Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-10, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. februar 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 28 - 10. februar 2005 – Tað kom púra óvart á meg, at eg skuldi fáa so nógvar atkvøður, sigur stóri atkvøðu- slúkurin á fólkatings- valinum týskvøldið. Føroyski veljarin hevur styrkt politisku støðuna hjá Anfinni Kallsberg, eftir at fleiri flokkar vrakaðu hann sum løgmann eftir seinasta løgtingsval POLITIKKUR Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Tað kann verða trupult at hoyra á honum, um hann er í góðum lag ella í ringum lag. Róligi klaksvíkingurin á Viðareiði er sum politikari seigligur, umhugsin og eitt sindur varin. Hann leypur ikki fram av og tosar sjáldan við stórum orðum alment. Men týskvøldið fekk Anfinn Kallsberg ikki fjalt gleðina yvir óføra valið, sum hann hevði. Hann fekk 3276 atkvøður. Tað skein ígjøgnum, at hann var ovfarin og ovur- fegin um stóru undirtøk- una, sum hann hevði fingið frá veljarunum. – Tað kom púra óvart á meg, at eg skuldi fáa so nógvar atkvøður. Eg hevði roknað við, at tað fór at vera tætt ímillum meg og Óla Breckmann, og tí hevði eg als ikki væntað hetta úrslitið, sigur Anfinn Kalls- berg, sum mikumorgunin leitaði sær norður aftur til Viðareiðis, og mikukvøldið beyð hann fólki inn á Hotel Norð, har valsigurin skuldi feiðrast. – Eg merkti tó eitt sterkt rák í Klaksvík týsdagin, men at tað skuldi gerast til so nógvar atkvøður kring alt landið, hevði eg ikki væntað. Vrakaður men styrktur Anfinn Kallsberg var løg- maður hjá fullveldissam- gonguni frá 1998 og fram til í fjør, tá ið samstarvið við Tjóðveldisflokkin slitn- aði, eftir at bókin »Skjót journalistin« var komin út. Eftir løgtingsvalið í fjør vildi Tjóðveldisflokkurin ikki hoyra talan um, at An- finn Kallsberg skuldi verða løgmaður aftur, og hesa støðu hevði eisini onkur annar flokkur. Men hóast fleiri politiskir flokkar ikki vildu hava Anfinn Kallsberg sum løg- mann, so hava tvey tey seinastu valini víst, at fyrr- verandi løgmaðurin stendur sterkari enn nakrantíð áður í føroyskum politikki. Til løgtingsvalið í fjør hevði hann stóra fram- gongd í Norðoyggjum og fekk fleiri atkvøður, enn nakað valevni áður hevði fingið. Og til fólkatingsval- ið týskvøldið høvdu føroy- ingar kring alt landið fyri fyrstu ferð aftur møguleik- an at siga sína hugsan um Anfinn Kallsberg, og hann fekk eina dygga álitisváttan frá veljarunum og gjørdist toppskorari. – Tjóðveldisflokkurin vildi ikki arbeiða saman við mær, men eg haldi, at tvey tey seinastu valini hava víst, hvat føroyingar halda um meg sum politikara, og eg eri sera takksamur fyri tann stuðul, sum eg havi fingið. Flokkurin hevur staðið væl saman, og tað tykist, sum um fleiri onnur valevni hava rikið fyri meg, sigur Anfinn Kallsberg. Einki fullveldi í fólkatinginum Anfinn Kallsberg ætlar sær ikki at fara upp í Norður- atlantsbólkin í fólkatingin- um, sum er eitt samstarv millum Høgna Hoyda og tey bæði grønlendsku fólkatingsumboðini. – Eg ætli mær ikki at fara við í eitt samstarv, sum hevur eitt endamál, og tað er, at fullveldismálið skal viðgerast á danatingi. Full- veldismálið skal viðgerast í Føroyum, og eg ætli mær heldur at arbeiða fyri teim- um málum, sum landsstýrið hevur sett sær fyri, sigur Anfinn Kallsberg. – Tað er umráðandi, at vit fáa gjørt eina yvirtøkulóg, so vit í Føroyum einsamøll gera av, hvussu ferðin á yvirtøkunum skal vera. Til seinast skal fólkið sjálvandi fáa møguleika at siga sína hugsan um fullveldið. Anfinn Kallsberg heldur, at tað føroyingar og grøn- lendingar kunnu ikki sam- starva um