mikudagur 16. august 2000síða 7
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
13
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 155 - 16. august 2000
Nr. 155 - 16. august 2000
gult cyan magenta svart
gult cyan magenta svart
Ein føroyskur landsliðs-
spælari og ein danskur
landsliðsspælari umboða
sama felag í dag. Talan er
um føroyska málverjan
Jákup Mikkelsen og lið-
felagan hjá honum í Her-
følge, Steven Lustü, sum
ivaleyst verður á danska
beinkinum í kvøld.
Todi Jónsson hevur verið
liðfelagi við ein av donsku
spælarunum. Tað snýr seg
um Bjarne Goldbæk, sum
varð seldur úr FCK og til
Chelsea, tá Brian Laudrup
kom til Keypmannahavnar.
Nú umboðar Bjarne Gold-
bæk Fulham.
Smáu dreingirnir
í lítla felagnum
Ein annar av føroysku spæl-
arunum hevur verið lið-
felagi við ein av donsku
landsliðsspælarnum, men
tað er langt síðani. Tað snýr
seg um Julian Johnsson,
sum í barnaárunum var í
sama felagi og spældi á
sama liði sum verjukendi
miðvallarin og verjuspælar-
in, Thomas Gravesen:
– Tá eg var smádrongur,
búðu vit í Vejle. Eg var
longu tá áhugaður í fótbólti,
og tað var upplagt, at eg fór
at spæla í sama felag, sum
vinmenninir
hjá
mær
spældu í. Ein av bestu vinu-
num á vegnum, har sum vit
búðu, æt Thomas Gravesen.
Pápi hansara, sum æt Ge-
org, var venjari í einum lítl-
um felag, sum eitur Dau-
gaard IF. Vit vóru umleið
seks ára gamlir, tá vit fóru í
felagið, og har spældi eg
saman við Thomas og við
Georg sum venjara inntil vit
fluttu til Føroya at búgva.
Tá var eg umleið tíggju ára
gamal, minnist Julian aftur
á.
Julian heldur tað vera
stuttligt, at teir nú skulu um-
boða hvør sítt landslið. Tá
vit tosaðu við Julian, hevði
hann ikki hitt Thomas
Gravesen, síðani hann kom
til Føroya. Bæði føroyska
og danska landsliðið hava
síðani mánadagin hildið til
á Hotel Føroyum, men tey
hava einki við hvørt annað
at gera. Danir búgva og eta
í øðrum endanum, og før-
oyingar búgva og eta í hin-
um endanum.
– Eg havi onkuntíð hitt
hann síðani barnaárini, men
nú er tað nakað síðani. Eftir
1995 kappingarárið var eg
í tveir mánaðir í Danmark
og vandi við Vejle. Tá
spældi Thomas Gravesen
har, og eg búði hjá honum.
Síðani havi eg ikki havt
nakað serligt samband við
hann, men sjálvandi havi eg
fylgt við, hvussu tað hevur
gingist honum í Vejle, Ham-
burg og nú í Everton. Hann
var ein góður fótbóltsspæl-
ari, tá vit vóru smádreingir,
og tá eg var í Vejle, vóru
tað fleiri, sum søgdu, at
hann fór skjótt at gerast yrk-
isspælari í útlandinum, og
soleiðis varð tað.
Hóvastákið
Thomas Gravesen hevur
spælt átta landsdystir fyri
Danmark, og tað hevur ikki
verið frítt, at tað hevur verið
eitt sindur av hóvastáki
rundanum hann. Fyrst varð
gamli landsliðsvenjarin, Bo
Johansson, endurgivin í
donsku presssuni fyri at
hava sagt, at hann kundi
ikki brúka Thomas Grave-
sen á landsliðnum, um hann
ikki dugdi at bera seg at í
Hamburg SV. Venjarin
segði seinni, at hann hevði
ikki verið so harðligur í sín-
ari útsøgn, sum fjølmiðlar-
nir høvdu gjørt tað til, og
Gravesen kom aftur á lands-
liðið.
Í summar flutti Gravesen
úr Hamburg og til Everton.
