mikudagur 16. august 2000síða 3
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
5
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 155 - 16. august 2000
Nr. 155 - 16. august 2000
Lítil vón fyri teimum
umborð á Kursk
Roynt verður at bjarga manningini
umborð á russiska kavbátinum,
Kursk, men vónirnar til at tað skal
eydnast eru smáar
EYÐUN KLAKSTEIN
Sunnudagin hendi eitt ó-
happ við russiska kavbáti-
num, Kursk, sum var stadd-
ur í Barentshavinum. Ó-
happið gjørdi, at kjarnorku-
drivni kavbáturin sakk, og
nú liggur hann á 50 metra
dýpi í altjóða sjógvi einar
130 kilometrar í ein útnyð-
ring úr Murmansk.
116 fólk eru við kav-
bátinum, og sambært russ-
isku sjóverjuni er øll mann-
ingin á lívi. Tíðindi gingu
annars mánadagin um, at
partar av manningini hevði
latið lív undir óhappinum,
men í gjár segði ein tals-
maður fyri russisku sjóverj-
una, at øll manningin var á
lívi.
Talsmaðurin segði, at tað
hevði eydnast manningini
umborð á Kursk at lata boð
frá sær.
– Vit hava fingið at vita,
at eingin er deyður umborð,
men tað er framvegis eitt
sindur ógreitt, um nakar
hevur fingið skaða, segði
talsmaðurin av støðini í
Severomorsk.
Kanska spreinging
Manningin á Kursk noydd-
ist at sløkkja kjarnorku-
reaktorarnar umborð á kav-
bátinum undir eini hernað-
arvenjing sunnudagin. Or-
søkin til óhappið er ikki
staðfest enn.
Russiskir myndugleikar
siga, at Kursk rendi á okkurt
annað far í sjónum og fór at
leka. Bretskir og amerikan-
skir myndugleikar hava
svarað hesum pástandum
við at siga, at eingin av
teirra kavbátum kann hava
verið partur av óhappinum.
Sambært russisku tíð-
indastovuni, Itar-Tass, hava
fyrstu myndirnar av kav-
bátinum ikki staðfest, at tal-
Russiski kavbáturin, Kursk, er sokkin í Barentshavinum
an hevur verið um saman-
stoyt.
Onkrir fjølmiðlar hava
róð framundir, at ein
spreinging var umborð á
kavbátinum, og at hetta var
orsøkin til, kavbáturin sakk.
Royna at bjarga
Í gjár fingu russar streym
og súrevni niður til kav-
bátin, men manningin hevur
fingið um at spara súrevni.
Leiðarin fyri norska um-
hvørvisfelagsskapin, Bell-
ona, sigur, at hóast tað iva-
leyst er nóg mikið av mati,
súrevni og streymi til at
manningin kann verða á lívi
í longri tíð, er manningin í
eini panikkstøðu, og tá tað
fer at ganga undan við súr-
evni, veit eingin, hvat kann
henda, hóast manningin er
vælvand og disiplinerað.
– Nú gera vit alt fyri at
bjarga manningini, men
møguleikarnir hjá teimum
fyri at yvirliva eru ikki ser-
liga stórir, segði Vladimir
Kurojedov, admiralur, í gjár.
Onnur fólk í russisku sjó-
verjuni halda, at møguleik-
arnir eru góðir fyri at bjarga
manningini, men hesum iv-
ast serfrøðingar í.
Nýggjan sløkkiliðsbil
um einar tvær vikur
Síðst í hesum mánaðinum fær Klaksvíkar Sløkkilið nýggjan flutningsbil
EYÐUN KLAKSTEIN
Klaksvík: Um einar tvær
vikur kemur nýggjur sløkki-
liðsbilur til Klaksvíkar.
Tað er ein VW fyri knapt
300.000 krónur, sum skal
avloysa ein gamlan VW-
flutningsbil.
– Tað gamli flutnings-
bilurin hevur tænt fyri seg,
og tað var neyðugt at skifta
hann út nú, sigur Kári Kjel-
nes, sløkkiliðsleiðari.
– Nýggi bilurin er bæði
hægri og longri enn tann
gamli, og hann fer tí at betra
um okkara umstøður.
Flyta útgerð
Nýggi flutningsbilurin skal
nýtast til at flyta útgerð og
fólk, tá neyðsendaørindi
eru. Í bilinum verða pump-
ur, froskmannaútgerð og
annað, sum sløkkiliðið nýtir
í sínum arbeiði.
– Í nýggja bilunum fara
froskmenninir hjá okkum at
hava betri møguleika fyri at
skifta, meðan vit koyra, tí
teir kunnu standa upprættir,
sigur Kári Kjelnes.
Tann gamli VW-bilurin
hevur 26 ár á baki, og nú
ein nýggjur bilur kemur,
verður tann gamli seldur.
Klaksvíkar Sløkkilið hevur
tveir aðrar bilar, og teir eru
báðir um 14 ára gamlir.
Klaksvíkar
Sløkkilið
verður 50 ár í september
mánaði, og tá verður helst
okkurt gjørt burturúr.
