Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-08-16, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. august 2000síða 6

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 11 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 155 - 16. august 2000 Nr. 155 - 16. august 2000 Framførslan hjá Lost Pilgrims var merkt av, at bólkurin ikki var rættiliga samanspældur, og at ljóðið ikki var av tí besta. Spell at fyrsta konsertframførslan hjá slóðbrótaranum, Jørgin Dahl, skuldi fara fram undir hesum umstøðum. Mynd: Álvur Haraldsen RÚNAR REISTRUP Lis Sørensen hevði nógv at liva upp til leygarkvøldið. Júst hvussu nógv, visti hon helst ikki sjálv, men á nógvar mátar var framførsla hennara ein uppfylging av konsertini hjá Sanne Salo- monsen, sum endaði Jazz- festivalin í fjør. Hendan konsertin stendur í minnunum hjá teimum hjástøddu sum ein tann frægasta í Føroyum nakran- tíð. Tá Lis Sørensen fór á pallin sum seinasta navn á ársins Jazzfestivali, kundi hon tískil ikki annað enn at standa í ljósinum frá Sanne Salomonsen og traðka í hennara fótaspor. Og ta uppgávuna megn- aði hon bara væl. Tríklangurin hevur ljóðað Við framførsluni hjá Lis Sørensen leygarkvøldið, er Tórshavnar Jazz, Fólka og Blues festivalur so at siga komin runt og danski songkvinnutríklangurin Anne Linnet, Sanne Salomonsen og Lis Sørensen hevur ljóðað á festivalinum. Væl uppløgd Hóast hon og tónleikarar hennara høvdu eina langa konsertferð aftan fyri sær, tá tey komu til Føroya, so var Lis væl uppløgd og til reiðar at geva áhoyrarunum eina uppliving. Hinvegin vóru føroysku áhoyrararnir ikki so øgilga væl upplagdir og har kom ongantíð tann heilt stóri hit- in í fjøldina. Kanska var tað orsakað av einum langum tungum mjørkadegi leygardagin, at áhoyrararnir vóru eitt sindur tungir. Men helst var orsøk- in til at salurin ongantíð rættiliga fekk flog tann, at áhoyrararnir ikki kendu so væl løgini, sum Lis Søren- sen og bólkur hennara fram- førdu. Men konsertin var góð og oyruni á áhoyrarunum mundu vera væl nøgd. Tón- leikararnir, sum Lis drags- aði við sær til Føroya, eru kendir úr øðrum bólkum sum Gnags og Tøsedren- gene og teir spældu sera væl. Stórnavn alneyðugt Lis Sørensen var einasta rættiliga útlendska stór- navnið á ársins Jazzfesti- vali. Í fjør taldust kendu út- lendsku nøvnini í hvussu er trý, men tað er tó ikki nøgd- in, ið er avgerðandi. Tað mest umráðandi er at Jazzfestivalurin hevur okk- urt kent útlendskt navn, sum kann setast ovast á plakat- ina, tí tað er við til at seta allan festivalin í eitt heilt annað, og meira profession- elt, ljós. Tað var hesa uppgávuna, ið Lis Sørensen fekk at røkja í ár, og hon røkti hana væl. Tað var ongantíð nakar ivi um, at leygarkvøldið skuldi vera høvuðskvøldið á festivalinum - serliga ikki eftir framførsluna hjá Lis og bólki hennara. Nú hevur festivalurin koyrt á 17. ári, og tað er í roynd og veru einki minni enn ovfaranadi, at fyrireik- ararnir hava fingið kend nøvn til at kalla hvønn fes- tival uttan at endurtaka seg sjálvar við somu nøvnum. Hvørja ferð verður spurt, um tað nú finnast fleiri kend útlendsk nøvn, ið eru áhugaverd á einum Jazz, Fólka og Blues festivali og sum sjálv eru áhugað í at spæla á festivalinum, og svarið er, at vónandi megnar festivalurin framhaldandi at draga etablerað nøvn til sín, tí tað eru fyri ein stóran part tey, ið mynda sjálvan festi- valin. JOHAN JACOBSEN Í sambandi við at Umman- naq hevur hildið mentunar- viku, varð eitt ferðalag úr Runavíkar Kommunu boðið við. Ummannaq og Runa- vík eru nevniliga vinarbýir. Við Jákup Lamhauge, bý- ráðsformanni í Runavíkar Kommunu, var tónleika- bólkurin Økusól eisini við á túrinum. Økusól luttók sum tað mentunnarliga um- boðið úr vinarbýnum í Før- oyum. Økusól er ein tón- leikabólkur, sum er settur saman júst til hetta tiltakið. Túrurin varð sera væl eydnaður, runavíkingarnir vóru væl móttiknir og blíð- skapurin tók næstan ongan enda. Bólkurin er mannaður við fólki, ið býr ella hevur sam- band við Runavíkar Komm- unu. Upprunaliga skuldi Enekk við, men tá hetta ikki lá fyri, bleiv hesin bólkurin settur saman. Bólkurin er mannaður við Agnar Lamhauge, bass; Marita av Steinum, tvør- floytu; Óla Olsen, ljóm- borð; Arna Carlsen, ljóm- borð; Hjalta Joensen, guitar. Tónleikurin Økusól spældi vóru egnar útsetingar av siðbundnum føroyskum og grønlendskum løgum, av Føroyskir tónleikarar í Ummannaq spælimansløgum úr Nóta- bók Svabo frá 1775 og so egin løg. Í hesi mentunnarvikuni var kvøldseta hvørt kvøld, har ymiskt varð framført. Økusól spældi hvørt kvøld. Skráin fyri hvørt kvøldið var rættiliga einføld og lík. Tó, so kom hvørt kvøldið mest sum øll bygdin at lurta. Ein tílík kvøldseta byrjaði við, at eitt streingjakór legði fyri við nøkrum sangum, síðan trummudansur, eitt par var úr Thule og eitt ann- að var úr Kanada. Eftir hetta spældu so Økusól. Jens Ly- bert, sum er stjóri á Norður- landahúsinum í Grønlandi, luttók eisini sum fólkasang- ari við guitara og sangi. Til endan á kvøldinum spældu grønlendskir tónleikabólkar meiri harðan rokktónleik. Ummannaq liggur á eini lítlari oyggj í Vesturgrøn- landi. Bygdin er bygd á bera hellu og liggur við eitt fjall, ið er 1775 metrar høgt. Í bygdini búgva umleið 1500 fólk og 6000 hunda. Føroy- ingarnir smakkaðu eitt sind- ur av grønlendskum siði; t.d. royndu tey at eta rátt kópakjøt Eisini var skipað fyri túrum út í ta stórligu grønlendsku nátúruni, við ferðaleiðara úr Ummannaq.