mikudagur 16. august 2000síða 5
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
9
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 155 - 16. august 2000
Nr. 155 - 16. august 2000
Sjómenn eftirløn
Undirritaði hevur við áhuga
fylgt við orðaskiftinum um
løgmansrøðuna. Hóast við-
urskiftini um ríkisfelags-
skapin mundu eiga bróður-
partin av orðaskiftinum, so
kom ein av løgtingsmonn-
unum í móti endanum av
orðaskiftinum inn á, at
»pensiónslógin« átti at vera
broytt soleiðis, at sjómenn
fingu eftirløn tá teir vóru 60
ára gamlir og útslitnir.
Tað var skjótt, at fleiri
tingmenn søgdu seg vera
samdar við tann eina ting-
mannin um, at sjálvsagt áttu
sjómenn at fáa eftirløn frá
tí teir vóru 60 ára gamlir og
útslitnir.
Breiðast var semjan um,
at tað líktist ongum, at Før-
oya Fiskimannafelag við
formanninum Óla Jacobsen
á odda, ikki fyri langari tíð
tíðan hevði fingið eina slíka
skipan fyri fiskimenn. Inge-
borg Vinther mátti sjálvsagt
fáa sítt. Eg kenni tað ikki
sum mína uppgávu at bera í
bøtuflaka fyri formannin í
Føroya
Fiskimannafelag
fyri eftirlønarviðurskiftir
hjá sjómonnum, og heldur
ikki fyri Ingeborg Vinther,
men av tí at eg haldi meg
hava eitt sindur størri innlit
í tað málið, hvat viðvíkur
sjómonnum, enn løgtings-
menn undir viðgerðini av
løgmansrøðuni sýntust at
hava, so loyvi eg mær at
koma við niðanfyri stand-
andi upplýsingum, okkara
løgtingsmonnum og kvinn-
um til kunnleika.
Fyri fleiri árum síðan,
minnist meg rætt var tað
meðan Jóanes Eidesgaard
var Fíggjarmálaráðharri,
var eg fyri fyrstu ferð við í
málinum um eftirløn til sjó-
menn. Byrjað varð at ar-
beiða við at fáa eina lívs-
trygging og eina frítíðar-
vanlukkutrygging og eina
eftirlønartrygging fyri sjó-
menn. Samráðingar vóru
við Føroya Lívstrygging og
Føroya Vanlukkutrygging
um sáttmála fyri slíkar
tryggingar. Partarnir, trygg-
ingarfeløgini: Føroya Lívs-
trygging og Føroya Van-
lukkutrygging øðrumegin
og manningarfeløgini: Før-
oya Fiskimannafelag, Før-
oya Skipara- og Navigatør-
felag, Føroya Motorpass-
arafelag og Maskinmeist-
arafelag hinumegin, sóu
skjótt, at neyðugt var at taka
takið í stigum og valdu tí at
taka lívstryggingina og frí-
tíðarvanlukkutryggingina
fyrst. Partarnir sóu eisini
skjótt, at innkrevjingin av
tryggingargjaldinum var í
sær sjálvum eitt stórt mál.
Fyri at tryggja, at vit
kundu fáa eina so effektiva
og rættvísa skipan sum gjør-
ligt, varð roynt at fáa inn-
krevjingina um samtíðar-
skattaskipanina. Grundin
fyri tí var, at lønin hjá fiski-
monnum er sera ójøvn. Tí
var ætlanin at tað av hvørj-
ari avrokning (lønarflyting)
skuldi dragast ein upphædd,
svarandi til eitt ávíst % stig
av hvørji avrokning. Ætlan-
in var eisini, at tað skuldi
vera loft í, so at eingin kom
at gjalda meir enn eina ávísa
upphædd.
Tá fiskimenn ofta skifta
millum skip og reiðaríir,
kundu reiðaríini ikki átaka
sær at fylgja við, hvussu
nógv hvør hevði goldið, og
so steðga frádráttinum, tá
ásetta hægsta upphæddin
var nádd. Eisini er tað ein
trupulleiki at fáa allar av-
rokningarnar, og harvið
vita, hvussu nógv teir, ið eru
fevndir av tryggingini skulu
gjalda.