Í einum tí fyrsta venjingar-
dystinum fekk hann reyða
kortið, og í donsku pressuni
varð nógv gjørt burturúr.
Seinni vístu upptøkurnar, at
dómarin hevði verið ov eir-
indarleysur, og at hann ikki
átti at havt givið meiri enn
gula kortið.
Stórt sjálvsálit
Tað hevur hesa seinastu tíð-
ina gingið væl hjá Juliani
Johnsson og hinum føroy-
ingunum í Sogndal. Tað er
hugaligt, og tað styrkir
sjálvandi um sjálvsálitið:
– Áhugin fyri felagnum
økist saman við møguleika-
num at flyta upp. Í Sogndal
eru sjey unglingalandsliðs-
spælarar, og tað verður nú
tosað um, at onkur teirra
skal seljast til útlandið.
Gerst hetta veruleiki, so
viknar liðið og harvið
Julian og Gravesen
á sama liði
Føroyingurin í Noregi og danin í Everton spældu í barnaárunum á sama liði í
einum lítlum felag uttanfyri Vejle
møguleikin fyri at flyta upp.
Mest verður tosað um
álopsfelagan
hjá
Kurt
Mørkøre, Tommy Øren.
Hann er 19 ára gamal, og
hann er sera evnaríkur.
Men hvør er orsøkin til,
at tað nú gongst tykkum so
væl?
– Høvuðsorsøkin er Kurt
Mørkøre. Hann hevur verið
framúr í ár. Eg havi altíð
vitað, at hann hevur verið
málsøkin, men at hann var
so góður sum boksspælari,
tað havi eg ikki vitað fyrr-
enn nú eg havi sæð tað í
summar.
Tað eru so nógvar dimen-
siónir í landsdystinum í
kvøld. Tveir av pørtunum í
ríkisfelagsskapinum ímóti
hvørjum øðrum, tann lítli
ímóti tí stóra, Allan Simon-
sen ímóti Morten Olsen og
Michael Laurdup – teir eru
allir millum mest avhildnu
fótbóltsspælararnar í Dan-
mark nakrantíð – og soleiðis
kundu vit hildið á. Tað verð-
ur spælt upp á politisku
undirtónarnar, at tað er
spurningurin um fullveldið,
sum stendur upp á spæl.
Onkur hevur í ramasta álv-
ara sagt, at um føroyingar
megna eitt gott úrslit í
kvøld, so hevði tað verið
lættari at fingið meiriluta,
um fólkaatkvøðan hevði
verið 14. september, men
tey munnu neyvan vera
mong, sum taka støðu til
framtíðina hjá Føroyum út
frá, hvussu tað fer at gang-
ast, tá tað verður telvast á
grasinum.
Í tí sambandinum (har var
aftur eitt politiskt løtt orð!)
er tað merkisvert, at tann
størri parturin av teimum
ellivu føroyingunum, sum
undan dystarbyrjan úti á
vøllinum vónandi fara at
hoyra ein brúsandi tjóðsang
frá stóru áskoðarafjøldini,
ikki búgva í Føroyum. Av
teimum átjan, sum halda til
á Hotel Føroyum saman við
Allani Simonsen, spæla
bara átta í tí heimligu kapp-
ingini, og tað er neyvan at
skjóta við síðuna av at siga,
at bara tríggir úr heimligu
kappingini verða millum
teir fystu ellivu.
So nógvir útisetar hava
ongantíð verið ímillum teir
fyrstu ellivu áður.
Ikki á tindinum
Teir átta, sum spæla í 1.
deild heima á landi, eru Jens
Kristian Hansen, Henning
Jarnskor, Rógvi Jacobsen,
Øssur Hansen, Jan C. Dam,
Fróði Benjaminsen, Jóhan-
nes Joensen og Allan Mørk-
øre, sum inntil fyri stuttum
var útiseti.
Felags fyri allar hesar átta
hevur verið, at teir í ár ikki
hava verið á sama støði,
sum teir vóru í fjør. Fleiri
hava verið plágaðir av skað-
um, og tískil eru teir ikki í
tí dystarvenjingini, sum skal
til, og aðrir hava verið
merktir av, at liðið, sum teir
spæla á, ikki hevur havt
tann undanvindin, sum ber
sjálvsálit við sær og ger tað
hugaligt at spæla.
