mikudagur 16. august 2000síða 4
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
7
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 155 - 16. august 2000
Nr. 155 - 16. august 2000
Umvæla Bíggjar Kirkju
EDVARD JOENSEN
Bøur: Bíggjar Kirkja verð-
ur umvæld. Klædningurin á
endavegginum er tikin av
Klædningurin á
endavegginum í
Bíggjar Kirkju
var so vánaligur,
at hann varð tikin
uttan av og
verður partvíst
skiftur út
og verður partvís skiftur út.
Hóast kirkjan stendur, um
tornini falla, kemur tó fyri,
at veggurin verður so vána-
ligur, at hann má umvælast.
Á Bíggjar Kirkju er enda-
veggurin tikin niður, tí
tíðarinnar tonn er farin at
gera um seg á kirkjuni, sum
er frá 1865.
Partur av klædninginum
er so illa farin, at hann verð-
ur skiftur. Okkurt er tó, sum
kann brúkast aftur, og tað
skal tað so sambært for-
skriftum frá friðingarmynd-
ugleikunum.
Tað er soleiðis, sigur
Bjarni Bæk, dómpróstur,
sum umsitir kirkjubygning-
arnar, at er ein fjøl, sum
partvís kann brúkast aftur,
verður tann oyðilagdi part-
urin tikin av og skoytt verð-
ur so upp í aftur.
Fornminnissavnið hevur
góðkent arbeiðið, sum nú
verður gjørt í Bø, sigur
Bjarni Bæk.
Tá gamalt verður tikið
niður, verður ofta komið
fram á eitthvørt, sum ikki
sást. Soleiðis er eisini í
Bíggjar
Kirkju.
Gamli
seymurin er illa farin
nógvastaðni, og festi er
einki. Tí verður neglt av
nýggjum. Onkur planki
verður skiftur millum skins
og holds, og bjálvað verður
við glasull.
Útveggurin
er
meira
»umstendiligur« at fáast
við. Har skal tað, sum brúk-
ast kann aftur, setast aftur í
sama stað, har tað var,
áðrenn tikið varð niður.
Nýggja tilfarið, brúkt
verður, er heldur ikki hvat
sum helst. Talan er um ser-
ligt innflutt timbur úr
Noreg, har seintvaksandi trø
eru brúkt. Hesi trøini eru
helst eini 300 ára gomul.
Í fjør varð tornið í Bíggjar
Kirkju umvælt eftir somu
fyriskriftum, sum klædn-
ingurin nú verður.
Bjarni Bæk, dómpróstur,
sigur, at tað er sera ringt at
meta um kostnaðin av slík-
um arbeiði, tí tað kemur alla
tíðina okkurt aftrat, so
hvørt, sum tikið verður
uttanav. Tí er hildið best, at
arbeiðið verður gjørt fyri
rokning. Eisini tí, at tað er
at kalla ógjørligt hjá hand-
verkarunum at geva eitt
tilboð. Teir vita jú ongantíð,
hvat kann koma undan.
Tað er Heri Jensen, timb-
urmaður í Sørvági, sum
stendur fyri umvælingini á
Bíggjar Kirkju.
Nýggj útstykking í Bø
EDVARD JOENSEN
Bøur: Bíggjarfólk verða
fleiri í tali um stutta tíð.
Kommunan
fer
undir
nýggja útstykking oman
fyri gomlu bygdina í Bø, og
har sleppa eina fimm-seks
nýggjar familjur at búgva.
Tað standa í løtuni tvey hús
á økinum, har nýggja út-
stykkingum verður. Hon
verður so í framhaldi av
teimum verandi húsunum.
Trý av stykkjunum er
longu umbiðin. Av teimum
er ein umsókn, sum hevur
bíðað eina tíð, sigur Jógvan
Heinesen, bygdarráðslimur
í Bø.
Hann sigur, at ætlandi fer
vegagerðin til útstykkingina
í gongd í september mánað.
Tað búgva í dag knappliga
50 fólk í Bø, so nýggja út-
stykkingin fer at merkjast.
Bíggjar Kommuna er
Bíggjar Komm-
una fer undir
útstykking til eini
fimm-seks nýggj
sethús í bygdini.
Esini verður
nýggj kloakk-
skipan løgd um
alla bygdina
annars hampiliga væl fyri
fíggjarliga, sigur Jógvan
Heinesen, bygdarráðslimur
í Bø. Men nú fara tey at
brúka burtur av har úti, sig-
ur hann. Bíggjar Kommuna
er í løtuni í ferð við at leggja
nýggja kloakkskipan um
alla
bygdina.
