mikudagur 16. august 2000síða 2
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 155 - 16. august 2000
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
Marknaðardeild:
Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Hjørdis Árnadóttir
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakstein
Edvard Joensen
Rúnar Reistrup
Dia Midjord
Stefan í Skorini
Ítróttur: Jákup Mørk
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Álvur Haraldsen
Útgevari, uppseting:
Sp/f Sosialurin
Bústaður: Argjavegur 26, Argir
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820 Fax. 314720
e-mail: post@sosialurin.fo
Lýsingar: lysing@sosialurin.fo
Internet: www.sosialurin.fo
Prent: P/F Prentmiðstøðin
Sosialurin
Oddagrein
Ódámligir húsaprísir
PRÍSURIN á sethúsum í Havn klívur skjótt
uppeftir. Tað tykist, at hann nú er líka høgur,
sum hann var í áttatiárunum. Og hesa »gull-
tíð« seta vit vanliga í samband við vitloysi og
vanstýring. Prísurin á einum vanligum sethúsi
liggur nú úr einari upp í hálvaaðru millión krón-
ur, men í lýsingum sæst eisini, at fólk vilja hava
1,7 millión krónur fyri eini hús. – Eini hús, sum
kanska kostaðu minni enn eina hálva millión
krónur at byggja.
ØLL skilja, at ein vanlig familja hevur ikki ein
livandi kjans at keypa eini slík hús. Tað merkir,
at tað verða bara tey vælbjargaðu, og tey, sum
hava eina høga løn, sum kunnu seta búgv í
høvuðsstaðnum í dag. Vanlig fólk verða tí noydd
at leiga sær eina íbúð, sum eisini verða leigaðar
fyri okursprís ídag. Men spurningurin er, um
prísurin fer upp aftur longur upp. Næsta ár fara
oljufeløg at leita eftir olju. Tey hava sagt, at í
leitiskeiðnum verða ikki nógv fremmand fólk
her, men raka oljufeløg við olju, sum kann
vinnast úr undirgrundini, verður trýstið á húsa-
marknaðinum størri enn nakrantíð. Tá fáa vit
óivað »mjørkadalssyndromið« aftur.
ÚR einum tilvitandi sosialum sjónarhorni kann
tað ikki góðtakast, at prísurin fyri býli er so
høgur, at tann vanligi føroyingurin ikki hevur
ráð at festa búgv – keypa sær eina íbúð ella
byggja sær eini hús. Men hetta er eitt øki, sum
er latið privata marknaðinum at stjórna. Før-
oyskir politikarar hava ikki víst hesum øki størri
ans, enn at lóg er um møguleika at draga
rentuútreiðslur frá í skattinum. Harafturat játtaði
Løgtingið áður Húsalánsgrunninum nakrar milli-
ónir krónur árliga. Men í dag er ikki tørvur á
peningi og problematikkurin er ein annar.
HVAT kann so gerast frá politiskari síðu. Eitt
stórt útboð á grundstykkjum ger, at tann himm-
alhøgi prísurin á privatum grundstykkjum
kanska lækkar. Men tað er ikki nóg mikið. Ein
annar smøguleiki er at endurskoða rentufrá-
dráttin fyri sethúsalán. Lítið er at ivast í, at
tann stóri frádrátturin ger, at prísurin er óneyð-
uga høgur. Verður hann lækkaður í eini skiftis-
tíð, og ikki heimilaður fyri nýggj lán, fer prísurin
óivað at lækka. Eisini eiga fíggingarstovnarnir
at vera á varðhaldi, so lánspolitikkurin ikki elvir
til óneyðuga høgar sethúsaprísir.
HARAFTURAT átti at verið hugt at skattalóg-
ini. Tað kann ikki verða rætt, at fólk kunnu selja
eini hús, sum kanska bara eru verd 800.000,
fyri hálvaaðru millión krónur, og seta alt yvir-
skotið á bók. Hetta er ein vinningur, sum kann
sammetast við eina aðra inntøku. Tí átti hann
altíð at verið skattskyldugur. Her eru nakrir
tankar, sum kunnu elva til eitt orðaskifti um
hetta týðandi mál fyri allar føroyskar familjur,
hóast familjupolitikkur ikki hevur høga rað-
festing í hesum »fullveldistíðum«.
STEFAN Í SKORINI
Kommandor Jack kom á
Havnina mánadagin og hev-
ur nú lagt leiðina á Funn-
ingsfjørð, har arbeiðið skal
byrja. Tað er eitt týskt felag,
sum stendur fyri botnkann-
ingunum.
Tað eru Føroya Tele og
størsta íslendska telefyri-
tøkan, Landsimið, ið sam-
starva um henda kaðalin.