Skrivað hevur verið til
allar fíggjarmálaráðharrar,,
ið hava sitið síðan vit byrj-
aðu at arbeiða við málinum.
Tíðin hjá Jóanesi Ejdes-
gaard sum landsstýrismaður
ta ferðina fekk ein heldur
bráðan enda, og tí hendi ikki
tað stóra við tí málinum.
Síðst Anfinn Kalsberg sat
sum fíggjarmálaráðharri,
segði hann seg vera posi-
tivan og royndi at fáa eina
loysn. Fundur var við Elek-
tron, ið segði, at teir ikki
kundu greiða málið fyrr enn
um eina ávísa tíð, eg hugsi
tað var út móti jólum eitt
ári. Jólagávan tað ári var, at
tað ikki passaði inn í ar-
beiðsplanin hjá Elektron
fyrr enn í september mán-
aða árið eftir og soleiðis
hevur tað gingið.
Fyri at fáa lívstryggingina
og frítíðarvanlukkutrygg-
ingina í gongd, var avgjørt
at tryggingargjaldið skuldi
vera eitt ávíst krónutal fyri
hvønn mann fyri hvønn
mynstraðan dag. Hettar
varð gjørt, hóast vit vistu,
at hetta er ein sera ósoli-
darisk skipan, sum í veru-
leikanum førir til, at skipari
og manning á teimum skip-
unum, ið fáa størstu hýruna
fyri hvønn daginteir eru til
fiskarí, teir kunnu vera færri
dagar burtur, enn við teim-
um skipunum, har hýran er
lakari. Harvið eru tað teir,
ið vinna fægst krónur fyri
hvønn dagin, ið lætt kunnu
koma at gjalda tað hægsta
tryggingargjaldið.
Hóast
tað, so haldi eg, at tað var
rætt at seta ta skipanina í
verk.
Eisini meðan hendan
samgongan hevur sitið hev-
ur tað verið roynt at fáa
loysn á hesum máli. Fíggj-
armálaráðharrin sigur seg
vera positivan fyri at virka
fyri at tað skal bera til.
Fundir hava verið við um-
sitingina har ymiskir møgu-
leikar hava verið umrøddir.
Tosað hevur verið um ann-
aðhvørt at avgreiða inn-
krevjingina um samtíðar-
skattaskipanina ella gjøgn-
um eina ALS líknandi skip-
Sambandsflokkurin
vil
hava eina FØROYSKA
Nýskipan:
Fullveldið samgongunar er
ein avolda, í okkara sam-
felagið, ónýtilig Íslendsk
skipan. Okkara uppskot er
nýtt og FØROYSKT:
Uppskot okkara rúmar
broytingar til bata:
• Vit vilja hava framburð -
ikki hóttafall.
• Vit
vilja
hava
vælferðarsamfelag - ikki
avtøku av hesum
• Vit vilja hava fjølgan av
føroyingum í Føroyum -
ikki fráflyting
an. Eg havi skilt tað soleið-
is, at A-skattaskipanin tolir
ikki, at tað verður hongt ov
nógv upp í hana. Til eina
ALS líknandi skipan skal P-
talið brúkast og tað hava vit
ikki fingið loyvi til enn og
sostatt hava vit ikki fingið
eitt arbeiðsamboð, ið ger, at
feløgini hava sett seg før
fyri at fara undir eina eftir-
lønartrygging fyri fiski-
menn.
Eg kundi greina hesi við-
urskiftini enn meira, men eg
hugsi ikki tað tænir nøkrum
endamáli.
Eg vil tó nevna, at í Før-
oya Skipara- og Navigatør-
felag hava vit tikið tað stig-
ið, at brúka stóran part av
lønarhækkingini við síðstu
sáttmálasamráðingar, fyri
tað fastlønta fólkið, til eftir-
lønartrygging, men tað er
ikki uttan trupulleikar. Tað
eru reiðarí, har tryggingar-
gjaldið ikki er goldið, tó utt-
an at skipari og stýrimenn
hava fingið eina tilsvarandi
hægri løn.