Øssur Hansen man vera
tann av heimligu landsliðs-
monnunum, sum hevur ver-
ið mest eyðsýndur higartil í
ár. Hann verður ivaleyst í
8 útisetar á føroyska liðnum
Hesa ferð verða ikki fleiri enn tríggjar spælarar úr heimligu kappingi ímillum
teir fyrstu ellivu á vøllinum
vinstru síðu.
Allan Simonsen setur
stóran prís upp á nógvar
royndir. Allan Mørkøre
hevur verið plágaður av
vøddaskaða, men nú verður
sagt, at hann er klárur at
spæla, og tí verður hann á
vongverjanum í høgru. Jens
Kristian Hansen, sum altíð
stendur seg væl í landsdyst-
um, er sjálvskrivaður í mið-
verjuni. Henning Jarnskor
fer á beinkinum at vera klár-
ur at loysa Allan Mørkøre
ella Øssur Hansen av, Jó-
hannes Joensen kann brúk-
ast á øllum verjuplássunum,
Jan Dam kann loysa av í
miðverjuni, har kann Fróði
Benjaminsen eisini brúkast
umframt á miðvøllinum, og
Rógvi Jacobsen verður
eykamaður á framrættaða
miðvallarplássinum og í
álopinum.
Tveir verða
sáldaðir frá
Av teimum tíggju útlend-
ingunum mugu tveir finna
seg í at sita á beinkinum.
Jákup Mikkelsen ella Jens
Martin Knudsen verður
málverji. Tann, sum ikki fer
at standa í málinum, fer at
sita á beinkinum. Jákup
hevur ikki verið í landsliðs-
hópinum síðani í oktober.
Ta ferðina var hann á
Hans Fróði Hansen hevur
vunnið sær pláss í miðverj-
uni. Tað er alneyðugt hjá
honum at vera sannførandi
hvørja ferð, tí á beinkinum
situr ein ungur og góður
miðverji og bíðar. Julian
Johnsson er altíð á miðvølli-
num:
– Mær hevur altíð dámað
væl at fáa høvi at blanda
meg uppí alla staðni, men í
Sogndal er mær álagt at
vera í høgra borði. Mær er
álagt at renna nógv aftur og
fram, og tað líkar mær væl.
Tað verður roknað við, at
eisini eg leggi bóltar innfyri
til Kurt Mørkøre, og tí havi
eg vant sera nógv at leggja
bóltar innfyri.
Hvussu verður í kvøld?
– Nú fáa vit at síggja,
hvussu venjarin fer at seta
liðið. Eg eri sera spentur, og
eg ivist ikki í, at teir, sum
sleppa upp í part, fara at
gera alt, sum tað ber til, fyri
at fáa eitt gott úrslit á Tórs-
vølli og frammanfyri seks
túsund áskoðarum. Fyri-
treytirnar áttu at verið til
tað, tí hesa tíðina av árinum
eiga allir spælararnir at vera
í so góðari venjing, sum tað
ber til.
jh
beinkinum, meðan Jens
Martin vardi málið í Prag.
Valið hesa ferð boðar frá,
hvønn venjarin ætlar at hava
í málinum í undankapping-
ardystunum í heyst. Tað er
tó ein møguleiki, at hann
velur at geva teimum ein
hálvleik í part.
Óli Johannesen og Hans
Fróði Hansen verða í mið-
verjuni saman við Jens
Kristiani Hansen. Á mið-
vøllinum verður enn ein
roynd gjørd við Sámali
Joensen, Julian Johnsson og
John Petersen.
Síðsti spurningurin er, um
tað verður Uni Arge ella
Kurt Mørkøre, sum verður
við síðuna av Toda Jónsson
í álopinum.