Gamla
kloakkskipanin var vorðin
heldur vánalig, og valt varð
tí at gera alt av nýggjum.
Talan er um eitt arbeiði,
sum fer at kosta út móti
milliónini, sigur Jógvan
Heinesen, sum hevur eftirlit
við arbeiðinum fyri Bíggjar
Kommunu. Hann sigur, at í
hesari milliónini, er út-
stykkingin ikki íroknað.
Hvat hon fer at kosta, er ikki
neyvt uppgjørt enn. Tað
verður á komandi fíggjar-
ætlan, sigur hann.
Umframt trý fjós, eru
eingi arbeiðspláss í Bø. Tó
er einki arbeiðsloysi millum
bíggjarfólk. Jógvan Heine-
sen sigur, at bíggjarfólk
arbeiða aðrastaðni í oynni.
Onkur er til skips. Fleiri
yvirmenn. Annars eru tað
fólk við fastari inntøku.
Framtíð tykist vera í Bø,
tí fólkið er ungt. Bøur hevur
lægsta meðalaldur í Vágum,
sigur Jógvan Heinesen.
Hann liggur á 36,1 ári, sigur
hann.
Skúli er tó eingin í Bø.
Bíggjar Kommuna arbeiðir
saman við Sørvágs Komm-
unu um í fleiri málum, mill-
um øðrum skúlamálum. So
skúlabørnini í Bø verða
koyrd til Sørvágs í skúla.
Í Bø verða vegirnir grivnir upp fyri nýggjari kloakkskipan
Mynd: Edvard Joensen
Byggifelagið J&K Petersen er nú av álvara
farið at rigga til at gera vegin í samband
við undirsjóvartunnilin undir
Vestmannasund
EDVARD JOENSEN
Á Fútakletti:
Gongd er nú av álvara
komin á fyrireikingarnar
til vegagerðina í samband
við fasta sambandið undir
Vestmannasund. Gravi-
maskinur og onnur am-
boð skuldu flytast á Fúta-
klett seinnapartin týsdag-
in.
Eyðfinn Lenvig, byggi-
frøðingur hjá byggifelag-
num J&K Petersen, sigur,
at fyrireikingarnar ganga
eftir ætlan. Boriflakin við
amboðunum, sum brúkast
skulu í samband við vega-
gerðina á Vágalandinum,
skuldi beint eftir middag
týsdagin fara av Gomlu-
rætt.
Gravimaskina og ann-
að, sum brúkast skal,
verður sett á land har,
vegurin
frá
sjálvum
tunnlinum skal byrja.
Onkur skúrur er fluttur
vestur og stendur nú við
landsvegin millum Oyrar-
gjógv og Sandavág, hað-
ani arbeitt eisini fer at
verða oman móti tunnils-
munnanum.
Tað er soleiðis, at teir
ætla at arbeiða frá báðum
endum og so brúka tilfar-
ið, sum sprongt verður, til
ífyllu undir vegnum.
Flyta amboð
á Fútaklett
Sett verður á at grava
oman av, beinanveg kom-
ið er vestur við gravi-
maskinuni. Kannað verð-
ur eftir, hvussu djúpt, er
og annað slíkt fyrireik-
ingararbeiði verður so
gjørt hesa vikuna, sigur
Eyðfinn Lenvig.
Síðan verður borivogn-
urin settur upp, og vænt-
andi verður klárt at fara
undir boring og spreing-
ing fyrst í næstu viku.
Byggifelagið J&K Pet-
ersen
hevur
sjálvt
maskinur og fólk at passa
maskinurnar. Men vanligt
er, sigur Eyðfinn Lenvig,
at tey royna at brúka so
nógva lokala arbeiðsmegi
sum gjørligt, har tey ar-
beiða.
Hvussu verður við til
dømis lastbilum í Vágum,
dugir hann ikki at siga
enn, tí tað verður ikki so
aktuelt beinanveg. Sjálvt
vegarbeiðið verður ikki
meira umfatandi enn so,
at teir bilar og gravi-
maskinur, felagið sjálvt
hevur, helst fara at klára
tann allarfyrsta tørvin.
Men tá sprongt verður og
tilfarið skal koyrast burt-
ur, verður kanska ein onn-
ur støða, sigur Eyðfinn
Lenvig.
Klædningurin verður
skiftur á galvinum á
Bíggjar Kirkju
Mynd: Edvard Joensen
JAN MÜLLER
Í døgunum 22. til 25. august
2000 verður stóra frálanda-
vinnuframsýningin
ONS
2000 hildin í Stavanger. Tær
báðar
frálandavinn-
uframsýningarnar, ið serliga
venda sær til oljuvinnuna Ì
Norðsjónum,
Offshore
Europe og ONS (Offshore
Northern Seas) verða hildnar
annaðhvørt ár í Aberdeen og
annaðhvørt ár í Stavanger.