Út frá tí stóra og heilhjart-
aða áhuga sum løgtings-
menn góvu til kennar undir
viðgerðini av løgmansrøð-
uni viðvíkjandi eftirløn fyri
sjófólk, fari eg hervið at
loyva mær at heit aá bæði
landsstýri og løgting um at
bera so í bandi, at manning-
arfeløgini kunnu fáa eina
skipan, ið ger innkrevjing-
ina av gjaldinum til lívs-
tryggingina og frítíðarvan-
lukkutryggingina bæði lætt-
ari og rættari og at skaptir
vera møguleikar, so at
manningarfeløgini seta seg
før fyri at seta á stovn eina
eftirlønartrygging fyri sjó-
fólk og onnur feløg fyri sín-
ar limir.
Uttan at karmarnir verða
skaptir, verður tað ótrúliga
tungt at umsita eina eftir-
lønartrygging, sum tryggjar,
at peningurin verður inn-
goldin við rættari upphædd,
til ásetta tíð og til rætta við-
komandi.
Á floti 9.8.2000
Ellintur M. Abrahamsen
Føroysk nýskipan
• Vit vilja hava skattalætta
- ikki skattahækking
• Vit
vilja
hava
at
føroyingar skulu ráða í
Føroyum - ikki útlendskur
kapitalur
• Vit vilja hava frælsi fyri
føroyingar í Føroyum - vit
selja
ikki
frælsi
fyri
fullveldi
• Vit vilja hava eina loysn
innan Ríkisfelagsskapin - tí
tað er best fyri Føroyar.
• Vit
vilja
hava
eitt
kongahús - tí vit eru í einum
ríki, við trimum javnt
stillaðum pørtum.
• Vit vilja at føroyingar
hava evsta vald í Føroyum.
Um Sambandsflokkurin og
J a v n a ð a r f l o k k u r i n
(møguliga Fólkaflokkurin)
skipaðu fyri ríkisrættarligu
broytingum, so vóru vit
komnir langt, ja ikki minst
høvdu vit fingið eina góða
loysn - eisini eina góða
búskaparliga loysn. Vit
høvdu fingið eina loysn,
har Føroya Fólk segði ja,
og tað er umráðandi.
Harmiligt, at samgongan
onki fær av skafti, nú tíðin
er búgvin, og ein góð loysn
er møgulig.
Broyting ja - við skili - í
Ríkisfelagsskapinum.
Marjus Dam.
Løgtingsmaður
Orðaskifti:
»Vit mugu nýta meira pen-
ing til sjúkrahúsini, og
fyribyrging skal verða
hornasteinurin í okkara
starvið í móti teimum
vaksandi trupulleikunum
við diabetes (sukursjúku)«
segði Helena Dam á
Neystabø, landsstýrismað-
ur í almanna- og heilsu-
málum, á fundi í Havn
fríggjadagin.
»Heilsuverkið skal hava
fleiri rescoursir so tað
kann bjóða eina effektiva
og liðiliga viðgerð av
fleiri og fleiri fólkum, ið
fáa diabetes. Men pláss
skal eisini verða fyri, at
motivera allar føroyingar
til at ansa eftir sær sjálv-
um. Tað er prógvað, at
royking, ringir matvanar
og manglandi motión er
orsøkin til diabetes, hjarta-
sjúku og aðrar fólkasjúkur.
Tí má bæði viðgerð og
fyribyrging
prioriterast
høgt,« segði Helena Dam
á Neystabø, landsstýris-
maður. »Vit eiga at lurta
eftir royndunum hjá øðr-
um, men okkara framtíðar
viðgerð skal byggjast á
egnar royndir«.
Landsstýrismaðurin í
almanna- og heilsumálum
helt røðu á fundi, sum dia-
betesfelagið í Føroyum
skipaði fyri. Á fundinum
luttóku
løgtingsmenn,
læknar,
sjúkrasystrar,
kostráðgevarar og umboð
fyri øll norðurlendsku dia-
betesfeløgini.
