Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-10, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. februar 2005síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 28 - 10. februar 2005 9 At eg misti so nógvar atkvøður, taki eg avgjørt sum eina álitisváttan um, at veljarin vil hava meg at verða verandi í Tinganesi, sigur Jóannes Eidesgaard FÓLKATINGSVALIÐ 2005 Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Eg haldi, at vit hava betalt prísin fyri teir trupul- leikar, sum eru í samfelagn- um. Jóannes Eidesgaard, løg- maður og formaður javn- aðarfloksins, fekk ikki ta úrslitið á fólkatingsvalinum týsdagin, sum hann hevði vónað. Javnaðarflokkurin gekk aftur og sjálvur fór hann úr 3676 atkvøðum á valinum í 2001, niður í 1183 atkvøð- ur týsdagin. – Eg haldi, at tað er aftur- gongdin í samfelagnum, sum hevur rakt okkum. Hinvegin er tað ein sann- roynd, at teir flokkar, sum hava sitið við landsins leiðslu í seks ár gingu full- komiliga fríir og vunnu val- ið. – Eg havi staðiliga víst á, at kreppan í samfelagnum er ikki íkomin síðani í feb- ruar 2003, tá ið vit komu í samgongu, men kortini hevur veljarin valt at revsa okkum, sigur løgmaður. Sjálvur dugir hann ikki at finna nakra aðra, skilagóða frágreiðing. – Eg haldi, at vit hava ført eitt gott valstríð og vit hava staðið okkum minst líka væl sum hinir flokk- arnir. Tí finni eg onga aðra frágreiðing, sigur løgmaður enn veljarin hevur latið ónøgdina við ymisk viður- skifti í samfelagnum ganga útyvir okkum. – Tað vísir seg sum um at politikkur er soleiðis hátt- aður, at veljarin tekur bara útgangsstøðið í støðuni, sum hon er í løtuni, tí tí hevur hann latið javnaðar- flokkin betalt prísin fyri tey viðurskifti í samfelagnum, sum ikki ganga eftir vild. Løgmaður hugsar um støðuna í Suðuroynni, kreppuna í rækjuflotanum og afturgongdina í fiski- vinnuni sum heild. – Hetta hava vit sæð fyrr, tí í kreppuni í 1994, fór javnaðarflokkurin í helvt. Hinvegin er fólkaflokkurin eisini í samgongu og skuldi tí verið í somu støðu sum javnaðarflokkurin. Men hann vann valið. Løgmaður heldur for- kláringin uppá tað kann vera, at veljarin kring alt landið hevur brúkt hetta høvið til at geva Arnfinni Kallsberg ta uppresin, sum Norðoyar góvu honum á løgtingsvalinum. Afturgongdin ein álitisváttan At løgmaður sjálvur misti yvir næstan 2500 atkvøður, tekur hann ikki so tungt. – Tað taki eg avgjørt sum eina álitisváttan, tí við hes- um hevur veljarin givið greitt til kennar, at hann vil hava meg at verða verandi í Tinganesi. Hinvegin havi eg alla tíð- ina boðað frá, at eg tók mína uppstilling sum ein stuðul til flokkin og skuldi eg verðið valdur, hevði eg ikki farið á fólkating kort- ini, tí eg eri løgmaður. – Tí hevur valið hjá javn- aðarflokkinum alla tíðina snúð seg um, hvør skuldi verða nummar tvey á list- anum og hvør sostatt kundi farið á fólkating. Tað var væntandi, tí veljarin vil ikki, at atkvøðan fer fyri einki við at atkvøða fyri meg og tí hevur veljarin meiri hugsa um, hvør varð nummar tvey og sostatt kundi fara á fólkating. Oftani verður tosað um »løgmanseffektina« har starvið sum løgmaður eis- ini ger, at flokkurin vinnur atkvøður. – Eg haldi ikki at hetta er so. Tá ið Anfinn Kallsberg var løgmaður, fekk hann bara ein brotpart av atkvøð- unum til fólkatingsvalið, sum hann fekk, nú hann ikki er løgmaður longur og tað sama hava vit sæð í øðrum førum. Anfinn verður hentur Hóast løgmaður er vónbrotin av, at javnaðarflokkurin ikki fekk fólkatingslimin, fegnast hann um, at samgongan fekk ennað umboðið. – Tað standa truplar samráðingar fyri stavn, sum hava alstóran týdning, so tað fer uttan iva at vera hent at hava ein samgongumann í fólkatinginum. Í hesum sambandi hugsar løgmaður um yvirtøkulógina og u t t a n r í k i s p o l i t i s k u heimildirnar, Hinvegin verður tað meiri ivingarsamt, hvønn leiklut Høgni Hoydal fer í hesum sambandi. – Ta tíðina, eg sat í fólkatingi, var javnaðarflokkurin í andstøðu í løgtinginum. Hóast eg ferð eftir ferð bjóðaði meg fram til at vera landsstýrinum til hjálpar, fekk eg ikki eina tað einastu áheitan um at tað. – Men hóast undanfarna landsstýrið hevði tað støðuna, ætli meg mær at síggja støðuna øðvísi og tað kann væl henda, at eisini Høgni Hoydal fer at fáa áheitanir um at samstarva við landsstýrið um ymisk mál á fólkatingi, sigur Jóannes Eidesgaard. Tað sær út til at sambandsflokkurin verður revsaður fyri ósemjur í flokkinum, men at