Í ár fara 24 føroyskar fyri-
tøkur og fyritøkusamstørv at
bjóða seg fram á ONS 2000,
nevniliga:
Atlantic Airways í Vágum
Atlantic Supply Base í
Runavík
Atlanticon í Tórshavn
Eimskip í Føroyum í Tórs-
havn
El-Service á Skála
Faroe Base Support Services
í Tórshavn
Faroe Ship í Tórshavn
Farpack í Tórshavn
Føroya Oljurágeving í Fugla-
firði
Føroya Tele í Tórshavn
Injector International í Vági
KJ-Hydraulik í Fuglafirði
Leif Mohr í Tórshavn
Norserv Drelnes á Tvøroyri
Poul Hansen í Tórshavn
Poul Michelsen í Tórshavn
Smyril Line í Tórshavn
Thor í Hósvík
Tor Shipping í Tórshavn
Tórshavnar Skipasmiðja í
Tórshavn
Tryggingarfelagið Føroyar í
Tórshavn
Vagar Airport í Vágum
Viking Shipping í Sandavági
Vónin í Fuglafirði
Av hesum fara Atlantic
Supply Base, Norserv Drel-
nes og Tórshavnar Skipa-
smiðja at hava egnan serbás
á føroyska felagsbásinum.
Herumframt fara fleiri
smærri fyritøkur, sum eru
tiknar upp í upplýsingartilfa-
rinum Faroe Islands Business
Environment, at taka lut í
framsýningini á føroyska
felagsbásinum. Og sjálvsagt
verður Oljumálastýrið og
Vinnuhúsið við á føroyska
felagsbásinum
stendur
í
tíðindaskrivi
frá
Menningarstovuni.
Føroyska luttøkan á ONS
2000 er náttúrliga merkt av
vinnuligu áhugamálunum og
staðiligu royndunum hjá
føroyskum
fyritøkum
at
koma vinnuliga upp í olju-
vinnu sum heild og serliga í
føroyska økinum. Luttøkan á
ONS 2000 kann fáa serligan
týdning, stendur í skrivi frá
Menningarstovuni, tí beint
upp undir framsýningina
verða loyvini frá fyrsta
leitingar-
og
útvinning-
arumfari givin.
Tey oljufeløg, sum ikki fáa
loyvi, fara helst at taka seg
úr Føroyum, metir Menn-
ingarstovan, ið hvussu so er
fyri
fyrst,
meðan
tey
oljufeløg, sum fáa loyvi, fara
Føroysk luttøka á ONS 2000 í Stavanger:
Útlendsk oljufeløg eiga at
brúka føroyskan ídnað
Fleiri av oljufeløgunum, sum hava søkt um lisens við Føroyar, hava kunnleika um føroyskar fyritøkur í oljuhøpi, og summi hava
longu havt samband við fyritøkurnar. Men við givnu loyvunum verður tað knappliga álvara, bæði hjá oljufeløgunum og hjá føroysku
fyritøkunum, og tí heldur Menningarstovan, sum skipar fyri føroysku luttøkuni á ONS, at tað ræður um at vera sjónligur og
smidligur. Hann heldur eisini, at oljufeløgini, sum fáa loyvi, eiga at brúka høvið á ONS at koma í samband við føroyskt vinnulív
beinanvegin
undir
stak
umfatandi og nágreiniligu
fyrireikingarnar
at
byrja
kostnaðarmiklar leitingar og
møguligar boringar longu á
sumri
2001.
Partur
av
fyrireikingunum verður at
leggja
leitingar-
og
útvinningarvirksemið soleið-
is til rættis, at føroyskt
vinnulív gerst partur av hes-
um virksemi. Hetta er eisini
sett sum treyt í útbjóðingini
og í loyvunum, sum verða
givin.
Fleiri av oljufeløgunum
hava kunnleika um føroyskar
fyritøkur í oljuhøpi, og summi
hava longu havt samband við
fyritøkurnar. Men við givnu
loyvunum
verður
tað
knappliga álvara, bæði hjá
oljufeløgunum
og
hjá
føroysku fyritøkunum. Tí
heldur
Menningarstovan,
sum skipar fyri føroysku lut-
tøkuni á ONS, at tað ræður
um at vera sjónligur og
smidligur. At vera sjónligur
tryggjar
ikki
einsamalt
vinnuligan part í komandi
frálandavinnuni: fyritøkurn-
ar eru tí eisini fúsar at taka
nýggjar, óvanligar uppgávur
upp á seg og laga seg eftir
nýggjum virkistreytum.
