta á Christians- borg. Tá vóru ørindini at sam- ráðast við donsku stjórnina um fullveldið. Buldraliga hjúnarbandið teirra millum slitnaði í 2003, og síðani hevur Fólkaflokkurin verið inn í hitanum í landsins leiðslu, meðan Tjóðveldisflokkurin hevur verið úti í kuldanum. Nú skulu Høgni Hoydal og Anfinn Kallsberg aftur á Christiansborg. Hesaferð verður tað sum føroysk fólkatingsumboð, og spurningurin er so, um teir ætla sær at samstarva hesaferð, ella um sepera- tiónin heldur fram, og teir fara at ganga í hvør sínum bólki. Høgni Hoydal hevur ar- beitt saman við teimum báðum grønlendsku um- boðunum í Norðuratlants- bólkinum, men undan val- inum søgdu fólkafloksval- evni, at teir ætlaðu sær ikki upp í hendan bólk. So avgjørdur var Anfinn Kallsberg ikki valkvøldið, men tað er lítið sannlíkt, at hann fer upp í bólkin hjá Høgna Hoydal. C-vitaminir manglaðu Veljarakanningin, sum Gallup gjørdi fyri Útvarpið stutt undan valinum, vísti, at tað fór at verða tætt mill- um teir fýra stóru flokkar- nar. Í tí kanningini hevði Javnaðaflokkurin munin á hinum flokkunum, meðan tað varð lagt upp til at Tjóð- veldisflokkurin og Fólka- flokkurin fóru at stríðast um seinna sessin. Sam- bandsflokkurin var mest sum afturúrsigldur beinan- vegin. Men júst soleiðis spældi tað ikki av, tá ið føroyingar fóru í valhølini týsdagin. Teir fýra stóru vóru fram- vegis nógv størstir, men Javnaðarflokkurin, sum stóð væl í veljarakanning- ini, misti luftina í enda- spurtinum og datt aftur um bæði Tjóðveldisflokkin og Fólkaflokkin. Sambandsflokkurin kom ongantíð av álvara upp í ferð og fór frá at hava verið størsti flokkur á fólkatings- valinum í 2001 til at verða fjórðstørsti flokkur hesaferð. Tjóðveldisflokkurin og Fólkaflokkurin vunnu tí valið greitt, og harvið fingu teir báðir sjálstýrisflokk- arnir umboðini í danska parlamentinum. Teir smáu vuksu Tríggir smærri flokkar bjóðaðu seg eisini fram á fólkatingsvalinum hesa- ferð, og allir søgdu – sum um teir trúðu tí – at teir høvdu ein kjans á valinum hesaferð. Tað høvdu teir ikki. Men Sjálvstýrisflokkurin og Miðflokkurin kundu í øll- um førum fegnast um, at flokkarnir høvdu fram- gongd samanborið við val- ið fyri trimum árum síðani. Miðflokkurin var størstur av teimum smæstu, og flokkurin hjá Jenis av Rana fekk 3,3 prosent av atkvøð- unum – ein framgongd á eitt gott prosentstig. Sjálvstýrisflokkurin fekk 2,4 prosent, og tað var ein framgongd á nakað minni enn eitt prosentstig. Hin Stuttligi Uttan- flokkurin fekk 1,2 prosent av atkvøðunum, og tær 306 atkvøðurnar vóru ikki nóg mikið til at lyfta Jóhan og Rúna av dumpiplássinum. Profilar vórðu styrktir Tað eydnaðist fleiri av pro- filunum í føroyskum poli- tikki seinnu árini at stað- festa ella styrkja sína støðu. Størsta persónliga sigurin hevði Anfinn Kallsberg, sum fekk flestar persón- ligar atkvøður á valinum hesaferð og meira enn tvífaldaði sítt atkvøðutal upp í 3276. Hetta var ein stórur persónligur sigur hjá vrakaða løgmanninum hjá Fólkaflokkinum. Høgni Hoydal hevur verið partur av einum tí harðasta politiska stríðnum síðsta hálva árið, men hetta gav ikki formanninum í Tjóðveldisflokkinum nakr- an snudd