»Talið á aldursadiabet-
ikarum í øllum Europa
veksur við fúkandi ferð«
segði Kristiana Rein, for-
maður í føroyska diabetes-
felagnum, »og hetta er ein
sera stór avbjóðing fyri
heilsuverkið.«
Jak Jervell, norskur pro-
fessari, vísti á, at fólk ger-
ast alsamt eldri, men tað
er tann nútímans lívsstíl-
urin, ið er orsøkin til, at
vøksturin í talinum av dia-
betikarum er so stórur. Jak
Jervell helt, at samfelagið
má broytast, um talið av
diabetikarum skal minka.
»Tað skal nýtast meira
peningur til heilsuverkið,
men tað fer at viðføra at
sparingar koma á nógvum
øðrum økjum í samfelagn-
um seinni«.
»Í Danmark eru umleið
125.000 diabetikarar, men
talið verður helst 100.000
hægri, um vit kanna fólk
ið viga ov nógv og fólk,
har diabetes er í tí nær-
mastu familjuni,« segði
Oluf Borbye Pedersen,
professari á Steno Diabe-
tes Sentrinum í Danmark.
»80% av útreiðslunum til
diabetes
í
Danmark
verður nýtt til at viðgeða
fylgisjúkur, og minni enn
10%
verða
nýtt
til
fyribyrging. Hetta er eitt
óhent býti. Við betri
samstarvið
millum
sjúkrahúsverkið
og
kommunulæknar,
við
eftirútbúgving av komm-
unulæknunum, við tvør-
fakligari viðgerð, við at
ansa betur eftir sær sjálv-
um,
við
regluligum
eygnakanningum og ein-
um innsatsi móti beinsár-
um, kann man broyta tær
vánaligu framtíðarvánirn-
ar fyri diabetikararnar«.
Oluf Borbye Pedersen
segði, at at skjótt fyriligg-
ur ein bíligur og effiktivur
háttur at screena fyri
aldursdiabetes. Í dag eru
møguleikar fyri samfel-
agsøkonomiskari gagnlig-
ari medisinskari viðgerð
móti blóðtrýsti, feitti og
sukuri í blóðinum.
Hagtøl í Danmark vísa,
• at 50% av diabetikarum
gerast blind
• at 10-15% gerast nýra-
sjúk
• at 50% gerast álvarslig
sjúk í æðrarenslinum
• at 40% gerast sjúk í
nervalagnum, og
• at
2%
fáa
stórar
amputatiónum gjørdar.
»Álvarsemi í sjúkuni, og
tað vaksandi talið av dia-
betikarum,
má
vera
grundgeving til skjót
politisk tiltøk« segði Oluf
Borbye Pedersen at enda.
Norðurlendski diabetis-
fundurin, sum hevur verið
í Føroyum síðani hósdag-
in endaði á middegi
sunnudagin. 33 luttakrar
frá diabetesfeløgunum í
Finnlandi, Svørríki, Dan-
mark, Noregi, Íslandi og
Føroyum, vóru á fundin-
um.
Diabetesfelag Føroya
Kristiana Rein,
formaður.
Diabetes er ein
vandamikil sjúka
Viðvíkjandi portrinum
í Skopunar havn
Í Dimmu 5. august stendur
nakað at lesa um Skopunar
havn, har ið landsstýrismað-
urin Finnbogi Arge verður
spurdur.
Sum man kann skilja, so
er portrið ein ynskidreymur
hjá skopuningum. Hetta er
í veruleikanum slett ikki so,
eingin hevði verið glaðari
enn vit, um vit kundu slopp-
ið av við portrið, men tað
skal ikki vera uppá tann
mátan, ið tit hava hug at
gera. Tí, sluppu tit at rykkja
portrið butur, so var tað tað
sama sum at geva bygdini
mønustingin.
Hví ger mann ikki sum
sakkunnleikin sigur.
Umboð fyri Landsstýrið,
umboð fyri Landsverkfrøð-
ingin og Skopunar bygdar-
ráð vóru hjá Hydraulik-
instituttinum í Hørsholm í
Danmark, har ið royndir
vóru gjørdar av Skopunar
havn.