tjóðveldis- flokkurin skorar kassan, sigur Kaj Leo Johannesen FÓLKATINGSVALIÐ 2005 Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Hetta var ikki gott. Men tá ið vit hava slokt sárini í nakrar dagar, herja vit á aftur við fullari megi. Kaj Leo Johannesen, for- maður sambandsfloksins, er alt annað enn nøgdur við úrslitið av fólkatingsvalin- um. Sambandsflokkurin var stóri taparin á fólkatings- valinum týsdagin. Á fólka- tingsvalinum í 2001, fekk hann 27,3 % av atkvøðun- um og ein fólkatingslim. Týsdagin fekk hann bara 21,4 % av atkvøðunum. So- statt misti hann 5,9% av at- kvøðunum og fólkatings- mannin. Kaj Leo Johannesen hev- ur onga eintýðuga forklár- ing uppá, hví tað gekk so illa. – At fáa líka gott úrslit sum í 2001, var ikki vænt- andi, men eg hevði vónað, at vit lendu á eini 23%. Onkusvegna heldur hann, at flokkurin hevur goldið fyri at sita í samgongu, men hann dugir ikki at seta fing- urin á nakað ávíst, tí hann heldur flokkurin hevur gjørt eitt gott arbeiði í landstýrinum. Hann dugir heldur ikki at vísa á nakað ávíst í val- stríðnum, sum er kiksað. – Valluttøkan var nógv minni hesuferð enn seinast og tað vísir seg, at ein lág válluttøka er ikki góð fyri sambandsflokkin. Hinvegin vísir tað seg ofta, at er val- luttøkan høg, stendur sam- bandsflokkurin seg eisini væl. Hví tað er so, veit for- maðurin ikki, men onkus- vegna eydnaðist ikki at fáa kjarnuveljararnar hjá flokk- inum á val hesuferð. Rembingar hava verið dýrar Formaður sambandsfloks- ins heldur, at ein orsøk til afturgongdina er, at Lisbeth Petersen, sum var ein stórur profilur, ikki stillaði upp- aftur hesuferð. – Harafturat skerst ikki burtur, at á valinum í 2001, var ein kraftig polarisering ímillum loysing og sam- band og tað gav tjóðveldin- um og sambandinum hvør sín fólkatingslim. Kaj Leo Johannesen heldur, at nú er hendan polariseringin dovnað nak- að. Og somuleiðis skerst ikki burtur, at rembingar hava verið í sambands- flokkinum, sum kanska hava fingið veljaran at set- ast aftur. Hann hugsar ikki um rembingarnar, tá ið Heðin Mortensen fór úr flokkin- um eftir býráðsvalið. – Eg standi framvegis við avgerðirnar, sum vórðu tiknar tá, tí tað hevur størri týdning at varðveita trú- virði enn tað hevur at varð- veita Heðin Mortensen. Tað vísir seg heldur ikki at tað hevur kostað sambands- flokkinum nakað serligt. Undir øllum umstøðum hevur tað ikki hjálpt javn- aðarflokkinum, at hann arvaði Heðin Mortensen. Tá ið Kaj Leo Johanne- sen tosar um rembingar hugsar hann meiri um tað, sum fór fram, tá ið Johan Dahl noyddust úr landsstýr- inum. Tað heldur hann hev- ur skatt flokkin. – Í so máta haldi eg, at tjóðveldisflokkurin hevur eitt heilt annað slag av velj- arum. Hóast polariseringin ímillum loysing og sam- band er dovnað, hevur hann varðveitt atkvøðurnar. Og ímeðan tað sær út til, at vit verða revsaðar fyri tær rembingar, sum eru í flokk- inum, sær út til, at tjóð- veldisflokkurin vinnur við tað, tí har hava sanniliga eisini rembingar verið. Ætlar sær ikki frá – Kanska hevur tað ikki eydnast okkum at fáa boð- skapin nóg greitt fram. Og tað taki eg, sum formaður, á mín kappa.Tað hevur ikki eydnast nóg væl at fáa okkara kjarnuveljarar áupp úr sofuni og tað skal gerast betri næstu ferð. Men Kaj Leo Johannesen vil ikki hoyra talan um at siga seg frá sum formaður. – Eg havi sitið í eitt ár og eg læri alla tíðina. Eg haldi eisini, at tað er rímiligt, at ein formaður fær ein veru- ligan møguleika at byggja flokkin upp og tað gerst ikki upp á eitt ár. – Sjálvandi gevur eitt úrslit sum hetta orsøk til sjálvrannsakan. Ein flokkur skal altíð rannsaka seg sjálvan og vit fara nú at lýsa støðuna og so herja vit á aftur. Sjálvur er Kaj Leo Johannesen sera takksamur við atkvøðurnar, hann sjálvur fekk. Hann fekk 1129 atkvøður hesuferð. Seinast hevði hann 319. At hann kom at liggja aftanfyri Edmund Joensen, sum fekk yvir 1300 atkvøð- ur, tekur hann ikki so tungt. Afturgongdin hjá mær var ein álitisváttan Vit herja á aftur við fullari megi – Vit hava betalt prísin fyri trupulleikarnar í samfelagnum, men teir, sum hava sitið í landsstýrinum í seks ár framman- undan, gingu fullkomiliga fríir, sigur Jóannes Eidesgaard – Eg havi bara verið floksformaður í eitt ár, men eg haldi, at eg eigi at fáa eina rímiliga tíð til at byggja flokkin upp. Tí havi eg ongar ætlanir um at leggja frá mær, sigur stóri taparin á fólkatingsvalinum, Kaj Leo Johannesen, formaður sambandsfloksins