16 mans eru í sløkkilið-
num í Klaksvík.
Eysturoy:
Mánadagin
var løgreglan í Runavík
úti og kannaði bilar. 53
bilar vórðu steðgaði á
Lambareiði, og umleið
helmingurin av teimum
varð skrivaður, tí okkurt
var í vegin.
Átta bilførarar høvdu
ikki koyrkoyrtið hjá sær,
og tað fáa teir eina bót
fyri. Seks koyrdu uttan
trygdarbelti, fimm høvdu
ikki koyriljósini tendrað
26 vórðu
skrivaðir upp
Løgreglan í Eysturoynni hevði
mánadagin paragraf 13 kanningar
á Lambareiði
Løgreglan í Eysturoy kannaði mánadagin bilar á
Lambareiði. Savnsmynd
og tríggir fáa bót fyri
bæði koyrikoyrt, trygdar-
belti og koyriljós.
Ein bilførari varð upp-
skrivaður fyri at tokuljós,
og ein bilur hevði lykta-
feil.
Paragraf 13 kanningin
hjá løgregluni í Eysturoy
fór fram frá klokkan
13.05 til 14.45 mánadag-
in.
ek
Seinasta stóra uppgávan hjá
sløkkiliðnum í Klaksvík var, tá eldur
kom í teldufyritøkuna Com-Data í
mai mánaði. Um einar tvær vikur
ella so, fær Klaksvíkar Sløkkilið
nýggjan flutningsbil. Mynd: JH
Løgreglan í høvuðsstaðnum hevur fyrireikað seg til,
at nógv fólk og ferðsla verður í Gundadali í
sambandi við landsdystin í dag
Løreglan er
fyrireikað
Havn: Tað verður nógv
ferðsla í og kring Gunda-
dal í sambandi við lands-
dystin millum Føroyar og
Danmark í dag.
Men hetta hevur løg-
reglan í Havn fyrireikað
seg til. Hon fer at verða á
gøtuni í sambandi við
dystin, og løgreglufólkini
fara at fáa eina hjálpandi
hond
frá
bjargingar-
felagnum í Havn eisin.
Løgreglufólk fara at
vísa bilum til tey ymisku
parkeringsplássini, sum
eru nærindis Tórsvøll, og
á politistøðini í Havn
verður ikki roknað við
hurlivasa fyri tað um eini
6000 fólk fara til dystin.
Tað hava áður verið fleiri
fólk til tiltak í Gundadali,
og tað bar eisini til.
Løgreglan mælir fólki
til at koma í góðari tíð,
um tey skulu fáa parker-
ingspláss nær Tórsvøll,
og so hevði tað ikki verið
av vegnum um havna-
fólk, sum búgva í rímu-
ligari frástøðu frá vølli-
num, lótu bilin standa
heima og gingu til dystin.
ek
RÚNAR REISTRUP
Í dag klokkan fýra hittast
15-20 ungir føroyingar, ið
ætla sær til fótbóltsdyst á
Tórsvølli millum landsliðini
hjá ávikavist Føroyum og
Danmark.
Teir ætla sær at byrja
kvøldið upp á danskan
manér við sild og sanps og
einari góðari danskari øl,
kanska repetera teir danska
tjóðsangin, og fara so at
ragga sær oman á tjóðar-
stadion føroyinganna at
rópa »Danmark!«.
Teir hava allir einslittar
troyggjur, ið teir hava fingið
sponsoreraðar av Eurosport
og einum donskum spon-
sori. Onkur tvílittur klapp-
hattur verður kanska eisini
á høvdinum á onkrum
teirra.
– Hetta eru øll fólk, ið eru
í tvístøðu. Fleiri vita ikki
reiðiliga um tey skulu halda
við Føroyum ella Danmark,
og nøkur hava longu gjørt
upp við seg sjálvan, at tey
altso halda mest við Dan-
mark, sigur Michael Jensen,
ið verður ein av teimum, ið
fer oman á Tórsvøll við hes-
um kompanínum.
Plaga at halda
við Danmark
Hann sigur eina av orsøk-
unum til tvístøðuna vera, at
tá danska landsliðið annars
spælir, plaga tey at fylgja
liðnum á sjónvarpsskíggj-
anum og gleðast og syrgja
saman við tí. Tí ber ikki
knappliga til hjá teimum at
forkasta liðið, bara tí tað
spælir ímóti føroyska lands-
liðnum. Her kemur óskil á
kenslurnar.
– Fólkini eru nokkso ym-
Halda við
Danmark
Tað eru ikki øll sum eru teirri løttu støðu, at tey eru
sannførd um hvat lið tey helst síggja vinna á Tórsvølli í
kvøld. Summir føroyingar eru í tvístøðu og aðrir halda
stutt og greitt við danska landsliðnum.
isk, og eg vænti, at um Før-
oyar skora, so reisir onkur
seg helst upp. Men tað vera
so eisini nøkur, ið vera sit-
andi, um hetta hendir, sigur
Michael.
Skeið av speiðsemi
Vinnur Danmark í kvøld, so
væntar Michael, at »sel-
skapið« fer at halda fram
ein løtu eftir dystin at
fegnast um úrslitið saman.