Tær kanningar vístu púra
greitt, at tað sum kom at
hjálpa fyri Skopunar havn,
var at longja pierin úr Lítla-
skerði, so at hann fór út á
70 metrar. Og somuleiðis at
endin norðuri á Bergi bleiv
stoyptur einar 30 metrar
eystureftir, so at grótkastið
kundi liggja, ikki sum nú er,
at grótkastið fer burtur av
brimi, av tí at einki møtir
fyri. Men einans 40 metrar
eru stoyptir, so tað vistu vit
frammanundan, at tað var
ikki nóg mikið, men bert ein
bati.
Hví hevur man ikki gjørt
hesi tingini í summar?
Sjálvur havi eg hoyrt sum
slatur í gjøgnum síðsta ár,
at portrið skuldi burtur.
Tann 14.02.2000 boðaði
Skopunar bygdarráð Lands-
verkfrøðinginum til fundar,
har ið vit ætlaðu at tosa um
viðurskiftini við Skopunar
havn.
Fundin fingu vit tann
11.5.2000. Tá søgdu umboð
fyri Landsverkfrøðingin, at
teir høvdu ein upulleika, og
tað var at portrið mátti burt-
ur. Tað mótmælti bygdar-
ráðið beinanvegin. Annars
høvdu vit ein góðan fund
við umboðini hjá Lands-
verkfrøðinginum.
Eg má venda aftur til
skrivið í Dimmu. Fyri mær
virkar tað sum ein hóttan.
Aftur fyri at vit ikki tagdu
meðan portrið bleiv tikið, so
skulu vit einki fáa afturfyri.
Eg veit ikki, um hetta er
at rokna sum vinskapur við
útjaðaran. Eg rokni Sand-
oynna sum útjaðara, sjálvt
um vit liggja nær megin-
økinum. Vit hava Skopunar-
fjørð ímillum okkum.
Síðani vil eg heita á fíggj-
arnevndina, um at játta pen-
ingin, sum tørvur er á til
portrið. Og somuleiðis tann
pening sum tørvur er á at
gera Skopunar havn lidna.
Vit eru næstan komin á
mál. Landsmyndugleikarnir
hava bert hugsað um sam-
ferðsluna. Tað er gott, men
tað eru onnur ting, sum
havnin skal nýtast til enn
bara tað. Tá hugsi eg um
útróður, sjúkraflutning og
flakavirki.
Eg haldi, at Skopunar
kommuna hevur víst ein
góðan vilja. Vit hava fólk í
drift alt døgnið á keiini at
passa portrið, so at báta
kunna nýta havnina sum er,
og tað gjalda vit sjálvir fyri.
Við hesum verður enn
einaferð heitt á fíggjar-
nevndina, Bjarna Djurholm,
formann og allar í nevndini
at játta pening til áður-
nevnda.
Sum eg skilti, so skuldi
tað vera ein góð grundgev-
ing, áðrenn tit játtaðu pen-
ing. Vit í Skopunar bygdar-
ráði eru altíð klárir at koma
í fíggjarnevndina, at grund-
geva fyri okkara stóra máli.
Vinarliga
Gerhard Lognberg,
bygdarráðsformaður
Skopun
Nú ein landstýrismaður
endiliga hevur dirvið til at
seta okkurt ígongd, sum
kann merkjast í einum út-
jaðaraøkið, eru politikarar,
feløg og onnur í miðstaðar-
økinum á gosi tí niðurstøð-
an hjá hesum sum búgva í
miðstaðarøkinum, er sum
altíð, at einki kann lata seg
gera uttanfyri Havnina.
Sagt verður, at tey,sum
skulu taka útbúgving sum
heimahjálparar og almanna
heilsuhjálparar og røktarar
eru tilkomin fólk við húsi,
manni og børnum og at fara
til Suðuroyar er so tvørligt,
tí tey vera noydd at leiga
sær hús.
Hesi sjónarmið er møsn
og tvætl úr enda í annan, tí:
•
Tað er líka langt fyri
næmingar úr Suðuroy til
miðstaðarøki sum um-
vent, har er so eingin
munur.