Á plusssíðuni hjá Una
Arge telur, at hann hevur
skorað fleiri mál (tað síðsta
gjørdi hann, tá Føroyar
vunnu 1–0 í Liktinstein). Á
minussíðuni hjá honum er,
at hann síðani ferðina í Likt-
instein í fleiri vikur var utt-
anfyri, tí hann var skaddur.
Á plusssíðuni hjá Kurt
Mørkøre telur, at hann hev-
ur verið sera væl upplagdur
í norskum fótbólti, har hann
er toppskjútti í næstbestu
deildini. Tað eigur at styrkja
um sjálvsálitið.
jh
EYÐUN KLAKSTEIN/
JÁKUP MØRK
- Vit ætla okkum ikki á
nakran hátt at undirmeta
føroyska liðið. Hetta vóru
fyrstu orðini hjá danska
landsliðsvenjaranum, Mort-
en Olsen, tá danir um mid-
dagsleitið í gjár hildu tíð-
indafund.
Stór menning
Hann vísti á, at Føroyar
seinnu árini hava fingið
fleiri góð úrslit, og at tað
serliga er á heimavølli, at
hesi eru fingin til høldar: -
Millum annað fingu tit ein
flottan javnleik móti skot-
um, eins og tit vóru sera nær
Hann heldur, at tað er eitt
sindur undarligt, men sum
professionellur
fótbólts-
maður er tað eingin trupul-
leiki hjá honum. 3. juli í
1972 var Allan Simonsen
fyrstu ferð á danska lands-
liðnum. Tað var í Reykja-
vík, har Danmark vann 5–
2, og Allan Simonsen skor-
aði tvey av málunum.
Merkisvert ta ferðina var,
at Morten Olsen stutt
frammanundan so at siga
hevði diskvalifiserað seg
sum landsliðsspælara. Tá í
tíðini góðkendu danir ikki
yrkisspælarar.
Morten
Olsen var á landsliðnum,
sum 29. juni í 1972 vann
2–0 í Svøríki, men hann var
ikki við í Íslandi og í
olympisku kappingini í
Vesturtýskalandi, tí hann
hevði skrivað undir sátt-
mála við útlendskt felag. Í
1974 góðtóku danir, at yrk-
isspælarar komu á lands-
liðið, og eftir hetta rakk
Morten Olsen 102 lands-
dystir í alt – nógvar av teim-
um saman við júst Allani
Simonsen.
Allan hevur 56 ferðir um-
boðað føðilandið. Í kvøld
verður tað fyrsta ferðin, at
Allan Simonsen fer at stríð-
ast ímóti føðilandinum, og
Morten Olsen og Michael
Laurdup, sum hann var á
landsliðnum saman við
nakrar ferðir.
– Tað er eingin trupul-
leiki. Tað snýr seg um at
fyrireika seg til tað, sum fer
fram á vøllinum. Har verður
Fyrstu ferð
Allan ikki
heldur við
Danmark
Venjarin hjá føroyska liðnum setur
úrslitið hægst í kvøld, men hann
heldur samstundis, at mótstøðuliðið í
kvøld ikki er so ólíkt Slovenia, sum
kemur til Føroya um góðar tvær
vikur
tað trupult hjá okkum, men
vit fara at gera alt tað, sum
tað ber okkum til. Áskoð-
araplássini vera á tremur, og
eg haldi, at áskoðararnir
hava uppiborið allan tann
stuðul, sum teir kunnu fáa.
Hvussu tað fer at laga seg
veldst um so nógv, m. a. um
hvussu byrjanin lagar seg.
Hvat hevur størst týdning
fyri teg í kvøld?
– Vanliga verða vinar-
dystir brúktir til at fyrireika
seg til undankappingardyst-
ir, og so plagar úrslitið at
koma í aðru røð. Ímóti Dan-
mark er tað øðrvísi. Vit vita
øll, at tað er nakað heilt ser-
ligt, at Føroyar og Danmark
spæla landsdyst, og eingin
ivi skal vera um, at tað snýr
seg um at fáa eitt so gott
úrslit, sum tað á nakran hátt
ber til. Vit senda tað liðið á
vøllin, sum vit halda er tað
besta. Vit rokna ikki við at
brúka fleiri skiftisspælarar,
enn altjóða reglarnir áseta.