Skuldi tað hent hinvegin
seg, at Føroyar vunnu, so
er væntandi at fólk fara hvør
til sítt og síggja fram til
næsta dyst hjá liðnum, sigur
Michael Jensen. Hann legg-
ur ikki lok á, at tað er við
einum knívspíssi av pro-
vokatión og einari skeið av
speiðsemi, at lagt verður
soleiðis fyri í sambandi við
Nógvir føroyingar halda
vanliga við danska
landsliðnum, og hjá
onkrum er tað ikki so lætt
at gera upp við seg
sjálvan, hvønn man skal
halda við í kvøld, tá hetta
liðið fer á vøllin ímóti
føroyingum
landsdystin millum Føroyar
og Danmark, ið óansæð
hvussu hann verður vendur
hevur djúpar politiskar og
tjóðskaparligar undirtónar.
RÚNAR REISTRUP
Sosialurin kundi í gjár siga
frá um, hvussu brek á av-
rokningarskipanini hjá Før-
oya Tele hevur havt við sær,
at summir telefonfelagar
hava goldið nógv meira í
telefonrokning enn teir av
røttum burdu.
Útgreinaðar telefonrokn-
ingar, sum blaðið hevur
fingið hendur á, vístu, at
brekið á avrokningarskip-
anini hevur kostað einum
einstøkum
telefonfelaga
nærum tveytúsund krónur
hetta farna hálva árið.
Á Føroya Tele vistu tey
um brekið, men høvdu ikki
Fjarskiftiseftirlitið tekur málið um
brekið við avrokningarskipanini hjá
Føroya Tele í størsta álvara, og
longu gjáramorgunin sendi eftirlits-
stovnurin fimm fyrispurningar til
telefyritøkuna fyri at fáa greiðu á
málinum um skeivu telefonrokning-
arnar
boðað nøkrum frá, kom
fram í greinini.
Álvarsmál
Fjarskiftiseftirlitið, ið mill-
um annað hevur eftirlit við
at lógin um fjarskifti verður
hildin, og at tey givnu
fjarskiftisloyvini verða røkt
sambært
heimildunum,
hevði ikki fingið nakra frá-
boðan frá Føroya Tele,
hóast talan var um ein álv-
arsligan trupulleika.
Tískil visti Fjarskiftis-
eftirlitið einki, fyrrenn tað
kom fram í Sosialinum, og
gjárdagin royndi stovnurin
at fáa greiðu á málinum.
Fyrrapartin sendi stovn-
urin nakrar fyrispurningar
til Føroya Tele og bað um
at fáa hesar svaraðar innan
hósdagin á middegi.
– Vit taka hetta málið í
størsta álvara, og tí er freist-
in so stutt, sigur Jógvan
Thomsen, stjóri á Fjarskift-
iseftirlitinum.
Fimm spurningar
Stovnurin spyr fyrst og
fremst Føroya Tele, um hald
er í tí, sum stendur at lesa í
greinini í Sosialinum týs-
dagin, og um so er, verður
Føroya Tele biðið at greiða
frá, nær trupulleikin er upp-
komin, hvussu leingi hann
hevur verið, hvat verður
gjørt fyri at loysa trupul-
leikan, og nær Føroya Tele
hevur í hyggju at greiða
viðskiftafólkum sínum frá,
hvussu trupulleikin verður
loystur.
Stjórin á Fjarskiftiseftir-
litinum er varin við at siga
nakað um málið, áðrenn
Føroya Tele hevur gjørt sína
støðu greiða, men sigur
kortini, at um so er, at tað
er rætt, at fyritøkan hevur
vitað av brekinum í tríggjar
vikur uttan at boða Fjar-
skiftiseftirlitinum frá, so er
tað eina átalu vert.
Sambært Jógvani Thom-
sen er sjálv avrokningin av
telefonsamrøðum eitt av
viðurskiftunum, ið undir
øllum umstøðum mugu
vera í lagi. Tí hevur málið
øgiligan skund, sigur hann.
Bið um rokningina
Hevur ein telefonfelagi var-
hugan av, at okkurt ikki
ruggar rætt við avrokningini
av telefonsamrøðum hans-
ara, ræður Jógvan Thomsen
til, at viðkomandi setir seg
í samband við Føroya Tele
og roynir at fáa ivamálið
loyst í samstarvi við fyri-
tøkuna.
Hetta kann millum annað
gerast við at biða um út-
greinaða telefonrokning.
Hendan kann beinanvegin
avdúka, um okkurt ikki er
farið rætt fram í avrokn-
ingini.
Eydnast tað ikki at loysa
málið í samstarvi við Før-
oya Tele, so ber til at senda
klagu til Fjarskiftiseftirlitið,
ið síðan tekur málið upp.
Eftir hvat skiltst á Føroya
Tele í gjár, so ætlaði fyri-
tøkan at loysa málið skjótast
gjørligt. Helst fóru fyri-
spurningarnir frá Fjarskift-
iseftirlitinum at verða svar-
aðir longu seinnapartin í
gjár.
Føroya Tele er svar skyldugt