•
Tað er nógv lættari og
bíligari at leiga sær íbúð
í allari Suðuroy enn í
miðstaðarøkinum, tað er
einki dulsmál at tað er
bíligari at fara á skúla í
Danmark enn í Havn,
vegna íbúðarkostnað og
studning.
•
Hesu tilkomnu fólk við
manni ( kann hann ikki
klára seg sjálvan) og
børnum (vaksin) fara
ídag til Danmarkar fyri
at fáa sær útbúgvingina.
–Um tað er meira tvør-
ligt at fara til Suðuroy
enn til Danmark, so má
tað vera vegna studning-
inum.
•
Nýggi SMYRIL hevur
rúm, so møguleikin til
at gera skúlaarbeiði um-
borð í 1 tima eru fyrsta-
floks fyri tey sum vilja
sigla ímillum.
•
At fólk við leiðslu og
fakkunnleika ikki finn-
ast uttanfyri Havnina er
tíbetur nakað møsn.
•
Tá tað blívur sagt, at tað
er munur á at arbeiða í
Havn og at arbeiða á
Tvøroyri má tað vera tí,
at suðringar eru meira
skemtiligir og at tað er
lýggjari her suðri. Tað
kann væl ikki vera tí ar-
beiðsbyrðan er størri
annað staðið?
Samanumtikið er tað einki
sum helst til hindurs fyri at
leggja skúlan á Tvøroyri og
er hetta ein gyltur møguleiki
fyri at fáa gongd á útjað-
arapolitikkin.
Allir politikarar á tingi
hava sagt, at teir vilja stuðla
einum
útjaðarapolitikki,
men tá ið tað er komið til
eru teir sum oftast orðloys-
ingar, tíanverri.
Vónandi hendir hetta ikki
hesuferð, tí ein Almanna og
heislsuskúli í Suðuroy vil
menna alla oynna og geva
íblástur til anna virksemi,
tað er eingin ivi um tað.
Finnleif Guttesen
Tvøroyri
Àgangurin móti útjaðar-
anum tekur ongan enda
Síðsta dømi er mótstøðan frá miðstað-
arøkinum um, at Almanna- og heilsu-
skúli skal liggja á Tvøroyri
Kórkonsert í
Vágs kirkju
Hetta er ikki nakað óvan-
ligt, men lesið víðari nið-
anfyri.
Í hesum døgum hava vit
í Føroyum vitjan av týska
kórinum »Osnabrücker
Jugendchor« undir leiðslu
av tí her vælkenda kór-
leiðaranum
Johannes
Rahe. Vitjanin er fingin í
lag í einum samarbeiði
millum Kirkjukórið Ljóm
í Vági, Rúna Brattaberg
og Johannes Rahe.
Sum navnið sigur er
hetta eitt ungdómskór, har
sangararnir eru frá 14 til
23 ára gamlir, einir 60 í
tali. Tey eru knýtt at Dom-
kirke Osnabrück og er
vitjanin her ein liður í eini
longri konsertferð, kallað
Scandinavia 2000.
Teirra repertoire er
stórt, telur o.u. 60 sangir.
Tað nógva er kirkjutón-
leikur, sum fevnir um eitt
1000 ára skeið.
Eini 150 fólk høvdu
leitað sær í kirkjuna hetta
kvøldið. Hetta er nógv
meira enn vanlig uttan fyri
Havnina, og var tað huga-
ligt at uppliva.
Lat meg siga beinan-
vegin, at konsertin var ein
tann besta, eg havi hoyrt.
At hon fór fram í stóra
vakra kirkjurúminum í
Vágs kirkju við tí framúr
góða
aukustikkinum,
gjørdi ikki upplivingina
verri.
Konsertin byrjaði við,
at kórið kom gangandi inn
eftir
kirkjugólvinum,
syngjandi einraddað okk-
urt sum líktist gregori-
anskum sangi. Øll vóru í
ljósum kappum. Uppstill-
ingin, sum var á gólvinum
framman fyri kórið, var
óvanlig. Kórið bleiv koyrt
í tvey og tey stóðu ávika-
vist t.h. og t.v. fyri miðj-
una. Hetta hevði fyri mær
tvey endamál. Ímillum
kórini sást tú altarið og
teir vøkru mosaikkrútarn-
ar í einum, altso nakað
fyri eygað. Tónleikaliga
hevði tað tann fyrimun, at
tú betur kundi fylgja við,
hvat gekk fyri seg. Stund-
um sang tað eina kórið og
hitt svaraði, og stundum
sungu tey saman.