fullveldið. – Tað er eitt afturstig fyri føroyingar, um vit skulu arbeiða saman við grøn- lendingum um fullveldið. Grønland er ikki á bylgju- longd við Føroyar í hesum máli, og tí kann gongdin hjá okkum og teimum ikki blandast saman, heldur Anfinn Kallsberg. Stórsigur til Kallsberg Harða stríðið í Tjóðveldisflokkinum seinasta hálva árið skaddi ikki flokkin, og formaðurin kom styrktur frá fólkatingsvalinum týskvøldið. Nú skal ein loysn finnast, so flokkurin ikki endar aftur í sama ruðuleika, sigur Høgni Hoydal FÓLKATINGSVAL Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Høgni Hoydal hevur meira enn einaferð síðstu mánað- irnar verið trongdur upp í ein krók. Innanhýsis stríðið við Torbjørn Jacobsen hev- ur verið slítandi fyri hann og flokkin, og tí var stórur spenningur um, hvussu Tjóðveldisflokkurin og ser- liga formaðurin fór at klára fólkatingsvalið hesaferð. Úrslitið var ein álitisvátt- an til Høgna Hoydal, sum fekk enn fleiri atkvøður enn á tí frálíka valinum fyri trimum árum síðani. Flokk- urin varðveitti sítt umboð í fólkatinginum, og einki spurnartekin kann setast við styrkina hjá formannin- um í Tjóðveldisflokkinum. Ein stórur lætti Høgni Hoydal fór úr 2640 atkvøðum í 2001 og upp í 2799 atkvøður hesaferð. Framgongd, sigur og ein lætti. – Ja, tað kendist sum ein stórur lætti, at valið varð so gott. Tað var sum ein stór byrða fór av herunum, sigur Høgni Hoydal. – Flokkurin hevur verið ígjøgnum eina trupla tíð, men vit fingu eina álitis- váttan sum flokkur á hesum valinum. Nú skal friður valda Samstundis sum Høgni Hoydal staðfesti sína støðu sum leiðari í Tjóðveldis- flokkinum, fekk Torbjørn Jacobsen eisini fleiri at- kvøður. Tað hevur leingi verið hildið, at báðir politikar- arnir kundu ikki halda fram í flokkinum eftir harða stríðið teirra millum, men nú eru aðrir tónar at hoyra. – Vit tóku eitt time-out áðrenn fólkatingsvalið, og eg haldi, at veljarin nú hev- ur sagt sína greiðu hugsan um, at vit mugu finna eina loysn í flokkinum, so at vit ikki enda aftur í sama ruðu- leika sum áðrenn valið. Og tað ætli eg mær at arbeiða fyri, sigur Høgni Hoydal. Samstarv kann halda fram Høgni Hoydal var í 2001 valdur í fólkatingið, og hann megnaði at endur- vinna sessin á valinum hesaferð. Tað sama gjørdu hinir báðir fólkatingslimirnir úr Grønlandi, sum hann hevur arbeitt saman við í Norður- atlantsbólkinum. – Eg tosaði við annan teirra í nátt, og tað er ein møguleiki fyri, at vit halda fram við Norðuratlants- bólkinum, sigur Høgni Hoydal. Allir teir tríggir fólka- tingslimirnir, sum farnu árini hava samstarvað í Norðuratlantsbólkinum á fólkatingið, vóru aftur- valdir týskvøldið. Í Føroyum vann Høgni Hoydal annan fólkatings- sessin, og í Grønlandi vóru teir báðir, Lars Emil Johansen úr Siumut og Kubik Kleist úr Inuit Ataqatigiit, afturvaldir. Lars Emil Johansen segði týskvøldið, at valú- rslitið er ein viðurkenn- ing av arbeiðinum hjá Norðuratlantsbólkinum, sum teir báðir manna saman við Høgna Hoydal. – Hetta var ein stórur lætti Norðuratlantsbólkurin afturvaldur – Tjóðveldisflokkurin vildi ikki arbeiða saman við mær, men eg haldi, at tvey tey seinastu valini hava víst, hvat føroyingar halda um meg sum politikara, og eg eri sera takksamur fyri tann stuðul, sum eg havi fingið, sigur Anfinn Kallsberg, nýggjur fólkatingslimur hjá føroyingum Mynd: Jens Kr. Vang – Vit tóku eitt time-out áðrenn fólkatingsvalið, og eg haldi, at veljarin nú hevur sagt sína greiðu hugsan um, at vit mugu finna eina loysn í flokkinum, so at vit ikki enda aftur í sama ruðuleika sum áðrenn valið. Og tað ætli eg mær at arbeiða fyri, sigur Høgni Hoydal Mynd: Jens Kr. Vang