Kjartan Kristiansen, stjóri
á Menningarstovuni hevur
stórar vónir til føroysku
luttøkuna í ár, nettupp tí, at
Oljumálastýrið og oljumála-
ráðharrin hava gjørt eitt so
stórt arbeiði fyri at fáa
lisensirnar býttar út undan
framsýningini. Hann vónar
eisini, at tey feløg, sum fáa
loyvi fara at brúka føroysku
luttøkuna á ONS sum eitt
høvi til at koma í samband
við føroyskan ídnað og at
tryggja, at hann verður tikin
við í komandi útviklingin. -
Eg haldi tað er umráðandi
fyri framhaldandi succes í
Føroyum, at tað føroyska
vinnulívið ikki kennir seg
vónsvikið av oljufeløgunum,
sum nú fáa loyvi. Tí vænta
vit, sum fara á ONS okkum
nógv
burtur
úr
leggur
Menningarstjórin aftrat.
Føroysku
fyritøkurnar
hava annars sett sær fyri at
vera væl fyrireikaðar á ONS
2000. Sjálvar vera tær á før-
oyska básinum, har tær hava
tilfar liggjandi frammi, sum
lýsir fyritøkuna og hvat hon
hevur og ætlar sær at megna.
Tær hava sent kendum og
møguligum
samstarvs-
fyritøkum og oljufeløgum
skriv og boðað frá, at tær
vera at hitta á ONS 2000.
Felagsfaldari,
sum
lýsir
luttakandi
fyritøkurnar,
liggur eisini frammi saman
við
fyrrnevnda
almenna
upplýsingartilfari,
Faroe
Islands
Business
Envi-
ronment, sum eisini sæst á
alnótini, á HYPERLINK
http://ms.olivant.fo. Nærri
upplýsingar um ONS 2000
fáast annars á HYPERLINK
http://www.ons.no
Føroyingar hava verið við til fleiri oljumessur í útlandinum
Herálvur Joensen, stjóri í Oljumálastýrinum:
Bert pláss fyri
fýra loyvum í
»Gullhorninum«
Herálvur Joensen váttar , at tað verða feløg ella samtøk,
sum verða vónsvikin av 1. útbjóðing og sum vandi kann
vera fyri vilja taka seg heilt úr føroyaøkinum. Blaðið skilur,
at talan er kanska um eini fýra feløg, sum einki loyvi fáa.
JAN MÜLLER
Nú fyrstu loyvini at bora eftir
olju og gassi við Føroyar verða
latin oljufeløgunum hósdagin
verður sjálvandi gitt, hvørji øki
tey ymsu oljufeløgini fáa og
hvat tey hava bundið seg til at
gera afturfyri. Ikki minst út-
lendsk oljubløð bera leysatíð-
indi, sum ikki fella í so góða
jørð í Oljumálastýrinum. Olju-
tíðarritið „Energy Today“
skrivar nú um dagarnar, at før-
oysku oljumyndugleikar hava
roynt at fáa oljufeløgini at yvir-
bjóða hvørt annað fyri harvið
at fáa eina so munagóða leiting
sum tilber.
Blaðið skrivar m.a., at „The
government is playing an inte-
resting gave. It is trying to
maximise the work program-
mes. Because companies were
able to bid for part block, some
applications overlap and the
government is playing the
bidders off against one another
to get the most wells drilled.
It is a matter of competitions
and negatiations, so companies
can overbid“ siga keldur við
blaðið.
Amy McLellan, sum skrivar
greinina, vísir í hesum viðfangi
á, at føroyingar hava megnað
at fáa oljufeløgini til at átaka
sær at bora ikki færri enn 20
brunnar í hesum fyrstu rund-
uni. Sammett við Falklands-
oyggjarnar er hetta sera nógv,
tí har bundu feløgini seg bert
til at bora seks brunnar.
Herálvur Joensen, stjóri í
Oljumálastýrinum er ikki so
fegin um greinina, sum hann
sigur byggir á gitingar. -Grein-
in tekur als ikki hædd fyri,
hvussu lítið tað økið feløgini
vilja bora á føroyska land-
grunninum er. Tí verða tað fleiri
boringar, sum útiloka hvørja
aðra, og tað merkir, at samlaða
talið á boringum í fyrstu rundu
verður væl lægri enn tær 15-
20, sum blaðið sipar til. Av tí
av flestu feløgini vilja bora í
sama øki og at øll feløgini ikki
kunnu fáa tað, so verða tað ikki
so nógvir brunnar boraðir.