Á skránni vóru 13 sang-
ir, umframt tveir tá tey
gingu inn og út, og tveir
sangir eyka.
Skráin á hesi konsertini
fevndi sum oman fyri
nevnt um fjórðingin av
teirra
repertoire.
Vit
hoyrdu sangir frá barokk-
tíðini av Lotti, J. S. Bach
(kantatuna »Jesu, meine
Freude«) og Henry Pur-
cell. Frá romantisku tíðini
sungu tey sangir av Cesar
Franck (»Panis Angeli-
cus«), Anton Bruckner og
Hugo Wolf. Max Reger
og Gabriel Fauré førdu
okkum inn í 20. øld, har
vit hoyrdu sangir av Ru-
dolf Mauersberger, Geor-
gius Bardos, Benjamin
Britten (»A Hymn to the
virgin«) og Günter Ber-
ger.
Eg havi hoyrt kórleið-
arar siga, at besti kór-
klangurin fæst við ungum
røddum. Hetta upplivdi
ein í ríkt mát á hesi kon-
sertini. At tey sungu reint
og presist er næstan
óneyðugt at nevna. Tá alt
omanfyrinevnda er í lagi
kemur
dynamikkurin.
Hesin gevur sanginum
form og fær hann at liva,
ja, fær alt ørindið at blíva
eina heild. Dynamikkurin
var framúrskarandi. Tey
sungu frá veikasta pianis-
simo til harðast fortissi-
mo.
Eitt, sum eg hefti meg
við, vóru endakkordirnar,
ofta langar og veikar. Tá
klangurin hvar, helt leið-
arin hendurnar uppi í nøk-
ur fá sekund. Ein kundi
hoyra eina nál detta á
gólvið. Síðan kom ein av-
spenning hjá áhoyrarun-
um, sum í fleiri førum
førdi til »begeistraðar«
lógvabrestir. Fólk royndu
at halda »góðan kirkju-
sið«, men hetta eydnaðist
ikki gjøgnum alla kon-
sertina.
Tá konsertin var liðug,
bleiv klapað da-capo tvær
ferðir. Sum eyka sang
kórið
fyrst
sjelaran
»Locus iste« av Bruckner,
og sum annan eykasang
»Sig mær, hví er foldin
føgur« eftir Sunnleiv
Rasmussen og Karstin
Hoydal. Ein góður endi á
eini stak góðari konsert.
Okkurt er at nevna aft-
urat. Í kantatuni »Jesu,
meine Freude« eftir J. S.
Bach, sum er í fleiri pørt-
um, dansaðu tvær ungar
gentur ballett til tveir av
pørtunum. Sera hugtak-
andi. Í sanginum »Hymn
to the Virgin« av Benja-
min Britten fóru nakrir
sangarar út í gangin og
svaraðu kórinum aftur
sum eitt ekko.
Osnabrücker Jugend-
chor fer í vikuni at syngja
norðanfjørðs, eitt nú í
Norðurlandahúsinum
hóskvøldið 17. aug. kl.
19.30. Skránna kenni eg
ikki, men í verðsliga part-
inum av teirra repertoire
eru sangir av tónaskøld-
um sum Orlando di
Lasso, John Dowland,
Jhs. Brahms, Max Reger,
Hugo Distler, Sunnleivi
Rasmussen o.ø. Ivaleyst
fara tey at syngja okkurt
av hesum tá. Úr reperto-
irinum av kirkjutónleiki,
sum ikki varð sungið í
Vágs kirkju hetta kvøldið,
eru sangir av so kendum
nøvnum su th. Tallis,
Palestrina, W. A. Mozart
og Felix Mendelsohn-
Bartholdy.
Dámar tær væl góðan
kórtónleik, so far til kon-
sertina í Norðurlandahús-
inum hóskvøldið 17. aug.