Við sær hevur Kommandor
Jack tólv serfrøðingar úr
fleiri londum, sum skulu
syrgja fyri at kortleggja
havbotnin, har kaðalin skal
liggja.
Undir skipinum er ein
kúpa, har sera viðkvama út-
gerðin er savnað. Við
útgerðini ber til at fáa eina
fullfíggjaða mynd av hav-
botninum í trimum dimen-
sjónum.
Arbeiðið skal byrja á
Funningsfirði á tíggju metra
dýpi, og so verður hildið
fram til tíggju metra dýpi á
Seyðisfirði í Íslandi. Hvør
metur skal kortleggjast fyri
at vita, um kaðalin kann
leggjast har. Uppgávan hjá
Kommandor Jack er at
finna ta best egnaðu leiðina
til kaðalin.
Royndir av havbotninum
Eisini skal Kommandor
Jack taka royndir av hav-
botninum á leiðini. Útgerð
verður send niður á botn,
sum treingir ígjøgnum og
tekur eitt petti av havbotn-
inum við sær uppaftur. So
ber til at síggja tey ymisku
jarðarløgini á havbotninum
og síðani avgera, um tað er
trygt at leggja kaðalin á tað
slagið av botni.
Ein sera neyv leið er løgd
frammanundan allan vegin
av Funningsfirði til Seyð-
isfjarðar, og skipið skal ikki
víkja meir enn ein ella tveir
metrar av hesi leiðini.
Tí kunnu trupulleikar
stinga seg upp, um teir møta
fiskiskipum, og teir mugu
víkja av leiðini. So verður
neyðugt at sigla afturum aft-
ur og gera ein part av ar-
beiðnum einaferð afturat.
Skipari umborð er Brian
Collett úr Grimsby. Hann
sigur eisini, at veðrið altíð
hevur ein avgerandi leiklut,
og tað kann seinka arbeið-
num. Brian hevur siglt undir
Íslandi í eini 25 ár, og hann
veit, at tað eisini kann verða
Skal kortleggja hav-
botnin úr Føroyum
til Íslands
Rannsóknarskipið
Kommandor Jack
skal kortleggja
leiðina á hav-
botninum, har ein
kaðal, ið verður
nýttur til tele-
samskifti, skal
leggjast
ringt veður á tí leiðini um
hesa tíðina.
Á Funningsfirði liggja
nógvir aliringar, og hetta
kann eisini forða arbeið-
num.
Skiparin væntar, at ar-
beiðið fer at taka eini tríggj-
ar vikur, men tað veldst alt
um, hvørjum trupulleikum
teir møta á vegnum, so tað
kann taka longri tíð.
Eftir hetta fer skipið víð-
ari at gera somu kanningar
við Isle of Man.
Fara at bjóða
arbeiðið út
Tá ið havbotnskanningarnar
eru lidnar, fara Føroya Tele
og íslendska telefyritøkan at
bjóða arbeiðið út til fyri-
tøkur, ið fáast við at leggja
sjókaðlar út. Um eitt nóg
gott tilboð fæst, verður kað-
alin lagdur út. Ætlanin er at
útbjóðingin verður í ár, og
arbeiðið skal byrja í vár.
Kaðalin verður væntandi
klárur at taka í nýtslu seint
komandi ár.
Andras Róin, stjóri á
Føroya Tele, væntar tó ikki,
at ætlanirnar verða lagdar á
hillina. Nógvir pengar eru
lagdir í verkætlanina, og tí
er væntandi, at hon eisini
verður fullførd. Tele Dan-
mark hevur verið ráðgevari
í fyrireikandi arbeiðnum á
skriviborðinum,
og
nú
botnurin skal kortleggjast er
Tele Danmar eisini við.
Kaðalin skal leggjast niður
í botnin, so at trolarar ikki
kunnu skaða kaðalin, tí tað
er dýrt at umvæla ein slíkan
kaðal.
Andras Róin sigur, at
hesin kaðalin er ætlaður at
styrkja um telesamskifti,
sum í løtuni fer ígjøgnum
væl kenda Cantan-kaðalin,
ið verður umvældur í løtuni.
Vøksturin í internetsam-
skiftinum er so stórur, at
ikki er longur nóg mikið við
bara einum kaðli.
- Um brek eru við Cantat-
kaðlinum eru stórir trupul-
leikar við telesamskiftinum,
sum vit hava upplivað sein-
astu tíðina, sigur Andras
Róin.
Hetta er samstundis ein
liður í eini størri ætlan, har
ein kaðal eisini skal leggjast
til Skotlands.