Sosialurin skilur, at tað verða
undir 10 brunnar boraðir í hesi
fyrstu útbjóðingini, og tað held-
ur Herálvur Joensen eisini vera
gott.
Hann vil einki upplýsa, hvør
fær lisensir, men Sosialurin
skilur, at talað á loyvum verður
millum 5 og 10. Eitt loyvi er
givið inni á sjálvum basaltin-
um, har tað eru tvey feløg, sum
hava søkt um tað sama og sum
tí eru sligin saman. Hetta er
sambart reglunum fyri 9 ára
loyvi, at feløg í fyrstu syftu
vilja gera seismiskar kanningar
og ikki bora. Eftir trimum árum
skulu feløgini so gera av, um
tey vilja fara undir boring á
hesum øki út sum eitt seksára
loyvi ella tey vilja lata økið
aftur.
Herálvur Joensen vil siga so
mikið, at allar borgingarnar
liggja niðri í landssynnings-
horninum í lutvíst fáum teigum.
Oljufyrisitingin hevur roynt at
fáa eina so góða leiting sum
tilber men hevur sjálvandi eis-
ini roynt at gingið umsøkjar-
unum á møti so langt tað hevur
verið mett rætt og gjørligt. Tað
skilst, at fýra oljusamtøk fáa
loyvi í tí sokallaða „Gullhorn-
inum“. Við øðrum orðum
verða tað tvey samtøk, sum
møguliga einki loyvi fáa í heila
tikið.
Skeivir upplýsingar
Hvat viðvíkur gitingunum sum
teimum í Energy Day so er
Herálvur Joensen sera vón-
svikin av, at slíkar meldingar
koma út, tí tær eru beinleiðis
skeivar. -At vit hava spælt
oljufeløgini út móti hvørjum
øðrum fyri at fáa tey at bjóða
yvir, er beinleiðis skeivt. Tað
hava vit nettupp umgingið, tí
vit vildu ikki hava talið av bor-
ingum í hvørjum einstøkum
øki at vera størri enn tað, sum
jarðfrøðin í økinum rættvísger.
Vit hava sagt, at vit vildu ikki
hava boringar, sum feløg bara
hava kastað inn til okkara fyri
at fáa eitt øki, fyri síðani at
koma aftur til okkara at sam-
ráða seg burtur úr teimum. Vit
vildu hava tað talið av boring-
um, sum jarðfrøðin kravdi fyri
at man kann siga, at man hevur
kannað tilfeingispotentialið í
økinum.
Herálvur sigur annars, at
endamálið við at hava eina
kapping um økini, er sjálvandi
tann, at hon skal virka til okk-
ara fyrimun. -Vit vilja sjálv-
andi hava mesta talið av bor-
ingum á tí lítla økinum, sum
feløgini eru sinnað at bora í.
Men fer kanska at síggja best
aftur út frá tí máta, sum vit
hava skorið loyvisøkini til
uppá. Roynt hevur verið at
skera økini soleiðis, at vit fáa
tað maksimala talið av boring-
um. Men vit hava annars hildið
feløgunum aftur til ikki at fara
inn og bara bjóða boringar
omaná fyri at standa seg betur
í kappingini.
Onkur verður
vónsvikin
Herálvur Joensen váttar ann-
ars, at tað verða feløg ella sam-
tøk, sum verða vónsvikin og
sum vandi kann vera fyri vilja
taka seg úr føroyaøkinum.
Blaðið skilur, at talan er kanska
um eini fýra feløg, sum einki
loyvi fáa.
-Vit hava tó tikið hædd fyri
at fáa flestu av umsøkjarunum
loyvi. Vit kundu endað við, at
uppaftur fleiri feløg vóru vón-
svikin. Men okkara trupulleiki
hevur verið, at økið, sum øll
vilja hava, er so lítið og vit
hava mett, at tað sunnasta
hornið av landgrunninum, har
boringar skulu gerast, kann
ikki bera meira enn fýra loyvi.
Aftrat hesum koma so nøkur
loyvi aðrastaðni.
Uppá fyrispurning um feløg,
sum einki loyvi fáa nú, hava
møguleika at „hekta“ seg uppá
loyvini hjá øðrum sigur Her-
álvur Joensen, at tað vil so
verða viðgjørt uppá ein vanliga
máta. Er okkurt felag, sum
hevur fingið loyvi og er áhugað
at minka um sín part og selja
út til onkran annan, so er tað
eisini ein møguleiki, men sum
tó skal góðkennast av Olju-
málastýrinum.