á valinum hesa- ferð. Hann staðfesti sína støðu við sløkum 2800 at- kvøðum, og tað var ein framgongd samanborið við tað góða valið seinasta. Eisini Torbjørn Jacobsen hevði eitt gott val, og hann fekk fleiri atkvøður hesa- ferð enn seinast. Tað, sum varð lagt upp til eina kapp- ing millum hann og Sjúrð Skaale, gjørdist ongantíð spennandi, tí Tobbi var ov sterkur fyri fyrrverandi skrivaran hjá sær og fekk 1081 atkvøður aftur ímóti teimum 714 hjá Sjúrði Skaale. Løgtingsformaðurin Ed- mund Joensen hevði fram- gongd samanborið við síðsta val, og hann fekk fleiri atkvøður enn formað- urin í Sambandsflokkinum, Kaj Leo Johannesen. Profilar viknaðu Aðrir markantir politikarar máttu taka til takkar við færri atkvøðum hesaferð. Serliga stór var afturgongd- in hjá løgmanni Jóannesi Eidesgaard, men støðan hjá honum var øðrvísi hesa- ferð, tí hann kundi ikki taka sætið á fólkatingi, og tí valdu javnaðarfólk í størri mun onnur valevni á javn- aðarlistanum. Kappingin millum John Johannesen og Helenu Dam á Neystabø var tøtt og spennandi, tí her kundi gerast talan um ein fólka- tingssess, og bæði fóru upp um túsund atkvøður. Eisini Óli Breckmann misti nógvar atkvøður, nú Anfinn Kallsberg fekk so stóra undirtøku í Fólka- flokkinum. Fólkatingsmað- urin gjøgnum 17 ár fór úr 2335 atkvøðum og niður um túsund hesaferð. Landsstýrismenninir stóðu seg ikki serliga væl á valinum hesaferð, og spurningurin er, um tað tænir nøkrum endamáli, at teir stilla upp til fólka- tingið, um teir ikki fáa tikið sætið. Veljararnir hava í øllum førum ikki nakran serliga góðan hug at velja landsstýrisfólkini til fólka- tingsvalið. Gamla fullveldisparið aftur á Christiansborg Fólkatingsvalið 2005 Tjóðveldisflokkurin og Fólkaflokkurin vunnu fólkatings- valið 2005. Høgni Hoydal og Anfinn Kallsberg skulu næstu árini umboðað Føroyar á fólkatingið. Endaliga úrslitið Atkv. % Munur Fólkaflokkurin (A) 5990 24,1% +3,6 Sambandsflokkurin (B) 5329 21,4% -5,9 Javnaðarflokkurin (C) 5509 22,2% -1,2 Sjálvstýrisflokkurin (D) 584 2,4% +0,8 Tjóðveldisflokkurin (E) 6301 25,4% +0,5 Miðflokkurin (H) 829 3,3% +1,1 Onnur (X) 306 1,2% Valluttøka: 72,7% (24848 av 34166) Persónligar atkvøður Anfinn Kallsberg (A) 3276 Høgni Hoydal (E) 2799 Edmund Joensen (B) 1310 Jóannes Eidesgaard (C) 1183 Kaj Leo Johannesen (B) 1129 Helena Dam á Neystabø (C) 1119 John Johannessen (C) 1100 Tórbjørn Jacobsen (E) 1081 Óli Breckmann (A) 995 Sjúrður Skaale (E) 714 Landsstýrið til fólkatingsvalið Løgmaður og allir hansara landsstýrismenn stillaðu upp til fólkatingsvalið hesaferð. Bara ein landsstýrismaður hevði framgongd síðani seinast,meðan løgmaður og fýra landsstýrismenn fingu færri atkvøður hesaferð enn seinast. Bjørn Kalsø stillaði ikki upp í 2001. 2005 2001 Munur Jóannes Eidesgaard (C) 1183 (3676) -2493 Bárður Nielsen(B) 270 (74) +196 Bjørn Kalsø (B) 244 Jógvan á Lakjuni (A) 150 (199) -49 Bjarni Djurholm(A) 122 (189) -67 Hans Pauli Strøm (C) 63 (89) -26 Jógvan við Keldu (A) 55 (161) -106 Anfinn Kallsberg og Høgni Hoydal gjørdust vinnararnir av føroyska fólkatingsvalinum týskvøldið. Nú verða teir aftur gerandisgestir á Christiansborg Mynd: Jens Kr. Vang