Løgtingshúsið verður ljósagrátt
JÚSTINUS LEIVSSON
EIDESGAARD
Vit fingu ikki nýtt tinghús á
hesum sinni, men kortini fer
tinghúsið at síggja ørvísi út
í framtíðini. Føroyska flagið
verður skift út við útlendsk
grót, skifer. Í næstu viku
verður farið undir at um-
væla tinghúsið.
-Løgtingshúsið fer at
síggja nøkulunda út, sum
tað sá út áðrenn umbygg-
ingina í 1977. Vindeyguni
verða skift og tey nýggju
fara eisini at síggja út sum
tey gomlu áðrenn umbygg-
ingina í 1977. Húsið verður
ljósari, vindeyguni hvít og
útveggirnir ljósagráir, sigur
Súsanna Danielsen, løg-
tingsskrivstovustjóri.
Roknað verður við, at
umvælingararbeiðið verður
liðugt seinast í september
og tingið er saman hetta tíð-
arskeið, men ongi stórmál
eru á skránni í løtuni.
- Skuldi tað hent, at
okkurt mál kom fyri meðan
vindeyguni vóru úr tinghús-
unum, so finna vit onnur
høli í býnum at halda ting-
fund, sigur Súsanna Danie-
lsen, løgtingsskrivstovu-
stjóri. Skrivstovustjórin veit
ikki enn at siga hvar ting-
fundur verður hildin, skuldi
hann verið hildin uttanfyri
tinghúsið.
Koma stórmál
fyri næstu mán-
aðarnar, verða
tingfundirnir
hildnir í leigað-
um hølum í Havn
DIA MIDJORD
Børnini, sum á fyrsta sinni
skulu í skúla, eru langt síð-
ani byrjað at gleða seg. Tey
skulu jú í holt við eitt nýtt
tíðarskeið í lívinum. Tey
skulu skúlast til at liva og
virka í okkara samfelag.
Tað verða heili 732 nýggj
barnaandlit, ið stíga um
skúlans gátt mánadagin.
Kring landið fara tilsamans
á leið 7400 børn í skúla.
Havnin skilir seg út
Í Suðri er samlaða næm-
732 nýggj andlit
DIA MIDJORD
– Tað má vera góðveðrið,
ið hevur givið tvístertuni
serstakliga góðar umstøð-
ur at nørast, heldur leið-
arin á Djórasavninum.
Dorete Bloch hevur
fingið hópin av fyrispurn-
ingum frá fólki, ið ikki
vita síni livandi ráð, tí tey
eru so nógv órógvað av
tvístertu.
Eins og onnur serkøn í
fakinum, vísir Dorete til
eiturlakk
sum
bestu
loysnina at sleppa av við
trupulleikan.
– Hetta er insektlakk
sum kann smyrjast á
sokkulin og sum forðar
tvístertuni at grulva inn í
húsið,
sigur
Dorete
Bloch.
Hon hevur eisini hoyrt,
at fleiri stroya salt fram
við húsagrundini og tað
skal eisini hjálpa.
Fer í oyruni?
Hóast ræðusøgurnar eru
nógvar, so er slettis einki
at óttast.
– Tvístertan er yvirhøv-
ur ikki vandamikil. Søgan
Tvístertan
herjar
Góða og heita summarið í
Føroyum hevur gjørt livilíkindini
hjá tvístertuni serstakliga góð
um, at tvístertan fer inn í
oyruni er íspunnin og ein-
ans pátrúgv, sigur Dorete
Bloch.
Hon vísir á, at eins og
onnur bangin dýr, so søkir
tvístertan inn í okkurt
myrkt skjól. Tískil kann
ein tvísterta enda inni í
onkrum oyra.
Tvístertan stingur ikki,
men hon kann bíta.
– Talan er ikki um eitt
álvarsligt bit, men um eitt
veikt bit, sum hon ger við
sínum krókum aftan, sig-
ur Dorete Bloch.
Tvístertan hevur eisini
veingir og kann flúgva.
– Men tað skal nógv til.
Tað er við tvístertuni sum
við meyruni. Hon klárar
seg við at grulva og fæst
nærum ikki við at flúgva,
sigur leiðarin á Djóra-
savninum, sum seinastu
fimtan árini hevur við-
gjørt móti skaðadýrum.
Millum teir 7.400 næmingarnar, sum
mánadagin aftur byrja í fólkaskúlan-
um kring landið, eru 732 nýggj andlit
ingatalið hækkað við 22 frá
í fjør. Har fara eisini fleiri
børn í 1. flokk. Sama
mynstir er galdandi í Norð-
oyggjum og í Eysturoynni.
Men í miðstaðarøkinum
er samlaða næmingatalið
vaksið við 25 børnum. Men
tað byrja 19 færri næmingar
í 1. flokki.