Talan er um NM kapping-
ardyst. Tað er stutt tíð til
fyrsta undankappingardyst-
in, og tað er týdningarmik-
ið, at umstøðurnar hesa ferð
líkjast nógv teimum næstu
ferð. Men um Morten Olsen
ynskir at brúka fleiri enn
tríggjar skiftisspælarar, so
kunnu vit tosa um tað.
Liðavrikið er styrkin
Vil tað siga, at Slovenia
dysturin ikki er so framm-
araga í huganum, tá tú
gongur so høgt uppí at fáa
eitt gott úrslit ímóti Dan-
mark?
– Als ikki. Eg sá allar
dystirnar hjá Slovenia í EM
kappingini. Teir eru ikki so
lítið átøkir danska liðnum.
Munurin er kanska tann, at
teir hava onkrar individua-
listar, sum kunnu útrætta
meiri einsamallir, enn teir á
danska
liðnum
kunnu.
Styrkin hjá danska liðnum
er avgjørt liðavrikið.
Hetta er øðrvísi, enn tá tú
spældi á landsliðnum?
– Tá vóru fleiri danskir
spælarar í størstu feløgu-
num í Europa, har teir vóru
lyklaspælarar og kundu út-
rætta nógv einsamallir. Nú
er tað øðrvísi. Hví tað er
øðrvísi, kundu vit tosa
leingi um, men nú eru
donsku útisetarnir meiri lið-
spælarar í feløgum, sum
ikki eru millum tey fremstu,
og tað ávirkar sjálvandi,
hvussu landsliðið spælir.
Fleiri eru á veg
Landsliðsvenjarin staðfest-
ir, at hesa ferð eru fleiri úti-
setar á føroyska liðnum, enn
at tað eru úr heimligu kapp-
ingini. Hann vil ikki siga
nakað um, hvørjir fara at
byrja á vøllinum, men hann
ásannar, at tað er sannlíkt,
at útisetarnir vera fleiri enn
heimligu spælararnir:
– Vit hava spælarar í Dan-
mark, Noregi og Íslandi, og
teir eru profilar á landslið-
num. Danir hava eisini heilt
nógvar útisetar á teirra liði,
og hesir eru profilar. Soleið-
is er gongdin.
Tað tykist vera torført hjá
heimligu spælarunum at
koma á liðið?
– Eg var í Gundadali
sunnudagin og sá NSÍ vinna
5–2 á HB. Tað sigur seg
sjálvt, at spælarar, sum út-
merka seg, koma nærri
landsliðnum. Tað skulu
fleiri støðug og góð avrik
til, men tað sigur seg sjálvt,
at eitt nú Christian Høgni
Jacobsen er ikki langt frá
landsliðnum. Hetta er kort-
ini einki nýtt. Eg hevði lagt
merki til hansara, áðrenn
hann breyt beinið, og tað er
gleðiligt, at hann aftur tykist
vera førur fyri at brúka góðu
evnini.
jh
Undirmeta ikki Føroyar
Morten Olsen tykist ikki á nakran hátt at rokna við eini lættari uppgávu á
Tórsvølli í kvøld
eini sensatión móti kekkum,
segði danski venjarin frynt-
liga.
Annars helt hann, at talan
her var um eitt mótstøðulið,
sum hevur verið í stórari
menning, og hann gav eisini
fyrrverandi landsliðsfelaga-
num, Allan Simonsen, stór-
an part av æruni fyri. Hann
helt, at landsmaðurin hevði
givið føroyska landsliðnum
sera nógv, bæði sum venjari
og ígongdsetari.
Harumframt legði hann
afturat, at tað at nógvir før-
oyskir leikarar nú royna seg
uttanlands, eisini er av al-
stórum týdningi fyri menn-
ingina av fótbóltinum her á
landi.
Mugu vera uppsettir
At donsku leikararnir skulu
taka dystin í álvara, var
venjarin sostatt als ikki í iva
um:
- Vit eru noyddir at taka
dystin í stórum álvara, tí
eingin ivi er um, at føroy-
ingar leggja nógv fyri.