Orsøkin kann vera, at
nógv eru flutt til Havnar við
børnum í skúlaaldri, og at
tað eru nógvir næmingar,
sum ynskja at halda fram í
10. flokki.
SVEINUR TRÓNDARSON
Um eitt ár ella so, fáa skála-
fólk nýtt meinigheitshús.
Fyri nøkrum fáum døgum
síðani var spakin settur í
jørðina á stykkinum, sum
liggur millum Turkihúsið,
Meistarahúsini og stóra
parkeringsplássið við skipa-
smiðjuna.
Tørvur á nýggjum
Sylverius Jacobsen, for-
maður í meinigheitsráðnum
á Skála, sigur við Sosialin,
at hetta er ein gomul ætlan,
sum nú verður sett í verk.
- Gamla húsið er í slíkum
standi, at tað krevur mun-
andi ábøtur. Húsini eru ikki
nóg væl bjálvað og so er
køkurin heldur ikki serliga
rúmligur, bara fyri at nevna
okkurt. Húsini eru 40 ára
gomul, og hildið varð rætt-
ast at byggja nýtt, sigur
Sylverius Jacobsen.
Hann greiðir frá, at tað
mestsum var av tilvild, at
byggingin byrjaði beint nú.
Kommunan er í ferð við at
gera kirkjugarðin størri,
men nú vóru teir varugir
við, at teimum tørvaði
mold. - Tí spurdu teir okk-
um, um teir ikki kundu taka
mold hiðani, og tí høvdu vit
einki ímóti, sigur Sylverius.
Hann leggur afturat, at tá
teir eru lidnir er alt stykkið
eftir øllum at døma grivið
út, og tað lættir sjálvandi
um hjá Meinigheitshúsin-
um, tá tey skulu undir tað
veruliga arbeiði.
Í tveimum hæddum
Hóast arbeiðið upp á nýggja
meinigheitshúsið á Skála er
farið ígongd, so er enn ikki
heilt greitt, hvussu húsið
kemur at síggja út. Tó er
greitt, at talan verður um ein
bygning í tveimum hædd-
um, har hvør hæddin verður
200 til 250 fermetrar til
víddar.
- Ein trímanna byggi-
nevnd er sett at arbeiða við
verkætlanini og tað verður
hon, sum kemur at gera av,
hvussu
tann
endaliga
verkætlanin kemur at síggja
út, sigur Sylverius.
Meinigheitsráðið á Skála
er fíggjarliga væl fyri, og tí
er ikki talan um, at nøkur
fíggjarlig óráð verða tikin
fyri, nú nýtt samkomuhús
verður bygt í bygdini.
- Vit rokna við, at samlaði
kostnaðurin fyri nýggja
meinigheitshúsið
verður
umleið hálva aðru millión,
tá alt er gjørt, og við tí, sum
liggur á kistubotninum og
við sjálvbodnari arbeiðs-
megi er ikki so nógv eftir at
fíggja, sigur hann.
Gerðabýti við Losjuna
Tað er nú meira av tilvild,
at nýggja meinigheitshúsið
kemur at standa har tað ger.
Losjan Vitin á Skála átti
stykkið, men sum umstøð-
urnar eru hjá losjuni, so
vóru ikki útlit til at hon fór
at byggja í bræði.
Ein gamal losjubygningur
stendur mitt í bygdini,
skamt frá gamla meinig-
heitshúsinum, men hann er
í ringum standi og sam-
stundis vil kommunan fegin
hava hann tiknan niður.
Vegurin niðan til brandstøð-
ina skal gerast breiðari og
skal tað verða møguligt má
losjan víkja.
Tí var endin, at gerðabýti
varð gjørt millum Losjuna
og Meinigheitshúsið, og tað
hevur við sær, at Meinig-
heitshúsið keypir stykkið
frá losjuni, sum so keypir
gamla meinigheitshúsið til
losjuvirksemið. Sylverius
Jacobsen er sera væl nøgdur
við loysnina, tí umframt at
nýggja meinigheitshúsið
kemur at liggja mitt í
bygdini eru parkeringsum-
støðurnar sera góðar.
- Vit liggja serstakliga væl
fyri, eingin ivi um tað. Sam-
stundis hava vit atgongd til
eitt stórt parkeringsøkið, so
tað fær illa verið betur, sigur
hann at enda.
Nýtt meinigheitshús á Skála
Fyri nøkrum døgum síðani varð farið undir at grava út fyri nýggja
meinigheitshúsinum á Skála. Gongst eftir ætlan, skal húsið verða klárt at taka
í nýtslu um eitt ár, sigur Sylverius Jacobsen
732 børn fara á fyrsta sinni í skúla komandi mánadag
Savnsmynd