Roknað verður við hollum
stuðli frá einum fullsettum
stadion, og hetta er ivaleyst
eisini eggjandi hjá føroysku
leikarunum.
Álopskent
Spurdur um donsku spæli-
ætlanina, segði Morten Ol-
sen, hon allarhelst verður
nóg so framrættað.
Hann roknaði við, at talan
fór at vera um fimm álops-
kendar leikarar, men hann
segði tó einki um, hvussu
býti av hesum verður mill-
um miðvøll og álop.
Eisini vísti hann á, at um
umstøður eru til tess, er ætl-
anin at royna so nógvar
leikarar sum gjørligt, og tað
tí kann gerast talan um
nógvar útskiftingar.
Hann tordi ikki at lova
nakað hesum viðvíkjandi, tí
hann metti úrslitið av dysti-
num at koma í fremstu røð.
Sostatt er bert at vóna, at
talan í kvøld verður um fáar
útskiftingar frá danska
beinkinum.
Danir mugu vinna
EYÐUN KLAKSTEIN
Danir hava einki at vinna,
alt at tapa, tá teir í dag fara
at takast við føroyska fót-
bóltslandsliðið á Tórsvølli.
Nýggja
venjaraparið,
Morten Olsen og Michael
Laudrup, standa fyri fyrstu
ferð á odda fyri danska
landsliðnum, og teir taka
dystin í dag í stórum álvara.
– Vit hava virðing fyri
føroyingunum, tí teir hava
tikið seg nógv fram, síðani
vit spældu ímóti teimum
fyri 10 árum síðani. Í dag
eru tað einir lættir dystir í
landsliðsfótbólti, sigur
Michael Laudrup, fyrrver-
andi stórspælarin á danska
landsliðnum.
Morten Olsen sigur, at
hann altíð fer at spæla við
trimum álopsspælarum á
danska landsliðnum, men
hann kennir seg ikki vísan
í, um hann fer at spæla við
trimum ella fýra monnum í
verjuni. Tað kemur venjing-
in at vísa.
– Vit fara at spæla øko-
nomiskan fótbólt, tað vil
siga, at vit skulu royna at
hava bóltin nógv, tí tað er
minst troyttandi hjá spæl-
arunum, sigur nýggi lands-
liðsvenjarin, sum hevði sína
fyrstu venjing við danska
landsliðnum mánakvøldið.
Í gjár vandi danska lands-
liðið aftur á Tórsvølli, men
tað var tað fyri afturlætnum
hurðum.
Spælararnir
skulu vísa nakað
Tá nýggir landsliðsvenjarar
taka við, eru tað ikki bara
spælarar og viðhaldsfólk,
sum eru spent uppá, hvat fer
at henda.
Eisini spælararnir fylgja
væl við.
– Tá nýggir landsliðs-
venjarar verða settir, kanst
tú rokna við nøkrum broyt-
Eftir miseydnaða EM-endaspælið, er einki uttan ein sann-
førandi sigur nóg gott hjá danska landsliðnum í dag
ingum, og tí fylgja spælar-
arnir við, hvørjir spælarar
eru upp á tal og hvat lands-
liðsvenjararnir ætla. Og tað
sæst eisini á tí fyrstu úttøk-
uni, at nakrar broytingar eru
gjørdar, sigur Allan Nielsen,
sum er ein av teimum, sum
hevur drúgvar royndir á
danska landsliðnum.
– Eg rokni við, at nýggju
venjararnir fara at halda fast
um,at danska landsliðið skal
spæla positivan álopsfót-
bólt, sigur hann.
Verjuspælarin, René Hen-
riksen, roknar við, at spæl-
ararnir fara at fáa leysari
teymar til at spæla bólt í
framtíðini.
– Munurin millum Mort-
en Olsen og Bo Johansson
er helst, at Morten Olsen er
meira smidligur og fer at
loyva spælarunum at spæla
meira frítt, sigur verju-
skansin, sum fær týðandi
leiklut á landsliðnum hjá
nýggju venjarunum.